Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 151 - 10. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Fólkatrygging – samhaldsfesti FYRI einum góðum ári síðani boðaði lands- stýriskvinnan í almannamálum frá, at upp- skot um eina nýggja eftirlønarskipan skuldi leggjast fram innan ikki so langa tíð. HESUM boðaði Helena Dam á Neystabø frá í einum svari til fyrispurning frá Óla Breckmann. Sambært svarinum minti upp- skotið so nógv um uppskot Fólkafloksins um eina »fólkatrygging«, at Óli Breckmann tók ímóti svarinum við lógvabrestum oman fyri skallan. MEN uppskotið kom ikki tá. Uppskotið kom heldur ikki í seinastu tingsetu. Og ætlanin fær lítla umrøðu í ólavsøkurøðu løgmans. Tó verður sagt, at Almanna- og Heilsu- málastýrið nú tingast við fakfeløgini um, hvussu tann nýggja individuella eftirlønar- skipanin kann samskipast við tær skipanir, sum fakfeløgini hava í dag. ONKI verður sagt um, hvussu tað prinsipi- ella grundarlagið er. Men umrøðan á tingi í seinastu viku bendi á, at tað framvegis verður arbeitt eftir tí leisti, sum fólkatrygging Fólkafloksins var skorin eftir. TÁ henda ætlanin varð almannakunngjørd fyri hálvum øðrum ári síðani elvdi tað til mikið rok. Fleiri tjóðveldisfólk og tjóðveldis- feløg vendu sær frá ætlanini. Orsøkin var, at hon kvetti við tað samhaldsføstu skipan, sum Tjóðveldisflokkurin var við til at sam- tykkja í síni tíð. Ein skipan, sum Fólka- flokkurin, Sambandsflokkurin og nú eisini Sjálvstýrisflokkurin hava virkað ímóti. UMRØÐAN í fjølmiðlunum avdúkaði, at skipanin var ikki samhaldsføst og at hon var alt annað enn løtt at seta í verk. Men sjóforkláringin hjá nýggju tjóðveldisleiðsl- uni var, at fólkapensjónin skuldi gerast til samhaldsfastan fólkapensjónsgrunn – sum um fólkapensjónin ikki er samhaldsføst. ÍSTAÐIN fyri eisini at ganga undir politikk Fólkafloksins á hesum øki, áttu Tjóðveldis- flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin heldur at bøtt um ta samhaldsføstu skipan, sum grundarlag jú er lagt undir. HENDA skipan gevur øllum somu eftirløn. Líka mikið, hvussu nógv er goldið inn. Mótvegis uppskoti Fólkafloksins, sum gev- ur teimum, sum hava forvunnið mest, størstu eftirlønina, meðan láglønarbólkar og pensjónsmóttakarar verða við sviðusoð, Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra kona, móðir, vermóðir, omma og langomma okkara BORGHILD JOENSEN á Strondum ættað av Stykkinum andaðist á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík 7. august, 76 ára gomul. Farið verður av Røktar- og Ellisheiminum hós- dagin kl. 18.00. Gravarferðin verður úr Sjóvar kirkju fríggjadagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Kristian Tey, sum vilja minnast Borghild, kunnu lata Sjóvar kirkju eina gávu. ✝ STEFAN Í SKORINI Býráðið í Havn hevur ein bústaðartrupulleika, av tí at alt fleiri fólk velja at flyta til miðstaðarøki, bæði av bygd og úr øðrum londum. Í løtuni hevur Tórshavnar Býráð ikki møguleika at út- vega fólki, sum hava ynski um at byggja hús, eitt grundstykki. - Havnin veksur so nógv í løtuni, at øll grundstykkini longu eru seld. Fyri nøkrum fáum árum síðani var eingin trupulleiki at ogna sær eitt grundstykki, og býráðið hevði útstykkjað nóg mikið. Hesi eru nú seld, og bíði- listin er bara vaksandi, sigur Heðin Mortensen formaður í byggi- og býarsamskip- anarnevndini. Fleiri grundstykki í Hoyvíkshaganum Tey økini, sum býráðið hevði sett av til bústaðarøki, eru nú um at fyllast. Tí er neyðugt í nærmastu framtíð at útvega fleiri grundstykkir. Á Hamrinum á Argjum er um at fyllast upp, og har hevur býráðið ikki ætlanir um at gera fleiri grund- stykkir fyribils. Hinvegin er stórt øki í Hoyvíkshagan- um, sum verður til taks at byggja hús á í næstum. Á høgru síðu á Løg- mannabreyt er eitt stórt tómt øki, sum verður útstykkjað. Hetta økið er niðanfyri tey nýggju raðhúsini, sum eru á Løgmannabreyt. - Hetta økið er ætlað teimum, sum ikki hava hug at búgva í raðhúsum, men heldur vilja hava sítt egna sethús og sítt egna grund- stykki, sigur Heðin Morten- sen, so her verður ikki talan um raðhús. - Hetta er tann lættasta og bíligasta loysnin, sum bý- ráðið kann bjóða í