Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 248 - 29. desember 1999 Ikki rådiligt at siga folki úr starvi við einum meyli I blaðnum FA Orientering spyr ein fyritøka, um tú kanst síga einum persóni úr starvi við telduposti, og frå nær at meta er fráboðanin móttikin ein vanligur og kendur sam I fyritøkuni sKiftishattur Man nytist ti ikki seinni at søg ð persót ng ndi SK Oc Wvík g læl er Ki 1 S K ið 1 sagna i ið go kl tal k S SKa eld iposturin ny ð komandi verður latin upp liga, sum liður í ti van iga arbeiðinum hjá løntak- aranum. Er ella átti sendari at verið kunnugur við, at hetta ikki fer fram, eigur ein hóskandi tíð at leggjast aft teimum ávísu viður skiftinum til heintan av teld uposti, skrivar blaðið sam rat UTAR rt tíðindaskrvi frá Vinn nusinum Ikki rådiligt Og sambært sama tíðinda skrivi, verður sagt, at Før oya Arbeiðsgevarafelag mælir ikki til uppsøgn um teldupost, um hon er einsa- moll Uppsøgn skal í flestu fórum verða fráboðað til starvsfólkið beinleiðis, og teldupostur einans at verða » Y Get Msg New Msg inbox * Netscape Folder “Inbox" Reply & <p Forward File Sem æst |-:føúeATea a , } System Adm postmaster } | Mail Deliver Kristin Magn postmaster Heri Eysturlid i= El Undeliver i Undeliver Eh Returned Eh Rokning íg ER Undeliver > Next Tue. Stjorin 28 Dec 1999 14:22:52 +00 | RE 1 6 AN Organkatton: Sosialurin 1] Tú verður við hesum sagdur úr star vi brúktur, har sertænasta við vanligum skrivligum upp- søgnum ikki er møgulig ella hóskandi, verður sagt í tíð indaskrivi frá Vinnuhúsi- num Føroya Arbeidsgevarafelag mælir frå uppsøgn um teldupost Tilgjørd mynd Skeið A skránni verður løgtings- lóg um útbjóðing v.m. og ABF 92. Skeiðið er ætlað handverksmeistarum, tekn- ikarum, byggifrødingum, verkfrødingum, arkitekt- um, dløgfrødingum og banka- og sparikassafólki. Skeiðið verður skipað sam- an við Byggeriets Arbejds- givere. AB 92 er eitt avtaludok- ument, sum partarnir innan byggivinnuna eru komnir ásamt um, tvs. byggiharrar, ráðgevarir og entre- prenørar. Við tað at AB 92 er gjørt fyri tað danska byggi- og anlegsvirksemið, hava føroyingar gjørt eitt ABF 92, har tey vanligastu frávikini eru savnadi, sum eru grundað á serstøk før- oysk viðurskiftir. Ein trímannaneynd varð sett at arbeiða við málinum og í hesi nevnd vóru fyri arbeiðsánarar: Gunnleyg Durhuus, arkitektur, fyri rådgevararnar: Jørgen Jac- obsen, verkfrødingur, og fyri = arbeidstakararnar: Kristian Rasmussen, verk- frødingur. Avegis hava hesir stovn- ar og feløg fingid uppskot sendandi til ummælis: Ad- vokatfelag Føroya, Arki- tektafelag Føroya, Figgjar- stýrið, Føroya Byggi- I Føroya ” um byggijura Vinnuhúsið skipar saman við óðr- um fyri skeiði í byggijura fyrst í mars mánað í ár 2000 Handverksmeistarafelag, Føroya Kommunufelag, Føroya Teknikarafelag (Starvsmannafelagid), Før- oya Verkfrødingafelag, Al- manna- og heilsumálastýr- ið, Klaksvíkar Kommuna, Landsverkfrødingurin, Løgmansskrivstovan, Und- irvisingar- og mentamåla- stýrið, Runavikar Komm- una, SEV, Sorinskrivarin, Føroya Tele, Tórshavnar Kommuna, Tryggingarfel- agið Føroyar, Fiskimåla- stýrið og Vinnumålastyrid. Við hesum arbeiði er fingið til vega eitt avtalu- grundarlag fyri byggi- og anlegsarbeiðið í Føroyum. ABF 92 ásetir reglar fyri fremjanini av byggimann- agongdini, og snýr seg um skyldir og rættindi hjá pørt- unum í eini enterprisuav- talu, í hesum fórum hjá byggiharranum og entre- prengrinum. Reglarnir snúgva seg um, hvussu partarnir samvirka, stødan hjá pørtunum, tá ið broyt- ingar eru í arbeiðnum og við óvæntaði viðurskiftir, váðabýtið, ábyrgd fyri manglar og seinkan, leingj- an av tíðarfreistum, handan av