týsdagur 28. desember 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
Kunngerð
Um broyting av Býarplaninum fyri Runa-
víkar kommunu.
Við heimild í logtingslóg nr. 13 frá 21.
mai 1954 og logtingslóg nr. 48 frá 24.
mai 1974 verður við hesum boðað frá at
Býráðið á býráðsfundunum 25.03.99 og
28.10.99 hevur viðtikið at gera niðanfyri
nevndu broytingar í býarplaninum:
Í Runavík verður nýtt B-oki til eldraíbúðir
lagt út eystan fyri tvíhúsini við Lómsveg.
Eisini verður ein partur av B-okinum vest-
anfyri Rúnarveg broytt til C3-oki, tað er til
heilsu, sosial- og aðrar almennar tænas-
tustovnar.
Í Saltangará verður matr. nr. 262" lagt út
til E-oki, tað er til alment frítíðaroki.
Á Glyvrum verður B-oki vestanfyri
Heimustovuvegin víðkað eystureftir. Eisini
verður ein partur av B-okinum millum
Heimustovuvegin og Glyvravegin broytt
til C1-øki, tað er til skúla og tænastuhøli í
samband við skúla.
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals
á býarskrivstovuni í upplatingartíðunum
frá 3. jan. 2000 til 3. feb. 2000. Mogulig
mótmæli og/ ella broytingaruppskot skulu
verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 3.
apríl 2000.
Runavíkar býráð
Foroya Postfelag
Aðalfundur:
Aðalfundur felagsins verður í B36-hús-
inum
leygardagin 26. febr. 2000 - kl. 10.00.
Dagsskrá sambært lógum felagsins.
Uppskot, ið ynskjast vidgjørd á aðal-
fundinum, skulu vera send felagnum í
seinasta lagi 3 vikur undan aðalfund-
inum - t.e. leygardagin 5. febr. 2000.
Formansval:
Smb. viðtokum felagsins $ 12 skulu
uppskot til formansevni vera nevndini
í hendi í seinasta lagi 15. januar 2000
við skrivligari váttan frá uppstillaða.
Formaðurin verður valdur fyri eitt 2-
ára skeið.
Nevndin
Foroya Postfelag
Hali sosialin
n———————iivewmmmm——2/
tíðindablaðið
Føroyskt par nr. fyra
Herfyri var norðurlendska
simultankappingin og tá
varð eisini spælt í Føroyum.
Spælt var í Bridgehúsin-
um í Havn 9. desember.
Urslitini vórðu send til
Noregs, har tann samlaða
stødan fyri nordurlendsku
kappingina varð gjørd upp.
Teir føroysku vinnararnir,
Bogi og Arne, høvdu eina
einastandandi góða skoru
og gjørdust nr 4 samanlagt
av teimum 935 luttakandi
pørunum i kappingini.
Vinnandi parið kom úr
Nuuk i Grønlandi, teir
fingu 2091.
Tey samladu urslitini eru
løgd út á internetið.
Heimasíðan hjá Havnar
Bridgefelag, www.bridge.fo
hevur beinleiðis slóð ul
hesi.
Nýggjárskapping í
Bridgehúsinum
Bridgehúsið skipar fyri
opnari parakapping miku-
dagin 29. desember.
Byrjað verður kl 19.00,
eingin tilmelding framman-
undan, men pørini verða
biðin at møta 10 minuttir
innan kappingin byrjar.
Vinningar verða til trý tey
fremstu pørini, og harafturat
onkrir serligur vinningar.
