leygardagur 22. januar 2005síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
45
Mong munnu enn minnast Zip-
episoduna í summar, tá ið tað
varð avdúkað, at kjakið í stóran
mun varð nýtt til at hanga ávísar
persónar út, ið ongan møguleika
høvdu at verja seg. Tó er tað í
ávísan mun gjørligt hjá einum
dugnaligum kjakansara at finna
fram til tey seku og harvið at
nokta teimum atgongd til
kjakforumið.
www.faroenet.fo Tá man skal
viðgera føroysk kjakforum, er
ringt at sleppa uttanum Faroenet.
Faroenet er mær vitandi elsta
føroyska kjakforum, ið enn er á
lívi. Tað hevur verið eitt tað mest
vitjaða kjakforumið, og er tað
framvegis. Ein tann størsti
trupulleikin við hesum kjak-
forumi er, at tað er illa stýrt.
Hóast til ber at skráseta seg sum
kjakara, eru tað fá, ið gera tað,
og hetta merkir, at kjakstøðið á
Faroenet sjáldan verður serliga
høgt.
www.kvinna.fo Heimasíðan hjá
"Kvinnu" hevur tað higartil
nýggjasta skotið á føroyska
kjakmarknaðinum. Kjakið er
serliga ætlað kvinnum (harav
navnið), men har konufólk eru,
er skjótt at eisini mannfólk
rekast. Kvinna.fo er serstakliga
væl vitjað. Síðani ljósareyða
heimasíðan varð løgd á alnótina,
hevur hetta kjakið verið tað mest
vitjaða yvirhøvur. Kjakið á
kvinna.fo er býtt upp í trettan
kjakbólkar, soleiðis at lættari er
at finna runt. Annars er sama
støða galdandi á kvinna.fo, at ein
kann skriva innlegg uttan at geva
sín veruliga samleika til kennar.
Hetta krevur sjálvandi, at kjak-
ansarin fylgir væl við og reinsar
út tey innlegg, ið antin eru ov
óseriøs ella beinleiðis óndsinnað.
Tað áhugaverda við hesum kjak-
inum er, at fleiri kvinnuevni
verða tikin upp, ið annars plaga
at liggja duld handan føroyska
almenningin, so sum fosturtøka,
hjúnaskilnaður, sex-leikur,
síðuspring og fleyging. Hetta er
møguliga besta frágreiðingin
uppá hví kjakið er so væl vitjað.
Tað hevur eyðsýnt verið ein
risatørvur á einum kjaki, ið
beinleiðis talar til kvinnurnar
uttan fyrst at verða drigið
gjøgnum ein moralskan sensur.
www.kjaktorg.com/tjodveldi
Um man er áhugaður í politikki,
er kjaktorgið hjá Tjóðveldis-
flokkinum helst eitt gott boð.
Her verður kjakast um mangt og
hvat, og kanska serliga um
illsintar tjóðveldismenn. Sum í
omanfyri nevndu kjakunum er
vansin her, at ein ikki noyðist at
avdúka sín samleika tá ein
skrivar. Soleiðis hevur hetta
kjakið mangan verið fylt við
innleggum á sera lágum støði,
har persónar eru vorðnir hund-
dálkaðir av sonevndum
"huldufólkum", t.e. samleika-
(og samvitsku-) leysum
kjakarum, ið "haunta" kjakið við
slatri og óhumsku av ymsum
slagi. Hetta er satt eitur fyri eitt
kjak, og er tískil alneyðugt, at
kjakansarin er skjótur at sletta
innlegg, ið eru ov harðrend.
Eisini Sjálvstýrisflokkurin hevur
eitt kjakforum á heimasíðuni.
www.nordlysid.fo Eisini finnast
meiri lokal kjakforum. M.a.
hevur Leirvíkar kommuna eitt
kjakforum, har eitt tað mest
týðandi kjakið hevur verið um
ferðslutrupulleikan, ið stendst av
komandi Norðoyatunlinum. Á
hesum kjakinum er neyðugt at
skráseta seg, men ikki neyðugt at
skráseta sín veruliga samleika. Á
heimasíðuni hjá Norðlýsinum er
eisini eitt kjak, ið mest av øllum
snýr seg um lokal viðurskifti.
Heldur ikki her noyðist man at
avdúka sín samleika. Men av tí
at støðið á kjakinum kom niður á
eitt alt ov lágt støði, tók blað-
stjórin á Norðlýsinum ta avgerð
at tilskila sær rætt at sensurera
tey vánaligastu innleggini. Tó
hevur man framvegis møgu-
leikan at skriva beinleiðis inn í
kjakið, um man skrásetur sín
samleika.
www.pop.fo Um einki krav er
um samleikaskráseting, tá er sum
sagt lætt hjá einum kjaki at fara
av sporinum og gerast óseriøst.
Hinvegin skapa dulnevnd kjak-
forum møguleikan fyri at
einstaklingar, ið annars ikki
høvdu tikið blaðið frá munn-
inum, seta seg við telduna og
skriva um skeivleikar og
órættvísur í samfelagnum. T.d.
hevði neyvan nakar torað at
kjakast um dildoir og kynsligar
"preferansur", um ikki man slapp
undan at avdúka sín samleika.
Eisini kann vera ringt hjá einum
kjakforumi at yvirliva um ikki
fólk sleppa at vera dulnevnd.
Kjakið á pop.fo - eitt kjak um
tónleik og tónleikarar - er eitt
dømi um eitt vælriggandi
millumting. Á pop.fo er ikki
neyðugt at skráseta sín sanna
samleika. Men hinvegin er
neyðugt við einum brúkaranavni.