løtuni, sigur Heðin Mortensen. - Tað er eisini neyðugt, at aðrir hentleikar fylgja við, og at vøggustovur og barna- garðar verða løgd, har ung- fólk koma til. 180 nýggjar íbúðir í Berjabrekku Berjabrekka er sett av til raðhús burturav, og býráðið hevur longu samtykt, at eini 180 íbuðir skulu byggjast afturat á tí økinum. Tann ætlanin er nevnd Berja- brekka 3. Tey nýggju raðhúsini skulu byggjast omanfyri tann varda verkstaðin Virkni, og tað er Høgni Mikkelsen, sum skal standa fyri arbeiðnum. Hann hevur eisini staðið fyri øðrum verkætlanum við raðhúsum í Havn. Fleiri grundøki í Havn Bíðilistarnir til grundstykkir í høvuðsstaðnum eru farnir at vaksa, og tí fer býráðið í næstum at útvega sínum borgarum fleiri grundstykkir Fleiri vinnuøki Fyri at fólk, sum flyta til Havnar, skulu hava møgu- leikan at brúka sína útbúgv- ing er eisini neyðugt at gera vinnuøki. Tí hevur býráðið sett øki av til vinnulívið. Alt økið framvið Vegnum Langa frá barnagarðinum og til Løgmannabreyt er sett av til fyritøkur at byggja á, og fleiri fyritøkur eru longu kunnaðar um hetta. Ætlanin er eisini at leingja um vinnuøkið á Sandvíkahjalla. Beint eftir summarfrítíðina verður eisini farið í gongd við at gera eina læknamið- støð afturat í Gundadali við síðuna av læknamiðstøðini, sum júst er bygd. Eitt sindur av grønum eisini Inni í Havnini eru nøkur øki, sum enn eru óbygd, har møguleiki kundi verið fyri at bygt íbúðir ella aðrar bygningar. Høgrumegin R.C. Effersøes Gøta yvirav SMS er eitt slíkt øki. Heðin Mortensen sigur tó, at sjálvt um nøkur av hesum økjunum eru sett av til almennar bygningar, so hevur hetta býráðið ikki ætl- anir um at byggja á hesum økjum, tí eisini skal pláss verða fyri grønum økjum í Havnini. Bíðilistarnir til grundstykkir eru farnir at vaksa og tí er neyðugt hjá býráðnum at útvega fleiri grundstykkir RÚNAR REISTRUP Føroyingar liðu internet- deyðan týsmorgunin, og tað var ikki fyrstu ferð. Men fyri hvørja ferð tað hendir, rakar tað meinari enn fyrr, tí alsamt fleiri privatpersón- ar og serliga fyritøkur gerast óloysiliga heftar at netinum. Nógv av teimum mest vitj- aðu støðunum á netinum so sum Sosialurin, Dimma- lætting og leitiskipanin in.fo liggja á servarum uttan- lands, og tí vórðu hesi lítið vitjað týsdagin og mikudag- in, tá sambandið til útheim- in koyrdi við sera lágari ferð. Aðrar fyritøkur hava so at siga alt handilssamskifti við ávísar leverandørar ígjøgnum netið, og tí kann tað hava víttfevnandi fylgj- ur, um sambandið knapp- liga er mestsum deytt eins og tað var týsdagin og í gjár. Á Føroya Tele ásanna tey, at tað ikki longur ber til at slíta netsambandið við út- heimin heilt, heldur ikki um talan bert er um ein dag ella tveir, og tí verða stig nú tikin at gera ein betri back- up skipan, sum altíð er klár at taka við, um sambandið ígjøgnum Cantat kaðalin verður slitið aftur. Cantat kaðalin er sjálv tele- lívæðrin millum Føroyar og meginlandið. Átta ferðir minni Føroya Tele hevur longu eina backup skipan við tað at ein ávísur kapasitetur á fylgissveini verður brúktur til internetsamskifti, tá kað- alsambandið er kvett. Tað var hendan skipan sum tók við týsmorgunin, tá alt samband um Cantat kaðalin varð slitið. Men sum flestu internet- brúkarar merktu, er kapa- siteturin á skipanini so lítil, at tað mestsum ikki bar til at brúka internetið í gjár og týsdagin. Kapasiteturin, ið er settur av til internetferðslu á fylgissveinasambandinum hjá Føroya Tele, er átta ferð- ir minni enn kapasiteturin á kaðalinum, sum í sær sjálv- um er nakað lítil í mun til tann tørv, ið føroyskir inter- netbrúkarar hava. Tí nyttar hendan backup skipan lítið og einki sum er. Men nú fer Føroya Tele at gera avtalu um at leiga ein størri part av fylgissveina- kapasitetinum, og ætlanin við hesum er at tryggja, at internetsambandið millum Føroyar og meginlandið al- tíð kann koyra við rímiligari ferð, eisini um Cantat kað- alin skuldi farið aftur. Hendir ikki aftur Ætlanin er at leiga eitt 4 megabit samband á fylgis- sveininum, sum altíð skal vera tøkt til internetnýtslu. Hetta svarar til tann kapa- sitetin, sum vanliga er settur av til internetsamskifti á Cantat