mikudagur 29. desember 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NOIndabIaðið Abyrgdarblaðstjóri: ; Marknaðardeild: Dagfinn Olsen | menn: Postadr: Postsmoga 76,
| - - Jan Møller Jonhard Hammer A Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
í (1 U f | n Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen - Telefon: 311820
Blaðstjóri: Blaðfólk: Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: Telefax.314720.—
Eirikur Lindenskov Áki Bertholdsen, Niclas Johannesen SP Sosialurin e-mail: poste sosialurin.fo
internet: www.sosialurin.fo | Turið Kjølbro Yngd: Jåkup Mørk Bústaður: ; L singar: lysingGsoslalurin.o
Dánja! Højgaard Argjavegur 26, Argir rent: Sosialurin
Havnin dumpað
í kavarudding
Oddagrein
Í tveir dagar hava goturnar í Havn ligið
spegilsblankar undir ísi - og teir skatta-
borgarar, ið hava hættað sær út fyri
dyr til gongu, hava verið noyddir at
hingið fram við húsaveggum ella loftað
sær millum gøtuskelti og lyktapelar.
Ein av uppgávunum hjá eini býarum-
siting er at halda vegir og gongubreytir
í forsvarligum standi, so farast kann
eftir teimum, uttan at seta seg sjálvan
ella onnur i líusvanda. Men hesa upp-
gávuna hevur Tórshavnar Kommuna
megnað út av lagi illa.
Sum vant verður bara hugsað um tey
koyrandi, tå um kavarudding ræður. I
Havn verður so at siga bara hugsað
um bussarnar hjá Bussleiðini. Teir veg-
ir, har bussarnir koyra, verða salt-
stroyddir, meðan sidugøturnar liggja
sum deyðsfellur.
Tað er í fínasta lagi, at umsitingin hjá
kommununi skipar so fyri, at alt starvs-
fólkið á skrivstovuni hevur frí millum
jólanna. Men tað merkir ikki, at oll í
býnum hava jólafrí! Tað kann tí íkki
góðtakast, at einki verður gjørt við ta
vandamiklu hálkuna, sum legðist yvir
býin annan jóladag. Minsta kravið hjá
borgarunum er, at allar gøtur verða
saltstroyddar - og ikki minst, at gongu-
breytirnar eisini verða ruddaðar.
Í politiviðtokuni fyri Havnina er annars
ásett, at tú skalt rudda gongubreytina
uttan fyri hjá tær sjálvum. Enntá út á
hálvan vegin. Henda regla verður kort-
ini ikki vird, og gongur býráðið sjálvt á
odda í so máta, við ikki at rudda burtur
kava og ís framman fyri ognir sínar.
Tverturímóti er tað vanlig manna-
gongd, at kavin verður ruddaður av
vegnum upp á gongubreytina, so tey,
ið eru til gongu mugu ganga á koyri-
vegnum — til miklan ampa fyri bilferðsl-
una.
Sum altíð er hetta uttan iva ein spurn-
ingur um raðfesting. Umsitingin ger av,
hvat er vert at nýta orku býarins til. Í
hesum døgum hevur tað kanska størri
týdning at skjóta nakrar hundraðtúsund
krónur upp í luftina nýggjársaftan enn
at rudda isin av gøtunum…
Sosialurin
Tjóðveldisflokkurin
tekur 9.000 gíslar
Tá nývalda landsstýris-
kvinnan í almanna &
heilsumálum, Helena Dam
á Neystabø, setti sær sum
ein av fyrstu málsetningum
sínum at betra um livikorini
hjá pensionistunum, bleiv
hetta móttikið við undran og
mistrúgv.
Alt meðan pensiónistarnir
í mong ár bert høvdu kent
fíggjarligan sviða og niður-
gongd, vegna líkasælu frá
landsstýrisfólkunum í Al-
manna- og Heilsumálum,
mannað við fólki úr flokku-
num, hvors tilverugrundar-
lag m.a. sigst byggja á um-
sorgan teirra fyri teimum
veiku í samfelagnum.
Hvussu skuldi ein landsstýr-
iskvinna úr Sjálvstýris-
flokkinum tá megnað at náa
itøkiligum úrslitum.
Iðin hevur H.D. á Neysta-
bø tó endurtikid málsetn-
ingin og birt vón hjá mong-
um um heldur sámiligari
liviumstødur.
