hósdagur 23. desember 1999síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 23. desember 1999
minuttir vóru farnir í tíðarinnar
hav í Havnini hesi fimm árini tú
vart her suðuri.
A kondittarínum vart tú væl
móttikin og kendi teg sum
heima. Tú vart partur av einari
stórari familju, ið hevdi sína
dagligu gongd her. Andras í
Norðadali og Hornabóndin
vóru eisini limir av hesi
familju. Mangan sótu teir í
hørðum orðadrátti á
Kondittarríðnum og lósu
alskins spjaldrabókstavir
niður yvir kaffi og køkur.
Langaðu nevan í borðið og
vildu rópa sekstiåra kåtastu
illsinnisgleps út yvir Káta
hornið, Fransa brekku, Aar-
vegin og Vaglið. Sigarin hjá
Hornabóndanum fann seg í
øllum hesum kropsmáli. Hon
hekk so slunkin niður av varr-
akantinum, men ernaðist og
raknaði við, tá ið borðið fór at
rósa í hesum mikla kjaki.
Hornabóndin festi í aftur og
roykurin toygdi seg út eftir
gólvinum og hekk fastur í teim-
um gulu, orrangelittu gardinu-
num, sum vóru settar við brún-
um mynstri. Myndirnar hjá
Kampmann hóskaðu so sera væl
til hesar gardinur, ella tað øv-
ugta kundi verið sagt.
Sigarin hjá Hornabóndanum
fekk fólk í jólahýr. Kepparnir
sótu á knøunum, ella lógu við
síðuna av borðiskinum og lótu
ikki við seg koma. Teir vistu
sum var, at kjakið var ikki
floymur av orðum, men ljóð og
kropsmál, og tað vistu øll eisini,
sum inni vóru. Ikki gjørdu teir
nógv um seg, men vóru friðar-
fólk og ein partur av Havnini.
Hetta gjørdi staðin farvuríkan
har bæði ekspressionisma og
impressionisma ráddi í eygna-
krókum, keppum, hattum, frakk-
um, kroppi og gummistylvum
bæði hjá Andras í Norðadali og
Hornabóndanum og øllum, sum
fóru oman eftir og niðan eftir
Aarvegnum.
Hornabóndin mælti onkuntíð.
Hvør munur var ímillum aldu,
báru og bylgju? Hetta filisofiska,
sum lá yvir manninum, keppi-
num, ríðibuksunum og ikki at
gloyma seruttini var sum ein
bára, ein bylgja, ein alda, ið fór
yvir Havnina upp undir jól 1966.
Úti hjá Absalon Eysturoy vóru
tey í jólahýri. Gertrud, kona
Absalon, hevði fingið sær for-
rætning. Eina blómuforrætning -
Orkidé. Absalon var hegnis-
maður og hevði smíðað. Blómu-
handilin var beint við síðuna av
inngongdini. Hetta vóru vertirnir
tey fimm árini, tú vart her suð-
„uri. Heiðursfólk. Her fóru løtur-
nar avstað undir bitunum hjá
Absalonni og Gertrud - digst við
Gamla kirkjugarð. Friðarligari
granna fekst tú ikki. Grantrøini í
kirkjugarðinum lótu við greinu-
num. Heilsaðu teimum deyðu og
ynskti teimum gleðilig jól, sum
lógu undir grønutorvu og taldu
jOlini. Innandura var eisini grønt
- serliga til hesi jólini, nú Ger-
trud heyð fingið sær sølubud við
marglittum blómum. Eitt jóla-
prýði høvdu vit fingið frá Orki-
dé við góðum ynskjum um eini
gleðilig jól og eydnuberandi
nýttár og takk fyri alt, ið tí farna
og farnum tíðum.
Hetta var fyrstu ferð, at eitt
jólaprýði stóð framman fyri tær.
