Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið Nr. 245 - 23. desember 1999 Litli Stefan í Hvalba fær ikki jolagåvurnar fyrr enn 7. januar Hjá ollum kristn- um eru jólini há- tíðin yvir øllum hátíðum. Men tað eru ikki oll, sum halda jól tann 24. desember. Í ein- um húsum í Hvalba, verða jólini ikki hildin fyrrenn flest oll onnur longu hava tikið jólapyntið niðuraftur. tí har hava tey eina óðrvísi tíðarrokn- ing enn vit hava Me S 1 ; evo SIN t ) € verið em Se 3 Fø l 1 fél KKI at Ida jóí FYTT | ynda januar. Og fyrr enn tå fær hann heldur ong- ar jólagávur Foreldur Stefan eita Dragana og Zoran Mancic Tey komu til Føroyar fyri trinum árum síðani. tá ið hann fór at sparka við VB Síðani royndi hann seg í Klaksvík eitt ár, áðrenn hann í fjør vår stevndi suð- ureftir aftur at verða spæl- andi venjari í Royn Og hóast tað nú eru tvey ár síðani, at fótbóltsárið endaði, eru hjúnini Mancic enn í Hvalba, tí Zoran og leiðslan í bóltfelagnum í Hvalba eru blivin samd um at halda fram við samstarv- mum eitt ár afturat Annars plaga tey at fara aftur til Jugoslavia tá ið fót bóltsárið er liðugt og so koma tey aftur til Føroyar tíðliga um várið, áðrenn fót bólturin byrjar aftur Men hesuferð ætla tey sær so at halda jól í Før- oyum fyri fyrstu ferð. Ístaðin fyri ætla tey sær at halda eina langa summar- feriu í Jugoslavia í summar. Mancic húskið er úr ein- um byi sum eitur Sombor, har 80.000 fólk búgva Sombor er f einum lands- parti, sum eitur Vojdovina, sum aftur er i Serbia i Jugo- slavia Ødrvisi tidarrokning enn vit Hjunini Mancic eru kristin, men tey hoyra til eina grein av kristindóminum, sum er rættiliga ókend um okkara leiðir Tey eru nevniliga limir í teirri kirkjuni. Hóast tey nú skulu halda jól í Hvalba, langt av landi skotin, ber hvorki til at broyta trúgv, ella gamlan, sið fyri tað, so tey ætla sær at halda jól, soleiðis sum tey plaga at gera tað heima. Í teirri griksk ortodoksu kirkjuni hava tey eina tíðar- rokning, sum er eitt sindur ødrvisi enn okkara. Nógvir av teirra merkis- døgum eru 14 dagar aftaná eisini jólini og nýggjárið. Eftir tí griksk-ortodoksa álmanakkanum, er jólaaftan sostatt 7. januar og nýggj- ársaftan 14. januar. Men Zoran sigur, at nýggjárshaldið 14. januar er bara ímyndarligt, tí eins og allarflest øll onnur, halda tey eisini nýggjárið tað al- tjóða nýggjársaftan tann 31. desember. griksk-ortodoksu Men ørdvisi er vid jólun- um, tí har verður ikki vikið frá tí almenna griksk-orto- doksa álmanakkanun. Hátíðarlig gudstænasta Zoran, Dragana og litli Stef- an fara sostatt ikki at halda jól fyrrenn sjeynda januar, hóast tey eru stødd í Før- oyum. Tá ið tey eru heima, byrja jólini hjá teimum 6. des- ember um kvøldiø, tå ið tey fara í kirkju á midnáttar- gudstænastu at bíða eftir jólunum og tá er vanliga heilt nógv fólk í kirkju Hetta er ein hátíðarlig gudstænasta, har er alt, sum hoyrir eini slíkari til, bæði prædika, bøn og sálmasang- ur. Ljós verða tendrað og øll fáa eitt petti av granni av einum træi, sum prestur hevur vælsignað. Og oll fara upp at kyssa hondina á presti. Gudstænastuna mugu tey so vera fyriuttan, nú tey eru í Føroyum. Men annars ætla tey at jólini skulu vera, sum tey plaga at vera heima. Og fríggjadagurin sjeyndi januar er altso tann stóri dagurin, tí tá er jólaaftan. Jólaaftan hjá teimum lík- ist í nangar mátar jólaaftan hjá okkum. Tá savnast familjan til jól- ahald hjá onkrum í familj- uni, og mangan eru nógv fólk í húsi, tí tað er vanligt, at bæði ommur og abbar, mostrar og fastrar o.s.fr. eru við. Maturin er eisini betri enn vanligt. — Vit eta gás á jólum. Men kókaður og stoktur fiskur er eisini vanligur jólamatur hjá okkum, siga Dragana og Zoran. A borðinum sendur eisini ein stór skál av alskyns frukt, sum fólk fáa sær av. sum teimum lystir. Og tey baka eisini dúgliga til jóla, bæði småkakur, ros inukakur og ymsar krydd aðar kakur Og jólatræið er líka fastur táttur í teirra jólahátíð, sum tað er í okkara. Tey pynta jólatræið 29 desember og so stendur tað til eftir jól. Tey hava eisini jólamenn, sum koyra igjøgnum gøtur nar í hestavogni og býta góðgæti út til børnini. Jólagávurnar verða so lagdar undir træið, har tær liggja, til tær verða pakk aðar upp aftaná døgverdan jOlaaftan - altso 7. januar. I. og 2. jóladag, altso 8 og 9. januar, eru eisini heili- dagar og teir eru sera friðar- ligir, tá hugna fólk sær heima, fara í kirkju, vitja vinfólk o. s.fr Tveir, triggir dagar Dragana og Zoran siga, at hóast teimum dámar væl at halda jól, gera tey verri enn so so nógv burturúr sum vit. Eg haldi, at tað er hugn- aligt, at tit gera so nógv burturúr jólunum at minnast Kristi føding. Ikki minst er tað stuttligt hjá børnunum, tí tað dylist ikki, hvussu spent tey eru, og tað er eisini hugnaligt at síggja oll ljósini í vindeyg- unum í hvørjum húsi. Men vidhvørt haldi eg, at tað er nakað nógv av tíð góða at ganga í fleiri mán- aðir og gera til. Sjålvi brúka tey ikki meiri enn einar tveir tríggjar dag- ar uppá jólini. - Okkurt gott verður keypt, men annars eru tað bara tey allarnæstu skyld- fólkini, sum fáa gávu, hjún- arfelagin, børnini o.s.f. - Og hóast vit eisini pynta til jólar, gera vit ikki so nógv burturúr sum tað er vanligt at gera i Føroyum, tí alt tað, sum tit hava av jóladúkum, jólagardinum og annað slíkt, brúka vit ikki, sigur Dragana. Og hvat tey fara at gera ímeðan vit øll onnur halda jólaaftan? — Ikki nakað serligt, tí hjá okkum er tað bara ein van- ligur dagur, siga Dragana og Zoran.