Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 22. desember 1999 tíðindablaðið Figgjarlogin ber ikki á fullveldiskós Formaðurin í figgjarnevndini saknar, at landsstýrið kemur við uppskotum til tær broytingar, sum skulu til, um tað skal bera til at reka fóroyska samfelagið uttan stuðul úr Danmark JÓANNES HANSEN Formaðurin í figgjarnevnd- ini, Bjarni Djurholm úr fólkaflokkinum, heldur ikki, at fíggjarlógin, sum løgtingid samtykti í fyrra- kvøldid, er í tråd við tær politisku ætlanirnar, sum vórðu orðaðar, tá samgong an millum fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálv stýrisflokkin varð skipað fyri meiri enn hálvum eðr um ári síðani. Landsstýrið fyrireikar seg at fara til Danmarkar at samráðast um framtíðar støðuna hjá okkum. Eg havi stórt álit á partamanninum hjá mær, Anfinni Kalsberg, løgmanni, sum skal standa á odda fyri samráðingu- num, og eg haldi, at hann er betri førur fyri enn nakar annar at fáa tað burturúr, sum kann fáast burturúr. Men samstundis má eg siga, at eg rokni við, at fíggjar- lógin, sum vit samtyktu månakvøldid, glidur væl niður hjá teimum, sum vit skulu samráðast við. Teir kunnu bara staðfesta, at vilj- in í Føroyum at laga bú- skapin til at hanga saman uttan heildarveitingina úr Danmark er so mikið lítil, at tað ikki sæst aftur í fíggj- arlógini. Mangla stóra arbeiðið Formaðurin í figgjarnevnd- ini heldur, at arbeiðið, sum landsstýrið gjørdi, tá teir fyrr í ár fyrireikaðu fíggjar- lógaruppskotið fyri ár 2000, ikki ber boð um, at lands- stýrið hugsar um ein før- oyskan búskap, sum skal standa seg uttan veitingina úr Danmark. Tað er ikki meiningin, at figgjarnevndin skal gera eitt nýtt fíggjarlógarupp- skot, og tað hvorki vil ella hevur figgjarnevndin orku til. Vit kunnu bara fyrihalda okkum til tað uppskotið, sum kemur frá landsstýri- num, og tað hava vit gjørt. Eg haldi, at allir fíggjar- nevndarlimirnir hava gjørt eitt seriøst arbeiði, men tað reingir ikki við veruleikan. Hann er, at fíggjarlógin, sum vit nú hava samtykt, er ein heimastýrisfíggjarlóg. Nú er valskeiðið um at vera hálvrunnið, og so er spurn- ingurin, um tað fer at eydn- ast politikarunum tvey tey seinastu árini í valskeiðnum at gera tær tillagingarnar, ið skulu til fyri at fáa eina full- veldis fíggjarlóg, sum vit ikki hava megnað at gjørt fyrru árini í valskeiðnum. Tí ivist eg í, men tað er fram- vegis møguleiki fyri tí, held- ur Bjarni Djurholm. Tillagingarnar, sum for- maðurin í figgjarnevndini tosar um, hava við raksturin av samfelagnum at gera á øllum økjum: Samfelagið verður rikið eftir lógum og kunngerðum, sum bera lógarbundnar út reiðslur við sær. Vit kunnu skerja hesar á fíggjarlógini, men gera vit tað, so verða vit noyddir at játta tær í eyk ajáttanarlógum. Tí er neyð- ugt at broyta lógirnar á al manna, heilsu, skúla og samferðslugkjunum. Lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um hevur ferð eftir ferð havt hetta frammi. Hann hevur eftirlýst hugskotum og upp skotum frá hinum landsstýr- ismonnunum, men enn hava vit sæð lítið ella rættari sagt einki til hetta, og tað er spell fyri politiska málið hjá sam- gonguni, heldur formaðurin í figgjarnevndini. Veruleikin Um rakstrarútreiðslurnar á roknskapinum fyri 1997 verða settar til eitt hundrað, so vóru tær sambært rokn- Finnbogi skal brýna spariknivin Samgongan hevur givið landsstýrismanninum í vinnumál- um eitt fjórðingsár at koma við uppskotum um, hvussu raksturin av Strandferðsluna skal hanga saman, uttan at jåttanin á fíggjarlógini verður økt JÓANNES HANSEN Ferðaseðlaprísirnir við Strandfaraskipum Landsins (SL) hækka ikki, og á løg- tingsfundinum seinnapartin í fyrradagin varð greitt, at SL fær ikki eina so nógv stórri játtan á fíggjarlógini, at trygt fæst fyri at fáa tað úr landskassanum, sum ætl- anin annars var at fáa frá teimum, ið ferðast. Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so var ætlanin hjá Jóannesi Nielsen, ting- manni fólkafloksins í Vág- um, at koma við uppskoti um at hækka játtanina til SL við meiri enn tíggju milli- ónum krónum. Men uppskotið kom ikki til atkvødugreidslu. Í døg- urðasteðginum mánadagin varð avtala gjørd í sam- gonguni um, at meirjáttanin til SL skuldi vera tríggjar milliónir krónur. Umframt fyri inntøkumiss, nú prísir- nir ikki fóru upp, skal meir- játtanin brúkast til ein túr eyka til Suðuroyar mána- dag. Skal spara Avtalan, sum samgongan gjørdi í døgurdastedginum månadagin, åleggur lands- stýrismanninum í vinnumål- um innanfyri teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár 2000 at koma til samgong- una við uppskotum um, hvussu umleggingar og tati- onaliseringar á samferðslu- økinum kunnu hava við sær, at útreiðslurnar lækka so mikið, at javnvág verður millum inntøkurnar og út- reiðslurnar. | Samgongan krevur eisini av landsstýris- manninum, at hetta verður gjørt, uttan at tað fer at ganga út yvir tænastustøðið. Finnbogi Arge, landsstýr- ismadur i vinnumálum, staðfesti á tingfundinum, at nú er tað viljin hjá løgting- inum, at tað skal skerjast á samferðslugkinum, men hann vísti samstundis á, at hetta fer at fáa ógvusligar avleiðingar. Landsstýrismaðurin vísti á, at lónarhækkingin fyrr í ár hevur økt um útreiðslur- nar hjá SL, og at tann pol- itiski viljin at tað skal vera sjóvegis samband úr høv- uðsstaðnum og inn á Skála- fjørdin eisini kostar SL pengar. Í politiska umhvørvinum verdur uppgåvan hjå lands- styrismanninum mett at vera torfør at avgreida, uttan at onkrir partar av tænastunum hjá SL heilt verða skornir burtur. Fólkaflokkurin hev- ur áður tosað nógv um, at fraktkoyringin hjá SL átti at verið privatiserað ella útlis- iterað. Nú verður tað mett at verða sannlíkt, at hetta kann gerast eitt av uppskot- unum hjá landsstýrismann- inum. Um tað ikki eydnast at fáa samsvar millum inntøkurnar og útreiðslurnar komandi ár, kanska tí at tað ikki fer at fáast meiriluti fyri teimum sparitiltøkum, sum lands- stýrismaðurin fer at skjóta upp fyri samgonguna og seinni løgtinginum, so er tað framvegis møguleiki fyri, at løgtingid í einari eyka- játtanarlóg komandi ár kann veita SL ta upphæddina, sum tå fer ar resta í. skapin fyri 1998 101. Fíggj- arlógin fyri 1999 vísir 110, og í fíggjarlógini fyri ár 2000, sum varð samtykt mánadagin, er talið 114. Tá eru eykajáttanirnar, sum eru samtyktar í 1999 ikki taldar við, og sjálvandi ikki tær eykajáttanirnar, sum uttan nakran iva fara at verða samtyktar í ár 2000. Um iløgurnar verða lagd- ar afturat, og talið fyri ár 1997 framvegis verður sett til eitthundrað, so er talið fyri 1998 101, fyri 1999 110 og fyri ár 2000 117. Í pengum er fíggjarlógin økt við umleið 170 milliónum frá 1999 og til ár 2000. Tá er roknað við, at tær 40 milliónirnar, sum í 1999 vórðu settar av til endur- nýgging av fiskiskipaflota- num, ikki verða brúktar. Frá síðst í 1998 og til fíggjar lógina, sum varmtykt fyrr- adagin, er talan um ein vøstur í útreiðslunum til rakstur og íløgur hjá lands- kassanum upp á umleið 150 milliónir krónur. Formaðurin i fíggjar- nevndini sigur seg vera so hjartaliga samdan við Sig urd Poulsen, landsbanka- stjóra, tá hann í blaðnum í gjár segði, at almennu iløg- urnar í samfelagnum eru ikki nóg stórar - Øll vita, at tað krevjast stórar upphæddir fyri at fáa millum annað samferðslu- kervið og heilsuverikið á Bjarni Djurholm sakr up) K fra tar rinum um br ngar SKU ar F r Ski amfeli Ki rekast uttan stuðul úr Danmark tað stóðið, sum hesi eiga at vera, men sum stødan er nú, er ikki pláss fyri hesum. sig- ur Bjarni Djurholm., for- maður í fíggjarnenvdini „Fáast í litinum silvur og messing Tórshavn * Tel. 314933 * Saltangará Tel. 447604