Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Reinføri størsta trygdin Vidvikjandi Reinføri i køkinum tå arbeitt verður við flogfenaði Góður vani er altíð at viðgera allan ráan flogfenað (dunnur, gæs, kalkunir og høsnarungar) sum um hann var fongdur við sjúkuelvandi bakterium, sum t. d. Salmonella Ráð fyri at minka um vandan * Dunnan skal tiðnast í ílati, soleiðis at tiðnivatnið ikki drippar á aðrar matvørur, borð og annað (tiðningin skal helst ganga fyri seg í kulda) * Tá tann ráa dunnan verður tilreidd dálkar hon vask, bord, amboð o. a., sum hon kemur í samband við * Sera umráandi er, at kókaður matur, salat og annar matur, sum er klárur at eta, ikki kemur í samband við ta ráu dunnuna ella tey nýttu amboðini * Ílot, knivart, skeribretti 0. a., sum kemur í samband við ta ráu dunnuna, skal vaskast væl viðheitum vatni og sápu aftan á nýtslu + Dunnan skal verða gjøgnumstokt og t. v. s. atkjøti skal ooysna lætt frå beininum. Hitin inni við bein á tjåkkasta stað skal vera 75*C ella heitari * Restir skulu goymast í kuldaskápi, og um marturin verðurhitaður uppaftur, skal hann hitast væl + Bordlappar. sum verða nýttir til reingerð undir og aftan á tilreiðingina av ti råu dunnuni, skulu skiftast út við reinar borðlappar * Umráandi er at vaska hendur ofta og serliga aftan á arbeiði við tí ráu dunnuni. + Pakningur av dunnu og innvøli skal burturbeinast fullgott, soleiðis at vandin fyri, at eitt nå djór kunnu spjaða bakteriuna í umhvørvi ella smitta frá sær, er minst møguligar. Verður innmaturin brúktur sum djorafødi, verður rátt til at kóka hann fyrst. Gjørt verður annars vart við, at ansast skal til einahvorja tíð eftir, at skeribretti, knívar 0. o ambo- til ráar kjøtvørur og fisk, verða vaskað væl áðrenn tey verða nýtt til eitt nú gørnmeti ella liðugt hitaðar matvørur Best er sjálvandi við einum setti av skeribrettum, amboðum o. a. til hvort av teimum ymsu virksemunum í køkinum. Heilsølur taka dunnurnar innaftur EIRIKUR LINDENSKON verða sendar aftur útflyt- aranum í Daumark. Tey, ið keypt hava dunnurnar, kunnu býta tær umaftur í handlinum, har tær eru keyptar og fáa pengarnar aftur ella aðra voru. Í fjór kannaði Heilsu- fróðiliga Starvsstovan eis- ini jóladunnurnar, men tá var eingin salmonella funnin - og fyrraárið var — Vit kunnu ikki krevja av handlunum, at teir taka innaftur dunnur, sum eru seldar áðrenn forboðið varð sett í gildi mánadag- in klokkan 17, sigur Bárð- ur Enni, stjóri á Heilsu- frødiligu Starvsstovuni. Men staðfestast kann kortini, at næstan allar dunnurnar eru av salmon- ellafongda merkinum, aá sama hátt. UK 5036 EEC. Við útvarpið segði Útvarpið bar á middegi Bárður Enni, at royndir- tey tíðindi, at heilsølurnar Poul Hansen og J. F. Kjøl- bro taka innaftur dunnur- nar, sum seldar eru. Tær nar hesaferð vísa, at skilið ikki er nóg gott, og tí fer Starvsstovan at skerpa eft- irlitið. tíðindablaðið Nr. 244 - 22. desember 1999 Ikki er tað vandaleyst at eta flogfenað - boðað frá, at jóladunnurnar eru fongdar við salmonellu Jóladunnurnar eru og størsta trygdin er reinføri. Eftir tvey salmonellafri ár verður nú aftur salmonellafongdar Mánadagin álegði Heilsufróðiliga Starvsstovan fyritókum, sum hava fingið til vega dunnur frá Tannis Food í Hirtsals at innkalla hesar vórur aftur. Heil- sólur boða frá, at fólk kunnu fáa pengarnar aftur ella aðra vóru EIRIKUR LINDENSKOV Heilsufrødiliga Starvsstov- an setti fyrradagin bann fyri sølu av dunnum vid skrå- setingarnummarinum UK 5035 EEC frá Tannis Food í Hirtsals Orsøkin er, at salmonell- asmittan er funnin í roynd- um av hesum dunnuslag, sum starvsstovan hevur tik- ið Heilsufrødiliga Starvs- stovan hevur ti ålagt fyri- tókum, sum hava fingið dunnur frá