Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 242 — 18. desember 1999 5 Tann stríðandi humanisturin Skaldsøgan »Det gode Håb« fer fram í Havnini í miðjum 1600-árunum, tå ið kúging og eyðræning vóru gerandiskostur - og enn einaferð er góðskan tema. Jógvan Ísakser JOKMEntafroðingur Bókmentavirðislønin hjá Norð- urlandaráðnum varð latin á fyrsta sinni í 1962, og >Gamaliels Besættelse< var eitt av donsku uppskotunum William Heinesen vann kortini ikki á hesum sinni - tað gjørdi Eyvind Johnson - men trý ár seinni fekk hann virdislønina fyri „Det gode Håb". Men hesu- ferð - og tað er einastu ferð - var hon i tviningum. Hin partin fekk svenski mentamaðurin Olof Lagercrantz fyri verk sítt um >Divina Commedia< (Tann guddómliga komedian) eftir Dante. William var einki serliga fegin um hesa at síggja til salomonisku loysn, sum ivaleyst var tekin um, at semja ikki fekst i dómsneyndini. Danski høvundurin og útvarpsmaðurin Karl Bjarnhof hevdi framman- undan å einum fundi i Det danske Akademi r60 framundir, at hann skuldi siggja til, at William fekk virdislønina hjá Norður- landaráðnum. Tað er púra sjálvsagt, at sovorðið kann eingin lova, men William Heinesen sendi honum kortini eftir avgerðina so ljóðandi speiska telegramm: „Ég takki tær av hálvum hjarta““! Drúgvur burður Brævaskaldsøgan „Det gode Håb" frå 1964 fer fram i 17. øld., og skrivingarlagid leggur seg so dånt eftir einum fornum stíli, so at lesarin skal fáa råkan av tíðini. Søgan sigur frá hardligari kúgan, fåtækradømi, herviligum sjúkum, men somuleiðis frå hugdirvi og mótstøðu. Fråsøgumadurin, presturin Peder Børresen, skal ikki bara stríðast ímóti øvrigheitini, men eisini ímóti egnum veikleikum, tí hann er bæði snarsintur og vátligur Psykologiskt veitir bókin innlit í lastir og óndskap., hvussu tað ótýdliga er uttan mark. Tað gátu- føra í mannalyndinum, trupul- leikin at skilja ikki bara egnar grundir, men eisini tær hjá øðrum, er eitt høvudstema í skaldsøguni. Toleransa er ein boðskapurin. »Det gode Håb« líkist annars burtur úr skaldskapinum hjá Williami Heinesen, bæði tí hon er søgulig skaldsøga, måtin hon er skrivad uppå, men eisini ti at burðurin var so ómetaliga drúgvur. Høvundurin hevur sagt frá, at hann fekk hugskotið til >Det gode Háb< longu í 1920'unum, og at hann skrivaði eina stytri útgávu, sum Otto Gelsted havnaði. Við millumbilum tók hann so handritið fram og arbeiddi víðari upp á tað, royndi at geva tí eitt brúkiligt snið, men tað lukkaðist einki serligt. Tað var ikki fyrr enn hann fann upp á at nýta bróv og dagbók frá høvudspers6ninum sum frásagnarhátt, at >Det gode Håb« tekk sín endaliga form. Tað søguliga tilfarið verður handfarið rættiliga frítt, soleiðis at ymiskir tilburðir ikki fara fram í skaldsøguni, akkuråt tá ið teir fóru fram í veruleikanum. Tinganes brann 30. januar 1673 - í skaldsøguni 13. mai 1670 - og admiralurin Jens Rodsten kom til Føroya í august 1670 at taka ímóti hilniseiði til Christian V - í skaldsøguni er hann nevndur Jørgen Balkenov og kemur 5. mai. Hesi dømi visa, at Føroyar i 1600-årunum lata karmin og meira vid, men evninum, og hvussu fyribrigdi verða løgd til rættis, ræður høvundurin fyri. Fyrimyndin til høvudspers6nin er Lucas Debes (1623-1675), men hann kom til Føroya longu f 1651, medan Peder Børresen ikki kemur fyrr enn í apríl 1669, og í julí 1670 er skaldsøgan lokin. Høvundurin hevur greidliga valt at savna hendingarnar innan ein stuttan tíðarkarm fyri at styrkja tað dramatiska í bókini, sum nettupp kundi verið fyri vanbýti í eini brævaskaldsøgu. Leggjast skal aftrat, at íblástur til tann serliga málbúnan í fittan mun stavar frá »Et Jammersminde« eftir Leonoru Christinu og so sålmunum hjå Kingo. Reyðhærdur og grefligur Peder Børresen skrivar til vinmannin og skriftafaðirin Jonas, sum er prestur í Romsdalen í Noreg, sum liggur næstan åraka Føroyar. Vinmenninir eru sostatt sendir út í hvør sín útjaðara á ríkinum. Ferðin hjá tí nýggja prestinum norður í hav er ikki við mýkindum, og tvær reisir verður skipið í ódnarveðrið sligið aftur til Noregs. Teir umborð síggja skipbrot, rekandi lík, toran gongur, og snarljósini skyggja.