mikudagur 29. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 29. desember 1999
tíðindablaðið
Næstan 300 mió meira í lónum
Fyrstu ellivu mánaðirnar av 1999 vóru samlaðu lónútgjaldingarnar knappar
fýra milliardir krónur. Hetta er næstan 300 mió. krónur meira enn sama tíð-
arskeið í fjór. Men tað er ikki í óllum vinnum, at meiri verður goldið út í løn-
um. Størsti bólkurin, fiskiskapur, er minkaður við 65 mió. krónum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað verður goldið meira út
í lónum í 1999 enn tað var í
1998.
Tað er nidurstødan av
talvuni, sum Hagstova Før-
oya prentar í Hagtíðindum
nr. 7, sum júst er komið á
gøtuna.
Nidurstødan er bygt å
talvuna fyri teir fyrstu ellivu
mánaðirnar av hesum árin-
um sammett við vanligu
gongdina undanfarnu árini.
Tann gongdin hevur verið
tann, at desember er ein ser-
stakliga >góður< lønarmån-
aði, og brúka vit desember
í fjør, sum dómi, so vera
lónarútgjaldingarnar í år
uml. 300 milliónir stórri enn
tær vóru í 1998.
Sammett við onnur ár
verða lønaritgjaldingarnar
fyri 1999 eisini hægri enn
tær eitt nú vóru í 1990 tá
tær vóru upp á góðar 4,2
mia. krónur.
Fiskivinnan haltar
Tað áhugaverda við talvuni
yvir lónarútgjaldingarnar er,
at tað í øllum fórum uttan
einum er talan um vøkstur
sammett við árið í fjør.
Ahugavert, tí einasta
vinnugrein, sum ikki hevur
stórri lønarutgjaldingar í ár,
er fiskivinnan, og tað kann
í grundini gerast ein trupul-
leiki, um so er, at tann
gongdin heldur fram.
Um tað verður so ella ikki
er sjálvandi torført at úttala
seg um, tí sum øllum kunn-
ugt, so hevur tað nógv við
fiskanøgd og fiskaprisir at
gera.
Og av tí at hesir báðir lutir
ikki er nakað sum føroying-
ar hava nakra ávirkan á yv-
irhøvur, er vónleyst at siga
nakað um niðurgongdin í
fiskivinnuni fer at halda á,
ella ikki.
Higartil í ár eru útgoldnar
65 mió. krónur færri í løn-
um enn tað vóru sama tíðar-
skeið í fjør.
Gongur illa hjá teimum,
sum veiða fiskin, so gongur
betri í fiskavøruidnadinum.
Góðar tríati milliónir
fleiri er útgoldið í lónum í
hesi vinnugrein, og frá-
greiðingin til tað er uttan
iva, at meira fæst fyri vør-
una, sum verður framleidd.
Byggivinnan
enn einaferð
Tann Vinnan, sum tó mann
hava havt størstu fram-
gongdina tá samanumkem-
ur, er byggivinnan.
Byggivinnan steðgaði
fullkomiliga upp í teimum
ringastu = kreppuárunum,
men síðani tá er gongd av
Lonargjaldingar í vinnugreinum og %-vís broyting, 1990 — okt. '99 í mió. kr.
a ———ø——————iGWiøl"F"ððøðølmm—ik€ø—IMUAAi
Vinnugrein
1 Landbúnaður
2 Fiskiskapur
3 Ali- og kryvjivirki
5 Råevnisvinna
6 Fiskavøruidnadur
7 Skipasmiðjur, smidjur
8 Ídnaður annars
9a Alm.byggiv.(landsv.fr)
9b Annað byggivirksemi
10 Orkuveiting
11 Handil og umvæling
12 Gistihús og matstovur
13 Sjóflutningur
14 Flutningur annars
15 Postur og fjarskifti
16 Figging og trygging
17 Vinnuligar tænastur
18 Hushaldstænastur
19 Almenn fyrisiting v.m.
20 Undirvising
21 Heilsu & almannaverk
22 Felagsskapir, mentan
23 Otilskilad vinna
1-23 Ti ilsamans
Í hevuðsbólkum:
1-8: Framleiðsluvinnur
9 -18: Bygging, handil,
flutn. o.a. tænastur
19-22; Almennar
tænastur o.t.
Lonargjaldingar, í mió. kr. Jan. Jan. Prosentvís broyting Jan.-nov.
