hósdagur 23. desember 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
26
tidindabladid S
Nr. 245 - 23. desember 1999
Moti jolum å Føroya
Læraraskúla 1966
læraraskúlanæmingar búðu
hjá Gertrud og Absalon Eysturoy
við Gamla Kirkjugarð í Havn. Á
tekningini útsýni yvir kirkjugarðiná
Svínaryggi, Havnina og Nólsovarfjórð
Aftur í ár hugleiðir Frits Johannesen, lærari í Fuglafirði, um tíðina, tá hann gekk á lærara-
skúla í Havn. Í hesum seinasta partinum skrivar hann um tíðina í Havn fram til jóla 1966
Frits Johanne-
sen skrivar og
teknar
Hetta vóru
síðstu jól í høv-
udsstadnum,
áðrenn tú gjørd-
ist lærari. Mangt
rann í hugan frá farnari tíð, hvar
miðdepilin í Føroya landi hevði
goymt at tær í ár so mong.
Leingi var at síggja fram til
1967, tá ið farið varð undir
lesturin í 1962. Men skjótt gekk
tíðin, tí tú vart so væl havdur og
búði so væl. Ikki var Havnin
nógv broytt hesi ár. Alt var
næstan við tað sama. Tey somu
fólkini fóru dartandi oman og
niðan eftir Aarvegnum. Somu
fólk stóðu við tað Káta Hornið
kvold um kvold, tå ið veður var
til tess, og somu fólk sótu á
Kondittarrínum dag um dag og
kvold um kvold.
Læraraskúlanæmingarnir sótu
her dagliga á Kondittarrínum
og fingu sær ein duss. Serliga
tey góðu lagkøkustykkini
krassaðu væl og var hetta
listimetið hjá havnarfólki og
læraraskúlanæmingunum, sum
vóru komnir av bygd. So
munnbaran bita var ikki til at
bekoma aðrastaðni. Hann var
bert her, og her skuldi hann
vera. Servitrisurnar vóru
fryntligar og dámligar og
gjørdu ikki mun á høgum og
lágum. Í teirra eygum
skuldi kundin
hava tað
, besta,
um tað
so var
ein bygdadrongur, Andras í
Norðadali ella Hornabóndin og
skrivstovurotturnar, ið eisini
høvdu sina dagligu gongd undir
hesum bitum.
14. januar 1966 var einki und-
antak. Dagurin var ein myrkur
desemburdagur. Væl kundi tú
verið hugtungur av hesum ljósi
og myrkri, ið bardust um høv-
uðsstaðin í desembur, men slapst
inn á Kondittarríið ein dag ella
tveir um vikuna, var hetta bót
fyri sál og líkam. Tann síðsta
jólaroyndin var komin upp undir
land og ja, alt hevdi bara gingið
upp á stás. Johanna Jensen og
Sofus høvdu sitið vakt. Johanna
var sum klipt úr eini enskari
krimisøgu og stóð so stramm
framman fyri okkum og Sofusi.
Sofus var so mildur í ásjón, so
Johanna Jensen mátti síggja eitt
sindur strangari út, men var bara
fryntlig hóast alt. Hon gekk upp
í hetta vaktarhald við lív og sál
og hugdi út yvir henda unga
skara við myndugleika og einum
Hitchcook egnabrái. Hon skim-
aðist. Kanska metti hon um
hvor, ið var tann mest óargalig
av okkum — kanska var onkur av
okkum eitt sindur knorlakendur,
men 6høviskir vóru vit ikki , nei
rætthugsandi læraraskúlanæm-
ingar.
Royndin leid upp undir endan.
Johanna Jensen setti røddina upp
á snið og kunngjørdi: „, Nú eru
bert tríggir minuttir eftir, og tú
kanst gera nógv í tríggjar
minuttir.“ Og í Sofus læt: „Ja,
tríggir minuttir.“ Eingin ivi var
um, at Sofus hevdi longu gjørt
sær fleiri tankar um hesar tríggj-
ar minuttirnar. Hjá Sofusi lá alt í
filisofiskum rendum
Vit søgdu einki, men hildu
hetta verða so sera skemtiligt: „.
Tu kanst gera nógv í tríggjar
minuttir!“ Ja, sanniliga kann
nógv gerast í tríggjar minuttir.