Tú hugdi eftir hesum grónu
greinum og tí leiftrandi ljósi-
num, ið spældi á vegginum og
helt, at Sofus og Johanna Jensen
vóru eitt sindur óparalig, tó so
triggjar minuttir høvdu tey klår-
ad at hildid saman. Men tey sum
lógu i
kirkjugardinum høvdu ligid
leingi. Hjá teimum vóru triggir
minuttir sum túsind ár og túsind
ár sum tríggir minuttir. Tey
høvdu verið her á Guðs grónu
jørd, men høvdu ikki verið til
roynd hjá Sofusi og ikki var tað
Johanna, ið helt vakt yvir teim-
um. Nei, tað var øll Havnini, ið
lá yvir tí stilla kirkjugarðinum
og gav teimum deyðu friðsælt
glámlýsi úr Vágsbotni og Skipa-
smiðjuni. Nøkur gøtuljøs stóðu
vid Dalagøtuna og mongdaðu
seg upp í døkka, dimma glám-
lýsi og prædikaðu Guðs frið á
jørð og í menninskjunum góður
tokki og vælsignaðu tey deyðu í
tí myrku grøvini. Hetta vardi
fleiri ferðir tríggjar minuttir,
meðan sitið varð framman fyri
gluggan í Jóannes Paturssonar-
gøtu aftan á ein strævnan dag
saman vid Sofusi og Johannu
Jensen.
Løturnar fóru at fækkast
framman fyri vindeygad digst
við Gamla kirkjugarðin. Niður-
teljingin var byrjað. Her stóð
eingin Johanna Jensen framman
fyri tær og hugdi at klokkuni.
Tað var óneyðugt, tí stundarløt-
urnar drógu seg sjálvar opp á
tråd. Tær høvdu verið nógvar og
góðar.
Absalon og Gertrude vóru
tvey musisk menniskju, hann
sum handverkari og hon sum
góður sangari. Onkuntíð tramp-
aði hon í gólvið fyri at fáa okk-
um upp at syngja. Hon hevði eitt
gott klaver í stovuni. Hetta
kvøldid upp undir jól 1966, nú
blómubúðin Orkidé hjá Gertrud
og Absalon hevði fett sær á í
Jóannes Paturssonargøtu, var ein
boðannardagur av teimum
frægu.
Henni dámdi sera væl
sang og somuleiðis okkum. Hon
bað okkum hetta kvold 14.
desembur 1966 koma upp at
syngja.
— Nu skal við synge julesalm-
tíðindablaðið SOS
er. - Gertrud var donsk.. - Vi
skal ogsá synge den der: Der
flyver sá mange fugle.
Jóannes Nolsge setti seg við
klaverið, og vit sungu jólaløg og
ikki at gloyma: Fra Halum til
Bælum, Nonnen hun sang í det
hellige kor, Der flyver sá mange
fugle, Barn Jesu sum í krubbu lá
og ikki at gloyma: Teir heilagu
kongarnar. Her var rómur og
himmalin var á Guðs grónu jørð,
sjálvt við Gamla kirkjugarð.
Gertrude og Absalon brosaðu.
Tey vóru kanska eitt sindur sorg-
blíð, tí tey vistu, sum var, at
hetta var tann síðsta jólakonser-
tin við Gamla Kirkjugarð við
okkum sum sangarum. Eigil,
Mortan, Jóannes, Hans Olaf,
Jógvan Ólason og greinskrivarin
sungu so tað gnelti í. Kenslu-
borna løtan rann avstað. Eitt lag,
sum ofta var á lofti, tá hýruruin
var av tí besta var: Sig nærmer
tiden, da jeg skal bort, jeg hører
vinterens stemme, ti også jeg er
kun her på træk
Blémuangin frå Orkidé salv-
aði løtuna í turkis og blómuanga
av Bethlehems fløtum.-
Absalon vildi altid hava
Gertrude at syngja: Fader vor
upp undir endan. Tå vistu vit,
at nú vóru triggir minuttir eftir
til henda konsert fr at enda.
Gertrude reisti seg úr stóli, og
settist við klaverið og sang:
Fader vor. Hvør tónasmiðurin
var, veit greinskrivarin ikki.
Sama ger. Tá var stilt í høll og
Absalon, mundi óiva minnast
farnar løtur saman við Gertrude
í ungdómsárum, mandómsárum
og nú, hvar tann styttra tíðin var
eftir á hesi fold. Vakra
jólaprýðið á borðinum við tí
bleiktrandi ljósinum salaði
løtuna og vit takkaðu Gertrude
og Absalon fyri frágeru stundina
her upp undir jól 1966 og ynsktu
teimum gleðilig jól. - Ja,
somuleiðis, varð svarað.
