Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 Havn sum lærugreinaráðgevi. Tey halda tó, at við sambandinum til høvudsstadin tríggjar ferðir dagliga er neyðugt at hava møguleika at liggja nátt í Havn og tað hava tey. Hilmar minnir skemtiliga á oll tey í Havn, sum klokkan 8 á morgni ella klokkan 16 síggjast halda á bilróðrinum við trummandi fingrum. Tær longu bilrødirnar, ið ganga spakuliga. Tad tekur eini 20 - 30 minuttir at koyra úr einum enda av Havnini og í annan. Tá vilja Hilmar og Gunnvør heldur nýta 20 minuttir umborð á Rituni og síðani hava frið og náttúru í Nólsoy - Sambandið er so gott og vit gera nógv við at fara við skúlabørnunum til Havnar til ymisk tiltøk, siga Hilmar og Gunnvør Skulin Oe júst skúlin í Nólsoy hevur verið dú umrøddur og Vitjaður av t.d læraraskúlanæmingum Gunnvør og Hilmar byrjaðu í smáum. t.d. við evnisvikum Seinni kom eisini Sharon Weiss inn í myndina og ymiskt royndarvirksemi fór í gongd atalvan er ikki sum á flestu lum. Børnini eru býtt í 3 Frá klokkan 8 til 10:30 eru grundtimar. T.d. rokning og mál. Klokkan 10:30 er elagstími og fríkorter. Tey skiftast at skipa fyri felagstímanum, har tey syngja sálmar. lesa Faðir Vár, syngja onkran sang ella hava upplestur. Hilmar og Gunnvør hava ábyrgdina hvor sín dag og so er ein dagur eftir til hvønn næmingabólk. Hilmar lesur ofta úr aktuellum tíðindum og fríggjadag verður ofta lisið úr tekstinum til komandi sunnudagin. Tímarnar fyri døgurda er t.d. evnisarbeiði. mál, tónleikur og sertímar á skránni. Eftir dógurða er ymiskt. T.d. enskt, alisfrødi, sjålvarbeidi, ítrótt og ein dag er lærarafundur. Skúlin í Nólsoy er eisini væl fyri við teldum. Eini 15 teldur eru til tey 30 børnini og bygdin er við í netsamstarvinum millum Funning, Famjin og Nólsoy. Sjålvi halda Hilmar og Nr. 242 — 18. desember 1999 Tey venja sleðurock til jóla og bæði trummur og guittarar eru í sving Gunnvør, at størsti munurin millum skúlan í Nólsoy og flestu aðrar skúlar er, at tímatalvan er ødrvisi og at arbeitt verður nógv við verkætlanum 30 børn eru í skúlanum. 5 familjur við falt 14 børnum eru í seinastuni fluttar til Nólsoyar og allar 5 hava keypt hús. Í løtuni er eingin næmingur í 6. flokki og heldur ikki í 9. flokki Tað er ikki so langt síðani, at framhaldsdeild kom í Nólsoy. Hetta var partur av royndarvirkseminum og loyvið er ikki varandi. Aður fóru nólsoyingar til Havnar í 8. flokk. Vitja javnan Javnan hava tey í Nólsoy praktikkantar og ofta eru læraralesandi í Nólsoy ein dag fyri at fylgja undirvísingini Eisini hava Hilmar og Gunnvør verið úti á øðrum skúlum og greitt frá, hvat tey fáast við í Nólsoy. Sera virkin fólk Nevnir ein Hilmar og Gunnvør, so hevur ein longu rent seg í eina ørgrynnu av nevndum, ætlanum, feløgum og áhugamálum. Tað er ikki smávegis, ið kann heftast afturat teimum. Umframt lærarastarvið er Gunnvør lærugreinaráðgevi, myndlistafólk, nevndarlimur í endurstovnaða Móðurmálslærarafelagnum, hevur skeið í drama og er við í ymsum hjá Nordisk Ministerrád. Millum annað eini ætlan, ið nevnist Nordbok. Hilmar spælir sjónleik og film, er við í Harmonikulidi, venur kór, er formaður í bygdarfelagnum, í