Eitt gott spæl
Eitt spæl frå simultan kapp-
Nr. 247 - 28. desember 1999
. Bogi Simonsen - Arne Mikkelsen 2055
. Allan Dal-Christiansen - Jóannes Mouritsen 1696
3. Per Kallsberg - Dånjal Pauli Mohr 1637
. Georg Egholm - Zakaris Joensen 1603
. Rói á Rógvu Joensen - Hedin Mouritsen 1595
. Jens Pauli G. Nolsøe -
7. Carl Mikkelsen -
Kaj Alstrup 1491
Hallberg Arnfríðsson 1486
5. Ami Dam - Marner Joensen 1399
. Jógvan Ranghamar - Atli Hansen 1389
. Finn Ougaard - Jógvan Andreassen 1387
. Mortan Rasmussen - Einar Ellingsgaard 1228
. Reimund Langgaard - Edmund Joensen 1225
3. Eyðun Jakobsen - Gunnar Mouritsen 1209
. Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen 1064
5. Robert Langgaard - Eiríkur Joensen 1032
. Jens Mohr - Hannis Jacobsen 991
. Hans J. Petersen - Ambjørn Sivertsen 920
3. Jórun Johannesen - Maria Christiansen 893
Foroysku úrslitini í norðurlendsku simultankappingini
herfyri. Miðal er 1350
Sp. J8
Hj. AQJ9643
Rú. 95
Kl. 92
Sp. AQ102
Hj. 108
Rú. AQ64
KI. AJ4
Sp. 97643
Hj. 5
Rú. KJ83
KI. K65
Spæl 24 Weingin
ingini.
Í síðsta umfari skuldi
Eyðun Jacobsen royna seg
í 3ut.. Spælið sá soleiðis út:
Sp. KS
Hj. K72
Rú. 1072
Kl. Q10873
Norðan; sum var Marjun
Restorff; sat ógvuliga kúrr
meðan vestur og eystur
spakuliga men trygt meld-
aðu seg upp í 3ut.
Longu her vísti Marjun
snildi: Í tí norska blaðnum
sum Boye Brogeland hevur
skrivað til spælararnar, og
sum teir fingu eftir kapp-
ingina, meinar hann, at
norðan skal melda 3hj. og
so eru 3ut upplagdir.
Marjun visti betur, og so
spældi hon hjQ út.
Spælførarin tók tað sum
toppin av einum sekvensið,
og hartil at tað vísti langan
lit, so fráfall var tað rætta.
Marjun helt fram við hjJ
og nú valdi spælførarin at
fella frá einaferð enn!?
Væntandi kom essið sigl-
andi úr sunnan skjótt, men
Arnleyg í sunnan hevði
ongan trupulleika við
farvublokering, tí hon legði
sp3!! Løtu seinni kom tann
keðiligi veruleikin, tá hj Ess
feldi kongin, og so tók
Marjun 7 stingir í hjartara.
Tað gav 150 inn og 100%
skoru til NS.
Tann skoran var als ikki
skrivað á slippin, tí Boye
Brogeland væntaði, at N-S
als ikki kundi fáa stig.
Men hann hevði helst
gloymt, at „kvindelist er
uden ende“.
Tað einasta Boye hevði i
huganum var, um ein var
nóg djarvur til at royna at
klípa bæði í kleyvara og rút-
ara.
Hvor skal eiga oljuna
Í hesi stuttu grein fari eg at
royna at grundgeva fyri, hví
Suðuroyggin (les: alt annað
enn Havnin) eigur at fáa eina
(møguliga) komandi før-
oyska oljuhavn. Veruleikin er
ju, at um oljuhavnin kemur
at liggja á Drelnesi, (ella alla
aðrastaðni enn í Havn) so
verða oljupengarnir kortini at
taka sær ein túr norður til
Havnar, áðrenn teir fara av
landinum sum gjald fyri inn-
flutning. Hetta av tveimum
orsøkum.
Fyrst og fremst verða olju-
pengarnir (løn sum vinning-
ur) skattaðir og fluttir norður
til høvudsstadin til almenna
nýtslu. Hetta førir sjálvandi
við sær almennar lønir, ið
sum kunnugt tær flestu falla
í Havnini. Hetta eru pengar,
ið koma havnarfólki til góðar
og skapar menning og trivna.
Alt gott um tað.
Harnæst er samfelagið so-
leiðis skrúvað saman í dag,
at flestar vørur, ið verða inn-
fluttar (privat) fara sær
ígjógnum havnina í Havn.
Tað vil siga, at privata nytslan
í Suðuroy (ella alla aðra
staðni í Føroyum) fær sær ein
túr igjøgnum høvudsstadar-
fyritøkur, og ikki minst
Frå |
Peningastovnunum
Peningastovnarnir
nyggjårsaftan.
