Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Jól við sól og chilli Danski utisetaføroyingurin Tommy Petersen og familjan fáa ikki kavajól í ár. Hinvegin vera helst hósnarungi við chilli á skránni hjá familjuni, ið setti kós móti Nepal fyrr í ár í arbeiðsórindum fyri DANIDA NICLAS JOHANNESEN fjøllunum lesember n. Men her er ongin in. Heldur ongin jólamaðurin er ókendur her um fy I Nepal er snøgt sagt van- ligur gerandisdagur. Ein rel- ativur håvetur við umleid 12 hitastigum og grødrarikum sinnopsmarkum er karmur um lívið hjá teimum umleið 300.000 innbúgvunum í hesum økinum. Og eisini hjá føroyska embætismanninum Tí her í Surket halda Tommy Petersen, konan Maja og døtramar Liv og Gyda til. Tommy, sum i vår fór í farloyvi úr Tinganesi og annars fylti fimti ár i ok- tober skal halda síni fyrstu jól saman við familjuni har ongi jól eru at hátíðar- halda Her er ongin jólastákan og heldur onki jólastress. Ein handil sigst vera í býn- um, sum selur plastikk jól- atrø. Tað man helst vera ti, at viðkomandi keypmaður hevur hoyrt okkurt gramlið um, at teir fáu vesturlend- ingarnir, sum eru her, halda jól og keypa j6latrø. Annars er onki sum ber boð í bý um, at jólini eru í hond. Hesum havi eg kortini onki ímóti. Hetta gevur tær hovið, sjálvur at hugsa um, hvat tú heldur jólini vera. sigur Tommy Petersen. ið verður tann einasta í umsit- ingini í Surket, sum fer í jólafrí Skilja onki - Mínir starvsfelagar og okkara grannar skilja púrt onki av, at vit nú skulu halda jól og fara í jólafrí. Men tey góðtaka tað, serliga tá eg havi greitt teimum frá, at okkara jól kunnu sammetast við teirra halgihátíð, sum verður hildin um heystið. Um heystið halda hinduarar nevnliga frí í tríggjar vikur, har tey heiðra teirra gudar. Hinduisman er nevniliga alráðandi relegiónin í Nep- al. Er Hinduisman gomul — grunløgd umleið 2000 ár fyri Kristi føding — so er demokratiid ungt. Demokratiid hevur minni enn tiggju år å baki i Nepal. Og tað er í roynd og veru i tí høpi, at Tommy Petersen nú starvast í Nepal. — Vit hava seinastu tíggju árini spælt við tankanum um, at tað hevði verið stutt- ligt at farið út í heim — inn í aðra mentan — at roynt seg, sigur Tommy Petersen. — Vit sóu eina lýsing, har DANIDA søkti eftir fólki til eina ætlan i Nepal, har mål- ið er at desentraliserað mið- fyristtingina í landinum, sum sambært traditiónina hevur hildið til í høvuds- staðnum Kathmandu, sigur Tommy Blitt fólk Hann fekk starvið. Og so gekk leiðin avstað í summar longu leiðina til Nepal. Og vegurin er ikki bara drúgvur í kilometrum — eisini ment- ala fjarstødan er øgilig. — Skal tú generalisera, so kann sigast um nepalesarar, at tey eru serstakliga blíð. Vit eru ótrúliga væl móttik- in og gestablídni er stórt, hóast fátækradómið er eyð- sýnt. Her, sum eg arbeiði, er talan um miðalklassa, meðan okkara grannar — har vit búgva — eru gll arbeið- araklassi. — Kortini eru fólkini, eg arbeiðið saman við, væl upplýst, og tað er ongin ivi um, at útbúgvingarstøðið er høgt. Hinvegin er analfabet- isma ein stórur trupulleiki fyri tann partin av fólkinum, sum ikki hava fingið stór- vegis skúlagongd, vísir Tommy Petersen á. — Nepal hevur verið sentr- alistiskt land og korruptión er als ikki ókent fyribrigdi, sigur Tommy um bónda- samfelagið, har heili 85% av