Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 28. desember 1999 Viðmerkingar: tíðindablaðið 15 Djurholm villeidir um figgjarmål Uttalilsir hjá Bjarna Djur- holm, fíggjarnevndarfor- manni, eru eftirhondini væl- kend. Tað tykist tíverri sum at Bjarni Djurholm arbeiðir bara fyri einum einasta pol- itiskum endamåli. Tað end- amálið eitur Bjarni Djur- holm. At politisk sakligheit, loy- alitetur, åbyrgd og sannleiki so mugu dvina fyri hesum hægra endamåli, er eyðsæð. Serliga gongur tað út yvir undirritaðu og tjóðveldis- flokkin, men tað leggja vit ikki petti í. Verri er tað, at hann eisini bakbítur løgmann, alt landsstýrið, samgonguna og skilafólk í hansara egna flokki. Og harvið sáar hann eftir øllum at dóma við vilja støðugan iva um trúvirðið í eini samgongu, sum arbeiðir fyri at byggja einar sjålvstød- ugar Føroyar. Reinging av veruleikanum Vit hava aftur nú sæð tað í sambandi við fíggjarlógar- viðgerðina fyri ár 2000. Bjarni Djurholm reingir veruleikan og sigur ósatt í fleiri fórum til tess at skaða landsstýrið. Figgjarnevndarformad- urin åkærir landsstyrid fyri at hava hækkað fíggjarlóg- ina. Hetta er ábyrgdarleys tala og ein undirgraving av stýrisskipanini. Landsstýrið kann íkki hækka nakra fíggjarlóg. Tað kann bert løgtingid - við figgjar- nevndini á odda, har Bjarni Djurholm er formaður. Og hesaferð hækkaði løgtingið fíggjarlógaruppskot lands- stýrisins bæði eftir tilmæli frá figgjarnevndini og seinni við andstøduuppskot- um. Har var onki uppskot til heildarsparingar frá Bjarna Djurholm og ongar politisk- ar grundgevingar fyri nøkr- um. Hartil er at siga, at stórsta hækking á fíggjar- lógini yvirhøvur er til løg- tingið sjálvt. Hesum hevur Bjarni Djurholm bæði at- kvøtt fyri og virkað hart fyri. Høvdu hartil øll uppskot- ini frå andstøduni í hesum årinum verid samtykt, so heyði fíggjarlógin hækkað við trýsiffraðum millióna- upphæddum afturat. Osannindir um 400 mi6. i øking Fíggjarnevndarformaðurin SD á pástendur, at landsstýrið og henda samgongan hava hækkað fíggjarlógina við uppímóti 400 mió. krónum uppá hálvtannað ár. Hetta er beinleiðis ósatt. * Undir hesum landsstýri- num er fíggjarlógin fyrst og fremst hækkað við lónarútreiðslunum til al- mennu starvsfólkini. Fyrst 3% frá 1. januar í år, sum undanfarna samgonga av- talaði við fakfeløgini aftur- fyri lónarniðurskurðin í 93. Síðani við lønarsamråding- unum í ár. * Hartil hava vit hækkað almanna- og heilsumál (herundir pensiónir) og undirvísing og gransking. Tí at tað er skilagóður politikkur, og tað er neyðugt fyri at skapa eitt sjálvbjargið land og fólk. * Aðrar hækkingar eru ser- ligar íløgur, sum vit hava mett at verið neyðugar eftir fløgustedg í 8 ár. Stórstu upphæddirnar eru til vakt- arskip og Sandoyarskip, sum verða goldin yvir tvey ar. Vit hava hildið tátt Vit eru í einum tíðarskeiði, sum helst er tað ringasta at stýra í. Har vit kunnu siga, at ein stór alda fjaraði burtur í kreppuárunum (vit blakaði 13 milliardir á sjógv í 80'u- num). Tá var øllum skilligt, at neyðugt var við tiltókum, og tey flestu royndu at bjarga sær í teirri turru fjør- uni, meðan tað fjaraði alt meira: Men eftir at krepputiltøk- ini vórðu slept og eftir bankaavtaluna við danir, er tað eins og ein stór flóðalda aftur skuldi skola inn yvir ta turrløgdu fjøruna. Alla- staðni komu nú krøvini um at fáa sín part av vætuni. Nú skuldi kompenserast fyri turrleggingina fyrst í 90'u- num. Lønarkrøvini, hækk- ingarkrøvini og alt hitt, sum varð drenað, skuldu nú nøktast í einum, hildu mong. Øll høvdu eina góða sak og góðar grundgeving- ar. Her var ongin motivatión fyri afturhaldni. Men vit hava tikið á- byrgdina av, at flóðaldan ikki skolaði og snýsti alt uppá turt aftur. Tað hevur verið ómetaliga trupult. Alt hettar árið er farið við at royna at fáa brimgarðin at halda. Og í tinginum hava gingið nógv fólk, sum heldur vildu seta hol á brimgarðin og fáa heiðurin fyri at leska tey turru økini. Vit hava syrgt fyri, at brimgarðurin heldur. Fíggjarlógin í ár hækkar fyrst og fremst við lønar- hækkingunum og so nøkr- um neyðturviligum betring- um afturat. Fyrst og fremst til pensiónir og til betringar innan almanna-, heilsu, skúla- og mentanargkið. Ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur Vit føra ein ábyrgdarfullan og stramman fíggjarpoli- tikk, sum ger okkum meira og meira sjálvbjargin fyri hvønn dag: * Vit brúka nógv minni enn Forsíðan i Sosialinum 22. desember, har Bjarni Djur- holm, figgjarnevndarfor- maður finst at lands- styrinum vit tjena. Almennu útreiðslurnar vaksa nógv spakuligari enn heildar- búskapurin. Yvirskotið veksur í hvørjum og fer at tátta í hålva milliard í 2000. * Vit hava parkerað blokk- stuðulin og brúka sambært sera varisligum metingum bert góðar 300 mió. av honum til at reka hetta samfelagið. * Vit hava gjørt avtalur um at tálma almennu fløgurnar gjógnum avtalur við kommununar. * Vit hava fingið strikað ætlanirnar um studning til fiskiflotan. * Vit gera eina langtíðar- raðfesting av øllum íløgum 10 ár fram, sum eisini verð- ur løgd fyri andstøduna at r 22. desember 1999 fåa semju um. Alt hetta er politikkur, sum ongantíð hevur verið framd- ur áður í Føroyum. Hvorki av seinasta ella nøkrum landsstýri undan hesum. Allar metingar frá búskap- arfrødingum siga, at vit eru á rættari kós. Og øll vita innast inni, at um tað ikki var hendan fullveldissam- gongan við hesum fíggjar- og búskaparpolitikkinum, sum sat við róðrið, so var alt okkara yvirskot uppá hålva milliard brent av uppá stutta tíð. Lurtið bara eftir krøvunum frá andstøduni. Åbyrgdarleysur sjålvdråttur Uttalilsini hjå Bjarna Djur- holm eru åbyrgdarleys. Tå vit verða eitt sjålvstødugt land, fer tað als ikki at bera til hjá einum tingmanni, at ganga í slíkum sjálvdrátti. Tá fer tað at fáa beinleiðis ávirkan á okkara altjóða umdømi og kredittvirði, at formaðurin í løgtingsins figgjarnevnd leggur eftir figgjarpolitikki landsins á henda hátt. At hann vísir so lítið innlit í samfelagsbú- skap og so ringan loyalitet móti ti ábyrgdarfulla fíggj- arpolitikki, ið verður stung- in út í kortið frá landsstýri- num. Eitt samfelag fyri oll Tað verður ikki tann ein- falda kutingar- og skerjing- arhóttanin hjá Bjarna Djur- www.sosialurin.fo holm, sum ger hetta sam felagið sjálvbjargið. Tað verður ein trygg tillaging har vit halda tátt og raðfesta okkara pengar til eitt før oyskt vælferðarsamfelag fyri øll. Fyrst og fremst til almannamål, heilsumál, út- búgving, gransking, ment an, samferðslu og samskifti Til tað, sum gagnar øllum, uttan mun til inntøku, ogn ella partapolitiskan lit Gevst at órógva tey, sum arbeiða Vit minnast sum børn, tå børnini í bygdini í felag settu sær fyri tildømis at laða ein garð ella eina byrg- ing. Tá arbeiddu flestøll væl saman, tí tað var jú til felags gagn. Men altíð vóru onkrir dreingir sum heldur vildu ganga og rópa eftir hinum Heldur enn at laða og gera nakað, so stillaðu teir seg í grótrúgvuna, sum øll høvdu savnad, og steinadu eftir hinum. Tad hendi seg eisini meira enn so, at tá vit vóru liðug at laða, so vildu teir kortini sleppa uppí ja, kundu enntá finna uppá at taka æruna av arbeiðinum hjá hinum. Oftast lovaðu vit teimum uppí, tá samanum kom. Bjarni Djurholm skal eis- ini vera vælkomin uppí, tå vit hava gørt arbeiðið. Men tað hevði ikki verið verri, um hann gavst at steina og bróta niður, meðan vit ar- beiða. Vit arbeiða í hvussu er víðari við góðum treysti. Tí Vit vita, at vit vinna á mál Karsten Hansen og Høgni Hoydal Landsstýrismenn Figgjarlógin ber ikki á fullveldiskós Fíggjarnevndarformaðurin saknar uppskot frá landsstýrinum um broytingar, ið skulu til, um føroyska samfelagið skal rekast uttan stuðul úr Danmark. Hetta heldur hann vera til fyrimuns fyri danir, tá samráðast skal um ríkisrættarligu við- urskiftini Sida 7