hósdagur 23. desember 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 23. desember 1999
tíðindablaðið
Vit mugu vera
landspolitikarar
Jákup Sverri Kass heldur, at kappingin millum útjaðara-
politikarar og miðstaðarpolitikarar må steðgast. Loysn-
ina heldur hann vera, at gera Føroyar til eitt valdømi
JOHN JOHANNESSEN
Tingarbeiðið er alt ov
nógv merkt av stríði millum
tingfólk úr útjaðaranum og
tingfólk úr midstadarøki
num. Hetta førir als ikki til
nakað gott, og eigur tað tí-
skil at vera steðgað.
Yngsti tingmadurin i
landinum, Jåkup Sverri
Kass, hevur sínar avgjørdu
meiningar um landsluta-
stríðið, ið hevur merkt alla
viðgerina av fíggjarlógar-
uppskotinum fyri ár 2000.
Hann heldur føroysku val-
skipanina vera orsøkina til
hendan trupulleika, og mæl-
ir hann tískil til, at skipanin
verður broytt soleiðis, at
Føroyar gerast eitt valdømi.
Tekkjast veljarunum
Jákup Sverri Kass heldur
valskipanina forða politik-
arum í at hugsa landspolit-
iskt. Hetta heldur hann vera
galdandi bæði fyri tingfólk
úr útjaðaranum og úr mið-
stadarøkinum.
Poltitikarar hugsa alla
tidina um at sleppa inn aftur
å ting, og ti arbeida teir
næstan bert fyri valdømi-
num, har teir eru valdir. Tú
fært jú ongar atkvødur burt-
urúr at arbeiða fyri eitt val-
dómi, har tú ikki stillar upp
Hetta er skeivt, og eigur
hetta at verða broytt.
Ungi tingmaðurin heldur,
at miðstaðarpolitikarar sum
mest hugsa um miðstaðar-
økid, tí haðani eru átkvøður
at heinta, somuleiðis sum
tingmenn úr útjaðaranum í
mestan mun hugsa um sítt
valdmømi, tí tað er haðani
teirra atkvødur eru at heinta.
Ov lítlan kunnleika
Orsaka av valskipanini
royna vit miðstaðarpolitik-
arar sum mest at hugsa um
midstadarøki, og av tí sama
eru vit ov lítið kunnaðir um
nágreiniligu trupulleikarnir
aðrastaðni í landinum, hóast
talan er um eitt lítið land.
Jákup Sverri Kass heldur,
at vend skjótt hevði komið
í hesa stóðu, um Føroyar
gjørdust eitt valdømi. Tá
høvdu politikarar nevniliga
verid noyddir at kunna seg
um viðurskifti í øllum land-
inum, heldur hann, tí tá
høvdu nevniliga atkvødur
verið at heinta í øllum land-
inum.
Somuleidis heldur Jåkup
Sverri Kass, at politikarar
úr útjaðaranum høvdu
sloppið undan at gartera um
síni viðurskifti, fyri at aðrir
politkarar skuldu fingið
eyguni upp fyri teimum. Tá
høvdu teir sloppið undan at
spælt fyri gallarínum,
heldur hann.
Tingið verður ikki
miðsavnað
Spurningurin til Jákup
Sverra Kass í hesum sam-
bandi er, um vandi ikki er
Á
Jákup Sverri Kass, løg-
tingsmaður Sjálvstýris-
floksins
fyri, at tingid verður mið-
savnað, soleiðis, at tað bert
verða tingfólk úr miðstaðar-
økinum, ið mannað tað
Men hendan vandan
Jákup Sverri Kass ikki.
Vit eiga nógvar góðar
útjaðarapolitikarar, ið uttan
Iva fara at gera seg galdandi,
um Føroyar gerast eitt val-
dómi. Gott dómi um hetta
er, at tað er heilt vanligt, at
politikarar úr útjaðaranum
verða valdir inn á fólkating.
Jákup Sverri Kass ætlar
sær at seta fyrispurning fyri
landsstýrið um føroysku
valskipania, og møguliga
fer hann eisini at leggja
fram uppskot um at broyta
hana.
sær
Aldarmot i Vågi
I sambandi vid aldarskiftid hevur nyggjars-
nevndin í Vági givið út blað um sermerkta
nýggjárshaldið í bygdini
JOHN JOHANNESSEN
Nógvar eru nevndirnar, men
Vágur man vera einasta
bygdin í landinum, sum í 30
ár hevur havt eina sokallaða
nyggjårsnevnd. = Hendan
nyggjårsnevnd kom í lag
eftir, at ungir menn í Vági
fyri 31 árum síðani settu eld
á ein bát á Sandinum í Vági,
fyri at gera nakað serstakt
burturúr nýggjárshaldinum.
Hildið varð, at árskiftið varð
hildið heldur óskipað, og tí
varð ein nevnd sett at taka
sær av nýggjárshaldinum.
Nakað serstakt
Beinan vegin, eftir at nýggj-
ársneyndin var skipað,
gjørdist nýggjárshaldið í
Vági nakað serstakt. So ser-
stakt er tað vorið, at heilt
vanligt er, at nógvir fremm-
andir gestir koma til Vágs
at uppliva hetta serliga
nýggjárshald. Sama er gald-
andi fyri teir mongu vág-
bingarnir í útlegd, ið leggja
nógv fyri, fyri at vera í Vági
um ársskiftið.
Nyggjårssøgan
Nú nyggjårsnevndin er
vorðin 30 ár og vit haraftur-
at stíga inn í eina nýggja old
og eitt nýtt ártúsund, gevur
hendan góða nyggjårsnevnd
út snotuligt blað vid søguni
um nyggjårshaldid i Vågi
I blaðnum er millum ann-
að frágreiðing frá Hans i
Líðini um nýggjárshaldið í
Vági, soleiðis sum hann
minnist tað. Talan er um
eina ógvuliga áhugaverda
og livandi frásøgn, ið uttan
va rørir hjartastreingir hjá
teimum, ið eru von við
nýggjárshald í Vági.
Harumframt hevur blaðið
nógvar aðrar áhugaverdar
frásagnir um nýggjárshaldið
í Vági. Ritstjórnað blaðnum
hava Poul Andreasen, Búi
Dahl, Dennis Holm og Ei-
vind Veihe. Blaðið fæst í
leysasølu kring landið, og
er kostnaðurin 50 krónur.
Kalend-
ari 2000
Grafik Studio og Ingi Joen-
sen hava júst givið út
myndakalendara fyri ár
2000. Talan er um ein snot-
uligan kalendara, prýddan
við serliga viðgjørdum
myndum av føroyskum
bygdum og úr Føroysku
náttúruni.
Kalendarin fæst til keyps
í Békasøluni í SMS, í H. N.
J, Bókhandli og i Føroya
Keypssamtøku, og kostar
hann 68 krónur.
Heimabio
LOKKEDUE
JULIA ROBERTS
D
Nyggir filmar hvørja viku
N
HUGH GRANT
THE MUMMY
Leiga videofilmar å hesum stødum:
Statoilstødin i Gundadali tel
Statoilstoðin í Kollafirði tel
Statoilstødin í Saltangará tel
Statoilstoðin í Klaksvík tel
Statoilstoðin í Sorvági tel
Statoilstødin í Sørvågi tel
Statoilstoðin í Leirvík tel
Ó STATOIL
staðirnar kring landið
. 314770
. 421083
449133
457353
332001
332001
. 443360