nevnd fyri svimjihyl í Nólsoy, er lærari, hevur seyð og hevur eisini spælt nógv hondbólt. Eitt skifti var hann eisini í kommunal politiki, men tað metir hann í dag sum eitt mistak, m.a. tí onnur, ið eru betur egnað, eiga at taka sær av slíkum. Eisini er trupult at sameina leiklutirnar sum lærari og kommunupolitikari. Bæði eru tey í dansifelagnum, ið fevnir um bæði føroyskan og gamlamanna dans. Sjónleikurin hjá Hilmari byrjaði í tíðini á eftirskúlanum, men hann hevði ikki hildið, at hann skuldi gerast sjónleikari. Men tað letur til, at í Havn er fyri børn eftir jól. Hon hevur saman við Hjørdis Johansen áhuga fyri hesum. Hjørdis hevur slíkt virksemi í Havn, men Gunnvør vil fegin hava tað i Nólsoy eisini. Leik í skúlanum Gunnvør dámar væl at fáast við drama handan leiktjaldið og í skúlanum venja tey nú krubbuspæl. Hilmar spælir undir til sangirnar. Hilmar er annars í gongd við tónleikarum, ið m.a. skulu spæla Sleðurock til jólahaldið í skúlanum og bæði trummur og guitarar eru í sving. Børnini hava ábyrgd Gunnvør sigur. at tey hava altíð verið virkin, men tað hevur tydning, at læra børnini at taka ábyrgd. Soleiðis eru tað ikki altíð Hilmar og Gunnvør, ið standa á odda longur í Nólsoy. Børnini klára sjålvi at skipa floksveitslur og annað. Eitt gott dómi er Ovastevnan, har ungdómar sjálvur skipa fyri kabarett og øðrum. - Tað hevur í hvussu er verið eitt av okkara málum, at tey gerast sjålvstødug, siga Hilmar og Gunnvør. - Ein er bert ein lítil brikkur og roynir so at gera sítt besta, men tey ungu klára tað Oføra væl og taka eisini sjålvi stig til — Tað er eitt vælsignilsi at koma upp á morgni og hava ljósið. náttúruna og hav til báðar síður, sigur Hilmar ikki nóg mikið av mannfólki, ið spælir sjónleik. Tískil ferðast Hilmar nú til Havnar at venja "Cabaret Oli P. - ár 2000 á veg“. Kanska fær hann frí jólaaftan og 1. jóladag. Hann má helst leiga sær bát til Nólsoyar nýggjársaftan. Hilmar sigur uppá fyrispurning um, hvussu ein orkar slíkt, at tá hann kemur í Sjónleikarhúsið, so er tað ein heilt onnur verð og ein kemur í ein felagsskap undir heilt øðrum fyritreytum. Hann sigur, at hetta gongur bert, tí tað er so lætt heima. Børnini eru vaksin, men sjálvandi verður klipt onkrastaðni, leggur hann afturat. Hann heldur tó, at kanska er tað júst í sjónleikinum, at hann finnur orkuna. Gunnvør hevur ætlanir um at fara í holt við sjónleikaraskúla Skúlin í Nólsoy er væl fyri, tá um teldur ræður. Fimtan teldur eru til tey tredivu børnini ymiskt, fegnast Hilmar. A veg Klokkan nærkast 18:30 í Nólsoy og trúgv sum trøllið sæst Ritan leggja at. Myndamaðurin og eg skunda okkum undan neystinum, har vit hava krokað, og fáa okkum sess umborð, har eisini Gunnvør og Hilmar eru við. Månakvøld er og týsdag og mikudag starvast hon sum ráðgevi í Havn og Hilmar skal venja „Cabaret Óli P - ár 2000 á veg“. Tískil eru tey nú á veg um Nólsoyarfjørð og her er eingin bidirød, bert smílandi andlit, sum vita við sær sjálvum, at um júst 20 minuttir eru tey komin um fjørdin. Eingir trummandi fingrar og stress. Og eins og í Nólsoy, so falla eisini eisini kavaflykrurnar spakuliga til jarðar á Bursatanga.