týsdagur 28. desember 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BOkaummeæeli:
tidindabladid
Nr. 247 - 28. desember 1999
Hanus
mnuviir
åndreassen
UNDERGROUNDTING II
-ftir Nielsen er
inasavn, vakurt prentað,
árari Times skrift, á
iðum síðum. Teir 33
í bókini eru allir
r úr onkrum ávisum
Her eru ummælir av
bókum, sjónleikum og film-
um, her eru minningarorð,
eftirmælir, reður, essay-
kendar hugleiðingar, fød-
ingardagsheilsur og polit-
iskar viðmerkingar.
Hevur tú morgungron, tá
ið tú setir teg at lesa eina
grein eftir Jóanes Nielsen,
kann væl vera, tá tú ert lið-
ugur at lesa, at gronin er
munandi tognað. Tað øv-
ugta kann eisini henda. Og
hetta hendi í hvussu er meg,
tá eg hevði lisið hetta savn-
ið. Eg hevði líkasum eina
kenslu av, at eg dró andan
lættari. Hetta hevur ivaleyst
lutvís nakað at gera við stíl
og myndamál
Skuldu vit
Jóanes
nøvl
útneynt ein
herovasta at standa å odda i
krossferðini móti ti tugdu
måliskuni, kundi væl hent
fekk starvid
Hansara myndir og saman
beringar eru ofta ramligar
og upprunaligar. Aftrat tí
koma humor og sjålvspei,
sum gera, at analar tilsip-
ingar og skatologisk huga-
sambond ikki fara í ranga-
strupan — og vidhvørt enn-
tá hava yvir sær ein farra av
sakloysi. Her eigur ikki at
verða gloymt, at greinskriv-
arin er skald, so at tað
viðhvort kann tykjast, sum
greinarnar hýsa yrkingum á
ymiskum stigum fram ímóti
skapan
at Jóanes
INNIHALDSLIGA
RINGJA hesar greinar seg
— við høvundsins hugráki
- ymsar og krókutar vegir.
Ein minnisgrein gandar
fram umhvervið í Havnini í
60-årunum, eitt filmsum-
mæli tekur dik å seg og end-
ar sum ein råmandi politisk
viðmerking. Um ein heldur
seg til henda partin, so er
Jóanes eftir mínum tykki
bestur, tá hann bersøgin lýs-
ir politisk og vinnulig ólík-
Føroyum, eitt nú i
8O-årunum
Minni væleydnadir —
mest at likna vid spjålk hjå
einum, ið ikki dugir at halda
sær uppi - eru tekstir, har
Jéanes roynir at klína eitt
sindur av gipsi í benið á
messiasmyndum, sum fullu
og med alla fóru í sørl í
1989. Orsøkin kann vera, at
Jóanes stutt og greitt veit ov
lítið um ta rørslu, sum so-
i
mar
kallaðir marx-leninistar á
sinni hevjadu upp til at vera
eitt slag av gulløld í søgu
20. aldar: ein rørsla, sum í
dag kann lýsast sum heims-
fascismunnar — ótespiligi,
reyði tvíburi
EITT TAÐ mest áhuga-
verda í Undergroundting H
eru Jóanesar viðmerkingar
til føroyskan politikk tey
tvey seinastu árini. Sum
væntast kann, falla mong
høgg á javnadarflokkin
Sjálvur haldi eg, at hesin
flokkur sum hansara
skylda er — hevur megnað
at veitt samgonguni kvali-
fiserað politiskt mótspæl i
týðandi málum. Samstundis
vil eg geva Jóanesi rætt í, at
flokkinum tykist at mangla
hugflog, og ein kann undr-
ast á, hví hugtakið ríkisfel-
agsskapur er blivid ein
conditio sine qua non, ein
åsur, sum øll onnur mál eru
treytað av og snara um. Sum
um ein ikki — um viljin var
til staðar - kundi hugsað sær
eitt framhald av ti
samstarvi, sum nú er við
Danmark, í einum ríkjafel-
agsskapi millum sjálv-
bjargnar javningar.
Líka so áhugaverdar sum
sipini til javnaðarflokkin
eru Jóanesar atfinningar-
somu viðmerkingar til sam-
gongunnar politikk. Jóanes
Nielsen er ein tann fyrsti at
gera vart við tað merkiliga,
at politiskar kreftir, ið ætla
at fylkja eina tjóð til at fara
undir eitt nytt og glæsiligt
politiskt tidarhvarv, leggja
fyri við at skipa eina smala
samgongu. “Harmiligt",
skrivar Jóanes, "og sam-
stundis illgrunavert”. Tað
skal eg halda!
