leygardagur 22. januar 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 15 - 22. januar 2005
TINGHELLUKRONIKKIN
Rolf Guttesen
Rg@geogr.ku.dk
Kann tað henda her hjá okkum?
Hetta er ein spurningur, sum er
blivin aktuellur, nú fólk hava
sæð, hvussu óvantað og øðiligt
nátúran kann taka seg upp
ymsastaðni í verðini. Ein jarð-
skjálvti í havinum út fyri
Sumatra fekk eina tsunami-aldu
at reisa seg, og sum ringar í
havinum fór hon við ferð í allar
ættir. Úrslitið kenna øll, tað skal
eg ikki taka upp aftur.
Storegga-lopið
Nú er prógv funnið fyri, at
einaferð leyp ein undirsjóva-
skriða ella skalvur á eggini av
landgrunninum út fyri norsku
strondini, á leið út fyri Ålesund.
Tað er langt síðani, men hon
gjørdi eina tsunami-aldu, sum
helst var nógv størri enn tann,
sum vit sóu í Indiska Havinum
annan Jóladag 2004.
Tað, sum setti prosessina í
gongd út fyri Sumatra, varð ein
skjálvti í havbotninum, har tvær
"plátur" í jarðskorpuni koma
saman, og við millumbilum flyta
seg eitt sundur, gnadda upp at
hvørjari aðrari. Av hesum stendst
jarðskjálvti, summatíðir hart,
summatíðir veikt.
Plátu-tektonikkur
í Atlantshavi
Øll jarðskorpan er bygd upp av
hesum plátum, og fakøkið, sum
innan geologi kannar hetta fyri-
brigdi er "plátu-tektonikkur"
(kemur av einum góðum, goml-
um grikskum orði: tekton, sum
merkir timburmaður og byggi-
meistari). Plátu-tektonikkur
kannar, hvussu jarðskorpan er
bygd upp av føstum plátum, og
hvussu hesar plátur flyta seg, og
hvat ið hendir tá tær flytast.
Jarðskorpan er býtt upp
millum einar 5-10 plátur, so
nógv eru plássini og økini, har
jarðskjálvtar og vulkangos gera
um seg. Í tættbygdum øki eru
Japan, Meðalhavið og vestari
partur av USA kanska tey mest
kendu óstabilu økini. Bæði San
Francisco og Los Angeles liggja
beint omaná eini rivu, the San
Andreas fault, sum javna ger
rykk, sum fær undirlendið at
skelva.
Út fyri Sumatra koma tvær
plátur saman. Men hvussu er í
Norðuratlantshavi? Jú allan
vegin frá norður til suður er ein
riva millum tvær plátur, men tær
umskarast ikki. Tær reka hvør í
sína ætt, eystur og vestur eftir. Á
rivunu, sum byggir upp ein rygg,
Miðatlantsryggin, liggja
vulkanskar oyggjar á rað: Jan
Mayen, Ísland, Heimaey, Surtsey,
Azorurnar, Acension, St Helena
og Tristan da Cunha. Hetta
hendir, tí í opinum mitt í millum
pláturnar vellir hiti og tilfar upp.
Føroyar lógu einaferð
mitt í rivuni
Einaferð fyri 60 mió. árum
síðani lógu Føroyar mitt á rivuni,
og vóru áfastar við Eysturgrøn-
land. So tá var Ísland slett ikki til
enn. Síðan eru hesar atlantisku
pláturnar riknar hvør í sína ætt,
og havið og vulkanskar smá-
oyggjar fylla uppí gloppið.
Hvat vita geologar og aðrir
at siga frá?
Í 1607 kom ein stór alda skol-
andi inn gjøgnum Bristol-fjørðin
í útsynningsparti av Einglandi.
Báðumegin floymdi aldan inn
yvir land, og skolaði bygdir
burtur. Fleiri túsund fólk
druknaðu. Hvat ið orsøkin var til
hesa aldu, siga keldurnar lítið
um, kanska ein skjálvti úti á
havbotninum útfyri.
Í 1755 var jarðskjálvti í Portu-
gal og Lissabon bleiv hart rakt.
Hús rapaðu og eldur kyknaði í
nógvastaðni. Fleiri túsund fólk
rýmdu úr býnum og oman á
keiina við Tejo-áarmunnan undan
eldinum. Meðan tey krokaðu á
keiøkinum, kom ein risa alda inn
yvir, og eini 60.000 fólk lótu lív.
Sama alda gjørdi eisini um seg á
oynni Madeira í Atlantshavinum
og í Írlandi
Hvat hendi í Norður-
Atlantshavi?
Út fyri norsku strondina er ein
landgrunnur sum gongur einar
100 km út, dýpíð økist so líðandi
niður til umleið 200 metrar. So
er ein kantur, og so dýpist skjótt
niður á fleiri hundrað metrar, og
longur úti í Norskahavinum er
dýpíð yvir 3000 m. Landgrunn-
urin er í mongum støðum bygdur
upp av leysum tilfari, sediment-
um og gomlum morenum, leiri,
sandi og leysum steinum, sum
eru hópaðar upp frá fleiri
ístíðum.
Tríggjar ferðir er tað hent, at
risastór partíir av hesum kanti
Tsunami-alda inn yvir Før