leygardagur 22. januar 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 15 - 22. januar 2005
TINGHELLUDEBATTIN
Sámal Matras Kristiansen
samal@ruc.dk
Føroyingar elska at kjakast.
Føroyingar kjakast um alt møgu-
ligt; tað veri seg við nátturða-
borðið (eftir tíðindini sjálvandi),
"undir vegginum", á gøtuni, niðri
í neystinum, í telefonini, framm-
an fyri sjónvarpsskuggan (um
hvørja rás man skal hyggja eftir),
við føðingardagsborðið tá
familja og grannalag eru savnað,
ella gjøgnum telefonina. Føroy-
ingar (halda seg) duga at kjakast
um alt, og um einki annað er at
kjakast um, so ber til at kjakast
um veðrið ella ódugnaligar
politikarar.
Fólksligi almenningurin er
fyltur við kjaki. Og borgarligi
almenningurin somuleiðis.
Politikarar kjakast á tingsins
røðarapalli, í útvarpinum ella í
bløðunum. Fólk skriva síður upp
og síður niður við vreiðum
lesarabrøvum og kronikkum. Alt
ber til at kjakast um, og kjakast
verður dúgliga, hóast flestu
føroyingar halda seg til tað
munnliga, tað beinleiðis kjakið,
heldur enn at róta seg inn í
skrivligar debattir, ið kunnu
eftirkannast av framtíðini og
lasta teg fyri tínar meiningar tú
hevði "tá tú vart ungur og
óvitugur".
Serliga nú á døgum er avbært.
Skrivar tú okkurt í bløðini,
verður tað lagt á ein databasa,
sum framtíðarinnar føroyingar
mega leita í. Tínar syndir verða
ikki gloymdar. Hevur tú fest tínar
meiningar á blað, so heftir tú fyri
tí restina av lívinum. Tí er
neyðugt at orða seg sakliga og
skilagott. Hetta er ikki á sama
hátt neyðugt tá tú førir munnligt
kjak. Her verða tíni orð skjótt
gloymd, og um onkur roynir at
ákæra teg fyri tínar meiningar,
kanst tú bara halda uppá, at "tað
havi eg ongantíð sagt", ella "tú
manst hava misskilt meg". Tí er
grundleggjandi munur á munn-
ligum og skrivligum kjaki.
Kjakast tú beinleiðis við onkran,
ið er í somu geografisku støðu
sum tú, hevur tú møguleikan at
bjarga einari óhepnari støðu við
t.d. at nýta humor ella kanska
beinleiðis vald, ið kann køva
eina víðari tulking av tínum
útsøgnum.
Virtuelli almenningurin
Sum nevnt kann einhvør fara inn
á greinasavnið hjá Sosialinum og
leita upp hesa greinina við at
skriva antin mítt navn ella onkur
orð, ið hava við evnið at gera,
t.d. "kjak". Leitiorðið "kjak"
gevur í skrivandi stund 2417
greinar at leita ímillum, ið á ein
ella annan hátt; í meiri ella minni
mun snúgva seg um kjak. Í
greinasavninum hjá Dimmalætt-
ing er samsvarandi talið 2455.
Um ein vil vita eitt sindur (nógv)
um kjakið í Føroyum hesi sein-
astu 7-8 árini, so eru greinasøvn
av hesum slagi sera góð amboð
at vinna sær eitt skjótt yvirlit
yvir hetta tíðarskeiðið. Gamla
mannagongdin við at leita í
dagar og vikur á bókasavninum
ella á skjalasavninum, í vón um
at finna okkurt spennandi, er
farin, um ikki man er søgufrøð-
ingur og vil longur aftur í tíðina
at granska. Nú er sjálvt bíblian
løgd út á netið við leitifunktión,
soleiðis at nærum hvør smá-
drongur kann finna sær bíbilsk
skrivtstøð fram og seta tey í tað
høpi, ið man hóva honum.
Sannleikin verður nú funnin á
netinum; ikki í lestrarbókini sum
fyrr.
Men almenningurin strekkir
seg víðari. Ikki einans eru
borgarligi og fólksligi almenn-
ingurin umboðaðir á netinum -
antin í lukkaðum ella hálvlukk-
aðum databasum, ella í opnum
leitiskipanum sum "Google" ella
"Yahoo". Tey seinastu tíggju
árini er vorðin skaptur eitt slag
av "virtuellum almenningi". Flest
fólk kanna e-post minst fleiri
ferðir um vikuna, og flestu yngru
føroyingar hava helst roynt at
"kjatta" á netinum, t.d. á
"Vaksnamanna_chat",
"Faroese_chat" ella "Jesus_chat",
og harígjøgnum at skapa sam-
bond og vinarbond, ið mangan
kunnu gerast eins sterk og vóru
tey skapt gjøgnum traditionella
fólksliga almenningin í t.d.
heimbygdini. Eg veit enntá dømi
um at pør hava funnið saman á
kjattinum og eru vorðin gift og
hava fingið børn.
