Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 151 - 10. august 2000 Nr. 151 - 10. august 2000 JÁKUP MØRK Týskvøldið vóru gøtumenn á Tórsvølli, har seinastu fy- rireikingar til frammanfyri- standandi uppgávuna vórðu fingnar frá hondini. Ikki serliga svenskt Setningurin hjá gøtumonn- um er hesu ferð svenskur, og einki er at taka seg aftur í, at GÍ hevur góðar royndir í so máta. Í 1996 høvdu gøtumenn nevnliga eisini svenska mótstøðu, ta ferðina úr Trelleborg. Úrslitið gjørdist tá tvey tepur tap, soleiðis at samlaða tapið gjørdist 2-4. Tað, sum tó serliga varð lagt til merkis ta ferðina, vóru tey úrslit, sum Trelleborg fekk seinni í kappingini. Tað eydnaðist teimum nevnliga at koppa ensku meistarunum úr Blackburn, áðrenn teir í triðja umfari máttu lúta fyri italska Lazio, har talan enntá varð um eitt sera tepurt tap. Venjarin hjá GÍ, Johan Nielsen, tykist tó ikki at hava hug at samanbera Norrkøping, sum nú er mót- støðuliðið, við Trelleborg: - Talan er um eitt sera gott lið, sum spælir rættuliga a- Einaferð verður tað Magni Jarnskor er sannførdur um, at tað fyrr ella seinni fer at eydnast einum føroyskum liði at spæla seg til annað umfar í europeiskum høpi typiskan svenskan fótbólt, sigur Johan. fyri at kunna seg um mótstøðuna hevur hann júst verið í Svøríki, og tá hann sigur, at liðið spælir atypiskan svenskan fótbólt, sipar hann til, at talan ikki eru um lið, sum spælir van- liga svenska fótbóltin við nógvum longum sending- um. Eisini hevði hann bitið merki í, at sviarnir tykjast vera sera væl fyri kropsliga, so alt í alt er hetta helst ein ivaleysa stórur biti hjá gøtu- monnum. Ikki bangnir Hesir upplýsingar loypa tó á ongan hátt hvøkk á gøtu- menninar. Royndirnar, sum teir við tíðina hava fingið, eru í so máta ein sera góð barlast, og hesum dylur lið- skipari teirra, Magni Jarn- skor, heldur ikki fyri: - Sum so hava vit ikki gjørt nakað serligt í fyri- reikingunum til dystin. Vit hava, eins og vanligt verið í Danmark á venjingarlegu, og so hava vit annars sett okkum fyri, at fáa sum mest burturúr, heldur Magni fyri. Av orðalag hansara skilst eisini, at tann fjáltur, sum ofta er sermerktur undan eini stórari uppgávu, so at siga ikki er til staðar hjá gøtumonnum. Hetta er 13. altjóða dystur felagsins, og umframt hetta, hava fleiri av leikarunum eisini royndir frá landsliðsfótbólti, so alt í alt munnu teir vera full- greiðir um, hvat krevst fyri at loysa slíkar uppgávur. Um hópin sigur Magni annars, at so at siga allir mans eru tøkir til dystin. Óli Hansen og Henning Jarn- skor vandu ikki týskvøldið, tí teir høvdu onkran smá- vegis skaða at dragast við, men roknað verður kortini við, at teir verða á vøllinum týskvøldið. Kortini spentir At eingin fjáltur er á leik- arunum merkir tó á ongan hátt, at teir ikki eru uppsettir til dystin: - Fyrstu løtuna ræður um at halda verjuna tætta, og síðani mugu vit so royna at arbeiða okkum fram eftir vøllinum, soleiðis at talan kann gerast um málmøgu- leikar seinni í dystinum, heldur liðskiparin. Hann heldur, at verða fortreytir uppfyltar, skuldi góður møguleiki verið fyri einum líkina úrsliti. Tá tosið fellur inn á hug- takið »gott úrslit«, er