-Nnov. -NOV. '95 '96 '97 '98
1990 1994 1995 1996 1997 1998 1998 1999 -86 97 -g8 -99
5 3 3 4 4 5 4 5 13 -1 23 15
675 498 536 607 686 809 727 662 13 13 18 -9
82 58 56 69 75 82 72 96 24 9 9 33
6 5 7 8 8 9 8 10 13 -5 17 23
362 230 231 255 40 272 246 279 10 -6 13 14
90 58 74 82 82 88 80 82 11 -1 7 3
151 87 94 106 114 124 110 191 12 8 9 19
63 33 34 35 36 33 31 31 1 3 -7 2
233 69 64 77 115 152 135 162 20 48 32 20
46 34 35 37 37 37 33 34 7 1 -1 2
450 300 310 335 360 387 345 387 8 7 8 12
38 23 25 30 34 39 35 41 18 13 16 18
148 121 129 136 134 144 132 150 5 -1 8 14
61 43 46 54 59 76 66 75 16 10 28 13
124 100 100 105 111 120 109 114 5 6 8 4
218 204 193 189 203 207 186 202 -2 7 2 9
126 70 78 85 101 102 91 99 8 19 1 9
30 18 20 21 21 23 20 23 5 4 7 13
583 511 509 548 584 626 568 574 8 6 7 1
248 198 203 210 216 226 204 245 3 3 5 20
451 406 413 436 461 481 440 476 5 6 4 8
57 55 58 60 67 70 63 82 5 12 5 31
2 1 1 4 18 28 24 24 . . . .
= 4.248 3.125 3.221 3.491 3.766 4.138 3.728 3.985 8 8 10 7
1.371 939 1.002 1.131 1.209 1.388 1.246 1.264 13 7 15 1
1.537 1.015 1.035 1.102 1.210 1.320 1.183 1.319 7 10 9 12
1.339 1.171 1.183 1.253 1.328 1.402 1.275 1.378 6 6 6 8
Lonargjaldingar tilsamans, mánaðarliga jan. 1986 — nov. 1999, í mió. kr.
450
250 t
150
Jan 86 Jan87 Jan88 Jan89 Jan90 Jan91
mánaðarliga
6-mán. miðal
12-mán. miðal
Jan92 Jan93 Jan94 Jan95 Jan96 Jang7 Jang8 Jang9
Stór óking er framhaldandi í byggivinnuni. Higartil í ár
eru knappar tríati milliónir fleiri útgoldnar í lónum enn
tað vóru í fjør. Tað svarar til eina øking upp á 20 pros-
ent
álvara komin á aftur.
Hiugartil í ár eru 162 mió.
krónur útgoldnar í lónum í
byggivinnuni, og tað er
tíggju milliónir meir enn
útgoldið var alt árið 1998.
Havandi tað í hugað, sum
sagt var um desember
mánaða omanfyri, so er ikki
óhugsandi, at samanløgdu
lónarútgjaldingarnar = fyri
1999 fara at nærkast 180
milliónum.
Orsøkin til vøksturin í
byggivinnuni er sjálvsagt at
finna í tí veruleika, at tað
sum heild gongur betri í
landinum yvirhøvur. Hetta
ger, at meira verður boðið
fyri sethús - serliga í Havn,
og tá húsini gerast ov dýr at
keypa, loysir tað seg ofta at
byggja sjálvur ístaðin.
Almennu lønirnar
økjast eisini
Tað er nú ikki bara í privatu
vinnuni at lønirnar økjas, tí
landskassin fylgir væl vid i
so måta.
Kortini er tad serliga inn-
an heilsu- og almannaverk-
Tad verdur framvegis
goldid munandi meira i
lónum enn tað varð i fjør,
og á strikumyndini nið-
anfyri sæst, at tad i år
verður goldið meira í
lónum enn tað eitt nú var í
1990.
Talva og mynd úr Hagtíðindum
savnsmynd
ið og innan skúlaverkið, at
meira verður útgoldið i løn-
um og ikki í sjálvari fyrisit-
ingini.
Sambært talvuni hjå Hag-
stovuni eru 41 milliónir
meiri útgoldið í lónum i
undirvísingarverkinum,
meðan 36 milliónir meira
eru goldnar í heilsuverkin-
um.
Í almennu fyrisitingini
økjast lønarutreidslurnar
kortini ikki so skjøtt, ti her
er »bert« talan um ein
vøkstur upp á seks milliónir,
og tað svarar til einans eitt
prosent.
Vøkstur í øllum
høvudsbolkum
Sum sagt, so er tad bara i
fiskivinnuni á sjónum, at
tad er ein afturgongd, og tå
høvudsbølkarnir eru sam-
antaldir innanhysis, er fram-
gongd at siggja i øllum
trimum høvudsbélkum.
Framleidsluvinnan økist
við 18 mió. krónum upp i
1,264 mia. krónur og tað
svarar til ein vøkstur upp á
Í prosent.
Byggivinnan, handil,
flutningur og aðrar tænastur
ger eitt rættuligt lop úr
1,183 mia. krónur upp i
1,319 mia. krónur, og tað
svarar til eina hækking upp
á 12 prosent.
Tað er eisini staðfest ein
øking í lønanitgjaldingini
hjå ti almenna.
Fyrstu ellivu mánaðirnar
í ár eru úgoldnar 1,378 mia.
krónur í lónum, meðan tað,
sama tidarskeid, í fjør,
vórðu útgoldnar 1,275 mia.
krónur. Hetta svarar til eina
øking upp á 8 prosent.