Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 23. desember 1999 tíðindablaðið 13 Blásti onglendingar um koll DÁNJAL HØJGAARD -Hetta var tann besta jólagávan eg havi fingið higartil. Tað sigur ein sera fegin Andras Olsen úr Havn, sum í vikuni kom heim til Føroya, at halda jól saman við familjuni. Og Andras Olsen kann saktans vera fegin. Fyrr í hesum mánaði- num tryggjaði hann sær lestrar- pláss á einum av allar bestu klass- isku tónleikaskúlunum í Onglandi. grótharðari kapping við hópin av ødrum ungum og evnaríkum tón- leikarum Í ár vóru okkurt um túsund tón leikarar úr øllum heiminum til upptøkuroynd hjá Royal Academy of Music. 50 sluppu gjøgnum nálareygað. Vanliga sleppur bert ein trom- bonspælari inn á skúlan um árið. Og hesaferð var tað ein ungur havnamaður, av kendari horntón- leikarafamilju í Havn við eini for- tíð í Havnar Hornorkestri, sum streyk avstað við lestrarplássinum -Tað eru 40 nationalitetir á Royal Academy of Music. Við mær verða tað 41, sigur Andras Olsen, sum eftir ætlan byrjar á skúlanum í London í september. Róptur innaftur Andras greiðir frå, at upptøku- royndin í London vardi einar 20 minuttir. Hesa løtuna spældi hann tvey stykkir upp á trombonina. Eitt solostykki eftir Enrique Crespo og brot úr trombonkonsert eftir Henri Tomasi. Síðani skuldi hann bladl- esa nakrar nótar, hann ikki heyði sæð fyrr. Onkur dómari, sum hann hevði hitt frammanundan, lat eftir royndina, okkurt orð fella, um at Andras hevði gjørt stór framstig. -Síðani pakkaði eg trombonina niður og gjørdi meg til at fara. Men á veg út steðgaði ein vegleið- ari mær, og segði: “Bíða líka. Tú 21 ár, úr Havn. Fór at spæla trombon sum 14 ára gamal, Byrjaði í Havnar Hornorkestri og Torshavnar Musikkskúla 21 ára gamli trombonspælarin, Andras Olsen er sloppin inn á kenda tónleikaskúlan Royal Academy of Music í London. Samstundis hevur skúlin valt at stuðla tí unga talentinum fíggjarliga sleppur at spæla eitt sindur aftur- at". Tá bleiv eg bangin og hugsaði: Tað var ikki nóg gott! Men einki var at óttast fyri. Framførslan hjá Andrasi hevði gingið so mikið væl, at hann var millum teirra, sum vóru vald út, at hava eina eyka framførslu fyri rek- taranum og vararektaranum. Tá hendan framførslan var av fekk Andras boð um, at hann kundi byrjað á Royal Academy of Music næsta ár. Við einum ensk- um scholarship, t.v.s. lestrarstuð- ul. Herðaklapp -Teir søgdu seg vera hugtiknar av EITT SINDUR UM ANDRAS OLSEN Vid i nordurlendska ungdómsorkestrinum, Orkester Norden, 1998 Byrjaði á musikkkonservatoriinu m i Arhus, 1997 4. plåss i talentkapping fyri solistar, Finnland 1998 framførsluni. Teir søgdu mær, at teir høvdu nakrar øgiliga góðar trombonspælarar á skúlanum, men at eg fór at hóska væl millum teirra Andras dylir ikki fyri, at tað kennist sum ein álitisváttan, at fáa lestrarpláss við einum scholarship frá so mætum skúla sum Royal Academy of Music. Peningaupp hæddin telur ikki mest Eg eri fyrst og fyri at eg Operasangarar onnur. Tað er prestisja at fáa eitt slíkt scholarship, sigur hann A ir fremst glaður varð valdur framum klaverspælarar og Vil spæla solo Andras Olsen gongur á musikkon Arhus, og í summar hevur hann eitt ár eftir av útbúgv ingini Ætlanin er, at taka farloyvi frá skúlanum í Arhus, meðan hann søkir tær stóru avbjóðingarnar í London. Hann hevur møguleika at vera á Royal Academy í tvey ár Andras sigur tað vera ein dreym fyri ein ungan tónleikara, at sleppa til London at læra. London er ein verðinsbýur fyri klassiskan musikk, og har eru møguleikar, at fåa undirvising frå heimsins bestu tónleikarum -Eg komi at kenna fleiri tónleik- arar, og fái samband við fólk víða hvar, sigur Andras, sum gongur á pedagogisku linjuni konserva torinum í Arhus, men stílar eftir eini framtíð sum innan klassiska tónleikin -Eg kundi hugsað mær at liva sum frílansi og ferðast umkring til konsertir. Skal eg heimaftur eina- ferð kann pedagogikkurin eisini koma væl við, sigur tann fegni jólagesturin servatorium 1 solistur rúmiskan tónleik. Avloysari í danska Kluvers Big Band.