Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

> Stort nyggj- Nr. 247 - 28. desember 1999 tidindabladid SSI arshald i Vestmanna I nógvum bygdum og býum kring landið verður skipað fyri ymiskum tiltókum, tá ið farið verður inn í tað nýggju øldina. Ein av hesum bygdum er Vestmanna, har komm- unan skipar fyri stórum nýggjarshaldi fyri óllum bygdar- fólkinum TER NIELSEN Spenningurin er stórur, nú vit skulu inn i tad nyggju øldina. Fólk kring alt landið brynja seg út til gamlaárs- kvold, og í nógvum bygd- um hava fyrireikingarnar til nýggjárið verið í gongd í drúgva tíð. Lítið av peningi brúkt til fýrverk Í Vestmanna verður skipað fyri stórum nýggjárshaldi, sum bygdarráðið vónar fer at savna ein stóran part av bygdini til í felag at hátíð- arhalda túsundáraskifti. Ætlanin er millum annað at gera eitt stórt felags bál niðri á kaigkinum við mol- an, har vestmenningar fara at byggja ein pall, har fólk kunnu savna brennið og annað tilfar, ið kann fara upp í royk. Bygdarráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, sigur, at ístaðin fyri at brúka so øgiliga nógvan pening upp á fýrverk, vil kommunan heldur brúka peningin á ein slíkan hátt, at bygdarfólkið merkir tað betur. Væntandi fer Vest- manna kommuna ikki at brúka stórt meiri enn einar 15.000 krónur upp á fyrverk, og tað er ikki tað stóra, tå ið man hevur í huga, hvussu nógv aðrar kommunur í landinum brúka til fýrverk. Kyndlagonga, felags- sangur og føroyskur dansur Tiltakið hjá kommununi í Vestmanna byrjar klokkan tíggju gamlaárskvold, tá ið børn fara at ganga kyndla- gongu frá parkeringsøkinum undir skúlanum og oman á katina. Kommunan útvegar kyndlarnar, men tað eru bert børn, sum eru í fylgi við vaksnum, ið fáa ein kyndil. A odda fyri skrúðgonguni gongur Vestmanna Hornork- estur. Tá ið kyndlagongan kem- ur oman á kaigkið, verður fest í stóra bálið, og síðani bjóðar bygdarráðsformað- urin vælkomin. Eftir hetta verður felagssangur, og eis- ini fer hornorkestrið at spæla nøkur løg. Okkurt um ein tima fyri midnått heldur Petur Høj- gaard nyggjårsrøduna, og tå 10 hann er lidugur vid hana, verður tjóðsangurin sungin. Tann seinasta tíman av hes- um ártúsindinum fara vest- menningar at dansa før- oyskan dans á kaiini, og á midnátt verður fýrverkið skotið. Ein góður biti og dansur í høllini Tá ið fýrverkið er skotið, verður farið niðan í Ítrótt- arhøllina, har bygdarráðið eisini hevur skipað fyri ein- um tiltaki. Har bjóðar kommunan smurt breyð og eisini okkurt drekkandi aft- urvið. Bygdarráðið hevur fingið tveir av lokalu bólkunum í bygdini, Silent Eyes og Razamanaz, at spæla til dans, og roknað verður við, at dansurin fer at halda á alla náttina. Sum í so nógvum øðrum bygdum í Føroyum er tað eisini í Vestmanna vanligt, at blikk verða sett upp kring alla bygdina gamlaárs- kvold, og síðani verður fest í tí, og í ár verður heldur einki = undantak. Gunn Joensen sigur, at hetta er ikki nakað, sum bygdarráð- ið skipar fyri, men at tað eru privatfólk, sum taka stig til hetta, ið setir sín heilt ser- liga dám á bygdina gamla- årskvøld. Bygdarráðsformaðurin sigur, at tey vóna og vænta, at bygdarfólkið fer at taka væl undir við tiltakinum. At ikki so nógvur peningur fer til fýrverk, heldur Gunn Jo- ensen ikki, at nakar ilskast inn á, tí tá ið peningur í- staðin verður brúktur til eitt slíkt tiltak, sum tað ið nyggjårsnevndin hjá komm- ununi skipar fyri, fara fólk vónandi heldur at gleðast um tað. Í sambandi við at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum er eitt sindur umskipað millum jól og nýggjar, bleiv ein ruta úr Fuglafirði mánamorgunin gloymd, so at fólk stóðu og bíðaðu til fánýtis TERII NIELSEN Trongu fíggjarkarmarnir hjá mongum almennnum stovnum gera, at nú árið er við at fara aftur um bak, noyðast nógvir av hesum stovnum at spara fyri at halda seg innan fyri játtan- ina. Eisini Bygdaleiðir hava fingið boð um at spara, og tískil bleiv ferðaætlanin nakað skerd millum jól og nýggjár. Rutan bleiv gloymd Í gjáramorgunin klokkan tíggju minuttir yvir hálvg- um átta, skuldi ein bussur farið úr Fuglafirði. Nakað av ferðafólki stóð og bíðaði eftir bussinum, men hann kom bara ikki fram. Okkurt ferðafólkið skuldi náa flog- rutuna og byrjaði at blíva eitt sindur heitur um skallan. Tí- betur eydnaðist tað hesum ferðafólkinum at fáa privat fart til Gøtudal, har hann slapp við leið 400, sum kom úr Leirvík. Av skrivstovuni hjá Bygd- aleiðum frætta vit, at av mis- gávum var rutan úr Fugla- firði gloymd, tá ið serliga ferðaætlanin fyri tíðarskeið- ið millum jól og nýggjár bleiv løgd. Hetta harmast tey sjálvsagt um, men hjá Bygd- aleiðum hava tey ikki frætt um stórvegis trupulleikar, ið hava stungið seg upp av hes- um. Væntandi skuldi hendan rutan verið komin upp á pláss, so at hon koyrir aftur frá í morgun av, frætta vit hjá Bygdaleiðum. At tað ikki stóðust nakrir trupulleikar av hesum, var einans av tilvild. Tí hevði ferðafólkið, sum skuldi vestur í Vágar, ikki fingið fart til Gøtudal, er ógvuliga óvist, um hann hevdi megn- að at komið rættstundis á flogvøllin, so at hann slapp Bygdaleiðir gloymdu at fara til Fuglafjarðar 3. Jjólamorgun við flogfarinum.