Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 22. desember 1999 tíðindablaðið Vistu uppskoti- num frá sær Jóannes Eidesgaard vísir á, at útjaðaratingmenn als ikki tóku við uppskoti- num um meirjáttan til Suðuroyar Sjúkrahús, sum Hergeir Nielsen sendi hon- um JOHN JOHANNESSEN — Tað er rætt, at Hergeir Nielsen fríggjamorgunin gjógnum faxið sendi mær eitt uppskot um hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús. A uppskotinum stóðu útjað- aratingmenninir Kári P. Højgaard og Jógvan við Keldu sum uppskotsstillar- ar. Men stutt eftir, at faxið var komið, ringdu hesir báðir til mín vístu uppskot- inum frá sær. Jóannes Eidesgaard vísir staðiliga aftur, at tað var hann, ið ikki vildi taka undir við uppskotinum frá út- jaðaratingmonnunum úr Samgonguni um hægri játtan til Suðuroyar Sjúkra- hús. Tvoørturímóti vísir hann á, at tað vóru útjaðaratig- menninir í samgongu, ið ikki vildu taka undir við uppskotinum, Hergeir Niel- sen sendi gjøgnum faxið. Standa ikki saman Vit hava nú fingið prógv fyri, at sokallaða útjaðara- samgongan als ikki stendur saman um útjaðaran. Tí fer Javnaðarflokkurin at um- hugsa, um hann framhald- andi skal stuðla hesum bólki Jóannes Eidesgaard vísir á, at nógv bendir á, at JOgv- an við Keldu hevur tikið stig til útjaðarasamgonguna fyri at føra seg sjálvan fram. Hann hevur illgruna um, at útjaðarasamgongan í veru- leikanum førir taktiskt val- stríð fyri Jógvan við Keldu, og slíkum valstríði ætlar Javnaðarflokkurin sær ikki at stuðla. Jógvan við Keldu tosar nógv um at menna útjaðar- an, men tá politikkurin skal fremjast í verki, er hann ikki við. Hetta sóðu vit, nú hann ikki vildi atkvøda fyri ein- um uppskoti frå andstøduni um hægri játtan til Suður- oynna. Men tá minnilutin kom við uppskoti um autist- aheim í Klaksvík, tá stuð- laði Jógvan við Keldu minnilutanum og atkvøddi fyri. Hergeir ikki arbeitt nóg væl Jóannes Eidesgaard heldur, at Hergeir Nielsen hevur sovið í tímanum undir við- gerðini av fíggjarlógini, tí hevur hann ikki megnað at borið so í bandi, at Suður- oyar Sjúkrahús hevur fingið neyðugu játtanina. — Uppskotið hjá Hergeir, sum kom við faxinum fríggjamorgunin, og sum eingin undirtøka var fyri, var ein roynd hjá Hergeir Nielsen at reinsa seg. Tá var hann nevniliga brádliga vaknaður. Jóannes Eidesgaard er ógvuliga harmur um, at tað ikki bar til at fáa hægri játt- an til Suðuroyar Sjúkrahús, tí tað er umráðandi fyri trivnaðin í Suðuroynni, at borgararnir kenna seg tryggar við sjúkrahúsið. Kom í góðari tíð - Eg eri ikki samdur við Jógvani við Keldu, tá hann sigur, at uppskotið hjá okk- um kom ov seint. Tað kom fyrstu ferð fyri tingið tá fíggjarlógin var til aðru við- gerðar, og tað er ikki ov seint, vísir Jóannes Eides- gaard at enda á. Formaður Javnaðarfloks- ins ivast í, um flokkurin framhaldandi fer at stuðla sokallaðu >útjaðarasam- gonguni<. Hann metir hana vera lut í einum taktiskum valstríði hjá Jógvani við Keldu DAIHATSU er bilurin til ein og hvønn føroying Daihatsu bilurin er kendur sum tann sera væl virkandi og orkusparandi japanarin. Nú á goymslu í tveimum modellum við ymsum útstýri. SIRION CL 5 hurðar HK:55 * Km/l: 17,9 Kr.112.800 CUORE CX 3 hurðar HK:55 * Km/l: 20 Kr. 110.800 Vælkomin til ein royndartur J. Broncksgøta 15 - Tlf. 310600 Sosialurin - 311820