týsdagur 21. desember 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
I B Viðmerking:
AN
Til minnis um pápa mín
Jákup Oluf á Lakjuni
77
føddur 22. des. 1916 - deydur 4. des. 1999
Í
- Á, at hetjurnar skuldu falla
Ur smáligum korum - tað var eingin borg.
net. småttan hon lak. og har „gýsti“.
men tó hana rakti hin svárasta sorg,
hon heitasta kærleika hýsti.
At vera ein faðir í faðirs síns stað
og verja væl um sína móður
er gudsdýrkan rein, orðið sigur jú tað,
og dagarnir vera tær góðir.
Við grátandi græt tú og gleddist um tey,
ið gleðina bóru í sinni,
og kongin tú ærdi, sum skaparin beyð.
hin veika tú ærdi ei minni.
At søkja títt egna, tað lá tær so fjart,
men hjálpa teim treingjandi smáu,
tað gleddi títt hjarta, tá fúsur tú vart
- sum fáur tú átti ta gávu.
Hitt skiftandi havið tú hevði so kært,
tað møddi tær rygg tin og hendur,
tað bardi títt andlit og bardi tað hart,
tó - hugur tín til tað var vendur.
Tað tók tínar vinir í føvningin sin,
og tað skilti maka frá maka,
men brennandi áræðið, eldhuga tín
tað megnaði ikki at taka.
Sum Dåvid, ið syrgdi um vinmannin sín:
- Á, hví skulu hetjurnar falla! -
so sárliga syrgi eg faðir mín,
tó - kann meg til vónina halla.
Tí ikki eg syrgjandi eri sum tann,
ið ferðast á vónloysis vegi,
ta vón, ið tú átti, eg eisini fann,
vit metast - í sælu og gleði.
tíðindablaðið SOS'2 UM
Nr. 243 - 21. desember 1999
Il Vagatunnilin
Hendan greinin hjá Heina Olsen er framhald av grein í
fríggjadagsblaðnum, nevnd »Dagurin Dapri<. Greinin
skuldi verið prentað í blaðnum leygardagin - men vegna
plásstrot bar hetta ikki til
Tað eg í veruleikanum ætl-
aði skriva um, var okkurt
smávegis í sambandi við
hatta lógaruppskotið um
fast samband um Vestmann-
asund, sum nú er almanna-
kunngjørt á telduskiggja.
Sum figgjarliga stødan
var undir kreppuni, skilst
væl, at vágafólk settu nevnd
at skunda undir, og hevur
hon ivaleyst hóast bert
lutvíst neyðugt — saman
við føroyskum rådgeva
greitt valaverk úr hondum;
men við mínum hálvthundr-
að ára kunnleika til Lands-
verkfrødingin sum stovn,
skilji eg ikki, hví alt sam-
band varð kvett við hetta
tingsins egna amboð, sum
situr við royndum, akkumu-
leraðar í meira enn hálva
old. hetta bæði á heimavelli
og í tøttum samspæli við
útheimin. Fráfarin fyri aldur
nervar hetta ikki meg per-
sónliga; men meg harmast,
at kíli á henda hátt er settur
inn ímillum starvsfelagar,
sum áður saman hava tikið
mangt eitt takið og sum í
felag hava loyst manga upp-
gávuna.
Vágatunnilin
farin av kósini
Tað var her, eg haldi Vága-
tunnilin fór av kósini, og vil
eg fyri nevndina og okkum
oll bara vóna, at onkur leið-
arstjørna her upp undir jól
verður afturfunnin.
Næsti og størsti skeivleik-
in haldi eg vera tann, at ting-
ið, sum jú longu hevur
bundið seg til dastið av
kostnaðinum, ikki eisini aft-
ur tók um slepta endan og
fullu ábyrgdina, tá ráðini
batnaðu.
Investeringina halda vit
sonevndu teknokratar vera
góða, tá haft verður í huga
spardar iløgur til nýggja
ferju og ferjulegur — fyri
ikki at tala um eina fýra ára
jåttan á 20 mió afturat, so
sleppast kann frá iløgu,
rakstrarútreiðslum og roksi
við bummpeningi. Tunnilin
er í prinsippinum einki ør-
vísi enn aðrir vegastubbar.