Um ikki tú hevur eitt brúkara-
navn, so verður tú noyddur at
skráseta teg sum brúkara, har tú
noyðist at uppgeva eina teldu-
postadressu, soleiðis at í minsta
lagi kjakansarin kennir tín
samleika. Fyri almenningin kanst
tú velja at kalla teg "Elvis",
"Ozzy" ella hvat tú vilt.
www.kjak.fo Tað kanska mest
framkomna almenna føroyska
kjakforumið er kjak.fo. Hetta er
eitt dygdarkjak, ið hevur nógvar
tøkniligar møguleikar sum privat
boð, foto-album, leitiskipan og
kjattrúm. Tó, skalt tú kunna
gagnnýta hesar møguleikar er
aftur neyðugt at skráseta teg sum
brúkara. Tú kanst sjálvandi
skriva innlegg inn uttan nakra
samleikaváttan. Men tá stendur
ein av kjakansarunum (her eita
teir "kjakleiðarar") og ansar eftir
at dygdin er nóg góð. Tað serliga
við kjak.fo er, at tað í grundini
finnast fýra "tignir" av kjakarum.
Fyrst eru tað administratorarnir,
ið "eiga" kjakið og røkja tað
tekniska og annars hava rætt at
sletta/broyta øll innlegg á kjak-
foruminum. Síðani eru tað
kjakleiðararnir, ið stýra kjakinum
og hava rætt til at sletta/broyta
øll innlegg í tí kjakrúmi teir eru
settir at ambæta. Trið eru
skrásettu brúkararnir, ið kunnu
sletta/broyta síni egnu innlegg.
At enda eru tað tey tilvildarligu
vitjandi, ið vanliga bara skriva
eitt ella tvey innlegg áðrenn tey
fara víðari. Á kjak.fo verður
serliga kjakast um átrúnað,
politikk og tónleik. Men møgu-
leikar eru at kjakast um alt
millum himmal og hørð - undir
skipaðum umstøðum.
Niðurstøða
At kjakast á netinum er eitt sera
áhugavert fyribrigdi. Tey kjak-
forumini, ið eg havi ummælt í
hesi greinini eru einans tey, ið
aktuelt eru mest vitjaði, og tískil
áhugaverdast. Men stórur munur
er á ymisku kjakforumunum, og
hvar man velur at kjakast er ein
spurningur um minst trý ting: 1)
Hvat ynskir man at kjakast um?
2) Hvussu seriøst ynskir man at
kjakast? 3) Ynskir man kjakast
dulnevndur, ella ynskir man at
kjakast saman við veruligum
fólkum.
Serliga hetta síðsta er ein
áhugaverdur spurningur. Tann
sjálvsagdi fyrimunurin, ið er við
dulnevndum kjakinnleggum,
nevniliga at fólk tora at kjakast
um ting tey annars ikki høvdu
torað at lagt navn til, verður í
ávísan mun uppvigaður av meiri
sakleika í teimum kjakunum, har
kjakararnir eru meiri ella minni
kendir. Um kjakararnir eru
kendir, er neyðugt at duga ein
nøkulunda kjaksið, tí annars
tímir eingin at kjakast við teg í
longdini... nakað ein kundi
kallað "Bigga-syndromið". Ella
verri enn... tú kanst verða
útblakaður og møguliga eisini
settur í karantenu av kjakans-
aranum.
Líkasum tað at kjakast er
ymiskt alt eftir um tú kjakast
óformelt sum við nátturðaborðið
ella formelt sum á tingsins
røðarapalli, líka so ymiskt er tað
at kjakast á netinum. Sumt kjak
er meiri at líkna við leysaprát, og
leggur seg tætt uppat kjatt-
fyribrigdinum í stíli, men er mest
at meta sum "statements";
"virtuelt grafitti", og ikki sum
veruligt kjak. Annað kjak er
meiri seriøst og verður meiri at
líkna einum politiskum kjaki.
Fyri at hetta seinna skal kunna
eyðnast tykist tó vera neyðugt
við onkrum slagi av kjak-
samleika. Tað er sera ringt at fáa
í lag eitt dygdargott t.d. politiskt
kjak, um kjakforumið íður av
"huldufólki", soleiðis at ein
ongantíð kann vera vísur í hvør
er, ið svarar aftur. Hinvegin kann
kjak á netinum vera sera seriøst
og uppbyggiligt, um rætt verður
atborið. At kjakast við fólk, ið
veruliga hava áhuga í at kjakast
um ávís evni, kann í summum
førum gerast ein háttur at læra
um fyribrigdi ein annars ikki
vildi havt møguleikan at kjakast
um í einum gerandis fólksligum
almenningi. Gjøgnum netið er
knappliga gjørligt at koma í
samband við fólk, ið hava nógv
meiri til felags við teg sjálvan
enn tey, ið tú ert tvungin at vera
saman við í bygdini ella í
grannalagnum.
At kjakast á netinum kann í
besta føri gerast ein háttur at
læra um nøkur ting, ið annars
eru sera tabukend í "veruliga"
almenninginum. Í virtuella
almenninginum kunnu tabu um
alt frá kynslívi, blokkstuðli og
átrúnaði verða beind av vegnum.
Í virtuella almennininum sleppur
hvør at siga sína meining, í
hvussu er til eitt víst. Sum eg
havi víst á í hesi greinini kann
hetta eisini hava óhepnar
avleiðingar sum t.d. í døminum
um kjakforumið hjá Zip, ið sum
nevnt onkuntíð er vorðið nýtt til
happing av ósekum fólki. Men
samanlagt mugu fyrimunirnir av
at kunna kjakast á netinum sigast
at vera nógv størri enn vansarnir.
netinum…