leygardagur 22. januar 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TINGHELLUANALYSAN
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Ítróttarligar fyrimyndir
Í okkara samfelagi er ítróttin ofta
ein fyrimynd. Fyri børn og ung
er talan um sunt frítíðarítriv, eins
og vaksin eru farin at leggja
meiri orku í at íðka ítrótt, fyri at
hava góða heilsu. Tey bestu í
ítróttargreinum, elitan, eru ofta
fyrimyndir, serliga hjá børnum
men eisini vaksnum. Sigast
kann, at ítróttur er ein partur av
mentanartilboðunum hjá børnum
og ungum og tí gerast stjørnur-
nar, um tær vilja tað ella ikki,
fyrimyndir.
Hjá teim flestu liggur hart
arbeiði í nógv ár fyri at gerast
partur av elituni og her hendir
tað, at ólógligir hættir verða
nýttir at náa málinum ella at
halda sær á toppinum. Í hesi
stremban er doping ein háttur at
betra um førleikan ella kanska at
koma seg aftaná skaða. Serliga í
altjóða elituítrótt, kann freisting-
in gerast ógvuliga stór, tí lítið
manglar í at verða millum tey
allarbestu, eins og at tað
peningaliga kann kasta nógv av
sær, at vera millum tey bestu.
Taka vit t.d. fótbóltsspælarar á
hægsta støði í Evropu, so eru
møguleikarnir fyri ótrúliga
stórari løn til staðar, og revsingin
fyri at snýta seg til at verða betri
við doping er ofta bert eitt hálvt
ár. Hetta eru spælarar sum eisini
eru fyrimyndir hjá føroyskum
ungdómi.
Hvat er doping?
Ofta verður kjakast um, um
dopinglistin er ov strangur. Tvs.
at hann inniheldur evnir, sum í
veruleikanum ikki eru skaðilig
ella fremjandi. Eg havi ikki
førleikan at meta um hetta. Men
tvær meginreglur eiga at vera, tá
talan er um doping. Mest um-
ráðandi er at evnini ikki mugu
vera skaðilig fyri íðkaran, tvs.
ein konservativ ásjón við at verja
fólk, eins og vit krevja trygdar-
belti í bilum. Hin, er at talan
helst skal vera um ítrótt á jøvn-
um føti og ikki avgjørt av hvønn
lækna ein hevur ella hvussu stóra
fíggjarliga orku ein hevur at
keypa sær evnir við, ella á annan
ónatúrligan hátt at skapa sær
fyrimun, so sum við blóðdoping..
Hetta markið er tó eitt sindur
meiri torført. Tí nógv náttúrlig
evni og matur kunnu betra
kropsliga førleikan og torført tí
at seta mark millum fremjandi
mat, náttúrlig evnir og heilivág.
Doping í Føroyum?
Túnatosið bendir á, at nakað av
dopingmisnýtslu er í Føroyum. Í
grannalondum okkara vísir tað
seg, at trupulleikin ikki einans er
ímillum elituítróttarfólk, men í
stóran mun millum fólk, ið
fimisvenja. Hetta er ein trupul-
leiki, sum er tikin upp í Føroy-
um. Hetta slagið av doping hevur
einki við elituítrótt at gera, men
heldur persónlig ynski um at
hava væl vandan kropp. Tó er
vandin ikki minni her. Doping
kann hava stórar avleiðingar, og
tá okkara samtíð leggur dent á
kroppin, er skjótt at vanlig fólk
kunnu lokkast at brúka henda
Doping í Eyst
40
Nr. 15 - 22. januar 2005