leygardagur 22. januar 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 15 - 22. januar 2005
UMHVØRVISVERND
Dávid Isfeld
davidisfeld@hotmail.com
Fyrst eitt sindur um yrkjaran:
Gary Snyder var føddur 8. mei í
1930 í San Fransisko, Kalifornia.
Hann hevur lisið mannfrøði
(antropologi), enskar bókmentir,
kinesiskt og japanskt. Yrkingar
hansara snúgva seg ikki so nógv
um umhvørvisvernd sum tær
snúgva seg um náttúruna. Tað
kemur týðiliga til sjóndar, at
hann hevur drúgvar royndir og
upplivilsir frá náttúruni, og
skrivar hann tískil meiri um
hvussu náttúran er háttað, hvussu
hon livir og hvønn týdning hon
hevur. Eisini leggur ein merki til
hansara tokka til og virðing fyri
náttúruni; ikki bert í Norður-
amerika, har hann er uppvaksin,
men kring allan heimin. Hansara
kendasta yrkingasavn er óivað
“Turtle Island” (1974), sum hann
fekk Pulitzer virðislønina fyri.
Frágreiðing um útlegging
Av tí at samrøðan varar ein
góðan hálvan tíma, og inniber
mong brot, har hugt verður nærri
at yrkingunum, og onnur brot, ið
eru friðing og umhvørvisvernd
óviðkomandi, og upp aftur onnur
ið eru fyri amerikanarar burturav,
havi eg valt ikki at endurgeva
samrøðuna orðarætt, men heldur
umseta innihaldið og útleggja tað
sum eina samanhangandi eind.
Niðanfyri standandi saman-
dráttur er frá eini samrøðu við
amerikanska yrkjaran, Gary
Snyder, ið fór fram í 1991 og var
stílað fyri av Don Swaim, ið er
journalistur og rithøvundur, og
hevur arbeitt við útvarpi megin-
partin av sínum lívi. Samrøðan
snýr seg um skógirnar í Norður-
amerika, skógarídnaðin har og
varðveitslu av friðaðum økjum.
Samandráttur av
samrøðuni
Fyrst í 1800 talinum í New
England ruddaðu amerikanarar
trøini fyri at fáa brenni og fyri at
koma fram at málmi, koli og
øðrum. Gary Snyder sigur, at
sjálvt um trøini koma aftur
(nøkur eru komin aftur), er tað
ikki vist um træ-og vakstrar-
góðskan verður tann sama, sum
hon upprunaliga var. Hetta má
og skal takast hædd fyri, tá trø
verða feld. (Rit. Viðm.: Tá ið trø
verða burturbeind á ein hátt, har
eitt heilt øki verður ruddað í
senn, burturbeinist samstundis
eisini grundarlagið hjá nógvum
djórasløgum eins og plantu-
sløgum - ein skógur er nevniliga
ikki bert ein rúgva av trøum, ið
eru savnað á einum stað, men
eitt vistfrøðiligt búøki hjá plant-
um og djórum. Hesi djór og
plantur eru við til at syrgja fyri
einum góðum vakstrar- og
trivnaðar-grundarlagið hjá
trøunum; so tá trø verða plantað
aftur, er tað gamla umhvørvið
við plantum og djórum burtur,
og vilja trøini tískil ikki trívast
og mennast líka væl).
Stríðið ímóti skógarrudding
skal ikki fremjast við at binda
seg til ein bulldosara ella til eitt
træ; ein skal fáa hendur á upp-
lýsing og kunnleika, ið er betur
enn tann hjá skógarídnaðinum,
sum t.d. betri kort yvir økið,
betri vistfrøðiligan kunnleika um
skógirnar, skilja hvussu teirra
telduskipanir virka, og arbeiða
við skógarídnaðinum og vegleiða
ídnaðin við teirri upplýsing vit
hava, fyri at bøta um teirra
telduskipanir. Skógarplanurin er
skipaður við teldum og tølum,
sum halda eyga við hvussu
skógurin trívist (veksur, minkar),
og um timburídnaðurin fer fram
við skili og skynsemi.
Snyder nevnir eitt dømi, har
fólkið við Miðjarðarhavið longu
í 5. øld fyri Krist og frameftir,
ruddaði so mikið av skógunum
burtur, at hitin har turkaði
jørðina upp í so stóran mun, at
stór trø, sum t.d. eikitræið, komu
ongantíð fyri seg aftur og eru nú
burtur fyri altíð. Hetta hevur ein
plantuvakstrar kanning víst; men
tað eru tey fáu, sum vita av
hesum.
Um at virða
Ein stórur spurningur er: virða
vit aðrar verur enn menniskja?
Hví og hvussu? Svarið til
“hvussu”, er við lóggevingum
um varðveiting sum t.d.
“National Environmental Policy
Act” (ein lóg í USA, sum Nixon
forseti undirskrivaði í 1970, har í
tað stendur, at umhvørvisvernd
skal vera eitt ovaliga raðfest
(prioriterað) mál). Spurningurin
um “hví” samfelagið fremur
slíka lóggeving, hvat er tilelv-
ingin (motivatiónin), er truplari
at svara. Eitt nú er ringt at skilja
hví ein ikki má órógva eitt
skógarøki vegna nakrar fáar
uglir, tí sum Gary Snyder sigur,
so skal landið/staturin mennast,
og í tí tilgongdini verður ofta
hugsað, at vit uttan ivað kunnu
vera nakrar uglir fyri uttan; og
leggur so afturat, at tað er
trupult at argumentera ímóti
slíkum sjónarmiðjum, tí øll
ynskja framburð í samfelagnum.
Snyder sigur, at um tað er
trupult at fáa tað at geva
meining við hesi varðveitslu,
kann ein gera sum hann, og
síggja ta náttúru ein er vaksin
upp í sum sítt grannalag.
Plantuvøksturin og djórini eru
ein partur av okkum og vit eru
ein partur av teimum. Ein hevur
ongan rætt til at dálka ella oyði-
leggja grannalagið. (Rit. Viðm.:
Ein hevur ábyrgd fyri sínum
grannalagi. Tað er ikki eins egin
ogn, men eitt stað ein hoyrir til
saman við øðrum; og hetta
gevur eina kenslu av felagsskapi
og ábyrgd; ein verður góður við
Gary Snyder og umhvørvisvernd
Niðanfyri standandi samandráttur er frá eini samrøðu við amerikanska
yrkjaran, Gary Snyder, ið fór fram í 1991 og var stílað fyri av Don Swaim,
ið er journalistur og rithøvundur, og hevur arbeitt við útvarpi
meginpartin av sínum lívi. Samrøðan snýr seg um skógirnar í
Norðuramerika, skógarídnaðin har og varðveitslu av friðaðum økjum
Gary Snyder