hósdagur 23. desember 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 23. desember 1999
Barnaguðstænasta í Vesturkirkjuni
Jólatræið ella fuglurin
Tað var vetur. - Fuglarnir
vóru farnir til lýggjari lond,
har teir kundu finna sær
fødi. Men tað var ein lítil
fuglur, sum ikki slapp við
vinum sínum, tí hann hevði
brotið annan veingin. Tað
frysti, tað var kuldi og kavi.
Men so hugsaði fulgurin
sum so: - Kanska eg kann
finna hita inni í skógi. Har
kunnu tey kanska hjálpa
mær.
Fuglurin bað bókatræið.
- Tú vakra træ. Eg havi
brotið annan veingin og fái
ikki fylgt vinum mínum.
Kann eg ikki gista á einari
av greinum tínum til várs?
Men bókatræið risti síni
grónu blød og helt fyri. Vit,
sum búgva her í hesum
skóginum, hava nokk við
okkara egnu fuglar. Eg kann
ikki taka mær av hvørjum
sum helst.
So hugsaði fulgurin: Eik-
in er sterk. Eg spyrji hana. -
Tú stóra Eik, tú ert so sterk.
Kann eg sleppa at búgva í
tínum leyvi til várs? Til
várs - segði Eikin - tað var
leingi. - Eg veit ikki hvat tú
kanst finna uppá at gera.
Nei, eg haldi ikki.
Fuglurin hugsaði. - Píla-
træið er vinarligt, og fugl-
urin bað so inniliga:
-Tú góði pílur, eg havi
brotið mín vong, og allir
hinir fuglarnir eru farnir av-
stað til lýggjari lond. Kann
eg ikki sleppa at búgva í
tínum greinum til várs. Men
pílatræið var als ikki vinar-
ligt. Tað svaraði. - Eg kenni
teg ikki. Tú ert helst ein
fremmandur, og eg tosi ikki
við fremmand. - Tað kann
vera at hini trøini gera tað,
men eg geri tað ikki. Far
burtur við tær.
tíðindablaðið
år
Fuglurin visti nú ikki,
hvat hann skuldi gera. Hann
royndi at flúgva, men kom
valla úr stað. Tá knappliga
hoyrdi hann eina rødd.
- Hvar fert tú lítli fuglur?
- Ah, eg veit ikki, segði
fuglurin, eg frysti.. -Kom
higar, segði góða grann-
træið, tí tað var granntræið
sum hevði rópt.
- Her er mín allarbesta
grein. Her kanst tú seta teg,
um tú vilt - vælkomin.
- Tað var gott, svaraði
fuglurin.
- Ja, tá vinir tínir eru farn-
ir, so mugu vit hjálpa tær.
Her er helst best at sita,
segði granntræið og rætti
eina grein út ímóti fugli-
num. Og fuglurin hoppaði
upp á greinina.
- Mínar greinar eru so 6-
tættar, segði furan, sum stóð
við liðina á granntrænum,
i.
men eg eri stór og eg kann
verja tykkum bæði ímóti
køldu norðanættini. Og fur-
an breiddi út greinarnar og
vardi fuglin og granntræið.
- Eg vil eisini sleppa at
hjálpa segði ein lítlil berjar-
runnur. Eg havi nógv væl-
smakkandi reyð ber, sum tú
kanst liva av allan vetur. Tey
smakka væl.
Og soleiðis varð tað.
Fuglurin gisti hjá granntræ-
num. Furan vardi bæði fugl
og granntræ ímóti norðan-
ættini køldu, og hin lítli
berjarunnurin gav fuglinum
mat. Hini trøini stóðu hástór
og sjålvklék. Bókatræið
segði.
- Eg hýsi ikki hvørjum
sum helst.
Eikin segði.
- Eg gevi ikki greinarnar
burtur.
Og pílatræið segði.
- Eg vil onki hava við
fremmand at gera.
Og so vavdu trøini grein-
arnar rundan um seg, og s6u
so hástór út.
Men um morgunin vóru
blødini fallin til jarðar. Ti
hesa náttina fór hin kalda
norðanættin gjøgnum skóg-
in, og hvort blað, sum hon
nam við, fólnaði og fall til
jarðar.
- Sleppi eg at nema øll
blødini, spurdi nordanvind-
urin uppøstur.
- Nei, steðga segði Gud,
tú nertir ikki tey trøini, sum
hava hjálpt hinum lítla fugl-
inum við tí brotna veing-
inum. Tey skulu altíð hava
síni bløð og nálir.
Og tí er tað at granntræið,
furan og berjarunnurin
standa grøn alt árið.
Hetta var ein lítil halgi-
søga um jólatræið og tað at
Ongin hevði pláss
fyri Jesusi, Mariu
og Jósefi, tá
frelsarin var
føddur. Men onkur
var so beinasamur
at lata upp fjós-
dyrnar fyri teim-
um, segði Heri
Joensen, prestur,
m.a., tá
jólaguðstænasta
var fyri bórnum í
Vesturkirkjuni í
Havn tann 15/12-
1999
vera hjálpsamur/hjálpsom
Ongin hevði pláss fyri
Jesusi, Mariu og Jósefi, tá
frelsarin var føddur. Men
onkur var so beinasamur at
lata upp fjósdyrnar fyri
teimum.
Vit fara nú at halda jól,
og tit eru oll vælkomin aftur
í kirkju, jólaaftan kl. 15, ella
kl. 3. Tá fari eg at fortelja
eina aðra søgu um jólatræið.
Hin litli fuglurin er ein
mynd av Jesusbarninum, og
á jólum halda vit føding-
ardagin hjá Jesus
Gud gevi okkum øllum
eini gleðilig jól og hugnalig
jól.
Takk fyri at tit lurtaðu so
væl.
Amen