mikudagur 22. desember 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á Marknaðardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, |
Jan Múller Jonhard Hammer John Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Alvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Blaðstjóri: Blaðfólk: Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: Telefax. 314720.
Eirikur Lindenskov | Áki Bertholdsen, i Mohr SpÅ Sosiakumn | e-mail: post & sosialurin.fo |
Internet: www.sosialurin.fo | Turið Kjølbro Niclas Johannesen Bústaður: Lysinger: lysing Gsosialurin.fo |
Dånjal Højgaard Yngd: Jåkup Mørk Argjavegur 26, Argir rent: Sosialurin )
Sjúkrahúspolitikkur
og hissini avgerðir
Oddagrein
FÍGGJARLÓGIN fyri ár 2000 er nú sam-
tykt. Tað eru tey, sum fegnast um at hava
fingið sítt, og tað eru tey, sum eru vón-
svikin, tí tað antin er skarvað av játtanini
ella neyðugar hækkingar ikki eru gingnar
á meti. Hesaferð var Suðuroyggin við
skerdan lut. Í hvussu er hvat viðvíkur
sjúkrahúsinum í oynni, sum vegna ov lítla
játtan má brúka spariknivin so tað veruliga
merkist. Neyðugt verður at siga umleið
16 fólkum úr starvi sum frálíður, og harvið
verður sjúkrahúsið meint rakt, ja so meint,
at tað helst verður ein spurningur, hvussu
forsvartligt tað verður at hava sjúkrahúsið
opið í framtíðini.
UTTAN mun til hvat man heldur um rikna
sjukrahuspolitikkin mongu seinastu árini,
antin tað skulu vera trý sjúkrahús á ver-
andi stoði ella ikki, so skerst ikki burtur, at
tá politikararnir hava verið við til at játta
pengar til at byggja eitt stórt og nýtt sjúkra-
hús í Suðuroynni, so mugu teir eisini vera
við til at fylla karmarnar út tvs. at játta
pening til dagliga raksturin. Hevði hetta,
at samgongan nú vendir Suðuroyar
Sjúkrahúsi bakið, verið ein liður í eini
langtíðarætlan fyri alt sjukrahusøkid, so
varð spurningurin kanska ein annar. Men
tað sýnist sum at her er als ikki talan um
nakran miðvísan sjúkrahúspolitikk. Hon-
um søknast vit framvegis eftir, ikki minst
nú vit fara inn í eina nýggja eld og full-
veldið er stungið út í kortið. Vit mugu koma
hartil at gera av, hvussu samlaða foroyska
sjúkrahúsverkið skal síggja út í næstu old.
MEN fyri tey, sum í dag starvast á Suð-
uroyar Sjúkrahúsini er avgerðin hjá lands-
stýrinum at seta fót fyri einum stórum parti
av virkseminum á sjúkrahúsinum - uttan
nakra grundgeving og miðvísa ætlan fyri
eygað - ein beiskur biti at svølgja. Og tå
okkum kemur til hugs arbeiðið og úttalilsini
hjá útjaðarapolitikarum í seinastuni um at
standa saman, so er nettupp hendingin
við Suðuroyar Sjúkrahúsi eitt domi um tað
øvugta. Hvussu ber tað til, at eitt nú
býráðsformaðurin í Klaksvík ikki rætti suð-
uroyingum sína bróðurhond, tå ástóð?
Snýr tað seg bara um at verja seg og
síni? Er hetta at standa saman um út-
jaðarapolitikk? Neyvan er seinasta orð
sagt í hesum máli. Politikararnir mugu gera
upp við seg sjálvan, hvat teir vilja á
sjukrahusøkinum í framtíðini og ikki bara
taka hissini avgerðir, sum bróta niður tað,
sum er og fungerar, heldur enn at byggja
upp. Ahugavert kundi verið at fingið at
vitað, hvønn sjúkrahúspolitikk landsstýris-
kvinnan stendur fyri og ætlar at reka í
næstu old? Er hetta 1. stig?
Sosialurin
Viðmerkingar:
Svar til Hans Paula Strøm
Eg havi einki ímóti skúla-
num ella skúlunum. Eg vil
bara hava viðurskiftini í rætt
lag og greiðar linjur at
ganga eftir, men tå kundi
sett teg f samband vid meg
um málið. Men tað sýnist
so mangan at fjórða hvort
år er hetta økid óhugavert,
so ikki meira. Síðsta ár
hevði eg trupulleikar av, at
seyður sum skuldi hoyra til
skúlan ella landsøkid við
Air, bar saman við bóndan.