Eitt annað fyribrigdi, sum er
tað henda greinin í grundini snýr
seg um, er "kjakforumið". Van-
liga fatanin av einum kjakforumi
er t.d. løgtingið, har landins
kosnu menn ("and women!!!")
kjakast um mál, ið eru uppi í
tíðini. Eisini hava út- og sjón-
varpini altíð dugað væl at skipað
fyri ymiskum kjaksendingum,
har serliga "Fimmarin" hjá ÚF
man vera tann kendasti. Saman
við út- og sjónvarpingini av
tingsins kjaki, er stórur partur av
borgarliga almenninginum nú
vorðin fjølmiðlaður. Øll hava
møguleika at fylgja við í land-
sins viðurskiftum, og almenn-
ingurin er enntá víðkaður so
mikið, at vit á okkara døgum
mega tosa um ein "alheims
almenning". Hetta varð seinast
prógvað við umfatandi sam-
kensluni og innsavningini til
ofrini av flóðalduni í Suðurasiu
um nýggjársleitið.
Eg havi áður nevnt fyribrigdini
"e-post" og "kjatt". Bæði tvey
eru framúr samskiftisamboð,
serliga um hybridar sum t.d.
"messenger" ella "ICQ" verða
tiknir í nýtslu. Við hesum
amboðum ber til at føra eitt
intensivt samskifti við nógvar
vinir og kenningar samstundis.
Ein fær veruliga effektiviserað
sín sosialitet á henda hátt. Man
kann vera við í nógvum
ymiskhættaðum projektum
samstundis, eisini hóast hesi
projektir t.d. eru í geografiskari
fjarstøðu frá hvørjum øðrum.
Øll hesi tól hava tó tann vansa,
at man noyðist at halda seg til
meiri ella minni tveysom
sambond. Sjálvandi ber til at
senda út felagsmeylir, og eitt
innlegg á kjattinum kann skapa
respons frá nógvum síðum. Ein
onnur avmarking her er tó, at
samskiftið fer fram í "núinum".
Samskiftið, ið verður framleitt,
er í stóran mun ætlað at verða
gagnnýtt beinanvegin - á sama
hátt sum kjakið "undir veggin-
um" í føroysku markatalsbygdini
verður framleitt og gagnnýtt í
núinum, og harvið eisini mangan
gerst sera humoristiskt. Tó kenni
eg nógv, ið nýta meylin sum eitt
slag av dagbók ella kalendara, ið
sostatt er við til at stýra og plan-
leggja gerandislívið. Óivað eisini
ein nyttug funktión. Men tað ið
veruliga er áhugavert við alnót-
ini, er at til ber sum einstaklingur
at røkka prinsipielt sæð óenda-
liga nógvum móttakarum við at
leggja eitthvørt tilfar út á netið.
Hetta er ultimativa gagnið av
internetinum: Við at leggja ting
út á eitt opið system, verður tín
"vøra" røkkilig fyri øll, ið skilja
títt mál og tín hugsunarhátt. Um
málið er føroyskt, avmarkar tað
seg sjálvt, men um málið er
enskt, so kann ein sangur, ein
grein ella okkurt annað í
prinsippinum verða lisið av
miljardum her á jørðini. Ógvandi
tanki!
Ymisk føroysk kjakforum
Tað er her vit koma aftur til
kjakið. Virtuelli almenningurin
hevur hesi seinastu árini eisini
boðið kjakinum vælkomnum
undir sínar veingir. Nógvir hættir
eru at kjakast á netinum. Fyri tað
fyrsta hava ymiskt kjakforum
ymiskhættaðar brúkaraflatar og
ymiskar møguleikar og vansar.
Fyri tað næsta er sosiala organi-
seringin av kjakforuminum
avgerandi fyri undir hvørjum
fyritreytum kjakið kann fara
fram. Og fyri tað triðja kunnu
kjakforum bæði lesast av tí
absolutta almenninginum, ella
kunnu tey einans verða lisin um
tú hevur atgongdskodu til
forumið, soleiðis at einans ein
útvaldur almenningur fær lisið
innleggini. Eg vil í restini av hesi
grein geva dømi um nøkur
føroysk kjakforum, ið eru sera
ymisk á nógvar hættir, men sum
øll eru opin fyri absolutta
almenninginum, t.v.s. at tygum,
ið lesa hesa grein beint nú mega
fara ein túr út á netið og kanna
og vurdera.
www.uf.fo/zip Eitt tað simplasta
kjakforumið í føroysktmælta
virtuella almenninginum er
ZnikZnak hjá ungdómssend-ing-
ini Zip hjá ÚF. Kjakið er serliga
ætlað ungum, og hevur ein sera
sprøklutan málburð. Kjakið er
býtt upp í eitt ljósareytt gentu-
kjak, har kjakast m.a. verður um
dreingir, dildoir, tampax, útsjónd,
hjartasorg og sjálvmorð, og eitt
ljósablátt dreingjakjak, har
kjakast m.a. verður um gentur,
murtar, telduspøl og… jú mín
sann, trúarmál. Tað er nærum
ógjørligt at finna runt í
ZnikZnak, og er man ein seriøsur
kjakari, er hetta neyvan staðiÐ.
Men um man gjarna vil umseta
síni teenage-hormonir til
ósamanhangandi setningar og
smileys í hópatali, júmen so er
ZnikZnak óivað tað rætta. Tann
stóri trupulleikin hjá ZnikZnak
er, at ein ikki noyðist at skráseta
seg fyri at sleppa inn at kjakast.
Hetta merkir m.a. at einhvør
kann skriva tað honum lystir.
Einasta verjan móti óhumsku er
kjakansarin, ið skal royna at
sletta tey fúlastu innleggini.
At kjakast á