Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 151 - 10. august 2000 Nr. 151 - 10. august 2000 EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvík: So lítið var eftir av vatni í goymslunum í Klaksvík fyrradagin, at kommunan enn einaferð staðiliga heitti á fólk um spara vatn. Men í gjár fór at regna, og tað kom væl við. Turkurin hevur verið so ógvusligur í summar, at klaksvíkingar hava verið noyddir at hugsa um, hvat teir hava brúkt vatnið til seinastu vikurnar. Tvær vatngoymslur eru í Klaksvík, og onnur teirra verður stongd um náttina. Hetta hevur gjørt, at tey, sum búgva á vestursíðuni hava mist vatnið klokkan 11 á kvøldið til klokkan 6 á morgni. Men fyrr í hesi vikuni kendi kommunan seg noyddan at steingja fyri vatninum ein tíma fyrr og lata uppaftur eina tíma seinni. Vatngoymslan í Ána- gjógv, sum letur vatn til øll virkini og tey, sum búgva á eystursíðuni, hevur ikki ver- ið stongd, men har var vatn- ið nógv minkað fyrr í vikuni. Hendan goymslan fær vatn úr Strandadali og Svartadali. Má regna í fleiri dagar Gjáramorgunin vaknaðu klaksvíkingar til regn, og tað var væl móttikið. - Tað man vera sjáldan, at vit hava takka Gudi fyri regn, men tað gera vit í dag, segði Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, fyrrapartin í gjár. Regnið gjørdi góðan mun í teimum hálvtómu goymslunum, men á mid- degi í gjár var ikki greitt, um tað fór at vera neyðugt Vatnið við at ganga undan Í gjár fór at regna, og tað kom væl við hjá klaksvíkingum EDVARD JOENSEN Elduvík: Tað man vera nakað serligt við búffunum frá Lonini í Elduvík. Tí fólk koyra langt fyri at fáa sær ein teirra. Men svarið er helst sera einfalt, sambært Johonnu Nielsen, sum sama við manninum Hans Jørgen, rekur matstovuna Lonina. Hans Jørgen er útlærdur slaktari og hevur tann fyri- mun, at hann kennir eitt gott kjøtstykki, tá hann sær tað. Hann dugir beinanveg at siga, um tað verður ein góð- ur búffur ella ikki. So tað er upplagt, at hann tekur sær av køkinum, sigur Johanna. Hølið er ikki so øgiliga stórt, men hugnaligt er. Her er pláss fyri 34 fólkum í neðra, her vit sita og práta við útsýni yvir Elduvíkina og út á Djúpini. Kallsoygg- in liggur so klár og litføgur í baksýni. Kallsvík er hvít at síggja, og Geirrøvilin stendur sum ein svartur varðmaður fyri uttan. Veðr- ið er frálíkt, og nógv fólk er í bønum. Verður ov trongt í hesum Slaktarin í køkinum Búffarnir frá Lonini í Elduvík eru vorðnir so kendir, at fólk koma langvegis frá at smakka teir rúminum, er eitt annað rúm í erva, har pláss er fyri 24 fólkum. Ofta verður tað rúmið brúkt til ávísar privat- ar samkomur og tílíkt. Men tað eru búffarnir, sum draga fólk til Lonina í Elduvík. Og tí hava tey lagt seg eftir at hava búffar sum líkasum eitt slag av vøru- merki. Her verður annars borðreitt við ábiti, um fólk ynskja tað, og sunnudagar er vanlig matskrá at fáa á middegi. Um kvøldið verða so búffarnir aftur lagdir á pannuna. -Tað hevur gingið betri fyri hvørt árið, sigur Johanna. Og í ár hevur verið rættiliga fitt av gestum, sig- ur hon. Tó er tað ikki so, at tey hava livað av Lonini burturav. Men um summ- arið gera tey bæði, mað- urin, ikki annað. Lonin er matstað burtur- av. Talan er ikki um gist- ingarhús sum so. Tað er ikki pláss til tess. Tó hevur tað hent seg, at onkur hevur ligið nátt. Eitt gestakamar er, sum tey kunnu leggja fólk í, um soleiðis vil til. Tað eru mest føroyingar, sum koma at fáa sær ein bita í Lonini, sigur Johanna. Tey uppliva javn- an, at fólk ringja úr Havn og bíleggja sær borð eitt vanligt kvøld mitt í viku. Og av Skálafjørðinum, til dømis, koma nógv fólk framvið. Sjávandi koma eisini út- lendingar. Onkrar ferða- mannastovur