Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

DIA MIDJORD – Tá eg skrivaði viðmerk- ingarnar til løgmansrøðuna, dugdi eg sjálvur at síggja, at tað meir enn so kundi misskiljast. Hetta sigur fólkafloks- maðurin Bjarni Djurholm, ið seinastu tíðina hevur ver- ið heitasta evnið í føroysk- um politikki. Og orsøkin er einføld. Hann er løgtingslimur fyri Fólkaflokkin og biður sam- gonguna, har sami flokkur eigur løgmann, broyta tak- tikk í komandi fullveldis- samráðingum við danir. – Tað nyttar ikki at koma heim á fjórða sinni sum av torvheiðum. Tí mugu lands- stýrið og samgongan taka í egnan barm, og krita vøllin upp av nýggjum, sigur fólkafloksmaðurin. Eskjan skal ristast Bjarni Djurholm heldur, at til komandi samráðingar skuldi landsstýrið raðfest tey ymsu málini øðrvísi. – Sjálvandi skal landsstýr- ið fara við somu krøvum, men eg haldi ikki, at fullur suverenitetur skal liggja ov- ast í eskjuni. Hetta kundi komið eitt sindur longri niðri í eskjuni, sigur Bjarni Djur- holm. Hann sigur víðari, at ein fýra ára skiftistíð tekur bú- skaparliga grundarlagið und- an føroyska samfelagnum. – Nógv hevur verið tosað um rationaliseringar og ann- að, men vit hava júst sama búskap í dag, sum vit høvdu fyri tveimum og fýra árum síðani. Tískil verður torført at taka undir við ultimativa útspælinum frá dønum, sigur Bjarni. Jóannes Eidesgaard heldur einastu gongdu leið verða, at nýtt upplegg verður gjørt. – Tað nyttar ikki bara at rista eskjuna, tí uppleggið er tað sama, og tað verður ikki góð- tikið av dønum Fólkafloksmaðurin Bjarni Djurholm sigur seg ikki hava fríggjað til nakran, men hann við- gongur, at hann roknaði við, at onkur í andstøðuni fór at taka undir við hansara ætlanum Løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm, er endavendur í fjølmiðlunum seinastu tíðina, tí hann í viðmerkingum sínum til løgmansrøðuna gloppaði eina hurð til andstøðuna – Eg havi ikki verið ótrúgvur Sáttmáli er loysnin Fólkafloksmaðurin er sann- førdur um, at ein altjóða góðkendur sáttmáli millum Føroyar og Danmark hevði hóskað sera væl at ligið ov- ast í eskjuni. Hesin skal eitt nú áseta, at okkara stjórnarvald skal kunna yvirtaka øll málsøki og eisini hava fult ræði á øllum yvirtiknum økjum. – Skiftistíðin verður so alt eftir, hvørji málsøki vit yvir- taka og hvussu nógv vit gjalda fyri tey, sigur Bjarni Djurholm og leggur aftrat, at hetta við tíðini styrkir okkara møguleikar at fáa fullkomnan suverenitet. – Tí so hvørt árini ganga, verða færri og færri pengar í felagsskapinum millum Føroyar og Danmark, sigur Bjarni Djurholm at enda DIA MIDJORD Formaðurin í Javnaðar- flokkinum, Jóannes Eides- gaard, er langt frá samdur við Bjarna Djurholm, tá hesin vísir til ein nýggjan taktikk í oktober, tá ríkis- samráðingar aftur eru á skránni. – Statsministarin hevur afturvíst uppskotinum at út- seta ígildiskomuna av full- veldinum, og hetta uppskot- ið hjá Bjarna Djurholm er ein onnur formulering av tí sama, heldur Jóannes Ei- desgaard. – Danir góðtaka ikki, at ein ella onnur loysn verður parkerað eitt ávíst áramál. Verður samráðst um