Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pi 2 Nr. 242 — 18. desember 1999 Lesarin fær kensluna av apoka- lypso, og at hetta er fyriboðan um ræðuligar hendingar fyri framman. Fyri at lesarin skal kunnast við útsjóndina hjá Peder Børresen, brúkar høvundurin ta snildina, at skiparin gevur prestinum eitt bræv, sum er ætlað fútanum. Brævið sigur í stuttum søguna hjá honum, at hann kennir miklar menn - Peder Schumacher er ein - men at honum dámar væl tað váta slagið, at hann í summum hevur høgar tankar um seg sjálvan og ikki víkir fyri hvørjum sum helst. Um útsjóndina stendur, at hann er >en gammel mand pá over fyrretyve ár og ganske lav og bred af vækst og med et rødt og håret og meget hæsligt vædderhoved og glubsk og ilter i blikket som en panter« Onkur hevur viljað havt hesa mynd til at vera meinlík Trónda í Gøtu, sum hann er lýstur í einari av týðingunum av Føroyingasøgu, og at tað skal vera åbending um, at Børresen eins og Tróndur berjist ímóti fremmandum valdi. Hetta tykist mær rættiliga Osannlikt, tí tað sum víkur frá ímillum hesar persónar er so ómetaliga nógv meiri, enn tað lítla sum líkist. Tá ið tað kemur til útsjóndina, tykist tað mær rímiligari, at William Heinesen sum ikki einaferð hevur havt pápan í huganum. Tað vita vit, hann hevði, tá ið hann lýsti sparikassastjóran Ankersen, og hann er rættiliga líkur Peder Børresen. Skrivisjúka Fyri at tann nógva skrivingin hjá prestinum ikki skal vera burturvið, er skaldsøgan sett saman av bróvum - til Jonas - og dagbók - til harra Peder sjálvan. Harumframt nevnir hann fleiri ferðir sína >skrive-inclination<, sum er versnað við árunum, og hann ger vart við, at hann skrivar líka so nógv fyri sína egnu skyld sum fyri Jonasar. Styrkin í dagbókslýsingunum er tað inniliga, at lesarin kemur tí skrivandi so nær. (Dagbéksskaldsøgan er ikki óvanlig í europeiskum bókmentum, t.d. Blicher »En Landsbydegns Dagbog«). Men í »Det gode Håb« eru dagbóksbrotini bara partur av eini brævaskaldsøga, sum hevur tað við sær, at tær einstøku fråsagnirnar verða avrundaðar, tí tað bara verður skrivað, tá ið nakað er at fortelja. Brævaskaldsøgan blómaði í europeiskum bókmentum í 1700-årunum - gitnar eru eitt nú Samuel Richardson »Pamela« 1740 og Goethe »Die Leiden des jungen Werthers« 1774 - og William Heinesen segði frå, at honum dámdi so óalmindiliga væl skaldsøgur frá nettupp hesum skeiði. Men tað er púra greitt, at tílíkar bókur eru ikki sort tilgjørdar, og fyri at fáa lesaran at gloypa bygnaðinum 200 ár seinni, ger føroyski høvundurin frá byrjan greiði fyri honum. So er leyst og liðugt at fara undir bókina uttan at hugsa meiri um, hvussu hon er sett saman. Gandur og kúgan Harra Peder uppdagar skjótt, at hvat pátrúgv og gandi viðvíkur, er hann komin til ta svartastu midøld. Fólk trúgva upp á hvat sum helst, eisini fleiri av landsins fremstu monnum við próstinum á odda. Meir at siga av tilvild fær Peder Børresen skjótt orð á sær, at hann dugir meira enn at mata seg, og hóast hetta líkar honum illa og ger onkran øvundsjiikan, so er tað honum ein hjálp í summum fórum, tá ið hann vil hava sín vilja. Men pátrúgvin er meira eitt sjúkutekin enn sjúkan sjálv, sum er ein blandingur av trælkan og vánaligum korum yvirhøvur. 17.