- Ja, de synger godt de drenge,
det má jeg sige. De burde lære
at synge. Nej, hvor var det
dejligt. - Hoyrdu vit Gertrude
siga við Absalon.
Kirkjugarðurin lænti tær æv- |
igar løtur í surrialistiskum stíli. I
millum greinar og steinsettan
garð flættaði ljósið seg í bíbilsk-
ar lindir av blinsktrandi ljósti-
nnum. Vátar greinar og vátir
steinar lósu stillisliga Faðir vár
saman og vælsignaðu tey, ið
búðu so nær teimum sovandi
deyðu. .-
Niðri á Aarvegnum stóð jóla-
træið. Tað hevdi fest røtur á eini
flotoyggj, ið rak við vindi og
streymi á Aarvegnum. Træið
hugdi at sínum byarbørnum og
helt tey vera vældæmd upp und-
ir jól. Sjálvt Jóa og Jóannes við
trillubørini vóru kinnareyðir nú
jólini nærkaðust. Purpurhinna lá
um kjálkarnar á børnunum i tí
frostkláru luftini, ið spældi sær
aftan fyri Gamla Bókhandilin.
Har vóru eisini purpurreyðar
lyndir, sum nálgaðust upp í vio-
lettum og turkislittum dúntámi
úr glógvandi himnatinnum. Jóla-
hýrurin var í trøum og greinum,
í andlitsbragdum á eldri og yngri
og í húsatekjum víða um í
Havnini.
Frelsunnarherurin kom oman
eftir Aarvegnum við Kalla á
odda og Olavur í Horni við stór-
27
utrummu. Hann slerdi so taktfast
á trummuna, ið knelti í millum
stein og múr og fekk træið á
lítlu oyggj at hella vanga av
hesum hvølla bresti. Træið visti
um Frelsunnarherin og Stóru-
trummu hjá Olavi í Horni, sum
var slektaður úr Øravik og
frøddi seg yvir henda sermerkta,
eggjandi tónleik. Fólk steðgaðu
á og vildu hoyra horntónleik og
eitt orð á vegnum frá obertinum
í hesum lítla hópi. Hon var
norsk og lat lívsorðið tóna
millum manna, sum norðmenn
gera, ið hava ein boðskap at
bera. Teir ljóða, sum um teir
píska seg sjálvar upp í skúm við
einari kenslubornari gråturødd
og løgi tykist tað, hetta dámar
føroyingum. Lúðrasveinarnir í
frelsunnarherinunm við tí hvítu
nótataskuni og teimum myrku
klæðunum kvinnurnar undir
kýsa og mennirnir undir kask-
etti, lótu tónarnar fara um Vagl-
ið: Once in Royal David City.
Her stóðu vit nakrir lærara-
skúla næmingar av bygd og
tugdu hesa løtu. Vit høvdu hildið
saman allar hesar dagar og vóru
drignir at hesum orðum og tón-
leiki. Her stóð Mortan, Eigil og
Jóannes sunnan av landi. Her
var Jógvan, Hans Olaf og grein-
skrivarin norðan av landi og
skuldu nú brynja seg út til at
fara undir læraryrki komandi ár.
Oman eftir Aarvegnum kom
ein serlingur væl úr hondum
greiddur sveinur í koti, reyð-
húgvu, knæbuksum og húða-
skóm og leiddi eitt ross. Hann
hoyrdi ikki til rithøvundarnar, ið
plagdu at steðga á Lítlu oyggj.
men var ein gróðurfastur oyggj-
abúgvi. Í honum var væl av
skaldskapi. Hann plagdi at vitja
á Stødini í Fuglafirði og var
katolikkur. Her las hann katólsk-
ar bønir, tá ið hann legði seg.
Hetta var Theodor.
Tann einsamalli oyggjarbúgv-
in við rossinum- ,, æsnaðinum“
flutti seg millum mannamúgv-
una og fór beina leið til Bethle-
hem. Tær myrku rundu brillur-
nar góðu honum dám av at hann
var framsíggin, hann sá — hann
sá barnið í krubbuni og var á
veg at tilbiðja tað. Hann vildi
fella á knæ og lesa nakrar kat-
ólskar bønir við krubbuna. The-
odor er russiskt navn og merkir
Guðs gáva.