mikudagur 22. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 22. desember 1999
tíðindablaðið
Uppskotið
kom ov seint
Jógvan við Keldu atkvøddi ikki fyri uppskotinum um meirjåttan til Suðuroyar
Sjúkrahús, tí tað kom ov seint fyri tingið
JOHN JOHANNESSEN
Uppskotið um meirjáttan
til Suðuroyar Sjúkrahús
kom ikki fyri tingið fyrr enn
millum aðru og tridju Við-
gerð av figg jarlógarupp-
skotinum. Hetta er ov seint.
Eingin tíð var at viðgera tað,
og tí tók eg ikki undir við
ti.
Hóast Jógvan við Keldu
hevur ført seg fram sum
talsmann útjaðarans, helt
hann tað ikki vera ráðiligt
at atkvøda fyri broytingar
uppskotinum hjá Sam
»andsflokkinum og Javnað-
arflokkinum til fíggjarlógar-
uppskotið fyri ár 2000
Broytingaruppskotið mælti
til hægri játtan til Suðuroyar
Sjúkrahús.
Klaksvíkar Sjúkrahús
ikki orsøkin
Jógvan við Keldu vísir
staðiliga aftur, at orsøkin til,
at hann ikki atkvøddi fyri
meirjáttanini til Suðuroyar
Sjúkrahús var tann, at
Klaksvíkar Sjúkrahús íkki
fekk ta játtan, hann ynskti
Var uppskotið komið
fyrr fyri tingið, so tað kundi
verið vidgjørt, hevdi tað
havt betri møguleika fyri at
verið samtykt. Tað ber
nevniliga ikki til at sláa seg
saman um eitt slikt uppskot
mitt undir einari viðgerð,
vísir Jógvan við Keldu á.
Somuleiðis vísir hann á,
Suðuroyar Sjúkrahús
kanska hevði fingið hægri
jåttan, um strongt v arð á
figgjarnevndina um hetta.
Tað hevði verið rætta
mannagongdin, heldur
hann.
Fólkaflokstingmaðurin í
Klaksvík vísir í hesum sam-
bandi á, at Tekniski Skúli í
Klaksvík er í ógvuliga vána-
ligum standi, og at neyðugt
er við góðum tveimum
milliónum at umvæla hann
fyri. Men hóast Jógvan við
Keldu fleiri ferðir hevur
roynt at fáa hendan pening
játtaðan til skúlan, hevur tað
ikki eydnast. Men fyri tað
hevði hann ikki funnið uppá
at sligið seg saman við oðr-
um um uppskot um at fáa
peningin játtaðan mitt undir
viðgerðini av fíggjarlógini.
Eg kundi sum einki
fingið tingfólk at skriva
undir eitt uppskot um at
játta hendan pening til skúl-
an, men eg heyði ikki gjørt
tað, tá eg visti, at tað kortini .
ikki fór at fáa undirtøku
Mugu standa saman
Jógvan við Keldu heldur
ikki, at tað er rætt av Javn-
aðarflokkinum at sleppa
stuðulinum til útjaðarabólk-
Jóannes vildi
ikki stuðla
Hergeir Nielsen vísir á, at útjaðaratingmenn bóðu Jóann-
es Eidesgaard og Javnaðarflokkin vera við í uppskoti um
meirjáttan til Suðuroyar Sjúkrahús, men hann vildi ikki
vera við
JOHN JOHANNESSEN
— Jóannes Eidesgaard hevur
einki at lasta Jógvani við
Keldu fyri. Leygardagin
sendi eg honum eitt uppskot
frá mær og ørðum útjaðara-
tingmonnum um hægri játt-
an til Suðuroyar Sjúrkrahús,
men hann vildi ikki vera
við.
Hergeir Nielsen, ting-
maður Tjóðveldisfloksins í
Suðuroynni, heldur tað vera
løgi, at Jóannes Eidesgaard
lastar Jógvani við Keldu
fyri, at hann ikki atkvøddi
fyri uppskotinum hjá Sam-
bandsflokkinum og Javnað-
arflokkinum um hægri játt-
an til Suðuroyar Sjúkrahús.