Russar ella amerikumenn kundu
spreingja heimin í luftina eftir
fáum minuttum, sigarglóðin hjá
Hornabóndanum kundi kódnað
eftir einari skammari stund, og
Sofus kundi næstan koyra niðan
í Hoydalar í tríggjar minuttir. Jú,
Johanna hevði rætt, nógv kundi
gerast í tríggjar minuttir, og
Sofus kundi gerast skotin í Jo-
hannu í tríggjar minuttir, ja,
minni enn tað. Men bæði vóru í
jólahýri, so teir tríggir minutt-
irnir vóru bara eini boð úr einum
tankatrigili frá tveimum fólkum,
sum høvdu livað eitt heilt liv.
Hjá teimum vóru tríggir minuttir
nógv, tí tann styttra tíðin var
eftir her á Guðs grónu jørð. Hjá
okkum var hetta eitt lítið dism í
tímaglasinum, vit høvdu lívið
framman fyri okkum, og jólini
vóru í hondum og tey skuldu
vera lang í ár - tríggjar langar
minuttir.
- Nú mugu tit gera tykk-
um til reiðar at lata uppgáv-
unar til okkum.
Johanna gekk sína hóv-
ligu gongd millum borðini
og segði nøkur orð við
Sofus. Hon setti altíð
fingraspíssarnar hvør móti
øðrum. Ikki sum Påvin ger
við flatari hond, men ein
stílur, sum síggjast kann hjá
fólki, ið hava myndugleika.
Onkuntíð sært tú tó Pávan bert
seta spissarnar leysliga hvor
móti øðrum, men tað er sjáldan.
Johanna Jensen var nógv tignar-
ligari enn Pávin. Hon hevði
rættan hugburð. Ohugsandi í
hennara verð var at seta lógvar-
nar so tætt hvor at øðrum. Nei,
tað skuldi gerast við yndi, før-
leika og tign.
Johanna slepti fingrafestinum
Frits Johannesen og aðrir
tók uppgávurnar, sum um hon
fangaði ein summarfuglar á eini
kápukonu. Sofus gekk millum
borðini og heintaði sín part, eins
og hann fangaði síl undir einum
áarbakka. Sofus hugsaði ikki so
nógv um stíl. Hann var søgu-
fróður og visti alt um rættan stíl.
Tað hevði verið ov tungt hjá
honum at fingið sær tann rætta
„stílin“. Hann hevði blivið ødr-
kymlaður, og kanska mist takið
á sær sjálvum. Skuldi hann hava
ein gotiskan stíl, rokokku stíl,
ella skuldi tað verið ein reness-
ancustílur ella ein hugburður úr
Kvívík, sum hann skuldi borið?
Tann stílfulla Johanna og tann
stílleysi Sofus sótu væl um sátt,
men kanska var hetta so, at tað
var ein dámur yvir Sofusi, ein
stílur, sum vit kundu rópt Sofusa
stílur. Hvor veit? Annars var
hetta honum so fjart, at tað nært
ikki við sinnið og langt frá tí.
Tá ið Johanna tók til orðanna,
svaraði hann henni altíð í blíð-
um orðum. Hann var altíð blíð-
ur. Johanna mælti Sofust til at
kvitta fyri, at alt var farið reglu-
liga fram og tíðin var yvirhildin.
Johanna stóð uppi yvir Sofusi
við fingraspíssunum hvør móti
øðrum, meðan Sofus skrivaði
sítt kristna navn á uppgávurnar.
Hetta var danskur stílur, ið varð
skrivadur. Sofus fekk uppgávur-
nar og helt: „. Hetta er løgið, at
eg sjálvur skal kvitta fyri tað, ið
eg sjálvur skal rætta?“
Jú, sært tú Sofus, er okkurt,
sum tað ikki eigur at vera, so eru
tað vit bæði, sum skulu standa
til svars fyri misbrotið og gá-
loysni.
- Ja, rætt hevur tú: Commu'ne
naufra'gium du“lce (felags mis-
brot (skaði), er felags troyst.) Tit
konufólk eru so krevjandi. Eg
eri so sera glaður yvir, at eg ikki
eri giftur. Tað høvdu verið nógv-
ir langir tríggir minuttir heyði
havt teg til konu!
Johanna smíltist og Sofus
smálæði
„Tríggir minuttir, ja tríggir
minuttir“ - elti okkum til vit
komu niðan á kondittaríið. Vit
vistu, hetta var síðsta jólaroynd-
in, tú vart til á
hesum skúla.
Nógvir
tríggir