Annað er, um nýtsluskipan
hevði verið fyri alt vega-
kervið, ferjurnar kanska í-
roknaðar: men tað er so
onnur søga. Eingin orsøk at
hava hetta pettið liggjandi
skorið burtur úr tí annars
vælhildna vegakervinum.
Sambært lógaruppskoti-
num, noyðist tingið halda
bæði ferjur og ferjulegur
"stand by“, til vissa er fingin
fyri, at tunnilin ikki verður
stongdur aftur av onkrum
útlendskum kreditori.
Sum eg skilji uppskotið,
kann henda óvissa í ringasta
føri koma at hanga yvir til-
takinum í heili 30 ár —
skrivað: tríati ár!
Um eg havi skilt tað rætt,
skal landið hvorki fáa ræðið
á ella haldið av tunlinum,
fyrr enn útveganarkostnað-
urin er fult afturgoldin — t.
e. um eini tráti år ! Hetta
verður umsitingini av veg-
akervinum og brúkarum
tess til miklan og púrasta
óneyðugan ampa.
Um tingið tók um endan,
hevði tað, umframt at slopp-
10 skattaborgaranum undan
nevndu iløgu til og rakstur
av bummstød, eisini sloppið
honum undan stórri út-
reiðslum av møguligum 6-
væntaðum fyribrygdum
undir gerð, enn hesi í veru-
leikanum høvdu kostað.
Eisini hevði hetta sloppið
verandi og øllum komandi
samgongum undan óneyð-
ugum > høvdubryggi, tí
hvussu vikur og vendir,
verður tað onkursvegna
Føroya fólk, sum kemur at
gjalda so ella so, og havast
má í huga, hvussu evarska
lítil hesin sami vinnubólk-
urin er, sum av sínum út-
flutningsúrtøkum skal halda
liv í okkum øllum og gjalda
alt, id fyri ferst her á landi.
Hugsi vit, í mun til fólka-
talið, við nýggju stýrisskip-
anini og hennara ótaldu
dupultfunktiónum munnu
hava bygt okkum ein hin
rúgvusmiklasta bureaukrat-
iska yvirbygning í heimi-
num — júst sum til dómis á
Zanzibar ella uppaftur verri,
tí har vóru kortini meira enn
10 ferðir so nógv fólk sum
í Føroyum, tey árini eg
starvaðist á oynni. Teir hava
nøkulunda somu stóðu mót-
vegis Tanzania sum vit við
Danmark og tosa eisini um
fullveldi; men at vit skuldu
byrja við at uppbyggja
somu undirlutakendu stór-
veldisumsiting og —I6tir,
vardi meg ikki.
Lógin deyðadómur yvir
alla undirsjóvartunnils-
gerð á føroyskum hond-
um
Verður henda lógin sam-
tykt, merkir hon deyðadóm
yvir alla undirsjóvartunnils-
gerð á føroyskum hondum,
hetta av teirri einfaldu or-
søk, at eingin føroyskur
entreprengrur annar enn
landið sjálvt hevur fíggjar-
ligan førleika at fara undir
tílíkt prosjekt, og verða
treytir um nýtslu av før-
oyskum — entreprenørum
lagdar við útbjóðingartilfar-
inum til ”lyklaprosjekt” við
fastari upphædd, so verður
mikil látur millum teir út-
lendingar, bodnir eru at
bjóða, og endaligi kostnað-
urin kann væntast at verða
hareftir.
A føroyskum hondum
kundu allir føroyskir ar-
beiðstakarar eftir fórimuni
sloppi upp í part, eins og
síður hevur verið, síðani
hesir eftir gyltastu gullasch-
tíðina hava verið at fingið
hendur á til almenn arbeiði.
Heini O. Heinesen
Í hesum sambandi haldi eg
tað vera harmiligt at lesa í
Dimmu, 6. des., at sam-
ferðsluráðharrin leggur skil-
amannin, navna mín í Kun-
Oy, undir at stridast av øllum
alvi móti undirsjóvartunli-
num, tå júst tað øvugta er
veruleikin — aftur her eitt
grefligt dømi um eini i per-
fiditeti meistaraliga fram-
borin ósannindi — fólk
kunnu ikki annað enn
trúgva teimum !
