Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

eru loysnaði frá, og eru lopin. Støddin á hesum skriðum eru næstan ófatiligar stórar. Tann fyrsta, sum loysnaði fyri umleið 30.000 árum síðani, tann næsta og triðja skriðan lupu báðar fyri umleið 7000 árum síðani. Annað Storegga- skriðulopið Ein partur av kantinum, sum kanska var 300 km langur, út fyri Ålesund og Møre, loysnaði frá. Orsøkin var helst ein jarðskjálvti, men kanska hevði gass, sum seyraði upp úr havbotninum eisini týdning. Tjúktin á fláini, sum loysnaði og fór á glið var næstan 300 metrar. Rúmdin á fláini hevur verið næstan 2.000 kubikk-kilometrar. Hon legðist á næstan 4000 metra dýpi einar 800 kilometrar úti í havinum norðan fyri Føroyar. Tá fláin sjúnkaði undan, skapt- ist eitt sog niðureftir í sjónum, eitt undirtrýst fekk eina risaaldu at reisa seg, sum skolaði inn yvir strondina, bæði norður og suður- eftir. Tsunami-aldan fór sum ein ringur eisini vestur og suðureftir. Sedimentir (leyst tilfar) eftir hesa aldu legðist víða hvar í Norra, frá oynni Bømlo og norður til Tromsø. Munur á aldum Tað er avgerandi munur á van- ligari aldu og eini tsunami-aldu. Í eini vanligari aldu flytist vatnið fram og aftur, ella kanska rættari í ringrás, upp-framm-niður-aftur. Í eini tsunami-aldu lyftist øll vatn-súlan frá havbotni og upp og hesin "hjallin" av sjógvi tekur dik á seg. Og ferðin er óvanlig. Summar aldur kunna uppá 10 minuttir ferðast meir enn 200 km (S. Schlachter). Tí er orkan, sum er lødd í eina tsunami-aldu fleirfalt størri enn í vanligum aldum. Sedimentini finnast eisini í Føroyum Í Skotlandi finnast sedimentini, sum tsunami-aldan legði eftir seg fyri 7000 árum síðani, í torv- mold fram við strondini, sama Hetlandi. Í Føroyum hava vís- indafólk funnið hesi somu sedi- mentini, á Vágseiði í vatninum har. So, vit mugu hugsa okkum eina risa aldu, sum er komin dynjandi inn eftir Vágsfirði og skolandi tvørtur um Vágseiði. Sama titaniska myndin hevur verið at síggja um alt landið. Ein grein, sum viðger kanningarnar í vatninum á Vágseiði finnst á net- adressu, sí Grauert í kelduyvir- litinum seinast. Kann tað henda aftur? Sum geografurin Lis Mortensen segði mánakvøldi í Útvarpinum, so kann tað eisini henda her á leiðini kring Føroyar ella norðuri í Norskahavinum. Ja. Í morgin ella um 100 ár. Mike Disney, professari í Cardiff í Wales, sigur í Politiken (10.01.05), at ein alda, sum tann sum herjaði Bristol-fjørðin í 1607, kann koma hvønn dag tað skal vera, og nú eru meira enn ein hálv millión menniskju í vanda har. Men láglondini um Norðsjógvin, Danmark, Holland og London- økið eru hótt. Keldur: John Best:The Storegga submarine slides. www.brunel.ac.uk S. Bondevik et al.:The Storegga slide tsunami along the Norwegian coast. www.ibg.uit.no Dan Evans:The BGS deep-tow boomer meets the Storegga Slide. www.edinburghgeolsoc.org M. Grauert, S, Björck et al: Storegga tsunami deposits in acoastal lake on Suðuroy, Faroe Islands.‘Boreas 2001’ http://taylorandfrancis.metapress.co m/app/home/contribution.asp?wasp =08gkugugvn72m6ypfmel&referrer= parent&backto=issue,1,7;journal,13,2 4;linkingpublicationresults,1:103275,1 S. Schlachter: Canary Islands Volcano could trigger monster tsunami. www.cdnn.info Nr. 15 - 22. januar 2005 39 royaland?