arbeiðnum, trygdarveit- ingar, gjald og viðgerð av ósemjun, skrivar Vinnuhús- ið í tíðindaskrivi Ábyrgdin skal nágreini- liga staðfestast Tað tykist vera ógreitt fyri teimum flestu, um tyrlutilbúgvingin í Føroyum er danskt ella føroyskt åbyrgdarøki, metir Torbjørn Jacobsen, tjóðveldismaður, og hevur tí eisini sett ríkisumboðnum fyrispurning um tyrlutilbúgvingina ÓLAvURr í Berri Torbjørn Jacobsen, tjóð- veldismaður, hevur um- framt at spyrja fiskimåla- ráðharran um tyrlutilbúgv- ingina eisini sett ríkisum- boðnum spurning, tvs. donsku stjórnini. Torbjørn Jacobsen spyr, um tað er danska stjórnin, umvegis ella umboðað av donsku sjóverjuni, sum hevur á- byrgdina av at røkja tyrlu- tilbúgving í Føroyum, ella metir danska stjórnin, at hetta er eitt mål, sum Før- oya Landsstýri umsitur? Í seinna lagi vil hann hava at vita í hvønn mun danska sjóverjutyrlan er tilbúgvin og tók, tá ið brúk er fyri henni til bjarging og sjúkr- aflutning, í Føroyum og á føroyskum oki? Ogreitt fyri tingmanninum I viðmerkingunum til fyri- spurningin, sigur Torbjørn Jacobsen, at tað tykist vera Ógreitt fyri teimum flestu, um tyrlutilbúgvingin í Før- oyum er danskt ella før- oyskt åbyrgdarøki. — Håttvirdi løgtingsmaður Henrik Old reisti målid i Løgtinginum hin 16. sep- tember 1999 f einum skriv- ligum fyrispurningi. I svari- num frå Vibeke Larsen, rik- isumbodsmanni hin 24. november 1999, fæst einki at vita um hesi vidurskifti. Tað verður bert sagt: „Der er ingen overvejelser om at reducere eller at opgive Sø- værnets helikoptertjeneste på Færøerne.”. Tað framgongur á ong- an hátt av svari ríkisum- boðsmansins, hvørt danska stjórnin tekur ábyrgdina av eini fullgóðari tyrlutilbúgv- ing í Føroyum ella ikki. Tað er ynskiligt, at ábyrgdar- spurningurin verður ná- greiniliga staðfestur í svari- num, metir tjóðveldismað- urin Torbjørn Jacobsen i viðmerkingunum. Vinnuhúsið og MFS samstarva Vinnuhúsið tekur í næstum upp samstarv við MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) við tí fyri eyga, at lesandi í stórri mun fáa høvi til at at lýsa føroysk viðurskiftir í teimum serritum og stórri uppgávum, ið eru partur av lesnaðin- um, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi OLAvur Í BEITI Og um orsøkina til hetta stig hjá Vinnuhúsinum, verður sagt í tíðindaskrivinum, at hetta átti at givið føroyskum virkjum ein møguleika at fåa gjørt kanningar ella smærri granskingaruppgåv- ur, uttan at brúka stórvegis av peningi. Sambært nyggjastu hagtølunum eru gott 2000 føroyingar, ið lesa í Dan- mark, og harafturat eru tað fleiri og fleiri, ið fara í onn- ur lond at nema sær útbúgv- ing. Í samband við flest allar útbúgvingar skal tann les- andi skriva eitt serrit og eis- ini verða smærri og stórri uppgávur skrivaðar leyp- andi. Skriva um annað - Flestu lesandi ynskja at skriva um umráðið, ið áhug- ar tey og sum kunnu nýtast í veruleikanum. Tí ynskja nógv at arbeiða við onkrum ið er viðkomandi fyri før- oysk viðurskifti. Men av tí, at lítið og einki samband hevur verið millum tey les- andi í útlondum og føroyska privata og almenna sektorin, er endin sum oftast, at skriv- að verður um annað enn før- oysk viðurskifti. - Fyritøkur í eitt nú Dan- mark eru sera áhugaðar í, at fáa lesandi til at gera ser- rit um eitt hvort, ið fyri tókan hevur brúk fyri at vita meira um, eitt nú marknað arkanningar, góðsking av einari serstakari vøru, o.s.fr. — Vit vænta, at fleiri før- oyskar fyritøkur fegin vildu fingið ókeypis gransking innan teirra øki. Tey virkir, ið kundu hugsa sær at fingið kannað eitthvørt innan virk- semi sítt, av einum lesandi, kunnu seta seg í samband við Vinnuhúsið, verður sagt í tíðindaskrivi frá Vinnuhús- inum