sjálv- sagt nærliggjandi at spyrja, nær ella um Magni Jarnskor heldur, at eitt føroyskt lið megnar at leika seg víðari í europeiskum høpi: - Fyrr ella seinna fer tað at eydnast. Feløgini venja meir og meir, og hetta hevur so avgjørt verið við til at hækka støðið í fótbóltinum, heldur hann fyri. Harum- framt heldur hann eisini, at tað so avgjørt er eggjandi og mennandi hjá leikaru- num, at fleiri ungir mans nú fáa møguleika at venja við feløgum uttanlands. Júst nær vit fáa eitt før- oyskt lið við í pottin til ann- að umfar, veit hann tó ikki, men hann vísur kortini á, at møguleikin sjálvandi altíð er til staðar, so tað er bert ein spurningurin um tíð, áð- renn hetta hendir. Um tíðin til hetta nú er komin hjá gøtumonnum, ella um teir mugu bíða í minsta lagi eitt ár, fæst so at vita í kvøld á Tórsvølli. Hóast uppgávan kann tykjast møtumikil, so rykist liðskiparin hjá GÍ at vera sannførdur um, at hann og hansara menn fara at standa seg væl, tá teir í kvøld fara inn á Tórsvøll CARL ELI N. SAMUEL- SEN & EYÐUN NOLSØE Talv: Alt fleiri føroyingar royna seg við at telva utt- anlanda at fáa íblástur, ið ikki er møguligur her heima. Hetta kemst av, at ov fáar kappingar verða fyriskipaðar í Føroyum. Vanligt kappingarár verð- ur bert telvað í einstak- lingakappingini á pásk- um, Íslandssúlukapping- ini um summarið og lið- kappingini um veturin. Einstakar aðrar kappingar hava tó verið uppi, men eru dottnar niður fyri aft- ur. Nú sær ljósari út hóast alt. Hin sera sterka Tórs- havn Open stendur fyri durum í oktober og fer at geva okkara telvarum neyðugar avbjóðingar. Luttakaralistin er sann- førandi og eitt herðaklapp til fyrireikarnar. Flóvin slóða fyri Sum slóðbrótandi ein- staklingur, hevur Flóvin Tór Næs tað mesta av ein- um ári ferðast runt í Ev- ropu og roynt sínar dygdir á talvborðinum. Hendan rundferð hevur brotið nið- ur mentalar garðar hjá øð- rum føroyskum telvarum, sum kunnu síggja nýggjar møguleikar lata seg upp. Úrslitini hjá Flóvini hava verið svingandi, meðan innsatsurin sanniliga ikki hevur ligið eftir. Longu nú hava so aðrir melda seg á talvfrontin úti í stóru verð. Í Politikken Cup í Keypmannahavn vóru fleiri føroysk umboð við, har John Arni Nilssen og Ólavur Simonsen høv- du frægastu úrslitini. Ó- lavur lá eftir fáum um- førum til at fáa ein IM norm, sum eingin føroy- ingur enn hevur megnað, undantikið John Rød- gaard. Hann stríddist manniliga og vann heilar tveir IM’arar, men mót- støðan gjørdist seinni ov sterk. Í Ungarn og Kekkia komu tvey nøvn afturat listanum, nevnliga Rógvi W. Rasmussen og Martin Poulsen. Hesin seinri unglingin tók øll av bóli í Budapest, og telvaði sera sannførandi. Hann gjør- dist nummar tvey í sínum bólki tá samanum kom, og vann seg langt upp eftir altjóða styrkislista- num. Í august verður enn ein talvferð við føroyskari luttøku úti í Evropa, tá undirritaðu telva við á talvfestivalinum í Presov, Slovakia. Hetta er eisini ein spennandi kapping, sum tó ikki hevði hevði latið seg gjørt uttan spon- soravtalur við Postverk Føroya, Føroya Lívs- trygging og Norðoya Sparikassa. Slíkt sam- starv millum vinnulív og mentunarlív er fyrimyn- darligt, og ein fortreyt fyri