Væl vistu vit, at hetta
vildi falla mongum Javnað-
ar- og Tjóðveldispolitikara
tungt fyri bróstið at sosial-
liberali Sjálvstýrisflokkurin
skuldi megna at fáa kr. og
oyru á borið og ikki bert,
sum sokallaðu vinstrihallu
flokkarnir nýta tey veikastu
sum valagn. Hetta var jú
partur av sjálvum tilveru-
grundarlagnum hjá hesum
flokkum, sum hvarv úr eyg-
sjón um pensionistarnir
veruliga fingu tað betur.
At politikkur ikki altíð er
tespiligur vita vit, men eitt
minstamark av anstendig-
heit eiga veljarnir tó at
kunna krevja.
Soleiðis vardi tað at neyv-
an nakran, at Páll á Reyna-
túgvu og Finnur Helmsdal
væl stuðlaðir av andstøðu
skuldu vísa seg at vera púra
blottaðir fyri anstendigheit
og heilt uttan samhuga við
teimum veikastu í samfel-
agnum, soleiðis at teir uttan
at himprast vildu taka hesi
sum gíslar, til tess at vinna
Sjálvstýrisflokkinum polit-
iskar sneisir í berum hevnd-
arhuga, tí Helena Dam á
Neystabø heyði megnað at
gjørt orð til veruleika.
At hesin politiski leikur
eisini skyldast kleyvarskap
og soleiðis tilætlaður at
kåva útyvir politiska
ódugnaligheit er víst, men
vísir eisini, hvussu lítlir hes-
ir menn í veruleikanum eru.
Tann 10. mai 1999 sam-
tykti tingið eisini P. á
Reynatúgvu og Finnur
Helmsdal, nýggju pensións-
lógina. Hendan lóg er ein-
faldari og í fórum rættvisari
enn gamla lógin.
Tað er tó rímuligt, at hjá
teimum, sum missa, kann
verða trupult at sanna lóg-
arinnar rættvísi, men sam-
anumtikið tryggjar lógin
teimum, ið mest treingja.
Sum kunnugt er pen-
síónslógin í tveimum 1.
sjálv pensiónslógin, sum
åsetur, hvør kann fáa pen-
sion, og hvussu pensiónin
verður útgoldin og 2. áset-
ingarlógin, ið ásetur upp-
hæddirnar til tær ymsu pen-
slónirnar.
Undir viðgerðini av áset-
ingarlógini í trivnaðar-
nevndini tykjast F. Helms-
dal og P. á Reynatúgvu at
kvaklast við og varnast, at
teir ikki hava hóming av,
hvussu pensiónslógin, sum
teir samtyktu 10. maí er
háttað.
Politikarar úr somu flokk-
um sum hava til vana at
leika í, um pensiónirnar fyri
januar ikki verða goldnar út
áðrenn jól, snúgva sær nú
180 stig.
Til tess at káva útyvir
vantandi politiskt medvit og
líkasælu í hesum álvars-
máli, verður valt at seinka
viðgerðini í trivnadarnevnd-
ini so tilpass leingi, at teir
eru vísir í at pensiónirnar
ikki verða útgoldnar áðrenn
jól, til tess at Helena Dam á
Neystabø skal standa eftir
við avleiðingunum og
ábyrgdini.
Lat meg gera tað púra
greitt, at tað fyrst og fremst
eru tey fíggjarligu veikastu
í samfelagnum, sum fingu/
fáa avleiðingarnar.
Somuleiðis skal ein for-
sikra Tjóðveldisflokkinum,
at Sjálvstýrisflokkurin
frammum teir er førur fyri
og hevur viljan til at taka
ábyrgd. Sjálvstýrisflokkurin
ætlar sær ikki, sum Tjóð-
veldisflokkurin, bert at nýta
pensiónistarnar sum orða-
skvaldur í innantómum val
lyftum, men fer framhald-
andi ábyrgdarfullur at ar-
beiða fyri at tryggja um-
støðurnar hjá teimum veiku
í samfelagnum.
Hvort tað arbeiðið kemur
at halda áfram í verandi
samgongu er ógvuliga iva-
samt, men skal tann spurn-
ingurin ikki takast til um-
rødu her. Spennandi er tó,
um løgmaður fyri einaferð
skuld torir at vísa seg sum
ein rættur maður og seta
samgongufelagarnar upp á
pláss, ella um hann fram-
haldandi fer at sita, sum
pynt við róður samgong-
unnar, sum nevsligin lundi
á jólanátt. Politiska viðferð-
in, sum hetta mál hevur
fingið frá samgongufelog-
um er besta trygd fyri, at
samgonguni ikki verður lív
lagað, um henda er ætlað
sum fordómið fyri sam-
starvinum.
