leygardagur 22. januar 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
41
tur og Vestur
snarvegin. Hetta slagið av
doping hongur kanska meiri
saman við rúsevnismisnýtslu, tí
talan er um fólk sum søkja sær
vælveru, og í hesum føri um-
vegis ólóglig evnir til at byggja
sær ein betri kropp. Fleiri evnir,
sum vit dagliga meta sum rús-
evnir, verða eisini brúkt sum
doping, t.d. kokain og hash.
Itróttin hevur tjóð-
skaparligt virði
Nógv lond leggja stóran dent á
góð ítróttarlig avrik. Nógvastaðni
verður nógv gjørt, fyri at geva
elitu og talentum góðar umstøð-
ur. Hetta hevur nógv at siga fyri
ímyndina hjá londunum, bæði
úteftir, men ikki minst sum savn-
andi inneftir.
Kalda Kríggið var í stóran
mun ein ideologiskur bardagi
millum superveldini Sovjet og
USA. Hetta var dysturin um
heimsvaldið millum kapitalism-
una og komunismuna. Kapital-
isman stóð fyri tí frælsa, fyri
sunnari kapping og survivel of
the fittest. Kommunisman hin-
vegin stóð fyri einum meiri
stýrdum samfelag, har heildin
var mest umráðandi, men sum
samstundis hevði pláss fyri
øllum. Meðan rættindi tí einstaka
var mest umráðandi hjá vestan-
londunum, máttu hesi rættindi
lúta fyri tí góða heildarsamfe-
lagnum í eystanveldunum. Tá
Kalda Kríggið verður nevnt,
hugsa vit oftast um vápnadubb-
ing, støðuga vandan fyri kjarn-
orkukríggi og har stórveldini
brustu saman, sum í Vietnam.
Men kappingin millum veldini
var eisini hørð á øðrum økjum.
Ítróttin bleiv nógv brúkt fyri at
vísa hvør skipanin var hin betra
og sjálvt uttanveltaðu Olympisku
Leikirnir blivu misnýttir sum
propagandamaskinur, og boy-
kottaðu stórveldini leikirnar hvør
hjá øðrum. Hitler brúkti eisini
leikirnar í 1936 til politiska
propaganda fyri sínum nazistiska
samfelagsfrymli, bygt á atletiska
ariska fólkið. Tíanverri fyri
Hitler, gjørdist svarti ameriku-
maðurin Jesse Owens stóra
hetjan á leikunum.
Í mínum uppvøkstri var eingin
ivi um, at eysturlensku ítróttar-
fólkini vórðu proppað við dop-
ing, tí bar tað teimun til at vinna
nógvar kappingar. Tá múrurin
fall, kom sjón fyri søgn. Ikki
einans funnust skjøl um umfat-
andi dopingina, men fyrrverandi
dopaði topítróttarfólk komu eis-
ini fram við sínum ræðusøgum
hesum viðvíkjandi. Eisini her
vann frælsi heimurin á tí undir-
kúgandi kommunismuni.
Men tað var ikki einans um-
fatandi doping hinumegin jarn-
tjaldi. Fyrrverandi týski lands-
liðsmálverjin í fótbólti, Harald
Schumacher, skrivaði longu í
1987 eina bók, Anpfiff um tann
skitna fótbóltsheimin, herí-
millum doping og tvíhelt um at
90% av spælarun í týsku
Bundesliguni brúktu ólóglig
evnir og at hann sjálvur eisini
hevði dopað seg meira enn eina
ferð. Ístaðin fyri at gerast hetja
og stuðlaður, bleiv hann koyrdur
av landsliðnum og tveittur á dyr í
felag sínum Køln. Tað sermerkta
við hesi søk, var at Toni, sum
Harald Schumacher vanliga var
nevndur, var um ikki tann besti,
so millum heimsins bestu mál-
menn tá. Talan var sostatt um ein
av heimsins bestu ítróttarfólkum
í síni grein, sum vísti á óreglu-
semi og viðgekk at hann sjálvur
hevði syndað. Hann bleiv tó
frystur úti eftir hetta. Spurning-
urin kann setast um hann var ov
tíðliga á veg, kanska tí Kalda
Kríggið enn leikaði á?