Tað var nevniliga, eftir
hansara tykki, Jóannes
Eidesgaard og ikki Jógvan
við Keldu, id var 6møgu-
ligur í hesum føri.
— Jóannes Eidesgaard
hevði møguleikan at taka
undir við einum uppskoti
frá okkum samgongulim-
um, men hann valdi heldur
at leggja líknandi uppskot
fyri tingið saman við Sam-
bandsflokkinum, vísir Her-
geir Nielsen á.
Hergeir Nielsen, løgtings-
maður Tjóðveldisfloksins
Atkveddi fyri
Hóast uppskotið um meira
pening til Suðuroyar Sjúk-
rahús kom frá Sambands-
flokkinum og Javnaðar-
flokkinum, tók Hergeir
Nielsen undir við tí.
— Eg gjørdi alt tað, eg
kundi, fyri at fáa undirtøku
fyri uppskotinum, men tað
gekk ikki. Suðuroyar
Sjúkrahús fekk ikki meira
pening.
— Nú mugu vit bert bíða
og vita, um talan verður um
so nógvar uppsagnir, sum
ført hevur verið fram. Verð-
ur hetta veruleikin, so steðg-
ar sjúkrahúsið upp av sær
sjálvum, og tá er sjálvsagt,
at málið má takast upp aftur
á politiskum stigi, vísir Her-
geir Nielsen á.
Fekk meira enn onnur
Hergeir Nielsen sigur seg
sum heild vera nøgdan við
tað, útjaðarin hevur fingið
burturúr á fíggjarlógini fyri
ár 2000. Hann vísir á, at
Suðuroyar Sjúkrahús í veru-
leikanum hevur fingið
meira játtan í prosentum
enn onnur, men skundar
hann sær at viðmerkja, at
tað er skeivt at seta føroysku
sjúkrahúsini upp ímóti
hvørjum gørðum. Heldur
eigur allur tann føroyski
sjúkrahúsbygnaðurin at
verða tikin upp til viðgerð-
ar, vísir hann á.
Hergeir Nielsen er ser-
stakliga fegin um, at pen-
ingur er játtaður til ein túr
afturat um vikuna hjá
Smyrli, og somuleiðis er
hann fegin um, at 500.000
krónur eru játtaðar til at
kanna trupulleikarnar hjá
útjaðaranum.
in, ið hann er forsprákari
fyri, orsakað av, at uppskot-
ið um meirjáttan til Suður-
oyar Sjúkrahús fall. Hann
vísir á, at útjaðarapolitikarar
mugu standa saman
Vit politikarar koma
ofta út fyri, at mál, sum vit
ætla at fáa igjøgnum, fella.
Sjálvandi verða vit í fyrstu
atløgu keddir um hetta, men
livast skal víðari.
Hóast vit útjaðarating-
menn mugu standa saman
um at menna útjaðaran,
merkir hetta ikki, at vit
skulu taka undir við øllum
uppskotum hjá hverjum
øðrum. Samstarv um at
menna útjaðaran skal ikki
merkja, at øll skulu fáa alt
igjøgnum, vísir Jógvan við
Keldu á
Fólkaflokstingmaðurin
og býráðsformaðurin úr
Klaksvík leggur dent á, at
hetta ávísa málið ikki má
syndra samstarvið millum
útjaðaratinglimir.
Wrangler-skógvar
fært tú hjá okkum
Jógvan við Keldu heldur, at uppskotið frá Sambands-
flokkinum og Javnaðarflokkinum um hægri játtan til
Suðuroyar Sjúkrahús kanska hevði fingið stórri undir-
tóku, um tað kom fyrr fyri tingið
Wrangler
FOOTWEAR
á .. N. Finsensgøta 8 + Tlf. 317919
www.handilskjarnin.fo