framhaldandi menning innan eitt nú føroyskari telving. Fylgjast kann við kapp- ingini á: www.sam- teld.fo/talv Hendan gongdin við vaksandi føroyskari lut- tøku í altjóða talvhøpi, kann ikki annað enn bera ávøkst sum frálíður, ser- liga millum yngri telva- rarnar. Íslandssúlan 2000 Eftir at hava luttikið í kappingum í Ungarn og Kekkia, var føroyameist- arin Flóvin Tór Næs kort- ini ikki talvtroyttur. Í ár- ligu Íslandssúlukapping- ini sum varð telvd í døg- unum 4 - 6. august, var hann við sínum 2270 rat- ingstigum styrkismettur langt omanfyri tann næsta í røðini. Átjan telvarar luttóku í hesari vikuskiftiskapping, ið fevndi um fimm umfør. Av hesum átjan telvarum luttóku trýggir útisetar, nevnliga Terji Petersen og Finnbjørn Vang úr Klaks- vík, og Jóan Hendrik An- dreasen úr Havn. Undan fimta og síðsta umfari var støðan í odda- num greið; Flóvin skuldi bert megna javnleik ímóti Terja fyri at tryggja sær súluna, og tað varð júst úrslitið teirra millum. Ter- ji leikti væl, men Flóvin leikti væl og sikkurt við svarta fólkinum. Flóvin vann fýra síni fyrstu talv, meðan teir næstu í røðini høvdu bert trý stig undan síðsta umfari. Herluf Hansen hevði eina góða kapping, til dømis vann hann hegnisliga lokalupp- gerðina ímóti Jóan H. An- dreasen Føroyameistarin vísti sína veruligu styrki í hes- ari kapping, og higartil hevur ár 2000 verið eitt sera gott talvár hjá honum her heima á klettunum. Endaliga støðan: 1. Flóvin T. Næs 4,5 2. Herluf Hansen 4 3. C.E.N.Samuelsen 3,5 Terji Petersen 3,5 J..H. Andreasen 3,5 6. Finnbjørn Vang 3 7. Olaf Berg 2,5 Súni Ziska 2,5 Karl L. Johannesen2,5 Jón Mikkelsen 2,5 Jákup Andreasen 2,5 12Brandur Jacobsen 2 Mortan Thomsen 2 Øssur Joensen 2 Hans K. Simonsen2 16Thomas Rubeksen1,5 17Vagn Heldarskarð 1 18Jákup D. Joensen 0 Út at telva Føroyskir telvarar gera alsamt meira vart við seg uttanlands JÁKUP MØRK Onkur eru fegin, onnur hava ilskast, meðan tað hjá teim- um flestu ikki ger so øgiliga stóran mun. Talan er um valið, sum leiðslan hjá GÍ framdi, tá teir løgdu heima- dyst sín á Tórsvøll, heldur enn á Svangaskarði. Fíggjarligur munur Leiðsla felagsins hevur tó umvegis leikskránna boðað áskoðarunum frá, hví dyst- urin er settur at vera á Tórs- vølli. Sagt verður, at áðrenn nøkur avgerð varð tikin um hetta, buðu teir bæði Tórs- vølli og Tofta Leikvølli at vera við, soleiðis at hesi lótu inn hvør sítt tilboð til fe- lagið. Munurin á hesum var JÁKUP MØRK Teir í ferðalagnum hjá B36 høvdu ein róligan dag týs- dagin. Tá vit týskvøldið frættu frá teimum, høvdu teir nýtt tað mesta av deg- num til at spáka eftir gøtu- Hava vónirnar við Hóast B36 hevur eina torføra uppgávu fyri framman, so eru vónirnar um eitt gott úrslit so avgjørt til staðar num í Keypmannahavn. Um kvøldið høvdu teir so verið á Brøndby Stadion, har heimaliðið spældi Champi- ons League undankapping- ardyst móti týska Hamburg- er SV. Kunnu læra av HSV Vónandi kunnu teir hjá B36 taka við læru av júst hesum dysti. Her var tað nevnliga soleiðis, at meðan tað vóru teir á heimaliðnum, sum størsta partin áttu trýstið, so eydnaðist tað móti endanum gestunum at skjóta tvey mál. Ein dystargongd, sum havnarmenninir helst