Nei, veruleikin er tann, at
Heini O. Heinesen av øllum
alvi stríðist fyri fastari skip-
an bæði fyri undirsjóvar-
tunlinum í Vágarnar, undir-
sóvartunlinum undir Lorv-
íksfjórð og øllum komandi
tunlum; men hann dugir
síggja júst teir vansar, sum
kunnu fara at forkoma allari
undirsjóvartunnilsgerð í
Føroyum, og hann er so-
mikið at sær komin, at hann
torir siga tað, hóast hann við
hesum setir sína politisku
framtíð í vága — júst so-
leiðis kenna vit Heina sum
álitismann.
Spell F
Spell, um hann ikki fær
undirtøku fyri skipaðari
undirsjóvartunnilsgerð í
Føroyum, tí verður olja
funnin og nakað til góðar
av henni, so liggur mong
onnur tunnilsgerðin í skitsu
enn hasar báðar, sum kundu
gjørt Føroyar stórri sum
eind, eins og brúgvin um
Streym og byrgingarnar um
Haraldsund og Hvannasund
saman við vegum, brúm og
hinum tunlunum longu hava
gjørt.
Ørkymlandi neyðarróp
Hópin meira kundi sjálv-
andi verið skrivað um hetta
mær ørkymlandi lógarupp-
skot, íð eg mest av øllum
haldi líkjast einum neyðar-
rópi um hjálp til at sleppa
úr aftur júst teim fellum,
Heini O. Heinesen ger vart
við.
Í seinastuni hevur eisini
verið líkt til, at fjáltur er
komin á umsitingina, sum
hevur sæð, at alt ikki tjóð-
skaparliga ruggar rætt, og
fyri at tað skal síggja meira
føroyskt út á skræðuni, hev-
ur onkur bitin her og annar
har hesar dagarnar verið
slongdir Landsverkfrøding-
inum til ugga.
Vónandi førir hetta ikki
til nakra åbyrgdarfløkju:
men vandin er so har, og tað
kann jú koma væl við eisini
her at eiga sær ein svartaper
at taka til.
Landsverkfrødingurin
100% eftirlit vegna
Føroya Løgting
Nei, skal Landsverkfrød-
ingurin nå knappliga kortini
blandast uppí uttan at standa
fyri sjálvari tunnilsgerðini,
so má tað verða sum eftirlit
við fullum, lógarfestum
rættindum vegna Føroya
Løgting, hetta við allari
virkisætlanini niður í minsta
smálut, líka til arbeiðið er
liðugt.
Frásæð øllum øðrum, er
hetta eisini skilabest, um so
er, at landið seinni skal ogn-
ast tunnilin, tí á henda hátt
er góðskan á "gávuni" kend
frammanundan.
Nú kann tað sjálvandi eis-
ini hugsast, at lógaruppskot-
ið og málið í síni heild ligg-
ur omanfyri míni fátæku
fatanarevni, og vil eg tí at
enda bara soleiðis hissini
seta fram nakrar eitt sindur
lættissoppakendar jólagátur
— hugsi neyvan, sakligt
orðaskifti rókkur longur enn
tað sama:
20 jólagátur um
Vágatunnilin:
- hví gera málið einfalt,
heldur enn fløkjasligt?
- hví hógv, heldur enn vald?
- hví føroyskt, heldur enn
útlendskt?
- hví føroyska ekspertisu,
tá útlendsk liggur framvið?
- hví brúka frægasta før-
oyska ekspertin, heldur enn
geva honum fótin?
- hví varðveita peningin í
Føroyum, tá útlendingar
heldur vilja hava hann?
- hví skal føroyski mynd-
ugleikin áseta nýtslugjaldið,
heldur enn onnur ?
- hví brúka okkara enn
loyvda verkætlanarfrælsi,
heldur enn Es-fjøturnar?
- hví ikki gera somu mistøk,
sum onnur í grannalondu-
num langt síðan hava gjørt?
- hví tryggja fyri fíggjarlig-
ari óvissu, tá hitt kann ger-
ast bæði dýrari - og meira
spennandi?
- hví ogna sær verkætlanina,
heldur enn noyðast varð-
veita ferjuna í 30 ár?
- hví ogna sær verkætlanina,
heldur enn lata kreditorar
steingja tunnilin?
- hví ogna sær verkætlanina,
tá tingið longu hevur bundið
seg til upphæddina?
Heini Olsen