Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 242 — 18. desember 1999 23 Margfaldur kærleiki Á Gamla Meiarínum í Havn venur Gríma leik, ella ljóðmynd, sum Egi Dam hevur skrivað í samband við, at William Heinesen tann 15. januar komandi ár hevði verið 100 ár. Nógv tiltók vera í Havn henda dag og ljóðmyndin hjá Ega Dam og Grímu verður frumsýnd henda dag. Stamen Stanchev hevur sett tónleik til Dagfinn Olsen - Vit hugsaðu, at vit skuldu gera okkurt í samband við 100 ára dag Williams, sigur Egi Dam, sum umframt at hava skrivað leikin, eisini leikstjórnar. - Tað var av tilvild, at tað bleiv bókin >Móðir Sjeystjørna«, ið eg valdi, tí eg byrjaði at arbeiða við aðrari søgu, nevniliga >Balladen om Dobbelt Simon og Kilse Kals”a, sigur Egi. Men at enda gjørdist tað bókin >Móðir Sjeystjórna<, ið hann skrivaði leikin úr og leikurin hevur fingið sama heitið, sum bókin. - Eg ivaðist, men søgan riggar væl á palli, sigur Egi. Um orsøkina til tiltakið sigur Egi, at tey vilja minnast William og vóna eisini, at fólk fara at lesa bøkur hansara. Egi minnist í hesum sam- bandi, at tá hann var á skúla í Danmark í 1966, so spurdi ein danskur vinmaður hann um William Heinesen. Egi visti tá ikki, hvor hesin William var. Kveikjari Egi heldur nógv av bókum og myndum Williams, og hesin margfaldi listamaður var eisini innan sjónleik og tónleik. Í Sjónleikarhúsinum málaði hann palltjóld og stóð fyri smyrsli av leikarum og var annars kveikjari. Egi minnist eina søgu, sum er søgd honum, og sum sigur nakað um ta virðing, ið fólk høvdu fyri Williami. - William elskaði karrikaturar og hann gjørdi ofta sera nógv av, tá hann fór stóð fyri smyrslinum. Eygnabrýr vóru stórar svartar strikur, so fólk høvdu hug at undrast, men eingin segði nakað við William, sigur Egi. Tónleikamynd Leikurin >Móðir Sjeystjórna< er ein tónleikamynd, sum Stamen Stantchev hevur sett tónleik til. Talan er bæði um klassiskan tónleik og nygjørdan tónleik. - Ein er, ið sigur frá í leikinum, og til hetta eru eisini ymisk ljóð Bókin er poetisk, sum ein lang yrking, og farið verður aftur og fram í tíð. Tað gera vit eisini í leikinum, sigur Egi hevur nýtt donsku útgávuna av bókini og hevur so týtt sjálvur. Hann hevur tó havt týðingina Heðini Brú við sína lið. Hann minnir á, at talan er um leik og at hetta er sermerkt, tí brúk er tá fyri talumáli. Hann heldur, at William í sínum teksti óivað hevur lurtað nógv eftir, hvussu tað ljómaði, klingaði. - Ein yvirskrift í bókini var >Mangfoldig kærlighed<, og eg hevði ætlanir um at nýta hana til leikin, men valdi heitið á bókini. Men tað er margfaldur kærleiki, ið leikurin snýr seg um. Tað sum er so flott við Williami er, at hann lýsir oll við nakað av kærleika. Trine í bókini prædikar um dómadag og helviti, men høvundurin spyr, hví og roynir at finna orsøkina til, at hetta er so, greiðir Egi frá. Hann undirstrikar lyndi høvundans við at greiða frá, at tá grannin frá barnaárunum, Gamli Sloan, doyði, so skrivaði William eitt ómetaliga vakurt minningarorð um mannin, hóast teir á mongum gkjum vóru ósamdir. Virðing Egi metir, at hann hevur roynt at verið Williami