full- veldið, verður tað gjørt út frá teimum fortreytum, at føroyingar ynskja tað skjót- ast gjørligt. Deyðføtt konsept Jóannes Eidesgaard er sann- førdur um, at talan er um eitt taktiskt trekk frá Fólka- flokkinum. Flokkurin hev- ur sæð í eyguni, at samráð- ingarnar koma ikki víðari við sama konsepti. – Teir eru taktikarar um ein háls. Teir hava innan- hýsis í flokkinum viðgjørt alt hetta undan orðaskifti- num. Taktikkurin hevur óiv- að verið at gloppa ein hurð til andstøðuna, men sam- stundis sissa samgongu- felagar, sigur Jóannes Ei- desgaard, ið kortini ikki veit, hvat hetta útspælið skal brúkas til. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum sigur víðari, at taktiska trekkið hjá Fólka- – Bjarni fer skeivur flokkinum kann fáa sam- gonguavleiðingar. – Tjóðveldisflokkurin sigur seg sjálvan hava flutt seg so nógv, at nú verður ikki lorað meira. Men skal andstøðan upp í part, so er Tjóðveldisflokkurin noydd- ur at toyggja seg longur, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Líkist nógv Hann sigur víðari, at við- merkingarnar hjá Bjarna Tað er ikki nokk bara at raðfesta av nýggjum. Alt uppleggið má gerast av nýggjum, heldur Jóannes Eidesgaard Djurholm til løgmansrøð- una, eru ein markant broyt- ing av meiningunum hjá samgonguni. Og Helena Dam á Neystabø róði á sama borð í sjónvarpinum týskvøldið. –IAt Føroya Løgting skal hava møguleikan at taka fullveldið, men at tað ikki skal gerast her og nú, tað er í tráð við hugsanina hjá Javnaðarflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard. 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 151 - 10. august 2000 Nr. 151 - 10. august 2000 Brœktir bilar til s¿lu Toyota Camry STC 2.0 160.000 Aug. 1987 10.000,- Citroën ZX 1.9 TD 90.000 104.900,- Suzuki Baleno Van 35.000 Aug. 1997 75.000,- Ford Escort Diesel 86.000 Aug. 1996 103.500,- Citroën BX 1.9 Diesel 185.000 Aug. 1991 59.000,- Opel Astra 1.6 GLS Sept. 1995 99.900,- Citroën ZX 1.9 TD 99.000 Apr. 1997 109.000,- Citroën Xantia 1.8i 5H 45.000 Apr. 1995 110.000,- Citroën Xantia 3.0 V6 34.500 Juni 1998 180.000,- BMW 320i 216.300 Mai 1987 19.900,- Mazda 323 1.5 Sedan 2.500 Mars 2000 142.000,- Mitsubishi Lancer Diesel 189.000 Juli 1990 19.000,- Fiat Scudo 1,9 TD 130.000 Mars 1997 125.000,- Hoyv’ksvegur 63 - FO-100 T—rshavn - Tel. 313666 - Fax 310866 Sosialurin - Tel. 311820 Verksmiðjumerki km. mán. árg. søluprísur ISUZU PICK UP 4X4 DIESEL einans kr. 24.900,- www.ivan.fo www.ivan.fo OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ! AVHEINTINGAR- TILBOÐ AVHEINTINGAR- TILBOÐ BRÚKTBILA GARANTI NÝ SÝNAÐUR BRÚKTBILA GARANTI NÝ SÝNAÐUR NÝ SÝNAÐUR Við MVG AVHEINTINGAR- TILBOÐ Við MVG Við MVG Tíma ikki at fara til Havnar á fund longur ÁKI BERTHOLDSEN –Hetta tíma vit ikki longur. –INú eru vit samdir um, at vit bíða bara eftir úrslit- inum. Og so taka vit av- leiðingarnar aftaná. Tað er Jósup Henriksen í Sørvági, sum ikki tímir meiri. Og tað, hann ikki tímir meiri, er fara til Havnar á fund í tíð og úrtíð. Jósup Henriksen er for- maður í felagnum hjá lemmatrolarunum. Og júst hesin skipabólk- urin