øld var um alt Europa ein niðurgangstíð við kriggjum og hungursárum, og hóast kriggini kanska ikki beinleiðis raktu Føroyar, so merktust avleið- ingarnar. Hartil vóru nógv fellis- ár í øldini, og embætismenninir speglaðu sina tíð við sjålvsøkni og harðskapi Christopher von Gabel hevur fingið Føroyar í len, og ovasti maður í oyggjunum er fútin Hindskou, sum ger sítt ítasta at ríka seg upp. Á skansanum er búrkroppurin Claus Cattorp kommandantur, og hann fer við fólki sum honum hóvar og neyðtekur tær gentur, sum ikki eftirlíka honum. Harra Peder fær frá fyrstu byrjan stikni til hesar menn, og við seg sjálvan sigur hann við fútanum í huga: >thi det er uomtvistelig, at min vej má gá pá tværs av hans<. Kortini hevur hann eisini stundum virðing fyri honum. tí hann eisini hevur aðrar eginleikar. Tað eyðkennir skaldsøguna, at persónarnir ikki eru eintýddir, men hava bæði góð og vánalig brigdi Tey, sum serliga fáa toyggið frá myndugleikunum, eru havnarfólk, og við komuna til Føroya sigur skiparin við harra Peder: »Her í Havnen [...] bor kun øvrigheden og handelsens folk og millitæret og de fattige og spedalske, og så skarnet«. Frå préstinum hoyrir hann løtu seinni somu søgu: »Thi indbyggerne var, som han sagde, af naturen såre vrangsindede folk, ulydige og vankundige, urenlige og superstiøse og altid fulde af klagemål, og dertil særdeles utaknemmelige folk, som blot vilde nyde og aldrig yde, og som hellere føjtede omkring som landstrygere og betlede hos bønder og præster end de tog sig ærligt arbejde for. Således, sagde provsten, var den trøstesløse ånd, der rådede i denne lammenterende og knurrende by, og således havde det været fra alderstid, men aldrig så slemt som nu«. Havnarfólk eiga ongan góðan og so slettis ikki á tingi, sum er mannað av bygdarmonnum. Hesir vilja eins og yvirvøldin vera við, at í Havnini býr bara pakk og útskot, og hóast teir ikki hava høgar tankar um embætismenninar, so kemur tað ikki upp á tal at hjálpa havnarmonnum. Tað er týðuliga eitt hjartamál hjá Williami Heinesen at verja síni gjøgnum øldir illa farnu býarfólk. (Jørgen-Frantz Jacobsen ger tað sama í >Barbaru< og í fleiri greinum). Imitatio Christi Umframt sjúkur og fátækradómi so er tann størsta plágan arbeiðið upp á skansan, og hesum ræður Cattorp fyri. Hann er harðrendur og dámar væl, tá 2 ið undirmenninir slåa dúgliga. Frammalaga i søguni hoyrir Peder Børresen rædusøgur um fólk, sum eru bukaði íhel ella vorðin krypil fyri lívið. Hann ger av, at hann vil savna vitnisburðar saman og skriva eitt klagumál og senda tað til Keypmannahavnar. Hann er greiður yvir, at gablamenninir hava eftirlit við øllum. sum fer av landinum. men hann roknar við at tað onkursvegna fer at lukkast honum. Men fyribils má harra Peder finna seg i, at embætismenninir liva og láta, sum teimum lystir og sjálvur ferðast hann sum ein annar Kristus millum tey vesæligu og forfjónaðu. Hann roynir at hjálpa, har hann kann, men er illsintur og dámar at smakka sær á, so vidhvørt ger hann ilt verri. Ugga og vón leitar hann sær í natúruni og í bókum eftir Augustin, Cusanus, Erasmus og Montaigne. Augustin (354-430) er rómverskur kirkjufaðir og tann størsti teologurin í frumkirkjuni, Cusanus (1401- 1464) var å mongum økjum kirkjureformator og tann fyrsti sum i midøld segði, at jørðin mól um sólina. Erasmus (1466- 1536) var eisini kirkjureformator og gitin humanistur, meðan Montaigne (1533-1592) er filosoffur og høvundur frá renesansuni. Tað sigur ikki einki um Peder Børresen, at hann umframt Bíbliuna hevur hesar humanistisku varðar í heimsbókmentum sum fyrimyndir. Tað boðar frá frílyndi og intellektuellum førleika, at tað eru akkuråt hesir harrar, honum dámar best. Hann kundi jú havt valt onkrar svartskygdar protestantar Góðskan sigrar? I tråd við omanfyrinevndu harrar ber harra Peder meira enn einaferð við, hvat góðska er, og hvønn tydning hon hevur: >Ja, selv om godheden ikke fører til et vitterlig synligt resultat, så er alene dens tilstedeværelse blandt mennesker en livsens nærende og forfriskende kilde, thi det er dog den, der gør et menneske til menneske, skabt i Guds lignelse!