Hin tátturin, sum Jóanes
grannsíggin tekur upp, er
vandin við tí karráu nýliber-
alismuni. Um henda vand-
an, sum — saman við tí
møguleika, at samhaldsfest-
isklipid verður otað burtur
úr tí sosialpolitiska garði-
num — kann fara at darva
samgongunnar stjórnmála-
ligu ætlanum, skrivar Jó-
anes:
Víst hevur núverandi sam-
gonga sett ein stásiligan
politikk út í kortið. Men
tann kósin er ikki teirra
privata kós. Tað er kósin hjá
tjóðini. Um Finnbogi Arge
og aðrir "Enemy of the
State" í sama viðfangi
leggja seg eftir at oyðileggja
alt, sum eitur almennar fyri-
tøkur, tá verður fullveldið
hjá okkum bara tóm leik-
tjøld
SUM STILMEISTARI hev-
ur Carl Jóhan Jensen mark-
að sær eitt serligt plåss av i
føroyskari prosaskriving.
Tad tykist, sum roynir høv-
undurin í óbundnum máli at
gera nakað tað sama, sum
hann nú í nøkur ár hevur
gjørt i yrking: við målslig-
Hanus Andreassen ummælir »Undergroundting« hjá Jóannesi Nielsen og »Mentir og mentaskapur< hjá Carl Johan Jensen
um og formligum nyleika
at kveikja nyuppliving. Stil-
urin tykist at umboda eina
kynstruga samanseting av
— ødrumegin — nýyrðum
og sjåldsomum orðavali og
— hinumegin — hevd-
bundnum gerandismáli, og
hansara ritroyndir kunnu
kanska líknast við ein Vid-
erø-tekst, ið er stroyddur við
brotum úr modernadum
leikritum.
Høvundurin skiftir ímill-
um ørstuttar setningar og
fossar av joycekendum hug-
asambondum. Her er ljóð-
fall. Her er musikalitetur.
Og tað er ikki sort, at orðini
stundum hava hug at danda
- ella taka saman og fara
upp á gólvið! Viðhvort hava
hesar ritroyndir ein sjón-
dæmdan farra. Ývirsjón-
irnar hjá Carl Jóhan hava
kortini einki hvorki við på-
trúgv ella átrúna at gera.
Tær verða brúktar til at lýsa
eitt evni og tæna stundum
einum polemiskum ella
speiligum endamáli.
Greinasavnið Mentir og
mentaskapur er sett á smøl-
um, avlongum síðum, við
skørdutari = høgramargu.
Uppseting og stavir hava ein
vandnan dåm og tykjast at
héska til ta — kåmu -
kenslu av kræsni, ið kann
bera við lesaran, tå ið hann
setir seg vid bókini. I savn-
inum eru 7 tekstir. Tann
fyrsta langa greinin er ein
ritroynd ella eitt essay, har
høvundurin lysir ta før-
oysku mentunarligu sjålvs-
myndina, sum — sambært
honum — í stóran mun
byggir á søgu- og medvits-
loysi. Seinasti teksturin er
ein røda, høvundurin helt,
tå skaldið og tónasmiðurin
Regin Dahl i fjør vetur sum
fyrsti føringur fekk ment-
unarvirdisløn landsins.
IMILLUM RITROYND og
rødu eru fimm tekstir, allir
skrivaðir til útvarpstáttin
Vetrarbreytina. Í hesum
tekstum ger høvundurin —
igjøgnum målgagn sitt, tann
ofta fynduga og speiska is-
lendska fornmentafrødingin
Malakoff vidmerkingar
til brigdi í nyggjari føroysk-
ari søgu og i europeisk-før-
oyskari mentan. Eitt nú
brúkar fróðarmaðurin Mal-
akoff ta gitnu yrkingina Sel-
ige Sehnsucht — Sælur
longsul - eftir Goethe til at
lýsa sína - sera atfinningar-
somu — stóðu til ta kristnu
og platonsku tvíningshugs-
an, hann hoyrir borna fram
í Havnar kirkju. Ummælar-
in kann ikki annað enn
fegnast um, at Koffurin hev-
ur so góðan smakk, og eg
haldi eg fari, nú høvi býðst,
at lesa seinasta ørindi á
yrkingini upp, sum hon
ljóðar á Goethes ediliga
móðurmáli:
Und so lang du das nicht
hast,
Dieses: Stirb und werde!
Bist du nur ein triiber
Gast
Auf der dunklen Erde.
Leysliga umsett ljóðar or-
indið soleiðis: Og so leingi
tú ikki dugir kynstrið at
doyggja og verða endur-
føddur, ert tú bara ein synd-
arligur gestur á tí døkku
fold.
Partar av tekstunum í
Mentum og mentaskapi bera
boð um, at Carl Jóhan —
antin tað kemur til sjóndar í
stíli ella stødulysingum —
ikki er fyri ongum sum
skemtari. Sum dømi kann
eg nevna ein tekst, har Koff-
urin, staddur inni í ølklubb-
anum Tørshøll, sigur sína
hugsan um tann — eftir
hansara tykki ivasama - før-
oyska samleikan. Knapp-
liga reisist ein klubbagestur
við skrambul og gang:
Buksuskrevið er vátt sæst,
og innarumegin á lærinum.
Hann stendur yvirhallur,
maðurin. Eitt eygnablunk.