hava fasta av- talu um at støkka inn á gólvið við gestum, sum ferðast í bussi. Eini trý fel- øg koma soleiðis meira ella minni regluliga við ferða- fólki. Tey plaga vanliga at vera mitt á degi og vilja tá hava ábit, sigur Johanna. Klokkan er fimm seinna- part, og tað fer so smátt at lukta av mati uttan úr køk- inum. -Tað kemur eitt ferðalag úr Havn klokkan seks, greiðir Johanna frá. Tey hava ringt og biðið um búff- ar. Hurðin gongur, og inn kemur ein tilkomin eldu- víkskona, sum keypir nak- rar sodavatnsfløskur. Iva- leyst eru ommubørnini í bønum og hoyggja, hugsi eg. Ein ung kvinna kemur í dyr beint eftir. Heldur nógv ílætin ein so góðan dag sum hendan. Man helst vera ein- hvør útlendingur, sum kom- in er við ryggsekki, hóast tann, hon hevur á rygginum, ikki er so stórur, sum teir vanliga plaga at vera. Nei, hon spyr á føroysk- um eftir kaffi. Vit siga farvæl, og Jo- hanna fer inn um aftur disk- in. Í túninum møti eg tveim- um fólkum, sum tosa týskt. Tveir fremmandir kundar til Johonnu. Vatnið var rættiliga farið at minka í brunnunum í Klaksvík, eftir at turkur hevur verið í langa tíð. Í gjár fór at regna, og tað hjálpti nakað. Mynd: Jan Muller at steingja fyri vatninum í gjárkvøldið. Tað regnaði illa fyrra- partin, og helt tað fram at regna, so var kanska ikki neyðugt at steingja fyri vatninum. Manglaðu á Norðoyri - Tá turkurin er so drúgvur, sum hann hevur verið hesa- ferð, er tað eitt hart lív hjá teimum, sum umsita vatnið. Tað skal steingjast, latast upp og ansast eftir, og vit hava í grundini 24 tíma vakt, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík - Hetta hevur eisini gjørt, at vit hava havt vatn, hóast turkurin hevur verið so ógvusligur. Jógvan við Keldu sigur eisini, at tað hevði ikki stað- Týsdagin var aftur ein av teimum døgum, tá eitt sindur av vatni endiliga fall niður her á landi. Munar lítið 124.000 litrar til hvønn føroying kunnu tykjast av nógvum, men í veruleik- anum er talan um somikið smáar nøgdir, at hetta valla ger nakran verulig- an mun hjá illa sperdu vatngoymslunum. Á Veðurstøðini í Havn varð avfallið týsdagin mált til 4 mm. Hetta svar- ar til, at 4 litrar av vatnið fullu á einum øki, sum er ein fermetur til víddar. Verður roknað við, at hetta talið er galdandi fyri alt landið, sær roknistykki soleiðis út: Føroyar eru til víddar: 1.399.000.000 fermetrar Fermetrar pr. íbúgva: 31.000 Litrar av vatni pr. íbúgva: 124.000 Nógv skal til Hvør føroyingur fekk 124.000 litrar av vatnið týsdagin, men hetta mun- ar kortini lítið ið so væl til við vatninum í Klaksvík, um nýggja goymslan í Ánagjógv ikki hevði verið gjørd. Einasti rættiliga átrok- andi trupulleikin við vatni hevur veirð á Norðoyri, har goymslan var tóm. Komm- unan hevur tí flutt vatn úr Klaksvík við sløkkiliðsbili, men eftir regnið fyrrapartin í gjár var trupulleikin á Norðoyri loystur í fyrstu syftu. EDVARD JOENSEN Fuglafjørður: Havsbrún í Fuglafirði fær nú nógv betri umstøður at hýsa tí vaks- andi fóðurframleiðsluni á virkinum seinnu árini. Havsbrún gevur eina tíð havt eitt stórt tjald standandi norðan fyri virkið til at goyma fóður í. Tjaldið er nú flutt longur norður, og ein stór goymsluhøll verður bygd upp í endan. Eisini verða stórar siloir settar upp til fóðurblandingar. Ætlanin er at fara undir at byggja eina høll aftrat, tá tann, sum nú verður bygd er liðug. