Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið 8 „8 Nr. 247 - 28. desember 1999 2000 trupulleikin og løgfrødiligu spurningarnir Ár 2000 truppulleikin er í veruleikanum ikki ein truppulleiki. Hetta eiti fevnir um allar teir feilir, ið kunnu koma í teldum og forritum - ja í øllum elektroniskum skipanum, sum nýta tveysifrað árstól. — Tann sannroynd, at ár 2000 truppuleikin mest sum ikki var umrøddur fyri nøkrum fáum árum síðani, ber helst i sær, at tað fer at verða sera trupult at fáa endurgjald fyri okkurt, sum er keypt fyri 6-7 árum síðani, skrivar Anna Dam, advokatur, í sera áhugaverdari grein til Vinnuhúsið X heimasíðuni hjá Vinnu- húsinum er sera áhugaverd grein eftir Onnu Dam, adv- okat, sum viðgerð ár 2000 trupulleikan frá fleiri áhug- averdum sjónarhornum. Vit fara her at endurgeva brot úr greinini hjá Onnu Dam, so eisini tey, sum ikki hava Internet samband fáa gleði av hesi grein og hennara tíðarvendu áskoðan Seinastu árini er nógv gjørt burturúr og tosað um tann sokallada år 2000 trup- ulleikan. Ein tøkniligur trupulleiki, sum hevur verið ein stór figgjarlig byrða hjá fyritókum og stovnum kring allan heim og fram- vegis fer at verða tað hjá nøkrum eftir ársskiftið. Ár 2000 truppulleikin er í ver- uleikanum ikki ein trupul- leiki. Hetta eiti fevnir um allar teir feilir, ið kunnu koma í teldum og forritum - Ja í llum elektroniskum skipanum, sum nýta tveys- ifrað årstøl. Tá spurningurin um, hvor skal bera hesa fíggjar ligu byrduna, skal svarast. er tað løgfrødin, sum ásetur rættindi og skyldur av týdn- ingi Teir løgfrødiligu spurningarnir í samband við ár 2000 trupulleikan eru nógvir og fløktir, og niðan fyri verður í stuttum nortið við nakrar teirra A hvønn hátt. og hvussu langt aftur í tíðina kann ein seljari/veitari ella ráðgevi ábyrgjast fyri, at ein telda, eitt forrit, ein skipan ella annað ikki hevur år 2000 førleika ? Hvat fevnir em møgulig ábyrgd um ? Hvor kann ábyrgjast? selj- ari? framleiðari? undirveit- ari? Hvussu kann seljari ábyrgjast — Sambært keypilógini skal keyparin gera vart við seg áðrenn eitt ár eftir, at ein vera er útflýggjað, um brek (manglar) eru við vøruni, skal hann ikki missa rættin til m. a. endurgjald. Ein »mangul« í løgfrødiligum tydningi er, tå ein vøra ikki hevur teir eginleikar, sum keypari og seljari hava av- talað, at vøran skal hava Ella sum keyparin av røtt- hevur gingið út frå, at keypta vøran heyði. Tá metast skal um, hvort ein vera hevur >manglar<, verður í fyrsta lagi hugt at avtaluni millum keypara og seljara. Millum annað verður hugt at sølu- og veitingartreytum, VØru- lysing, vegleidingum, »gar- antium« osfr. I ødrum lagi verður hugt at, hverjar vónir partarnir av røttum kundu gera sær í samband við av- taluna um vøruna. - Eingin ivi er um, at er handilin farin fram innan fyri eitt ára freistina í keyp- lógini, er manglandi år 2000 førleiki ein mangul, sum gevur keypara ávís rættindi: Hann kann krevja, at handilin skal ganga aftur. Krevja, at tað keypta verður tillagad, soleiðis at tað fær ár 2000 forleika. Og keyp- arin kann eisini krevja end- urgjald fyri tap orsakað av tí manglandi ár 2000 for- leikanum Ráðgevara- og upplýs- ingarskylda seljarans Hóast tøknifrødin í dag javnan verður skift ut, eru tað nógv, sum hava útbúnað, sum er eldri enn eitt ár. Fleiri teirra koma eftir árs- skiftið at staðfesta, at tað, tey keyptu, ikki hevur ár 2000 førleika. Hava tey so ongan møguleika at seta fram nakað krav? Jú, í summum fórum hava tey. — Har seljarin hevur lovað - veitt vissu fyri - at tað selda hevur år 2000 førleika, kann keyparin seta fram krav móti seljara. Í øðrum lagi kann keyparin seta fram krav móti seljara um so er, at seljarin hevur >svikað<. Til hetta er at siga, at henda stødan vil ikki koma ofta fyri, av tí at tað skal lutfals- liga nógv til, áðrenn tað kann sigast, at talan er um — Í triðja lagi kann ein seljari ella ráðgevi ábyrgjast eftir vanligum endurgjalds- reglum, tí veran ella tæn- astan er ov vánalig. Hvussu langt henda ábyrgd røkkur, er upp til rættin at gera av. Vit kunnu ímynda okkum, at rætturin kemur til ta nið- urstødu, at tað er edv-selj- arin, sum er sakkønur og tí- skil hevur skyldu at upplysa keyparan um øll vidurskifti, sum hava tydning i samband vid keypid. Uttan so, at keypari sjålvur er sakkønur. Tað er í einstøkum før- um i samband vid keyp av edv-útbúnaði staðfest, at tað má verða tann sakkøni, sum má bera ábyrgdina fyri, at ein skipan t.d. ikki megnar