íbúgvunum dúva upp á landbúnaðin. Kortini eru tað ikki grísar, neyt og annað kjøt, sum eyðkennir bóndalívið. — Her eta tey ikki nógv kjøt. Vit eta hálvavegna veg- etariskt. Rís og rúgva av grøntmeti er gerandiskostur. Snikjur kjøt seg upp i, so verður tað altíð skorið í strimlar og eti í smáum mongdum, sigur Tommy og leggur aftrat, at matur lítið í teirra tonkum, nú stundar til jóla. Tað verður heldur ikki í Nepal, at jólini vera hildin. Famljan Petersen setir nevniliga kósina bóti heil- aga býnum Dehli í India, har jólini fara at vera hildin. — Mat hava vit ikki hugsa um. Men eg kann hugsa mær, at vit fara at eta høsn- arunga við chilli jólaaftan. Alla leiðina úr Danmark kemur sonur teirra. og tey eru øll samd um, at keypa hvørjum øðrum jólagávu í India. — Men tað verður neyvan nakað jólatræ á skránni. Vinurin Gammel Dansk Hóast gåvurnar ikki vera pakkaðar upp fyrr enn jóla- aftan í brennandi hitanum í Dehli, so veit Tommy longu, hvør tann eina gávan verður. Og hon riggar best avkøld. — Ja, sonurin hjå mær hevur lovað at taka eina fløsku av Gammel Dansk vid sær úr Danmark. Tá eg fylti 50 í heyst fekk eg tríggjar og tað kom væl við, sigur Tommy og leggur aftr- at, at í Surket ber ikki til at keypa alkohol yvirhøvur. — Tú kanst gott nýta alk- ohol, men ein lóg forbjóðar Hóast fátækradómi er stórt í Sukret, so er blíð- skapurin ófórur, og yngsta dóttir, Gyðja, hevur longu fingið hópin av vinkonum handlum har í býnum at selja spiritus og øl. Hetta minnir eitt sindur um alko- holbannið í Føroyum i 1908. Her í Surket eru tað kvinnur, ið hava tíkið seg saman og sagt, at nú kann vera nógmikið og tær hava fingið politisku myndug- leikarnar at seta bann fyri sølu. — Hinvegin kanst tú gott Nr. 245 - 23. desember 1999 Tommy Petersen á hestbaki við dóttrini í býnum Suk- ret, har hann skal fáa al- mennu umsitingin at virka fara til grannabygdina og keypa. Har er loyvi at selja Og hóast tað er ikki loyvt at keypa ella selja alkohol í Surket, so er onki forboð móti at drekka alkohol kort ini, sigur Tommy Petersen Og soleiðis kann farloyv isarbeidandi embætismað urin kanska eina stilla stund saman við familjuni leska sær við norðulendskt krydd aða drykkinum oman á chilli rætt í jólahitanum hin umegin knøttin. Síðani konan og eg fluttu til Føroya i 1974 hava vit viðhvort spælt við tank- anum, at tað hevði verið stuttligt at roynt at liva onkra heilt aðra staðni, har mentan og klima er eitt heilt annað. Øll trý børnini hjá Maju og Tommy eru fødd og upp- vaksin í Føroyum. Vit vildu vísa børnu num, at hvussu tú kanst liva øðrvísi aðrastaðni í heim- um, sigur Tommy. Eg veit, at hóast henda verðin kann tykjast nógv ødrvisi enn okkara, so haldi eg meg kortini kunna siga, at nógv av virðinum eru tey somu. Hóast tey her dyrka fleiri gudar, so gongur lívið í mangar mátar út upp á tað sama. Eg kann taka dómi frá arbeiðnum hjá mær, har karmarnir eru heilt ødrvisi enn i Føroyum. Pengar er lítið av, tøknin er ikki frammaliga, bygningarnir skroypiligir. Kortini ger fyr- isitingin her grundleggjandi júst somu tænastur, sum í Føroyum. Tommy heilsar sjålvsagt øllum vinum og kenningum og ein serlig jólaheilsan fer til øll tey, sum ganga við tonkum um at fara út í heim at víðka horisontin. - Farið avstað! Og farið áðrenn tit eru 40. Gleðilig jól.