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur, at hendan útbyggingin hevur verið harðliga tiltrongd. Seinastu fýra-fimm árini hevur verið ein ógvuliga stórur tørvur á goymsluplássi. Men havn- arviðurskiftini hava gjørt, at ikki hevur borið til at bygt. Har hevur einki verið at bygt á. Men tann trupulleik- in er nú loystur. Sprongt er inn í bergið, samstundis sum fylt er út á sjógv. Tá hendan útbyggingin, sum nú er í gongd, verður liðug, fer fóðurdeildin at verða nógv meira kapping- arfør, enn hon er í dag, sigur stjórin á Havsbrún. Plássið verður økt við fleiri hundrað prosentum. Møguleiki verð- ur fyri at keypa rávøruna bíligari inn, tí nøgdirnar verða størri, og minni flutn- ingur verður inni á virkin- Nýggj fóðurhøli á Havsbrún Havsbrún í Fuglafirði byggir nýggja goymsluhøll og nýggjar siloir til fóðurblandingar um, fyri at nevna nakrar av fyrimununum, virkið fær av útbyggingini. Íløgan, sum nú verður gjørd, fer at kosta einar 28 milliónir krónur, sigur Ber- gur Poulsen, stjóri. Hendan íløgan er lutfalsliga stór, sig- ur hann. Men virkið ger árliga íløgur fyri einar 10- 15 milliónir krónur, greiðir stjórin frá. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at fóður- framleiðslan er vaksin rættiliga nógv seinnu árini. Havsbrún selur út móti helvtini av tí alifóðri, sum brúkt verður í Føroyum. Umframt verður eisini nak- að væl útflutt. Umleið helvtin av mjøl- inum, Havsbrún ger burtur úr tí fiski, virkið keypir, fer til fóðurframleiðslu. Hin helvtin verður útflutt. Tað er tó ikki soleiðis, sigur Bergur Poulsen, at fiskafóðrið, Havsbrún fram- leiðir, bara er gjørt úr fiska- mjøli frá verksmiðjuni. Fjórðingurin av rávøruni, sum brúkt verður, er slíkt, sum virkið noyðist at flyta inn. Eitt nú korn og aðrar landbúnaðarvørur, sum blandað verður upp í fiska- mjølið. Skipini, sum landa til Havsbrún í løtuni, fiska svartkjaft. Tað eru tey før- oysku skipini, sum eru álitið hjá Havsbrún, sigur Bergur Poulsen. Umframt koma so tey útlendsku. Danir, íslend- ingar, hetlendingar, skotar, írar og onkur norðmaður kemur eisini. Tá skipini fiska svart- kjaft, liggur Havsbrún væl fyri, tí stutt er at sigla av fiskileið til Fuglafjarðar. Øðrvísi er, tá skipini til dømis fiska lodnu. Tá er siglingin ofta long. Funningsfjørður: Alikør- ini hjá Smoltstøðini í Funn- ingsfirði skulu øll undir tak. Farið er at grava út fyri bygninginum, sum vænt- andi verður einar hundrað metur langur. Tá liðugt er, fer øll verkætlanin helst at kosta einar 15 milliónir krónur. Leggja tak yvir smoltstøðina Tað verður grivið út fyri høll til alikørini hjá smoltstøðini í Funningsfirði. Øll kørini skulu undir tak Bygt verður frá verandi bygningi og fram við ánni inn gjøgnum dalin. Men tað verður helst ikki í ár, at tað verður liðugt. hetta fer helst at verða gjørt yvir tvey ár, vænta tey á smoltstøðini. Hóast turkurin hevur verið ógvusligur í summar, hevur smoltstøðin ikki havt ampa av tí. Nóg mikið hevur verið av vatni, og støðin hevur bioreinsiverk og hevur sostatt kunnað nýtt vatnið ummaftur. ej CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar 3 ára garanti/100.000 km. garanti Dupult airbag, ABS, servostýring, sentrallás, startsperra, elrútar í fram- hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl, miðsetur, sum kunnu vendast og flytast aftur og fram við borðum, koyrisetrið kann setast í 8 ymiskar støður, rattið kann flytast upp og niður, nakkastuðlar, sum kunnu stillast og takast burtur, lesiljós framman, kúfangarar í sama liti sum bilurin, skinnarar á takinum v.m. Rætti bilurin til mong endamál. –Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Fæst eisini við aut. gearum. J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn Tlf. 310600 Sosialurin - 311820 Multibilurin til einhvørja loysn ROYN HENDAN SERA VÆLUMTØKTA BILIN Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Familju - camping - firmabilur- og "mini- bussur" EINANS 235.800,- Fæst eisini sum vøruvognur 197.800,- EINANS