leygardagur 22. januar 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
43
UMHVØRVISVERND
Dávid Isfeld
Eftirmæli
Ein situr nú møguliga við spurn-
ingunum: Hvat ger ein samrøða
við ein amerikanskan yrkjara um
skógir, friðing o.a. í føroyskum
fjølmiðlum? Hvønn týdning
hevur samrøðan fyri okkum?
Hetta skal seta gongd í eitt
orðaskifti, sum so vónandi kann
gerast ein partur av tilvitinum
(bevíðstheitini) hjá tí einstaka
føroyinginum. Eftir greinina í
Sosialinum 11. januar um sjáld-
samar plantur í Føroyum, ið eru
um at doyggja út, er tíð til at
síggja týdningin av einum
slíkum orðaskifti, sum sjálvandi
skal bakkast upp við tiltøkum.
Føroyar eru avbyrgdar frá um-
heiminum av havinum, harafturat
er sera lítið til av ídanaðarvirkj-
um her í norðuratlantshavinum,
og hevur hetta hjálpt til at dálk-
ing av okkara umhvørvi er
komin seint. Men hon er komin.
Eitt tað fyrsta vit hoyrdu um
dálking, ið raktið okkum bein-
leiðis, var um høga kviksilvur
innihaldið í sjófita; serstakliga í
spikinum á grind. Eg vil ikki
koma inn á nágreiniliga viðgerð
av spuningum um dálking, men
meira nerta við (sum Snyder ger
í sínum yrkingum og í oman fyri
standandi samrøðu) tað vist-
frøðiliga tilvitið.
Føroyingar hava onga um-
hvørvisverndar siðvenju. Tað er
sjálvandi ikki so løgið vegna
áðurnevndu landafrøðiligu støðu
okkara, men hóast tað er tíðin
komin til at luttaka í tí heims-
fevnandi orðaskiftinum um
umhvørvið. Sum Gary Snyder
ofta hevur víst á, snýr tað seg
ikki um at bjarga einum skógi,
hvali o.s.fr., men tað snýr seg um
at fáa eitt tilvit í gerandisdegnum
sum umfatar eitt vistfrøðiligt
tilvit so væl sum aðrar politiskar
rættleikar sum t.d. javnstøða
millum mann og kvinnu. Hvat er
so eitt vistfrøðiligt tilvit? Jú, tað
er einfalt at hugsa seg um áðrenn
ein tveitur okkurt burtur, og
hugsa um reinføri uttandura so
væl sum innandura. Ein skal ikki
at tveita burtur nakað, ið kann
nýtast; gev tað burtur, um tú ikki
fær selt tað. Keyp vistfrøðiliga
vøru - hon kostar ikki so nógv, at
hon órógvar títt livistøði; gang
ístaðin fyri altíð at koyra - tað er
betur fyri náttúruna og teg
sjálvan, o.s.fr., hetta eru smá
ískoyti fyri tann einstaka, men
ger stóran mun, um øll gera sítt.
Vit liva í eini tíð, har okkara
tilvit er á tremur við tonkum um
eitt lættari, ómaksleysari - og
avlíkavæl (og framíhjá) marg-
lætisríkari - lív, har lítið og einki
pláss er fyri hógv, skynsemi og
fyrilit fyri okkara náttúru. Hetta
skal skiljast sum eina veking upp
úr okkara marglætisdvala, har
eingin tykist nøgdur, men altíð
skal hava meira; kosta náttúruni
hvat henni kosta skal.
PS. Hvussu hevði tað verið, at
friða eitt hagaøki í Føroyum?