tað. sum keyparin hevði á roknað við. Hertil er tó at siga, at rætturin - mær kunnugt - enn ikki hevur tikið stóðu til ráðgevara- og upplysingarskylduna hjå teimum, sum selja teldur og telduútbúnað, í samband vid år 2000 før- leika. Fyritreytir Metingin av, um mangl- andi år 2000 førleiki er ein mangul í løgfrødiligum hópi, er tengd at nógvum vidurskiftum. Jú nærri av- talan millum seljara og keypara liggur ársskiftinum, tess meir má sigast, at keyp- ari av røttum er gingin út frá, at tað keypta hevði år 2000 førleika. Millum fakfólk er met- ingin helst tann, at tað, sum er keypt innan fyri trý til fimm tey seinastu árini, eig- ur at hava ár 2000 førleika. Er hetta ikki uppfylt, er talan um ein »mangul«, sum selj- arin kann åbyrgjast fyri. — Tad øvugta ger seg sjålvandi galdandi, um selj- arin hevur upplyst, at vøran ikki hevur år 2000 førleika. Ella um tad ikki kundi vænt- ast, at vøran fór at halda og verða nýtt eftir ársskiftið og keyparin var greiður yvir hetta. Tann sannroynd, at ár 2000 truppuleikin mest sum ikki var umrøddur fyri nøkr- um fáum árum síðani, ber helst í sær, at tað fer at verða sera trupult at fáa endurgjald fyri okkurt, sum er keypt fyri 6-7 árum síðani. Hvat fevnir ábyrgdin um? — Í hesum viðurskiftum, sum í flest øllum øðrum, hevur støddin á trupulleik- anum stóran týdning. Selj- arin hevur í fyrstu syftu skyldu til, um talan er um ein týðandi brek >manglar<, at royna at bóta hetta. Er seljarin ikki førur fyri at gera t a ð sjálvur, má hann gjalda tað tað kostar at lata onkran annan greiða trupulleikan. - Harumframt kann keypari krevja endurgjald fyri skjalprógvað tap orsak- að av vantandi ár 2000 før- leikanum. Eitt tílíkt tap kann verða trupult at prógva. Endar málið í rætt- inum, verður úrslitið ofta, at mett verður um tapið, og tá verður eisini hugt at hvussu nógv er goldið fyri vøruna/tænastuna tå hon var keypt, soleidis at endur- gjaldid ofta kemur at standa i eitt åvist måt vid hetta. Avmarkan av åbyrgd — Tad er vanligt f såttmålum um edv-veitingar, at seljari avmarkar sina figgjarligu åbyrgd. Slikir »åbyrgdarfrå- skrivingarklausular« hava gildi, men hóast alt bert til eitt åvist mark. — Er talan um vanligar standard sølu- og veiting- artreytir, sum ikki hava ver- ið umrøddar í samband við handilin, og sum keypari kanska ikki hevur verið greiður yvir hvussu vítt tær fevna, er møguleiki fyri, at hesar verða settar til viks. Skyldan at avmarka tap — Ein av meginreglunum í endurgjaldsrættinum er, at tú hevur skyldu til at av- marka tap títt mest møgu- ligt. Henda regla merkir, at ein, sum keypir edv-útgerð, helst hevur skyldu til sjálvur at kanna år 2000 førleikan á útgerðini. Ger hann ikki hetta, kann tað bera í sær, at hann ikki fær endurgjald. — Hvussu stór krøv kunnu setast keyparanum um sjálvur at kanna år 2000 før- leikan er treytað av virk- seminum hjá tí einstaka. Hildið verður, at stovnar og fyritókur, sum hava samfel- agsliga tydningarmiklar uppgávur, hava eina víðkaða skyldu til sjálvi at kanna ár 2000 førleikan í skipanum teirra. Hvor kann ábyrgjast? — Tá talan er um edv-útgerð og skipanir, er ofta talan um fleiri lið. Ein framleiðari, ein heilsøla og ein vanligur handil - seljarin, sum hevur beinleiðis samband við keyparan. Løgfrødiliga er ábyrgdin mótvegis keypara í fyrstu atløgu hjá seljara- num sjálvum. — Spurningurin er so, um seljarin - sum sjálvur hevur keypt vøruna frá einari heil- sølu ella framleiðara - skal bera ábyrgdina sjálvur, ella um hann kann skumpa hana víðari til heilsøluna ella framleiðaran. Eru vit innan fyri eitt ára freistina í keypilógini, er ongin ivi um at ábyrgdin kann sendast víðari. Men tá ábyrgdin er íkomin av tvørrandi ráð- geving og vegleiðing til keyparan, er tað ivasamt, um ábyrgdin kann skumpast víðari. — Høvudsreglan er, at har sum ráðgevingsskyldan stedgar, stedgar åbyrgdin. Vanliga upplýsir framleið- arin um hvønn tekniskan førleika ein vera hevur. Í teimum fórum har onki er sagt um ár 2000 førleika ella trupulleikar, bendir nakað á, at ábýrgdin kann enda hjá framleiðaranum. — Ikki er møguligt við al- mennum gildi at siga hvor í vil bera fíggjarligu ábyrgd- ina av ár 2000 trupulleika- num. Omanfyri er í stuttum nortið við nøkur viðurskifti hesum viðvíkjandi. Ein í- tøkilig meting má tó gerast í hvørjum einstøkum føri. Er ein í iva um egin rættindi og skyldur kann tilráðast at ein søkir sær løgfrødisliga rådgeving, skrivar Anna Dam å heimasiduni hjå Vinnuhúsinum.