« I hugleidingum, sum William Heinesen gjørdi sær framman undan útgávuni av »Det gode Håb« skrivar hann: »Uden en vis ballast af håb lader menneskelivet sig nu engang ikke leve, og den megen håbløshed og fortvivlelse i vor tid udæsker, som naturligt er, den menneskelige selvopholdelsesdrift, hvilket giver sig udslag i protestbevægelser, der fører håb og vilje til positiv handling i deres skjold«. Góðskan i sjålvum sær er ein aðaltáttur í skaldsøguni, men somuleiðis at tú skalt stríðast fyri henni. Harra Peder sigur seg vera samdan við Bræv Jákups: »Men vilt tú vita, fákunna menniskja, at trúgvin er ónýtt uttan gerningar?« (2,20). Hetta sampakkar eisini væl við, at høvundurin segði seg hava roynt at mynda lyndi hjá prestinum eftir vinmanninum Hans Kirk, 19 sum leitaði sær ideologiska styrki í marxismuni, á sama hátt sum Peder Børresen fær hana úr Bíbliuni. Var nakar ein ótroyttiligur stríðsmaður á fold, so var tað Hans Kirk Tað lukkast harra Peder at fáa klaguna av landinum. og eina tíð seinni kemur krígsskipið Fredericus Tertius við Balkenov admirali at kanna klaguna, sum er komin væl við hjá fíggindum Gabels. Tað er sostatt ikki fyri at hjálpa hvorki harra Peder ella føroyingum, at teir vilja leggja seg út í viðurskiftini, men fyri at fella Gabel. A einum stak spennandi lýstum tingfundi lukkast tað at enda at fáa førovingar at standa saman um eina klagu av vidurskiftunum, og Balkenov fer niður við henni. Fútin fer við. so hann kann verja seg. Imedan ræður kommandanturin, og hann er ørari enn nakrantíð. Urslitið er uppreistur, bål og deyði hjá bæði góðum og ringum, men tå ið avtornar eru nýggir mans komnir í at kalla oll størv, og Peder Børresen veit við sjålvum sær, at hann hevur funnið sin stað á fold. Loyndarfull allegori Sum í fleiri øðrum av skaldsøgunum hjá høvundinum er hjálparfólk uttanifrå við i spælinum. Hevdi Peder Børresen ikki frå lestrartidini kent Peder Schumacher, og hevði hesin ikki verið argasti figgindi Gabels, so hevdi ein klaga frå einum presti, sum er bæði illur í sær og vátligur ikki havt ein kjans Eitt annað, sum eisini gongur aftur frá bæði >Noatun< og >De fortabte Spillemænd«, er dreymurin um at finna ein skatt I »Det gode Håb« finnur gravarin Faramod i fjøruni eitt skrin vid einum dyrabærum hálsprýði. Harra Peder biður hann fyri Guds sakir ikki visa nøkrum tað, og alla skaldsøguna á tamb bíðar lesarin eftir, at hesin gripur skal fåa onkran tydning i søguhøpi. Tad fær hann ongantíð. og tað rennur fram fyri teg, um hetta er ein leivd av onkrari ætlan, sum ávegis tann langa skapanarteinin er vorðin til einkis »Det gode Håb« er søgulig skaldsøga, og sovorðnar siga eisini søguna, um tað skeið tær eru skrivaðar. Nútímans hugsanarháttur kemur t.d. fyri í hesi mynd av kommandantin Cattorp: »Visselig har han et koldsindigt og tvært hjerte og ikke mere forstand end en tumpet pog, men er dog intet mere umenneskelig og ufatteligt monstrum end så mange andre militæriske mænd, når de, deres pligt og løfte tro, blindt parerer de ordrer, de får af deres foresatte, hvorved de mener sig for eget ansvar aflastede«. Her hoyrist eitt ekkó av rættargongdunum í Niirnberg aftan á 2. veraldarbardaga Summi bókmentafólk vilja vera við, at >Det gode Háb< er høvudsverkid hjá Williami Heinesen. Tað haldi eg ikki, men hon er spennandi og hugfangandi, og tú lesur teg beint tvørtur igjøgnum hana. Tú kanst siga, at William Heinesen her sameinir ta dramatisku skaldsøguna við eina allegori upp á kúging og mergsúgving av hjálondum.