hevur verið rættiliga umstríddur í longri tíð. Teir eru ikki uppi í fiski- dagaskipanini, tí teir fiska mest á djúpum vatni. Men fiskivinnuumsiting- in hevur í fleiri ár viljað havt teir upp í skipanina fyri at eisini teir kunnu laga seg til fiskiríkidømið undir Før- oyum, sum tað eitur. Og seinasta útspælið er, at teir smærru lemmatrol- ararnir skulu fáa 100 dagar á innaru leiðunum og teir størru trolararnir skulu fáa 80 dagar. Men hvør dagur skal kunna býtast við fýra dagar á ytru leiðunum. Hetta uppskotið varð lagt fyri løgtingið á Ólavsøku og er nú til viðgerðar í vinnu- nevndini. Teir, sum vara av lemma- trolarunum halda, at hetta eru alt ov fáir dagar. Ikki minst vísa teir á, at teir eru langt úti og kunnu tí ikki sigla inn, hvørja ferð tað er óveður. Tí koma teir at brúka fiskidagar, hóast teir liggja bakk. Teir føra eisini fram, at fiskiskapurin er so háttaður, at teir eru bæði á ytru og á innaru leiðum sama dag, tí soleiðis ferðast fiskurin. Vendst ikki aftur Nú spurningin um at fáa lemmatrolararnir uppí fiski- dagaskipanina er til við- gerðar, vóru umboð fyri fel- agið hjá trolarunum boðin á fund við vinnunevndina hjá løgtinginum. –Har fingu vit at vita, at málið er helst komið so langt, at nú vendist ikki aft- ur, sigur Jósup Henriksen. Hann sigur, at sjálvir førdu teir fram, at teir vildu helst vera undir skipanini sum er, í hvussu so er í fýra ár afturat, inntil 10 ára loyviskeiðið er runnið. Føla seg lumpaðar Tað skilst eisini á Jósup Henriksen, at teir kenna seg ikki sørt lumpaðar av lands- stýrinum. – Tá ið dagaskipanin kom, vórðu lemmatrolarar- nir roknaðir út til at fáa 275 dagar í part. –Men vit fingu ongantíð hesi tølini at vita. Ikki fyrr- enn nú hava vit frætt um hesar útrokningarnar. –Jósup Henriksen sigur, at helst vórðu tølini hildin loynilig fyri at fáa skipanina at ganga upp, tí fingu lemmatrolararnir sínar 275 dagar, hevði tað blivið ov lítið til onkran annan. – Ístaðin fingu eitt hjá- veiðiprosent uppá 4% av toski og hýsu. –Tað er eitt prosenttal, sum er so lágt, at tað kann hvørki brúkast til eitt ella annað. Jósup Henriksen vísir á, at øll onnur lond hava eitt hjáveiðiprosent upp á 10- 12% og sjálvir lótu vit norð- menn hava eitt hjáveiðipro- sent upp á 35%. – Tá ið vit sípani mistu íløgustuðulin fingu vit eina hjáveiðikvotu uppá 100 tons av toski og 100 tons av hýsu um hálvárið, men tað var beinanvegin mink- að 50%, niður í 50 tons. –Tað, sum hendir nú, er so, at vit skulu kroystast upp í fiskidagakipanina - við alt ov fáum døgum. Fundast ikki meiri Jósup Henriksen sigur, at –Teir, sum eiga lemmatrolararnar hava givið upp. Eingin lurtar eftir okkum. So nú lata vit bara standa til. Og tá ið avgerðin er fallin, taka vit avleiðingarnar, sigur Jósup Henriksen Viðger trupulleikan við seyðaskinnunum ÁKI BERTHOLDSEN Einaferð var ull Føroya gull. Men tað eru seyðaskinn- ini ikki. Tvørturímóti hava skinn- ini verið ein stórur trupul- leiki seinastu árini. Fyrr kundu skinnini selj- ast, men tað kunnu tey ikki meiri. Í fjør blivu tískil øll skinnini brend á brennistøð- unum. Føroyingar fletta