Doping er har
Í dag ivast fáur í, at topfótbóltur
er fyltur við doping og sama er
helst galdandi í flestu itróttar-
greinum. Vit hava javnan gølur í
frælsu ítróttini, og í heimselituni
í súkling tykist, sum at súklarar-
nir eru livandi laboratoriur, sum
læknar brúka til at kanna hvussu
stórt árin evnir hava á manna-
kroppin.
Fótbóltsspælarar verða ídag
javnan tiknir fyri doping, tað er
eins og blivin ein partur av
spælinum. Onkurt felag koyrir
syndararnar, meðan onnur fyri-
geva. Men at verða tikin fyri
doping, merkir ikki at einki
topfelag vil hava nakað við leik-
aran at gera. Tí kann ein freistast
til at hugsað, at dopingin er ein
vági, sum tilætlaður verður tikin,
fyri at gerast ein av teim stóru,
ein fyrimynd og ikki minst ein av
teim sum vinnur nógvan pening.
Revsingin er har, men ikki alt ov
hørð, eins og leikarar ella íðkarar
kanska ongantíð høvdu komið
fram at trúnuni, um vágin ikki
var tikin. Soleiðis kann kanska
sigast at møguligi ágóðin er
størri, enn vandin fyri at verða
tikin og sjálv revsingin, um íðk-
arin bert hugsar um løtuvinning
og ikki sína egnu heilsu og lív.
Okkara ábyrgd
At vesturlensk ítróttarfólk hava
verið minst líka illa dopað, sum
eysturlensku fyrr, man lítil ivi
vera um. Annars høvdu tey ikki
klára at vunni á teim eystur-
lensku, meðan Kalda Kríggið
leikaði á.
Munurin hevur heldur verið,
tey eysturlensku hava verið
tvungin at dopað seg, ella eru
vorðin dopaðið uttan at vita tað,
meðan at tey vesturlensku
kanska sjálvi hava havt møgu-
leikan at velja. Og gera tað enn.
Ein kann eisini loyva sær at ivast
í, hvussu nógv ymsu londini í
veruleikanun gera við arbeiði
ímóti doping. Stórt virðið er enn
í at hava heimsstjørnur innan
ítróttargreinar.
Sum eitt curiosum kann
nevnast, at doping ikki einans er
ein trupulleiki í ítrótti, í Dan-
mark er komið fram, at klassiskir
tónleikara hava umfatandi
dopingmisnýtslu.
Doping er ein stórur trupul-
leiki í ítróttarheiminum í dag, og
hetta er ein vandi vit eiga at taka
í álvara, eisini her heima hjá
okkum. At ikki fleiri fólk eru
tikin í doping í Føroyum kann
ein fegnast um, men tað kann
eisini vísa, at eftirlitið kanska
ikki er nøktandi.
Ítróttin hevur í Føroyum ein
týdningarmiklan part í samfelag-
num, og stórur partur av ung-
dóminum brúkar nógva tíð og
orku í ítróttarfeløgum. Tað
okkara uppgáva og ábyrgd at
ansa eftir, at doping ikki gerst
ein vanligur partur av føroyska
ítróttarheiminum. Tí er tað
gleðiligt, at ein dopinglóg er
komin. Men lógin í sær sjálvum
ger ongan mun, um uppfylgjandi
arbeiði ikki verður gjørt.
Nú skal arbeiðast
Uppfylgjandi arbeiði er ikki bert
kanningar, men eisini fyribyrgj-
andi, so sum at upplýsa um
vandar við doping, tí í flestu
førum hevur doping álsvarslig
hjáárin. Lógin ger tað ólógligt at
selja ella hava dopingevnir og
tað ger, at søla og brúk beinleiðïs
kann revsast. Hetta er sjálvsagt
ein fyritreyt fyri at fáa dopingina
burtur, men upplýsandi arbeiði er
tað mest umráðandi. Rúsevnir
eru ólóglig, men fáast í Føroy-
um, tað sama er helst galdandi
við dopingevnum, sum eisini
kunnu keypast á alnótini.
Tað strævna og harða arbeiði,
er tað sum nú skal gerast. Vit
eiga hesa samfelagsligu ábyrgd,
bæði fyri at verja tann einstaka
móti avleiðingunum, men eisini
fyri at tryggja at okkara sam-
felagsskipan, sum í stóran mun
byggir á, at børn og ung trygt
kunnu brúka sína frítíð í ítróttar-
feløgum.