Leiðarin og politiið segði,
at um hann ikki tók síni kri-
atúr burtur av økinum, so
komu teir norður og skutu
hansara kríatúr. Bóndin
kærdi sína neyð fyri mær,
tá bað eg um fund við lands-
stýrið. Men eg fekk fund við
Kartin Hansen. Tað skilti eg
ikki, og tað sýntis sum, at
Kartin skilti heldur ikki, hví
málið var endað hjá honum.
Tí spyrji eg, hver hevur á-
byrdina av ALV og Brand-
skúlanum?
Tað kundi tú kannað, so
at politiið ikki kemur við
aðrari hóttan til komununa,
tí at viðurskiftini ikki eru í
lagi, tí viðurskiftini hava
verið ógreið í mong ár, og
eg havi ikki gjørt annað enn
at loyst gamlar syndir fyri
mína tíð sum borgmeistari
fyri uttan tykkara hjálp.
Men nú komi eg at heita á
tykkum at loysa hetta mál
so at eg, Torfinn og Øssur
kunnu hava greidar reglur
at halda okkum til, so at
fridur fæst. So at ALV kann
menast í friði uttan royk og
brandskúlin í friði fyri klag-
ur frá ALV. Eg vegna Hós-
víkar kommunu kann fáa
greiðar linjur, so man ikki
verður lagdur undir fyri at
verða eitt juridiskt tvætl.
Nógv meira óklógt var
tað at úttala teg um mál, ið
tú ikki kendi til. Tað fall
mær fyri bróstið, at tú sting-
ur eftir tínum egnu parta-
monnum, áðrenn tú hevði
kannað málið frá ollum síð-
um. So mín stuðul til tykk-
um er ógvuliga ivasamur.
Bóndin bleiv rikin burtur
av trødni, sum hann hevði
havt atgongd til í nógv harr-
ans ár, men eingin hevur
grátið um, at hann bleiv rik-
in burtur. Man hann halda
tað, eins og tú skrivar, at tað
sæst tíðiliga, at hvønn eg vil
hava burtur við áirnar. Nei
Hans Pauli, eg vil ongan
hava burtur, eg vil bert, at
fólk kunnu einast og virka í
hesum økinum, men til tíðir
grætur onkur og annar smíl-
ist.
Mín leiklutur er at arbeiða
reiðiliga og erliga, tí at mín
leiklutur verður til tíðir at
skera í gjøgnum, tí fari eg
at vaska mínar hendur og
fari at yvirlata hetta mál til
tykkum, ið eru lógarsmiðir,
ti eg foli meg ógvuliga
handikappaðan við so lítlari
arbeiðsorku, við 1.000 kr í
løn um mánaðin sum borg-
meistari. At hava tykkum,
sum eru vald inn á ting, sum
skuldu loysa allar hesar
trupulleikar fyri okkum.
Gråt Mítt Elskaða Land tit
fingu meiri í løn. Okkum
unti tú ikki eina telefonsam-
rødu.
Ja soleidis er livid. Eg
meini tad.
P. S. Eg fari frammhald-
andi at royna at fremja rætt-
visi. Havi eg gjørt onkrum
Orætt, vil eg fegin bøta tad.
Men gamalt var, og eg
trúgvi ti. Tá GUD Er Við
Mær Hvør Kann Tå Verda
Imóti Mær.
Gleðilig jól øll somul.
Við hesi jólaheilsan endi
eg hesa skriving.
Farin inn í halguna við
teirri vón, at tit loysa hetta
málið. Mín partur skal ikki
liggja eftir.
Jógvan Mørkøre, Hósvík
Fullveldisfiggjarlog og
fullveldisdemokrati
Løgtingid viðger í hesum
døgum løgtingsfiggjarlog-
ina fyri år 2000.
Fullveldisfíggjarlóg er
hon so ikki, sjålvt um lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um hálvavegna boðaði frá,
tå fíggjarlógin fyri 1999 var
til viðgerðar fyri einum ári
síðan, at fullveldisfíggjarlóg
skuldu vit sleppa at síggja í
ár. Tað vit nú síggja er, at
so gott sum onki er broytt
tann vegin. Uppskotið
hækkar harafturímóti, og
roknað verður við einum
yvirskoti, fíggjað við heild-
arveitingini, t.v.s. við
donskum peningi.
Heildarveitingin
Hesu ferð verður tó sagt í
almennu viðmerkingunum,
at heildarveitingin, sum sit-
andi fullveldislandsstýrið
fekk avtalu um at vardwita
og hækka hetta løgtings-
skeiðið, ikki er oyramerkt
til åvis mål, og ti er hon sum
onnur inntøka hjå lands-
kassanum, ið politisku
myndugleikarnir ráða yvir
Her er hóvuðstrupulleikin
í fóroyskum politikki!