so trúgvur, sum gjørligt, tí virðingin er so stór. Abbadóttir William. Lisa, stendur fyri at gera pall og , eisini har eru tey trúgv og nýta litir og klipp hjá skaldinum. Spurdur, um slík virðing ikki er ein forðing, tá ein skal flyta bók á pall, heldur Egi Dam. at so er ikki. - Heldur hinvegin. William - segði einaferð, at tvey sløg av fíggindum vóru. Tey, ið ikki orkaðu hann, og tey, ið lógu á halanum fyri honum, greiðir Egi frá, og minnir eisini á, at William skal hava sagt, at tað er ringt at vera undirmettur, men verri at vera yvirmettur. Konan Egi Dam var við, tá leikurin >Glataðu Spælimenninir< var framførdur eftir deyða Williams. Leikararnir fingu tá ein bókling, har eitt bræv til stjóran í Norðurlandahúsinum, Jan Kløvstad, stóð prentað. Brævið var frá einum gomlum manni, William Heinsen, har hann metti, at tað at gera eina roman til leik >kan aldrig gá godt<. - William hevur havt ein fantastiska konu og tað hevur Egi Dam veit nógvar søgur at siga um William Heinesen. -William heyði danska familju og fingu tey ofta súrepli sendandi úr Danmark. Einaferð var ein kvinna úr familjuni og vitjaði. Henni tóktist, at alt var so gott og vakurt i Føroyum. Smådreingirnir William og Jergen-Frantz Jacobsen tóku eitt vetrarkveld og klatraðu upp í træið, ið stóð uttanfyri loftsvindeygað, har kvinnan svav. Teir hongdu súrepli írúgvuvís upp í træið. Tá kvinnan hugdi út morgunin eftir helt hon, at hetta var ein vakur vetrarmorgun og súreplini vóru komin á trøini, greiðir Egi skemtandi frá. Her sæst hann framman fyri barnaheim Williams og træið stendur enn Myndir: Jens Kristian Vang hann eisini sagt í samrødu. Úttan hana hevði hann ikki kunnað skrivað, sigur Egi Dam. Hann minnist, at eftir >Glataðu Spælimenninar«, beyð kona William, Lisa, øllum leik- arunum heim og blíðskapurin var stórur, hóast hon tå hevur verið væl til árs komin. Roynt áður Mangan hevur verið sagt, at vit í Føroyum ikki eiga fólk, ið skriva sjónleikir. Egi er samdur við hesum, men minnir á, at tað er ein sera trupul uppgáva. Sjálvur hevur hann áður roynt seg sum leikhøvund. Tað var við »Lagnuklingra« eftir søguni hjå William Heinesen »Det Gode Háb<. Seinni var tað >Tárnið við heimsins enda< og so >Nólsoyar Páll<. Nú hevur hann so eisini sett >Móðir Sjeystjórnu< á pall. Eingin ivi er um, at Egi hevur virðing fyri Williami og hann er væl inni í skaldskapi og lívsleið høvundans. Manga søguna veit Egi at siga frá hesum manni, sum Egi metir hevur havt so ómetaligan tydning fyri føroykt mentanarlív og fyri sína samtíð, har hann var við til at mynda eitt umhvervið, var kveikjari og stuðlaði altíð, hóast samtíðin her heima ikki gav honum ans, fyrr enn á ellisárum. >Móðir Sjeystjórna< verður frumsýndur 15. januar á Meiarínum í Havn. Á 100 ára fødingardegi skaldsins. Tey, ið leika vid, eru Súsanna Tórgarð, Katarina Nolsøe, Hans Tórgarð, Birita Mohr, Ria Tórgarð og Páll Danielsen. Egi Dam hevur skrivad og hann leikstjórnar og Stamen Stantchev ger tónleikin. Lisa Heinesen eigur pallmyndina. Arni Baldvinson, ljós, David Geyti, 1j60 og Katrin Bonde seymar. Framleiðslustjóri er Laura Joensen.