fríggjadagur 24. desember 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 24. desember 1999
tíðindablaðið
Einir sjey ella átta
fangar skulu í ár
halda jól handan
rimarnar í Jónas
Broncksgøtu.
Starvsólkið í
Arresthúsinum fer í
størstan møguligan
mun at gera jólini
hugnalig fyri
teimum sum ikki
sleppa út at halda
jólini saman við
sinum nærmastu
Mynd: Alvur Haraldsen
Jólini verða eisini hildin
handan rimarnar
Ymiskt er, hvussu fólk halda jól. Tey flestu eru saman við sínum nærmastu um hógtíðina, men tað
eru tó nókur, ið noyðast at halda jól handan rimarnar í arresthúsinum í J. Broncksgøtu. Starvs-
fólkið í arresthúsinum roynir tó at gera jólini so hugnalig sum gjørligt fyri fangarnar
TERII NIELSEN
Hóast tú hevur gjørt eina
brotsgerð og situr í fongsul,
so eru myndugleikarnir her
á landi so mikið lagaligir,
at teir lova tær at sleppa at
halda jólini saman við tín-
um nærmastu. Tað vil siga,
at teir flestu av teimum
fangunum, sum í løtuni sita
í arresthúsinum í Jónas
Broncksgøtu sleppa heim at
halda jólini saman við sín-
um kæru.
Nekur sleppa
ikki heim
Í ár verða tað tó einir átta
fangar, sum ikki sleppa
heim á jólum. Hetta eru
fyrst og fremst fangar, sum
sita varðhaldsfongslaðir.
Tað vil siga, at teir ikki eru
dømdir, men at sakarmálið
koyrir ímóti teimum í løt-
uni. Fyri ikki at ávirka
kanningarnar hjá løgregluni
sleppa hesir fangarnir ikki
út um jólini, tí mett verður,
at teir so kunnu ávirka
kanningararbeiði.
Leiðarin í arresthúsinum,
Bent Jákup Hansen, sigur,
at tað mangan gongur rúm
tíð frá tí, at ein er dómdur
fongsulsrevsing, og so til
man skal inn at sita. Tá ið
so arrestin innkallar fólk til
at sita dómin hjá sær, so
royna teir at laga tað so, at
fólk ikki koma at sita um
jólini og aðrar høgtidir við.
Hann nevnir eisini, at tað
onkuntíð hevur lagað seg so
mikið væl, at teir ikki hava
havt nakran fanga sitandi
um jólini, og tískil hevur
arresthúsið tá verið stongt
um høgtidina.
Annars roynir starvsfólk-
ið í arresthúsinum at gera
tað so hugnaligt sum gjør-
ligt handan rimarnar, nú
jólini eru á gáttini. Tá ið
Sosialurin vitjaði, høvdu
fangarnir longu prýtt kliv-
arnar, og sama kvold skuldu
teir fáa dekoratiónir á borð-
ini. Bent Jákup Hansen sig-
ur, at tað er so hugnaligt,
sum tað nú einaferð kann
vera undir teimum um-
støðunum, sum har eru.
Maturin er góður
Eins og so mangir aðrir før-
oyingar gera nú á døgum,
so eta teir í arresthúsinum
dunnu á jólum. Allur mat-
urin, ið etin verður handan
rimarnar, kemur av lands-
sjúkrahúsinum, og teimum
hevur Bent Jákup Hansen
alt gott at bera. Hann sigur,
at maturin er avbera góður,
og um høgtidirnar plagar
okkurt eyka gott mangan at
fylgja við matinum. Eins og
øll onnur fáa teir eisini rís-
ingreyt omaná. Tað einasta,
sum er eitt sindur ødrvisi
við matinum í hjá teimum,
sum sita í arrestini um jól-
ini, er, at teir fáa jóladóg-
urðan á miðdegi jólaaftan
og ikki um kveldið, sum
annars er vanligt heima við
hús.
Eisini fáa allir fangarnir
gávur, um teir sita inni á
jólum. Vanligt er, at familj-
an kemur við gávum til
teirra, og hetta verður latið
teimum uttan stórvegis
hóvasták.