Høvdu veitingarnar verið
oyramerktar, hevði ruðu-
leikin, sum nú valdar á so
nógvum økjum, ikki verið.
At trupulleikar millum
danskar og føroyskar mynd-
ugleikar kundu komið fyri,
skal ikki heilt noktast, men
í øllum føri hevði tá verið
neyðugt við samráðingum
partanna millum, og her-
heima kundu vit so havt tíð
at hugsa okkum um og við-
gjørt, hvat var skilagott og
hvat ikki var tað.
Í viðmerkingunum til
fíggjarlógina sigur lands-
stýrismaáðurin í fíggjarmál-
um, at umleið ein tridingur
av heildarveitingini bert
kemur heim at venda, við
tað, at rentur og avdráttir til
ríkiskassan er 320 mió. kr.
Hetta er at fara alt ov lætt
um sannleikan, tí danski
peningurin, sum føroyskir
myndugleikar í dag fegnir
taka ímóti (meðan teir spilla
bæði veitara og skipan út)
hevur stóra ávirkan í okkara
samfelag.
Okkara heilsuverk, al-
mannaverk og skúlaverk,
sum heildarveitingin er ætl-
að til, eru arbeiðspláss, har
lønirnar sjálvandi åvirka
okkara samfelag búskapar-
liga, við tað at tær ávirka
inntøkurnar bæði hjá landi
og kommunum.
Orð og aftur orð
Landsstýrismaðurin í full-
veldismálum er vanur at
siga: hatta er bert ein
spurningur um orð, tá
hann skal argumentera fyri
sínum fullveldi, sum hann
hevur fingið hinar landsstýr-
isflokkarnar at slúka, uttan
at teir seta nakran spurning
við nakað sum helst.
Um talan so er um loys-
ing, samband, fullveldi, ella
suverenan stat, so hevur
hann fingið sær tann vana
at siga, at her er bert talan
um orð. Í tí sambandi fær
hann tó ikki Sambands-
flokkin við í kórið. So lætt
lata vit okkum ikki keypa
ella lokka. At hann hevur
fingið 3 aðrar flokkar við
sær, er tíverri onki at gera
við..
Fyri okkum er tó í hesum
føri talan um orð, men tað
er tí tað eru tóm orð.
Fullveldisdemokratiið.
Hvat vit kunnu vænta okk-
um, tá fullveldisdemokrati-
ið fer at virka, hava vit fyr-
ibils fingið at smakka, nú
fíggjarlógin var til 2. við-
gerð.
I hesum føri hendi tað, tá
atkvødast skuldi um broyt-
ingaruppskot frá minnilut-
anum, Sambandsflokkinum
og Javnaðarflokkinum, at
áheitan frá einum samgong-
ulimi í Suðuroy og parta-
manni løgtingsformansins
um serliga atkvødugreidslu
varð gingin á meti, meðan
ynskið frá uppskotssetaru-
num um serliga atkvødu-
greiðslu varð sópað av borð-
inum . Soleiðis fekk tjóð-
veldistingmaðurin høvi til at
markera sína stóðu viðvíkj-
andi sjúkrahúsinum í Suð-
uroy, sum hansara egnu
partamenn og landsstýris-
Ikki í Havn
samgonga ikki untu eina
eyka krónu. Møguleikan
fekk hann gjógnum minni-
lutan, sum hevði tilevnað
broytingaruppskotið, og við
hjálp frá einum løgtingsfor-
manni, sum eigur at vera
óheftur, men als ikki er tað.
Hatta er tað, sum tey, íð
hugsa annaðleiðis enn ráð-
andi meirilutin á tingi, t.v.s.
tey, sum hava aðra meining
enn sitandi fullveldissam-
gonga, kunnu vænta sær av
framtíð Føroya.
Soleiðis kunnu vit vænta,
at fullveldisdemokrati Før-
oya fer at verða praktiserað
í framtíðini.
Lisbeth L. Petersen,
tinglimur fyri
Sambandsflokkin
Í blaðnum í gjár, tá vit skrivaðu um eina mammu,
sum varð fongslað fyri at hava misnýtt son sín kynsliga,
skrivaðu vit, at barnaverndin í Havn hevði avgjørt, at
drongurin skuldi aftur á Barnaheimið. Tað er ikki rætt,
tað var barnaverndin á staðnum, sum gjørdi av, at
drongurin skuldi á Barnaheimið í Havn. Orsakið
mistakið. blaðm.