Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 242 — 18. desember 1999 17 2 Ógvuliga gevandi at skriva til bórn Rithøvundayrki hennara byrjaði. tá ið ein vinkona, hon hevði biðið lisið eitt handrit igjøgnum, sendi tað víðari til Bókadeild Fóroya Lærarafelags. Í heyst kom triðja bókin út eftir Sólrún Michelsen, hesa ferð ein spennandi ævintýrkend søga til stór børn Iurið Kjølbro Nógvar bøkur koma út til børn og ung á hvørjum ári. men bert ein evarska litil partur er upprunaføroyskur. I heyst kom ein slik til stór børn, tey millum 10 og 12 år, og hon eitur "Hin utvaldi”. Skrivað hevur Sólrún Michelsen í Havn. Eftir hana eru tvær bókur komnar út undan hesari, >Argjafressar< og »Utiløgukattar«, åvikavist småsøgur til børn og ung dómsbók. Tær byggja á barnaår og ungdómsár høvundsins >Hin útvaldi< er ein ævintýrkend sega, eisini kallað fantasy-søga. Søgan er um drongin Kol. Í fyrstuni býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi. og bæði foreldur og KI hjá Koli doyggja. Tey. ) eftir eru, gera av at flyta Kol syrgir, men ntan Aya hjálpir honum burtur rgini. Tvey ár seinni ger heimin og verður honum greitt, at ann skal eina langa. trupla ferð Hann fær góð ráð frá vísum fólkum og hjålparum, og hann fatar so líðandi, at hann er út- valdur at bjarga menniskjunum undan óndske ipinun 1, ið er um at fåa alt vald har um vegir nn av at fara ut Hugflogið framat Tað var á háskúlauppihaldi í Danmark fyri trimum árum síðani, at hugskotið til hesa søguna spratt. - Eg var á einum styttri skrivi- skeiði, og ein av uppgávunum var at skriva eina søgu út frå eini ævintyrmynd. Eg gjørdist so góð við henda drongin, eg skrivaði um, og søgan gjørdist ein framhaldssøga. Tá ið eg kom heim aftur, hugsaði eg. at eg átti at gjørt okkurt við handritið. Tað var skrivað á donskum. Mær fellur tað lættari at skriva á donskum, orðavalið er stórri og eg fái betur sagt tað eg vil á donskum enn á føroyskum. Men nú havi eg skrivað nógv á føroyskum og tað verður lættari alla tíðina, greiðir Sólrún Michelsen frá. Sólrún hevur altíð dámað væl at lesa ævintýr. - Tá ið tú skrivar ævintýr, ert tú ikki so bundin, sum tá ið tú skrivar annað. Hugflogið sleppur betur framat. Sjálvsagt skal ein beinagrind vera, so eitt sindur av skili er í, men frá henni kanst tú fara allar vegir. Tað tiltalar meg. Hetta er mín fyrsta roynd og tað hevur verið stuttligt og spennandi. Aðra staðni kemur hópin av ævintýrkendum søgum út til børn og ung, men í Føroyum hevur henda bókmentagreinin ikki rættiliga vunnið hevd. - Barnabókur nú á døgum eru so øgiliga pedagogiskar. Alt gott um bøkur um vanliga At skriva er hennara fritidaritriv. Vikuskifti og kveld verða nytt til tess. I »Kvinnutidindum«, eftir Sólrún Michelsen. Umframt eigur hon søgur í >Míni Jólabók 1999« og >Birting<. av søguni um Kol. gerandisdagin hjå børnum, happing og onnur viðkomandi evni, men eg haldi eisini, at teimum tørvar spenning og drama. Eg trúgvi ikki, at eg nakrantíð fari at skriva bøkur, sum ikki eru dramatiskar. Ert tú fyrst byrjað at skriva, sjálvsagt hvorki heppið ella stuttligt. - Øll umrøda er betri enn einki. Tá ið tú einki hoyrir aftur. situr tú í einum tómrúmi og sleppur ikki víðari. Fært tú kritikk, kanst tú velja, hvat tú er eingin Vegur aftur. Tú verður bitin av tí. uttan mun til;úm nakar tímir at lesa tað ella ikki. Og tú kanst bara verða betri. Alt betri enn einki Føroysk bókaútgáva er miðsavnað til tveir teir seinastu mánaðirnar í árinum, og tað eru eisini tær bøkurnar, sum fólk og fjølmiðlar geva mest gætur. Tískil er bókin hjá Sólrún Michelsen, sum kom út í september, dottin burtur ímillum í bókarúgvuni. Og tað er tekur til tín og ikki. Tað veldst um, hver kritiserar og hvat viðkomandi leggur eftir. Konstruktivan kritikk taki eg til eftirtektar. Eg havi verið sár um kritikk, men tað eri eg ikki longur. Hevdi mín fyrsta bók fingið ringan kritikk, veit eg ikki, um eg hevði torað at skrivað meiri. Til hesa útgávuna havi eg brynjað meg út til eitt sindur av hvørjum, tí hetta er jú nakað nýtt fyri meg. Tú letur veruliga nógv av tær sjålvari, tå ið tú skrivar, men gevur tú tað út, mást tú ikki verða sár. Treyðugt so, hevur “Hin útvaldi" einki ummæli fingið - enn, hevur Sólrún fingið positivar afturmeldingar, bæði frå børnum og foreldrum. - Eg eri fegnari, um børnum dámar bókina, enn tey vaksnu. Børnini lesa við øðrum eygum enn tey vaksnu. Sum barn las eg alt eg fekk fatur á, uttan mun til. um tað var tungur ella lættur lesnaður. Um bøkurnar vóru ov tamar, vóru tær eftir mínum tykki ov keðiligar. Tað skuldi vera ferð og flog yvir søguni alla tíðina. Og tað sama royni eg at geva søgunum, eg skrivi, sigur Sólrún. Pláss til tulking Samstundis sum tað fellur Sólrún lætt at skriva til børn, heldur hon, at tað er krevjandi. - Tú skalt krevja nógv av tær sjálvari. Tað mest umráðandi er sum júst er komið, eru sega og yrking Í løtuni er hon í ferð við at skriva framhald Mynd: Jens Kristian Vang ikki at undirmeta børnini, ikki at skriva niður til tey og at lata vera við at greiða frá llum út í æsir. Sumt skal standa eftir, sum børnini skulu grunda yvir. - Tað er ógvuliga gevandi at skriva til børn og ung. Børn eru ymisk. og tá ið tú lesur fyri teimum, sært tú beinanvegin, um søgan fangar ella ikki. Tað er í nýggjari tid, at Sólrún Michelsen er farin at skriva. Og hon er veruliga vorðin bitin av tí - Eg veit ikki, hví tankin at skriva aldri hevur gjørt vart við seg fyrr enn fyri nókrum árum síðani. Eg havi helst hildið. at rithøvundar hoyra til tey hægri lógini, og at blanda seg upp í har hevur verið tað reina blasfemi. Tá ið fyrsta bókin fekk so góða móttøku, fekk eg hug at halda fram. Tað er eitt stórt stig at taka at geva eina bók út, nærum ein kollvelting, sigur Sólrún Michelsen at enda í viðtali.