Hvørjir runnar og blómur -
kanska eisini trø - høvdu ikki
komið til sjóndar, sum vit
ongantíð hava lagt til merkis
áður? Eitt nýtt vistfrøðiligt
umhvørvi og búøki fyri djór. So
kundu føroyingar, eins og
útlendingar (ferðafólk), sæð
hvussu Føroyar sóu út fyri
góðum 1000 árum síðan.
d
Føroyingum tørva
vistfrøðiligt tilvit
-Føroyingar hava onga umhvørvisverndar siðvenju. Tað er sjálvandi ikki so løgið vegna
áðurnevndu landafrøðiligu støðu okkara, men hóast tað er tíðin komin til at luttaka í tí
heimsfevnandi orðaskiftinum um umhvørvið. Okkum tørvar vistfrøðiligt tilvit, sum einfalt er at
hugsa seg um, áðrenn ein tveitur okkurt burtur, og hugsa um reinføri uttandura so væl sum
innandura
sítt grannalag og vil varðveita
tað fyri børnini hjá sær, men
eisini fyri seg sjálvan, tí tað er
heimligt at kenna aftur teir
runnar, trø, áir, klettar, blómur
grasfløtur, fjøll og heyggjar,
sum mynda grannalagið; tað er
kenslan av staðkenning, tað at
kenna seg aftur í tí ein er
umgyrdur av, ið fær ein at
kenna seg heima og siga við
seg sjálvan: hetta er mítt
grannalag, her er mítt heim).
Heilag jørð
Norðuramerikanskir indianarar
søgdu fyri nøkrum árum síðan
við Gary Snyder, sum tá var
formaður í jarðarráðnum við
vesturstrondina í USA, at teir
høvdu nakra heilaga jørð, sum
stjórnin ætlaði at oyðileggja.
Snyder segði stjórnini frá
hesum, og hon spyr so hvørja
landanýtslu kategori “heilag
jørð” hoyrir undir. Tað verður
skemtað eitt sindur aftur og
fram við hesum, men so rennur
Snyder í hug, at kring allan
knøttin er heilag jørð sum t.d.
kirkjujørð, gravstaðir, støð og
øki til gudadýrkan og tilbiðjan.
Eisini nevnir Snyder
nationalparkirnar í USA (t.d.
Yellowstone park og Grand
Canyon) sum landøki, ið eru
friða og vera vird og sæð sum
halgir staðir. Vit hava ikki altíð
tørv á, ella rættari, tað er ikki
altíð neyðugt við eini rationella
og skilagóða frágriðing og
grundgeving fyri at varðveita
eitt landøki; kanska vit bara
(kundi) kenna okkum eitt
sindur betur við ikki at
oyðileggja eitt øki, sum onkur
ynskir at friða. Tað gevur eisini
komandi ættarligum høvi at
síggja og uppliva hetta friðaða
økið.
Gary Snyder tosar eitt sindur
um senbuddhatrúgv (Snyder
gjørdist senbuddhistiskur
munkur, ta tíðina hann búði í
Japan), har hann sigur eina
venjing vera at sita stillur
(zazen) og meditera í ein
hálvan tíma, sum hann ger
hvønn dag. Í tí hálva tímanum
tú situr, skal tú ikki hugsa um
arbeiði ella nakrar aðrar
skyldur, tí tað eru átrokandi og
kanska eisini streingjandi
(stressandi) tankar og
áminningar, sum órógva sinnið.
Við at hugsa um einki, ella at
hugsa um himmalhválvið og
náttúruna, sum jú bara er har
og passar seg sjálv, lættist
sinnið, og tú vil kenna
nøgdsemi og gleði við tað sum
er, hóast tey syndarligu og
óhepnu elementini í tilveruni.
Føroyar eru avbyrgdar frá umheiminum av havinum, harafturat er sera
lítið til av ídanaðarvirkjum her í norðuratlantshavinum, og hevur hetta
hjálpt til at dálking av okkara umhvørvi er komin seint. Men hon er komin.
Eitt tað fyrsta vit hoyrdu um dálking, ið raktið okkum beinleiðis, var um
høga kviksilvur innihaldið í sjófita; serstakliga í spikinum á grind
Hvussu hevði tað verið, at friða eitt
hagaøki í Føroyum? Hvørjir runnar
og blómur - kanska eisini trø -
høvdu ikki komið til sjóndar, sum
vit ongantíð hava lagt til merkis
áður? Eitt nýtt vistfrøðiligt
umhvørvi og búøki fyri djór. So
kundu føroyingar, eins og
útlendingar (ferðafólk), sæð hvussu
Føroyar sóu út fyri góðum 1000
árum síðan. Havnadalur kann helst
vera góð fyrimynd í so máta