kaðalinum, so talan verður um eitt eins gott fylgissveinasamband og nú- verandi kaðalsambandið. Hesin kapasitetur skal so brúkast, um tað aftur hendir seg at kaðalsambandið verður slitið. Stjórin á Føroya Tele, Ongantíð aftur Hetta er seinasta ferðin, at internet- sambandið hjá føroyingum fer at verða so vánaligt, sum tað gjørdist týsmorgunin, tá farið varð undir at umvæla Cantat kaðalin. Tað torir stjórin á Føroya Tele næstan at lova Andras Róin torir soleiðis næstan at lova, at tað ikki kemur fyri aftur, at føroyskir brúkarar fara at hava so vánaligt internet- samband, sum tað teir hava havt seinastu tveir dagarnar. Orsøkin til at lyftið við ein- um ávísum iva er, at inter- netferðslan úr Føroyum nið- ur á meginlandið økist við øgiligari ferð. So hóast dataflutnings- kapasiteturin um fylgis- svein skjótt gerst áttafaldað- ur, so hjálpir tað einki, um ferðslan eisini er áttafaldað, næstu ferð Cantat kaðalin slitnar. Men ætlanin er so, sigur Andras Róin, at internet- sambandið ongantíð aftur skal gerast eins vánaligt og tað gjørdist týsmorgunin. Á myndini sæst internetferðslan millim Føroyar og meginlandið farnu vikuna. Týsmorgunin, tá farið varð undir at umvæla Cantat kaðalin, gjørdist kapasiteturin á linjuni til Danmarkar átta ferðir minni, og tí var netið so at siga ónýtiligt. Hetta hendir ikki aftur, sigur Føroya Tele Mynd: www.olivant.fo Bráðfeingis hjálp Tað fer væntandi at taka minst eina viku at umvæla Cantat kaðalin, og tí roynir Føroya Tele longu nú at betra interetsambandið um fylgissvein fyribils, so tað aftur verður nýtiligt. Í gjár arbeiddi televeitarin við at gera avtalu um at bráðfeingis leiga ein størri part av fylgissveinakapasi- tetinum, so hjálpast kundi um internetsambandið bein- anvegin. Væntandi fór hetta at koma í lag longu í gjár soleiðis at dataflutnings- kapasiteturin um fylgissvein kundi vera umleið helvtina av tí, sum hann vanliga er um Cantat kaðalin. Tá skuldi aftur borið til at brúkt internetið, tó við nakað minni ferð enn van- ligt. Annars er tað aftur vorðið eitt sindur trongligt hjá internetbrúkarum á Cantat kaðalinum, og tí fer Føroya Tele í næstum at leiga seg inn á ein størri part av hes- um kaðali. Ætlanin er, at í heyst skal kapasiteturin til internet- nýtslu á Cantat kaðalinum økjast úr núverandi 4 meg- bittum upp í 8 ella kanska 12 megabit. Sum er merkja internet- brúkarar at ferðin ikki altíð er sum hon átti at verið, men tann trupulleikin átti at ver- ið loystur fyribils við økta kapasitetinum á kaðalinum. RÚNAR REISTRUP Ein eins fastur táttur og sjálvur Jazzfestivalurin er eitt gospelkvøld á sama festivali. Ofta hevur hetta gospelkvøldið verið eitt hóskvøld og soleiðis er eis- ini í ár. Í kvøld verður høvuðs- navnið á Tórshavnar jazz-, fólka- og bluesfestivali nevniliga Stavanger Gospel Choir, ið telist millum bestu gospelkór í Noregi. Tjúgu sangarar og tón- leikarar eru við kórinum, sum fyrr í ár hevur verið á konsertferð í London og Hollandi. Kórið er kent uttan fyri Norra og á millum øðrum fleiri týskum tónleika- heimasíðum ber til at keypa fløgur hjá kórinum. Stavanger Gospel Choir framførir í konserthøllini í Norðurlandahúsinum klokkan tíggju minuttir yvir tíggju í kvøld. Fyrr um kvøldið verður konsertsalurin fyltur við svingandi bigbandtónum frá danska Swinging Link. Hetta er eitt lítið bigband úr Hjørring, ið millum ann- að eisini nýtir ljómborð til at fylla út í ljóðmyndini. Kvøldið í kvøld byrjar annars við einari vestnorð- urlendskari blanding av jazztónleikarum, ið fara at spæla løg hjá Louis Arm- strong í forhøllini í Norð- urlandahúsinum. Bólkurin er mannaður við tveimum dønum, tveimum grønlendingum og tveimum Gospelkvøld á Jazzfesti- valinum Eins og vanligt hevur verið leingi, er hóskvøldið á Jazzfestivalinum halgað gospeltónleikinum íslendingum umframt av Brandi Øssurssyni, ið eisini er høvuðsfyrireikari av Jazzfestivalinum. Hini bæði nøvnini á skránni í kvøld eru Trevor Hunter Folk Duo úr Hetlandi og Kurts Blues Band úr Ålandi. Fyrstu tónarnir í Norður- landahúsinum í kvøld verða blástir klokkan hálvgum átta. Stavanger Gospel Choir er høvuðsnavn á Jazzfestivalinum í kvøld