So fettir hann sær á og sigur
brátt og høpisleyst: Ich bin
ein Berliner, sigur hann og
dumsar niður á stólin aftur.
FARA VIT til innihaldið, og
hugsa vit um próvgrundað
sjónarmið, so er eftir mín-
um tykki ikki altíð so nógv
veiggj hvorki í Carl Jóhan
ella Koffinum. Í ritroyndini
Endurkoman — sum eg sip-
aði til beint nú - ger Koff-
urin sum nevnt viðmerking-
ar til tann føroyska samleik-
an, skoðaðan úr ljósinum
frá tí politisku gongdini her
tey seinastu tvey árini. Heit-
ið á hesum teksti sipar til ta
gitnu yrkingina The Second
Coming eftir írska skaldið
W.B. Yeats, ein meistara-
yrking frá 1917, sum kann
sipa til ymisk vidurskiftir —
og sum eitt nú kann lesast
sum ein framskygdur tekst-
ur peikandi fram ímóti 20.
aldar moralska rásaloysi og
messiansku og utopisku
brotsmannrørslum.
Koffurin heftir seg kortini
ikki við hjartað í yrkingini,
men brúkar myndina í teim-
um báðum fyrstu reglunum
av falkinum, sum ikki
longur hoyrir sin temjara og
villist av kós — til at lýsa
tann føroyska tjóðarsam-
leikan, sum — sambært
Koffinum og skapara hans-
ara — er í tvíningum.
Myndin av tí føroyska
"tvimidjumeldrinum” er
forkunnug og áhugaverd.
Men sjálvur haldi eg, at
høvundurin her skjytur fram
vid målinum. I fyrsta lagi
haldi eg ikki, at myndin
gevur eina beinrakna lysing
av føroyskum tj6darsam-
leika, sum hann er í dag. Í
øðrum lagi kundi verið 6-
makin vert at spurt: og um
henda myndin skuldi verið
rótt — hvat so? Í heiminum
— ikki minst tí margbroytta
Europa — eru ivaleyst
mong dømir um einstak-
lingar ella tjóðarbólkar við
blandaðum samleika. Krav-
ið um okkurt slag av sam-
leikaligum reinleika tykist
mær lutvís at vera ein tíðar-
villa ella anakronisma og
lutvís partur av einum hugs-
unarhátti, sum vit hóskandi
kunnu bera inn á fornminn-
issavnið yvir øldina, ið um
fáar dagar er runnin.
EG HAVI at skoyta uppí
her, at tað kann undra ein,
at føroysk mentafólk, sum i
talum og greinum royna at
vidgera tann føroyska pol-
itiska ivan, ongantíð koma
inn um skræduna. Sum
heild er teirra viðgerð sjåld-
an annað enn tautologi ella
tvisøgn. Føringar ivast, ti at
føringar ivast. Føringar eru
ósamdir, tí at føringar eru
ósamdir. Ein bíðar bara eft-
ir, at okkara skald fáa onkr-
an lækna at finna íleguna
(genið) til tvímiðjumeldurin
— sum so hóskandi kann
vera reinskað burtur úr okk-
ara tjóðarlikami av DE-
CODE.
Tann víðagitni skeggabb-
in, hvors bein liggja og fúna
undir svørdinum í Highgate
kirkjugarði í Norðurlondon
— Karl Marx hugsi eg hann
æt - hevði annars kunnað
fortalt teimum, at okkara
politiski ivi í roynd og veru
m.a. speglar aftur landa-
frødiligar, búskaparligar og
natúrgivnar avmarkingar.
Antin ein er fyri ella ímóti
fullveldi, kann tað neyvan
vera annað enn rætt at taka
beint í bringuna á veruleika-
num og sannkenna hann.
HESI BÆÐI tekstasøvnini
eftir Jóanes Nielsen og Carl
Jóhan Jensen umboða
greina- og ritroyndaskriving
á rættiliga høgum stødi. Her
er harmur, ovfarakæti og
groteskt skemt. Hvat stíli
viðvíkir, liggja høvundarnir,
tann fyrra við sínum mynd-
amáli, tann seinni við skriv-
ingarlag og orðavali, á odda
í royndunum at leita burtur
úr eintætti og fótatraðki.
Sum heild eru hesir tekstir
sum gjørdir til at verða
brúktir eitt nú í bókmenta-
undirvísing.
Tann fråstøda í evnisvid-
gerð, sum eyðkendi eitt nú
Jórgen-Frantz Jacobsen,
saknast kortini í mongum av
hesum tekstum. Og ein spyr
seg sjálvan, nær føringar —
tá teir viðgera seg sjálvar —
fara at leggja tær
mytologisku brillurnar frá
sær.
A gáttini inn í 21. old
takki eg fyri tveir ramligar
duradrykkir.
Jóanes Nielsen: Undergroun-
dting II. 143 krónur.
Carl Jóhan Jensen: Mentir og
mentaskapur. 120 krónur.
Hestprent hevdi umbróting æ
prent um hendur.
Mentunargrunnur Studentafel-
agsins gav út.