upp í- móti 50.000 seyðir um árið. Sum kunnugt er tað eitt skinn upp á seyðin. Og 50.000 skinn elvdu til trupulleikar á brennistøð- unum í fjør, tí tað er dýrt at beina fyri so nógvum skinn- um og tað skal nógv orka til at brenna tey-orka, sum kundi verðið brúkt til at brent okkurt annað. Tað má heldur ikki koma fyri, at skinnini verða blak- að í nátúruni, so at tey liggja har og sløðast. Men nú ætlar landsstýrið at taka hendan trupulleika upp fyri at vita, um tað ikki finst ein ella onnur loysn. Spurningurin varð um- røddur á landsstýrisfundi mánadagin og tað er gjørt av at arbeiða víðari við hon- um. Málið verður mett sum eitt umhvørvismál, og tí er tað Eyðun Elttør, landsstýr- ismaður, sum skal gera eitt uppskot um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast. Landsstýrismaðurin sig- ur, at enn veit hann ikki, hvussu tey skulu grípa tað ann. Men at málið ikki verður mett sum eitt vinnumál, kundi bent á, at tey, sum fletta, skulu ikki vænta sær nakran serligan prís fyri skinnini. Tað er ongin marknaður fyri seyðaskinnum. Og Eyðun Elttør sigur, at ætlanin er ikki at lata studn- ing fyri at tey, sum hava seyð, skulu sleppa av við skinnini. –Vit halda ikki, at tað er rætt at gera seyðaskinn til eina studningsvinnu, sigur hann. Hann sigur, at tað eru annars fleiri hugskot um, hvat kann gerast, fyri ikki at koma í somu støðu, sum í fjør. – Eitt hugskot er, at IRF skipat fyri innsavningar- støðum kring landið, har fólk kunnu lata skinnini. –ISíðani átekur IRF sær at beina skinnini burtur á skilagóðan hátt. – Ein onnur loysn kundi verið at IRF savnaði skinn- ini saman og kanska saltaði tey og fekk eitt sindur fyri at føra tey út av landinum, so at útreiðsla ikki stóðst av tí, um tað so ongin vinn- ingurin varð. –Men annars eru onnur hugskot, sum landsstýris- maðurin nú fer at arbeiða víðari við. Annars sigur Eyðun Elt- tør, at hava fólk góð hug- skot um, hvat kann gerast, eru tey vælkomin at gera vart við seg. tað er ein farri av vónloysi, sum nú eyðkennir teir, sum vara av lemmatrolarunum. Hann sigur, at undir øll- um umstøðum er tað liðugt við at ganga og renna til Havnar í tíð og úrtíð á fund- ir. –Tað hava vit gjørt nú í fleiri ár, men tað er til onga nyttu, tí ongin lurtar eftir okkum. – Vit eru komnir til ta nið- urstøðu, at nú lata vit bara standa til. Nú má løgtingið um, hvat tað ger. – Og tá ið avgerðin er fallin, fara vit at taka av- leiðingarnar av tí. – Tá fer hvør lemmatrol- ari at gera støðuna upp. –IOg tann, sum kemur til ta niðurstøðu, at tað ikki ber tilat halda fram, hann gevst so, sigur formaðurin í lemmatrolarafelagnum. Tað fer nógv orka til at brenna seyðaskinn og í fjør var slaktið ein stórur trupulleiki hjá brenni- støðunum. Nú er slaktið aftur í nánd, men nú arbeiðir Landsstýrið fyri at finna eina loysn á trupulleikanum við skinnunum Nú nærkast slaktið aftur. Men skinnini eru blivin ein umhvørvis- trupulleiki. Nú hevur landsstýrið tikið málið upp –Nú taka vit tað, sum tað kemur og so taka vit avleiðing- arnar aftaná, sigur Jósup Henriksen, formaður í felag- num hjá lemmatrolarunum