Í hesum sambandi verður boðað frå,
hava afturlatið
at lønir og flytingar, ið skulu avgreidast |
í 1999, eiga at verða peningastovn- |
unum í hendi mikudagin 29. desember
1999.
Eisini verður boðað frå, at lønir og flyt-
ingar á heimabanka-
greiðsluskipanini, ið skulu koma við í |
1999, mugu verða sendar fyri hósdagin
30. desember 1999 á midnátt.
Peningastovnarnir
og heima-
skapar hetta arbeiði við
Havnar bryggjur.
Av hesum skal leiðast, at
at kalla alt virði í Føroyum
fær sær ein tår igjøgnum
Havnina fyrr ella seinni í kap-
italrenslinum. Gjarna fleiri
ferðir bæði sum inn- og út-
flutningur. Alt gott um tað;
man skal ikki misunna næsta
sínum tað góða. Men tað pín-
ir meg, at (havnar) fólk ikki
duga at síggja, at tað er
heildarsamfelagsliga nógv
skilabetri at leggja oljuhavn-
ina í Suðuroy (ella alla aðra-
staðni enn í Havn). Pengarnir,
ið verða vunnir í Suðuroy,
koma 1) oynni sjálvari til
góðar sum tað primervirði
teir jú eru í sjálvum sær, 2)
restini av landinum (serliga
Havnini) til góðar bæði al-
ment og privat & 3) skapa
eitt virðis- og tí virksemis-
og tí aftur virðisskapandi
peningarensl í oynni sjálvari,
ið verður ikki bara oynni,
men øllum landinum (serliga
Havnini) at gagni. Kalt og
kyniskt — í krónum og oyr-
um — er tað tí skilagott at
leggja oljuhavnina á Drelnesi
(ella alla aðra staðni enn í
Havn) Hon fær allan ágóðan
kortini sum landsins høvuds-
staður.
Hinvegin er tað øvugta ikki
førid. Um oljuhavnin kemur
at liggja inni í Sundi, skal
man vera vísur í, at at kalla
einki av hesum virðinum fær
sær ein túr suður um fjørð.
Hetta orðsakað av teirri peri-
fieru stóðu, sum hendan syrg-
iliga stadda oyggin er í; bæði
alment, men tíverri eisini
privat. Um oyggin skal kunna
koma sær burturúr hesum
blindtarmsstatusi, so er hjálp
neyðug. Ein møguleiki kundi
verið fleiri almennar tænastur
á oynni, og harvið fleiri lukr-
ativ almenn starvsplåss. Men
hesum tykist eingin vilji vera
til.
So er bara eitt at halda seg
til. Vónina. Vónina um, at ein
komandi oljuvinna skal koma
at gylla oynna sum førid var
undir fiskikollveltingini um
aldarskiftið. Men nú er líkt
til, at hesin møguleiki eisini
skal gleppa suðuroyingum av
hondum. Tí má man stað-
festa, at tað sær svart út. Ikki
svart sum olja, men kolasvart.
Eri ikki sjálvur suðuroy-
ingur, men sum alt annað enn
havnarmaður nøri eg sam-
kenslu við teimum, ið búgva
á okkara syðstu oyggj. Sjálv-
andi skuldi tað verið heppið
at fingið oljuhavnina inn í
Eysturoynna at vera (eri
sjálvur úr Fuglafirði), og eg
eri vísur í, at havnarfólk
hugsa tað sama, at sjålvandi
skal oljuhavnin liggja á
Sundi. Vit noyðast tó at á-
sanna, at Suðuroyggin hevur
størstan tørv á nýggjum virð-
um. Um tað ikki verður oljan,
so okkurt annað. Til dømis
ein stórri almennur leiklutur.
Um einki av hesum verður
veruleiki, so er bert eitt eftir
at gera; nevniliga at loysa frå
Føroyum.
Gleðilig jól og eina góða
nýggja old
Sámal Matras Kristiansen
i
|
Í
|
|
H
i
—————
EEG
HS