mikudagur 29. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 29. desember 1999
Fólk í Havn vóru noydd at halda sær í húsaveggum ella lofta sær millum gøtuskelti og lyktapelar í hálkuni seinastu
tíðindablaðið ;
dagarnar. Býráðið fekk ikki saltað vegirnar mánadagin, tí bilurin var punkteraður
Ringt at fóta sær í Havn
Av tí at bert hóvuðsvegirnir í Havn hava verið saltaðir, hevur verið sera ringt
at gingið í Havnargótum seinastu dagarnar
EIRIKUR LINDENSKOV
Havnarfólk hava havt sera
ilt við at fóta sær seinastu
dagarnar.
Annan jóladag gjørdist
sera hált, tí svartakálk legð-
ist um allan býin.
Tað er Tórshavnar býráð,
sum hevur ábyrgdina av, at
saltað verður, og hugsa teir
fyrst og fremst um at salta
har, sum bussarnir koyra.
Men hetta hjálpir ikki so
nógv fyri fólkið, sum er til
gongu - og fyri tey, sum
skulu koyra á vegunum, har
Bussleiðin ikki koyrir.
Tískil var sera ringt at
ganga í Havnargøtum annan
jóladag og mánadagin við.
Ikki fyrr enn týsdagin varð
farið at salta aðrastaðni.
Sosialurin royndi at fáa
eina viðmerking frá ábyrgd-
arhavandi í umsitingini hjá
Tórshavnar býráð, men tað
bar ikki til, tí tey eru farin í
jólafrí - og eru tiskil ikki at
hitta fyrr enn næsta ár. Bert
arbeiðsmenninir eru til ar-
beiðis.
Men vakthavandi á
Brandstødini segði við Sos-
talin, at bilurin, sum skuldi
salta gøturnar, var punkter-
aður - og til bar ikki at fáa
hjólið lappað fyrr enn týs-
dagin. Tískil bar ikki til at
salta gøturnar.
Fyri útvarpiðnum játtaði
Boði Haraldson, býarverk-
frødingur, at saltingin ikki
hevur verið nóg góð.
Sambært politividtøkuni
fyri Tórshavn hava borgarar
skyldu at rudda kava og ís
fram við ogn síni, so um gll
gjørdu, sum fyriskrivað er,
so var trupulleikin kanska
ikki so stórur.
Dunnurnar fyri borð
Jóladógurðin umborð á >Vesturvón< var ikki dunna,
men ræst kjót, tí dunnurnar vóru salmonellafongdar
og vórðu tveittar í havið. Fiskiskapurin er góður hjá
trolarunum eystanfyri
ÓLAVUR Í BEITI
Tå id tað hoyrdist, at dunn-
urnar, sum innfluttar vórðu
higar úr Onglandi, vóru
salmonellafongdar, komu
boðini eisini umborð á
flakatrolaran > Vesturvón<,
sum hevði keypt dunnur
undan jólum, tá ið farið var
avstað í russiskt øki í Bar-
entshavinum. Og annað
var tá ikki at gera, enn at
beina fyri øllum dunnu-
num. Jóladggurðin gjørd-
ist tí ikki dunna, men gott
føroyskt ræst kjøt, sum
eisini varð provianterað,
áðrenn farið var nýggjan
túr nakað fyri jól.
Tað hoyrdist eisini, at
manningin umborð á Ljós-
afellinum heldur ikki fekk
dunnu á jólum, tí keyptar
vórðu eisini dunnur úr
Onglandi, áðrenn farið var
avstað.
Men tó at jóladógurðin
ikki gjørdist tann, sum
manningin hevði glett seg
til, hevur fiskiskapurin
verið góður hjá trolaru-
num, sum royna í russisk-
um sjógvi í Barentshavi-
num. Tað er nú góður m-
ánaði síðan >Vesturvón<
fór avstað, og tá ið vit tos-
aðu við reiðaran, Ólav Pet-
ersen, fyrradagin, heyði
Vesturvón fingið 144 tons
í flaki. Enniberg, Ljósa-
fellið, Sundaberg og
Sjúðrarberg royna eisini
eystanfyri í løtuni, meðan
Skálaberg og Akraberg eru
farnir at sigla heim.
Og hinir trolararnir hjá
Pf. Vesturvón, Akraborg
og Varðborg, verða klárir
at fara til fiskiskap aftur
fyrst í nýggju øldini. Teir
eru málaðir gráir nú á
sleipistødini í Vági og
hava annars eisini verið til
árligt eftirlit.
Stjórin í Pf. Vesturvón,
Ólavur Petersen, sigur
ongar broytingar fara at
verða enn við hesum báð-
um trolarum, sum reiðaríið
keypti fyri nøkrum mån-
aðum síðani frá suðring-
um. Manningin er tann
sama og trolararnir av-
reiða, har mest fæst fyri
fiskin.
-
hevur
Ferðslutrygd
hevur heitt á
landsstýrið um
at gera reglur
fyri arbeiðsums-
tóðunar hjá
bussfórarum
JOHN JOHANNESSEN
— Í veruleikanum gera ar-
beiðsgevararnir = einki
skeivt, tá teir krevja, at
bussførarar skulu koyra
ein heilan dag út í eitt.
Orsøkin er, at vit hava
ongar reglur fyri, hvussu
leingi bussførarar kunnu
koyra í Føroyum.
Jón Kragesteen frá
Ferðslutrygd sigur, at á-
byrgdin fyri trupulleikun-
um víðvíkjandi arbeiðs-
umstødunum hjá buss- og
trailaraførarum liggur hjá
Broadway
ároyingarfelagið í Reykjavík
skipar fyri einum 13. kvølds
haldi á Broadway leygarkvøldi
tann 8. januar 2000. Har
verður mangt spennandi á
skránni, sum t.d.
Birgir Enni saman við kenda
kokkinum Rúnar Marvinsyni og
kokkunum á Broadway borðreiðir
við ollum góðum úr havinum.
Ungi Brandur Enni og beiggi
hansara Tróndur syngja.
Dansitelagið hjá føroyingafelagnum
í Reykjavík skipar foroyskum dansi.
Robert og vinmenn spæla til dans.
Flogferð: Vágar - Reykjavík - Vágar 7. januar - 10. januar 2000
Innivist á dupultkamari v/morgunmati á "Ørkini"
Matur. undirhald og dansur á "Broadway".
— Kostnaður 2.936,-
alt íroknað
Landsstýrið
abyrgdina ;
Jón Kragesteen, leiðari
á Ferðslutrygd
landsstýrinum.
Hetta hevur Ferðslu-
trygd eisini gjørt vart
landsstýrið vart við, men
svarið frá Finnboga Arge,
landsstýrismanni í sam-
ferðslumálum er, at ongar
ætlanir í løtuni eru um at
gera reglugerðir á hesum
øki. Men landsstýrið ætlar
sær at hava hetta mál í
huga í framtíðini.
Lesið meira á síðu 5
os 2 2 3 » 2
S
Atlantic Airways
Tel 333 700 + Fax 333 380