Tað er ikki bert mat og
gávur, sum tey fongslaðu í
arresthúsinum, fáa um jól-
ini. Eisini fáa tey andaliga
fødi. Arresthúsið hevur sín
egna prest, ið kemur at
halda eina guðstænastu fyri
fangunum jólaaftan, og
arresthúsleiðarin sigur, at
tað plagar allir fangarnir at
vera við til. Prestur hjá
arresthúsinum er Sverri
Steinhólm, sum eisini er
sjúkrahúsprestur.
Nógv gistandi í ár
Bent Jákup Hansen sigur,
at í ár hevur arrestin havt
rættuliga nógv fólk gist-
andi. Nágreiniliga hvussu
nógv fólk talan er um, dugir
hann ikki at siga, men talið
liggur um tey hálvtannað-
hundrað. Hetta talið er
rættuliga høgt, og teir hava
næstan fult hús so at siga
allatíðina.
Arresthúsið í Havn hevur
rúm fyri 15 fangum, men
verður stúvað væl, so
kunnu teir vera 18 í tali.
Allir klivarnir eru til ein
persón, uttan tann eini, har
rúm er fyri trimum fangum
í senn.
I arresthúsinum eru
nógvir ymiskir hentleikar,
sum fangarnir kunnu gera
sær dælt av. Til dømis hevur
húsið eitt væl útgjørt kondi-
rúm, har man kann styrki-
venja. Somuleiðis er borð-
tennis, billiard, dart og aðrir
hentleikar, sum ein kann
stytta sær um stundir við.
Allir klivarnir hava sjón-
varp, har møguleiki er at
síggja seks ymiskar rásir.
Annars roynir starvsfólkið
í arresthúsinum at gera dag-
arnar hjá teimum, sum sita
inni, so líkar døgunum utt-
an fyri rimarnar, sum gjør-
ligt er. Roynt verður, at
fangarnir í mest møguligan
mun hava eitthvørt at takast
við um dagarnar, so at dag-
urin ikki gerst so gråur og
keðiligur. Bent Jákup Han-
sen greiðir frá, at eru til
dømis onkrar umvælingar,
ið skulu gerast í húsinum,
so verður ofta heitt á onkrar
av fangunum um teir hava
hug til at gera hetta, tí tað
vísir seg, at nógvir av teim-
um eru ógvuliga fittir í
hondunum og hava hug til
at gera slíkt arbeiði. Somu-
leiðis eru tað fleiri, sum
stytta sær stundir við at
rippa húkar.
Arresthúsleiðarin sigur,
at teir hava eina fasta dag-
skipan í húsinum, sum sig-
ur, at tey, ið sita inni, ar-
beiða frá klokkan átta á
morgni til klokkan tólv.
Síðani er døgurdastedgur í
ein tíma, áðrenn farið verð-
ur aftur til arbeiðis klokkan
eitt, og so verður arbeitt
fram til klokkan fimm. Um
kvold er so felagsløta, har
man kann gera sær dælt av
mongu hentleikunum í
húsinum. Hesir skipaðu
arbeiðsdagarnir eru serliga
ætlaðir teimum, sum sita
inni í longri tíð, tí tað vísir
seg, at hava hesir fangarnir
ikki nakað at takast við, so
verður vent upp og niður á
degnum hjá teimum, og teir
verða ávirkaðir av hesum
sálarliga, sigur Bent Jákup
Hansen.
Gongur friðarliga
fyri seg
Annars heldur arresthús-
leiðarin, at tað gongur frið-
arliga fyri seg yviri í Jónas
Broncksgotu. Sjáldan eru
nakrir trupulleikar við teim-
um, sum sita inni, og tað er
heldur eingir trupulleikar av
teimum, sum sleppa heim
at vitja um jólini. Teir, ið
sita langar dómar, sleppa
onkuntíð heim at vitja fa-
miljuna okkurt vikuskifti,
men móta so aftur í arrestini
sunnukvøld. Í ár fella jólini
á eitt vikuskifti, so tað verð-
ur ikki stórt ødrvisi hjá
fangunum enn at fara heim
í vikuskifti.