Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 21. desember 1999 tíðindablaðið Krúnborg loksins til fiskiskap Leygarkvóldið fór Krúnborg loksins fyrsta túrin til fiskiskap. Óvanliga nógvir trupulleikar hava verið við skipinum síðani tað kom til landið JOHN JOHANNESSEN Leygarkvøldid klokkan átta kundi manningin á nýggj- asta og størsta fiskiskipi- num í Føroyska flotanum mynstra fyri fyrstu ferð á veg til fiskiskap. Ovanliga nógvir og stórir byrjanartrupulleikar hava forðað skipinum at fara til fiskiskap síðani tað kom til landið, og tí hevur tað ligið bundið við bryggju á Viða- nesi í Havn meginpartin av einum mánað. Umstýringin fór Størstu trupulleikarnir stungu seg upp tå umstyr- ingin å høvudsmotorinum fór. Hetta hendi tå skipið heyði verið í Fuglafirði eftir útgerð á veg á royndartúr. Fyri at umvæla brekið var neyðugt at senda boð eftir tøkningi úr Finnlandi. Hesin skuldi eisini hava neyðugu eykalutirnar við. Men tá tøkningurin kom vóru ikki allir eykalutirnir við, og afur mátti bíðast. Hesaferð eftir eykalutum. Eykalutirnir komu móti endanum av seinastu viku, og leygardagin seinnapartin var Krúnborg siglignarklár - ein mánað eftir, at hon kom til landið. Umstýringin varð roynd úti á Nólsoyar- firði, og sýntist hon at roynast væl. Tískil fór Krúnborg til fiskiskap leyg- arkvøldid klokkan átta. lilveður Fyrsta døgnid til fiskap var ikki til nógva nyttu hjá Krúnborg. Skipið lå á Sand- oyarbankanum og dreiv tað fyrsta døgnid, tí ikki var veður at fiska. Síðani varð kósin sett suður eftir, og liggur skipið nú millum russar suðuri av Munka- grunninum. Tá Sosialurin tosaði við Ejler Jacobsen, reiðara, á middegi í gjár, hevði skipið enn ikki fiskað nakað. Men høvudsendamålid við hes- um fyrsta túrinum er at fáa roynt reiðskapin, leggur Ejl- er Jacobsen dent á. Hann vónar tó, at nøkur tons vera innanbora, tá skipið kemur heim til jóla. Tá Krúnborg á fyrsta Ovanliga nógvir trupulleikar hava verið við nýggju Krúnborg, síðani hon kom til landið. Men leygardagin slapp hon loksins til fiskiskap sinni royndi reiðskapin suð- uri av Mukagrunninum var hetta ikki heilt uttan trupul- leikar. Nærum beinan vegin fór eitt oljutrýstrór, men hetta fekk manningin sjálv A new millenium - a new level Í dógunum 30/12-1999 til 02/01-2000 verður stórt nýggjárstiltak í Badminton- høllini í Gundadali, sum ber heiti: A NEW MILLENI- UM - A NEW LEVEL Hetta er ein sokallað nýggjársráðstevna við kristnum innihaldi. Stevnan er serliga ætla til ungdóm, men oll - bæði ung og gom- ul - eru vælkomin. Henda stevna er við til at markera ár 2000 og er eisini byrjanin av kristni haldinum í Før- oyum sum verður næsta ár. Stevnan kemur at innihalda alt frá undirvísing úr Guds orðið til dansiframførslu við kristnum innihaldi. Tað sum serliga kemur at ríka hesa stevnu, verður eitt stórt lovsangstiltak nýggjársnátt, har vit sum ein sameindur kristin ungdómur lovsyngja tí nýggja árinum, tí nýggju øldini og tí nýggja ártúsund- inum inn. Alt til Guds æru. Ætlanin við hesi stevnu er at eggja tey kristnu í Føroy- um, serliga tey ungu, til at liva enn meira fyri Harran og geva seg fult til Hann. Tí er omanfyristandandi heiti eisini brúkt. Gamlaårskvøld verður hugnaløta við borðhaldi 0.ø. Øll eru vælkomin. Viðmerkjast skal, at til borðhaldið og undirvísing- ina krevst tilmelding. Set teg í samband við Filadelfia skrivstovuna. Filadelfia samkoman Landavegur 22 FO-100 Tórshavn TLF og FAX: 31 48 28 E- Mail: filadelf & post.olivant.fo Mamma skuldsett fyri kynsligan ågang Ein mamma og maðurin. hon livir saman við, eru varðhaldsfongslað - skuldsett fyri kynsligan ágang EIRIKUR LINDENSKON Ein kvinna og maðurin, hon livir saman við, sita varðhaldsfongslað fyri kynsligan ágang móti soni kvinnurnar, skrivaðu Oyggjatíðindi fríggjadag- in. Fyri útvarpinum váttar Jens Severinsen, ákæri, at kvinnan og maðurin sita varðhaldsfongslað - og at varðhaldsfongslingin er longd tvær ferðir. Ringt at fáa nakað at vita um brotsgerðina, tí rætturin hevur lagt lok á málið. Kortini er komið fram, at kvinnan og maðurin eru skuldsett fyri kynsligan á- gang móti barninum. Eis- ini visti Oyggjatíðindi fríggjadagin at siga, at drongurin eisini hevur ver- ið fyri kynsligum ágangi á Barnaheiminum í Havn. Hesin ágangur skal verða framdur av stórri dreingj- um á Barnaheiminum. Sambært blaðnum hava tveir danskir barnasálar- fróðingar kanna málið og eru komnir fram til, at staðfestast kann, at drong- urin hevur verið fyri kyns- ligum ágangi á Barna- heiminum, men illgruni er um, at drongurin eisini hevur verið fyri kynsligum ágangi í heiminum. Sambært utvarpinum gjørdi barnaverndin í Havn av at senda dreingin aftur á Barnaheimið, eftir at mamman og maðurin, hon livir saman við, vórðu varðhaldsfongslað. Tá mótmælti pápin, sum síð- ani hevur fingið dreingin umvælt. Vinningstap Ejler Jacobsen sigur, at reiðaríðið ongan pening fær frá tryggingini fyri tað vinn ingstap, ið mongu trupul- leikarnir við Krúnborg hava ført við sær. Tað einasta, ið skipið fær endurgoldið, eru umvælingarnar, tí tær eru umfataðar av garantiið Mynd: Anfinn Fredriksen Ejler Jacobsen væntar tó, at manningin á Krúnborg fer at fáa eitt sindur av pen- ingi frá tryggingini