Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. desember 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 24. desember 1999 við til at samansjóða ferða- fólkið, og leygarkvoldið gjørdist bara avbera hugna- ligt. I gjårkvøldid (sunnu kvøldid blåm.) var tað so m ikid ringt veður, at tå var lítil futtur í umborð. Hetta er kanska íkki síðstu ferð, at tú velur at tíðindablaðið ferðast á henda hátt? Nei, tað rokni eg ikki við Eg skal eisini niður aftur við Januar, Norrónu tann 1. men eg haldi at hetta er fín asta slag Hvat gleðir tú teg mest til um jólini? Eg gleði meg mest til at hitta mínar vinmenn og míni foreldur, og so gleði eg meg ikki minst til allan tann góða matin Hvat við nýggjárinum? Eg ætli mær at gera tað, at eg fari til Vágs, har eg er! uppvaksin, at halda nýggjár, tí har verður altíð gjørt serliga nógv burturúr nýggjárinum. Tá ið vit nú skulu hátíðarhalda ár 2000 tvist eg ikki i, at tað verður gjørt serliga nógv burturúr Bygdarfólkið á Eiði fer ikki í kirkju jólaaftan. Ístaðin savnast alt bygd- arfólkið í skúlanum um fýratíðina seinnapartin, og tá verður dansað um jólatræið, jólaevangeliið verður lisið, og bórnini fáa okkurt gott aft- urvið eini søgu TERJI NIELSEN So leingi sum menn vita um, hevur gudstænasta ikki verið á Eiði jólaaftan. Ein av elstu og virknastu monnunum innan missións- arbeiði á Eiði, Kjartan Stakksund, sigur, at alt tað hann veit um, hevur bygd- arfólkið savnast til jólatræ jOlaaftan. Fyrstu mongu ár- ini var jólahaldið í missi- ónshúsinum, men seinnu árini í skúlanum. Tað hevur altíð verið jólahald, og ong- antíð hevur guðstænasta verið, sum hann veit um. Jóladag er guðstænasta í bygdini, og tá metir alt bygdarfólkið trúfast. Var hildið í tveimum fyrr Kjartan greiðir frá, at tá ið jólahaldið var í missións- húsinum fyrr, var tað býtt upp í tvey. Klokkan fýra var jólahald fyri børnum undir skúlaaldri, og klokkan seks var jólahaldið fyri bórnum í skúlaaldri. Tað vísti seg tó, at nógv tey flestu fólkini komu til fyrra jólahaldið, meðan bert nøkur heilt fá møttu til tað seinna. Tað bleiv síðani avgjørt, at hesi bæði jólahaldini skuldu sláast saman til eitt stórt, men hetta gjørdist so mikið umfatandi, at tað rúmaðist ikki í missións- húsinum, og tí var farið nið- an í skúlan, har tað er rúm- ligari. Ein ógvuliga hugnalig løta Hóast tað kanska ljóðar eitt sindur løgid í oyrunum hjá flestu føroyingum, at man ikki fer í kirkju jólaaftan, so eru eiðisfólk ógvuliga fegin um henda gamla jóla- sið í bygdini. Kjartan Stakk- sund sigur, at jólahaldið er ógvuliga væl umtókt, og tað er ein stak hugnalig løta. At hetta eisini er ein sera góður máti at savna bygdarfólkið er eyðsæð. Sambært Kjartani Stakk- sund er tað fólk í øllum aldri, ið savnast til jólahald- ið, heilt frá teimum allar- minstu til elstu í bygdini. Hóast jólahaldið uppruna- liga var ætlað til børnini, so eru tað ikki einans børn og barnafamiljur, sum koma til haldið, men eisini tey eldru taka væl undir við tiltaki- num. At hetta tiltakið er nakað, sum fólk á Eiði ganga og gleða seg til í rúma tíð und- an jólum, er einki dulsmál, og Kjartan Stakksund sigur, at fyri eiðisfólk er tað, sum um jólini byrja við jóla- haldinum í skúlanum jóla- aftan