Tey sum fáast við politikk
eiga at ásanna, at tey kunnu
verða nolitiskt ósamd hetta
millum samgongu og and-
stóðu, flokkanna millum í
samgonguni, ja eisini inn-
anhýsis í flokkunum, men
hesi fólk eiga fyrst og
fremst at halda sær fyri at
tey eru fólksins umboð, vald
við tí áliti, at tey sum fræg-
ast vilja arbeiða fyri fólks-
ins besta.
Jan A. Joensen form.
Norðoya Sjálvstýrisfelag
Javnaðarflokkurin røkir til fulnar
áhugamálini hjá Socialdemokratiet
Stóða Javnaðarfloksins í tjóðskaparspurninginum er skaðilig fyri stríðið fram móti fóroyskum
sjálvræði. Men júst av hesi orsók er hon sera væl nýtilig fyri áhugamálini hjá bæði Nyrup,
Stavad og Eidesgaard
Hans Tausen Olsen sigur í
grein í Dimmalætting og
Sosialinum herfyri, at stød-
an hjá Javnaðarflokkinum í
sjálvstýrismálinum er ó-
greið og sjálvmótsigandi og
at hon tí eisini er ónýtilig.
Tað er sjálvsagt skjótt at
koma til hesa niðurstøðu. Tí
hevdi ætlan Javnaðarfloks-
ins verið fylgd, hevði stjórn-
in fingið bæði buktina og
báðar endarnar undir sam-
ráðingunum. Tað hevði,
sum Hans Tausen sigur, ver-
ið sama biddaragongd sum
altíð.
Men tá tú gerst metingar
um politikkin hjá einum
flokki, so mást tú gera tað í
mun til hansara hugsjónar-
liga grundarlag og endamál.
Og her ger Hans Tausen
Olsen eitt stórt mistak.
Hann ger metingar um pol-
itikkin hjá Javnaðarflokki-
num, sæð úr einum tjóð-
skaparligum, føroyskum
sjónarhorni. Og tí kemur
hann sjálvsagt til ta niður-
stóðu, at politikkurin bæði
er ónýtiligur og skaðiligur.
Men Javnaðarflokkurin
stendur ikki á tjóðskap-
arligari, føroyskari grund!
Hansara endamål er ikki
føroyskt sjålvstyri!
Javnaðarflokkurin i Før-
oyum er ein partur av Soci-
aldemokratiet í Danmark.
Tá tú kannar um politikkur
Javnaðarfloksins er nýtilig-
ur, so mást tú kanna um
hann er nýtiligur í mun til
hetta grundarlagið. T.v.s.
um hann gagnar áhuga-
málunum hjá Socialdemo-
kratiet. Fyrimyndarligur
politikkur Tað er sum kunn-
ugt Socialdemokratiet sum
hevur danska stjórnarvaldið
í løtuni, og tað er hendan
flokk, landsstýrið skal sam-
ráðast við. Hvat er so at
gera hjá føroysku deildini
av Socialdemokratiet? — Jú,
tað er at virka fyri, at tað
fóroyska samráðingarupp-
leggið verður so ósamhang-
andi, at — føroyingarnir
standa veikir.
Hans Tausen Olsen hevur
rætt í, at verður politikkurin
hjá = Javnadarflokkinum
fylgdur, fær Socialdemo-
kratiet bæði buktina og báð-
ar endarnar. Men hann hev-
ur ikki rætt í, at hetta er ein
ónýtiligur politikkur. Upp-
skotið hjá Javnaðarflokki-
num er tvørturim6ti frálíkt.
Tað tænir til fulnar áhuga-
málunum hjá Socialdemo-
kratiet. Hvør man orsøkin
annars vera til, at bæði Poul
Nyrup Rasmussen og Ole
Stavad eru so overfegnir
um arbeiðið hjá teirra før-
oysku floksfeløgum?
Støda Javnaðarfloksins er
sera skaðilig fyri stríðið
fram móti føroyskum sjålv-
ræði og fyri føroysk áhuga-
mál sum heild. Men júst av
hesi orsøk er hon sera væl
nýtilig fyri áhugamálini hjá
bæði Nyrup, Stavad og Eid-
esgaard.
Dia Ellindsson, tjóð-
veldismaður