nevnda útflytara í Danmark, um at innkalla hesar vørur aftur, sum seld- ar eru víðari til handlar. Forboðið hevur heimild í matvórulógini kap 2, grein 11 frá 21. juni 1985, sum kom i gildi i 1989 og kunn- gerð um innflutningseftirlit, grein 7 Í hesum føri hava vit tikið staksyn, umboðanndi tær dunnur, sum eru at fáa í Føroyum við Aut nr. UK 5036 EEC, sigur Heilsu- fróðiliga Starvsstovan i skrivi til fyritøkur, sum hava innflutt dunnur frá Tannis Food í Hirtsals. Sambært grein 46 í mat- vørulógini kunnu slíkar av- gerðir kærast til Føroya Landsstýri, og er kæru- freistin fýra vikur frá tí degi, tilvirkarin er kunnaður um avgerðina. Um kært verður, skal kæran sendast Heilsu- frødiligu Starvsstovuni. Bingo avdúkaði salmonelluna EIRIKUR LINDENSKOV At vit banna hesum dunn- unum júst nú hevur sína ser- ligu søgu, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrødi- ligu Starvsstovuni. - Leygarkvøldid 11. des- ember í år bar útvarpið tey tíðindi, at ein sending av enskum, frystum dunnum, visti seg at verda fongd vid salmonellu. Talan var um dunnur frå enska slåturvirk- inum við dløggildingar- nummarinum AUT UK 5036 EEC. Upplýst var, at talan var um dunnur, sum vigaðu 3200 og 3400 gr. Mánadagin 13. desember ár ár sendi Heilsufrødiliga Starvsstovan hendan tíðind- astubban á telefaksinum til allar heilsølur og stórri handlar í Føroyum Týsdagin kontaktaði ein borgari Heilsufrødiligu Starvsstovnua og bodadi frå, at hann hevdi vunnið eina dunnu å bingo, sum borgarin helt svaraði til tað, sum upplýst var í útvarpi- num leygarkvoldið. Heilsufrødiliga Starvs- stovan fekk fatur á hesi dunnu, og tað vísti seg, at dunnan stavaði frá enska virkinum við løggildingar nummarinum UK 5036 EEC, men dunnan hevði eina aðra vekt, enn tær, sum útvarpið greiddi frá leygar- kvøldid. Skjótt var staðfest, at dunnur frá enska virkinum vóru á føroyska marknaði- num. Heilsufrødiliga Starvsstovan tók týsdagin seinnapart (t. e. 14/14/99) staksýn frá heilsusølum og stórri handlum. Somuleiðis boðaðu vit øllum heilsølum og stórri handlum frá, at vit tóku staksýn, og um stak- sýnini vísti seg at vera fongd við salmonellu, varð forboð sett fyri sólu i Før- oyum. I sama telefaksi åløgdu vit heilsølum og stórri handlum um skrivliga at boða Heilsufrødiligu Starvsstovuni frå, um teir høvdu hesa vøru til sølu. Fleiri heilsølur bodadu beinanvegin frå, at teir høvdu hesar vørur til sølu, sigur Bårdur Enni — Seinni i vikuni fingu vit á HS so skjalprógv frå heil- sølum og størri handlum fyri, at dunnur frå enska virkinum vóru kannaðar fyri salmonella á kanning- arstovu í Onglandi. Kanningarnar vístu, at tær kannaðu dunnurnar frá virk- inum vóru fríar fyri salmo- nellu. — Men vit á Heilsufrødi- ligu starvsstovuni eru ikki heilt trygg við, at tær kann- ingar, sum eru gjørdar í Onglandi, umfata júst tær sendingar, sum eru konar til Føroya. M. a. eru fleiri av teimum dunnum, sum eru í staksýninum hjá Heilsu- fróðiligu Starvsstovuni ikki partar av teimum sending- um, sum eru kannaðar í Onglandi. Samstundis sum vit hava arbeitt við hesum máli í Før- oyum, hevur danski innflyt- arin, Tannis Food i Hirtsals, afturkallað vørur frå danska marknaðinum. Hetta vóru vørur, sum vóru merktar: >Salmonellafri and - UK 5036 EEC«. Urslitid av teimum stak- sýnum, sum Heilsufrødiliga Starvsstovan tók 14. desem- ber vísa, at salmonella er á- víst í 5 út av 12 sýnum. Við stødi í hesum kann- ingum hevur Heilsufrødi- liga Starvsstovan tikið av- gerð um at banna sølu av hesum dunnum frá enska slåturvirkinum við løggild- ingarnummarinum UK 5036 EEC. Forboðið er galdandi frá mánadegnum 20. desember klokkan 17, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrødi- ligu Stravsstovuni.