týsdagur 28. desember 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 28. desember 1999
tíðindablaðið
Vagbingar
keypa
rækjubát
Gongst eftir ætlan, so kemur nýtt
rækjuskip til landið síðst í januar.
Vágbingar hava samráðst við íslend-
ingar, og keypið er næstan komið
undir land. Talan er um 10 ára
gamla rækjuskipið Bessir
DAGFINN OLSEN
Vágur hevur mist nógv skip
í seinastuni, men sólskins-
søgur eru eisini at hóma, ti
nú er nýtt rækjuskip á veg
til Vágs.
Tað er P/F Klettur í Vági,
ið átti South Ísland, sum nú
hevur ætlanir um keyp av
10 ára gamla íslendska
rækjuskipinum Bessir.
South Ísland varð seldur
av landinum við ongum
loyvum, og tískil fer Bessir
at nýta loyvini, sum South
Island hevdi við Svalbard, í
russiskum sjógvi, Barents-
Ætlanin er, at nyggi rækjutrolarin skal koma til Vágs síðst í januarmánaði
havinum og å Flemish Cap.
Nýggju eigararnir siga, at
enn er nakað tidliga at siga
stórvegis um keypið, tí
mangt kann henda. Men
samráðingarnar eru lidnar
og greitt er, at talan er um
nøgdan keypara og seljara
Keypari og seljari eru
samdir um prísin.
Bessir er á stødd við rækj-
uskipini, sum eru í føroyska
flotanum í dag. Bessir er 60
metrar langar og er 1450
brutto reg. tons.
Gongst eftir ætlan, so
kemur skipið til landið síðst
í januar komandi ár
Framsýning um nýggjárshald
A bókasavninum í Vági er forkunnug framsýning um
nýggjárshaldið farnu 30 árini
DAGFINN OLSEN
Vågsbygd er mangan havd
á munni fyri stórfingna
nýggjárshaldið, sum hevur
verið síðani síðst í seksti-
árunum.
Nú hava mentanarnevnd-
in hjá Vágs Kommunu og
Bókasavnið tikið stig til for-
vitnisliga framsýning. Í
meira enn 30 ár hava vág-
bingar heilsað nýggja ári-
num vælkomnum við fýr-
verki, veitslu og undirhaldi.
Landsins bestu skemtarar
hava staðið á pallinum og
tættirnir eru mangir, ið
skaldið NePtuN hevur latið
úr hondum til veitslur og
undirhald.
A framsýningini eru
skemtiligar myndir frá
veitslum og undirhaldi. Eis-
ini eru vakrar myndir av
Vágsbygd upplýstari av báli
og fýrverki.
Afturvið eru upplýsingar
av skemtiligum og eisini
søguligum slag. T.d. er yvir-
lit yvir bátarnar, ið hava
endað ferð sína á nýggjárs-
bálinum og Hulduríman
hevur altíð verið kvødin, tá
menn hava blakað kyndlar-
nar á bálið.
Skemtiligari er søgan frá
seinast í 40 árunum, tá eldur
varð setur á bát. Hann, ið
skuldi sløkkja, skilti ikki. at
eldurin kyknadi uppaftur
ferð eftir ferð. Tá koyrdu
menn skiftivís sjógv og olju
í spannina.
Eisini er kvøda at síggja,
sum høvundurin Magnus
Dam Jacobsen skrivaði
bygdini:
Kvøda til Vágs bygd og
suðringar.
Tá eg hyggi út av kam-
arsvindeyganum, her á
Bakkanum, seinnapartin
fyrstadag í nýggja árinum,
komi eg at hugsa um tey
menniskju, eg eri komin í
samband við hesa løtu.
Eg eri fegin um hesa løtu-
na, ið kanska var nakað
stutt.
Men í huga mínum og
minni livir ein logandi ny-
ársbálsferð, sum var eitt
neistrandi ljóshav av góðum
siði, samtaki og vakurleika.
Høvdu suðringar rátt, so
svav eg í hvørjari bygd, men
tad verdur so eina adru
ferð.
Magnus Dam Jacobsen.
Framsýningin hýsir eisini
blaðgreinum um nýggjárs-
haldið í Vági og nakrir av
tættunum hjá NePtuN eru
eisini at síggja.
A Bókasavninum í Vági er forkunnu framsýning við hópin av myndum frá sermerkta
nýggjárshaldunum seinastu nógvu árini
Mynd: Heri Mortensen
Nýggjur telduhandil
eisini fingið ein telduhandil
DAGFINN OLSEN
Í Suðuroynni hevur eingin
handil verið, ið hevur verið
Nú hava suðuroyingar
fingið egnan telduhandil
Mynd: Heri Mortensen
telduhandil burturav. Men
nú er telduhandil latin upp í
Vági. Hann liggur væl fyri
vid høvudsvegin.
Tað er s/pf Joensen við
Jan Joensen, ið rekur hand-
lin Suður-teld. Jan Joensen
hevur síðani 1983 fingist
við teldur og stovnaði hann
fyri nókrum árum síðani
partafelag við endamálinum
at reka handil og tænastu
Ahugin fyri teldum er vaksandi og suðuroyingar hava nú
innan teldutøknina. Ahugin
hevur verið vaksandi og tí
er felagið nú farið undir
handilin Suður-teld. Har er
stórt útboð av teldum, prent-
arum og øðrum. Eisini eru
eitt nú telduspøl at fáa. Ætl-
andi verður opið seinnapart-
ar, men til nýggjárs er opið
allan dagin.