einki hava ímóti at gera eina en- durtøku av. Sum nevnt, so høvdu B36 leikararnir frí týsdagin, men í gjár var aftur venjing á skránni. Sum vit skiltu á lagnum, so var talan um tvær lættar venjingar, harav tann um kvøldið skuldi gan- ga fyri seg á Gladsaxe Sta- dion. Annars vandu teir eis- ini eina ferð sunnudagin og tvær ferðir leygardagin, so Tí varð tað Tórsvøllur Tá GÍ í kvøld fer á Tórsvøll at spæla, er tað fyrstu ferð eitt lið, sum ikki er heimahoyrandi í høvuðsstaðnum, spælir heimadyst á grasinum somikið stórur, at nevndin als ikki helt seg hava ráð at síggja burtur frá hesum. Framman undan hesum vórðu leikararnir eisini eft- irspurdir, og tá teir søgdu tað vera tað sama, hvar dyst- urin varð leiktur. Tá ta smb. leikarunum ikki var nakar ítróttarligur munur, og tá fíggjarligu fortreytirnar vór- u betri í høvuðsstaðnum, var talan ikki um nakað trupult val. Martin Føroya- meistari Tennis: Martin Nolsøe Simonsen er fyri 5. ferð føroyameistari í Tennis Mánakvøldið skuldi av- gerandi dysturin í FM í tennis spælast- Martin N. Simonsen, sum fýra ferðir áður hev- ur vunnið kappingina, skuldi í finaluni royna seg móti Eyðun Luid, sum fyri fyrstu ferð skuldi royna seg í finaludysti um FM. Í hálvfinalunum sín- um, høvdu teir báðir vunnið á ávíkavist Jóhann Krog og Martin Heine- sen. Royndirnar sigraðu Hóast tað eydnaðist Eyð- uni at koma á odda 2-0i fyrsta settinum, so megn- aði Martin tó rættuliga skjótt at svara aftur. Tá alt kom til stykkis, hevði tað eydnast Martini at vinna fyrsta settið 6-2, og í ørðum setti hann bara á fram, soleiðis at enda- liga støðan gjørdist ein 2- 0 sigur við sett úrslitu- num, 6-2 6-1. Um tað vóru væntandi royndirnar hjá Eyðuni, sum høvdu sína ávirkan skal ikki verða gitt um, men í øllum førum vórðu tað í nógvum førum per- sónlig mistøk, sum av- gjørdu dystin, heldur enn vinnandi bóltar frá mót- støðumanninum. Sum nevnt er hetta fim- tu ferð, at Martin N. Si- monsen gerst føroya- meistari. Seinasta heitið er tó somikið gamalt sum frá 1997, so uttan iva var tað fjálgandi hjá Martini, at hann soleiðis aftur slapp í fremstu røð. Umframt kappingina hjá teimum vaksnu, varð eisini kappast í bólkinum undir 17. Her eydnaðist Teiti Al- binus at vinna finaludyst- in á Rógva Højgaard. Teitur vann dystin 6-3 6- 2. alt í alt munnu fyrireiking- arnar hava verið so góðar, sum til ber. Eru væl fyri Hava fyrireikingarnar verið góðar, so kann tað sama ikki sigast um tey úrslit, sum B36 hevur fingið í heimligu kappingini seinasu tíðina. Hóast hetta, so var lagið sera gott undan dystinum, og vónirnar um eitt gott úr- slit høvdu teir so avgjørt eisini við sær. Jens Kristian Hansen, sum er liðskipari á liðnum, sigur seg ikki tora at gita um nakað úrslit, men hin- vegin tóktist hann sannfør- dur um, at talan fór at gerast um eitt gott úrslit. Hann helt, at leikararnir tóktust vera væl fyri, og burtursæð frá Bjarna Prior, sum fram- vegis er skaddur, vóru allir mans tøkir. Darius Magdi- sauskas hevur fingið bruna í stórutá og hevur ikki vant, men teir vónaðu tó, at eisini hann var tøkur til dystin. Nógv at vísa á At teir hjá B36 hava góðar vónir undan dystinum, hongur ivaleyst eisini sam- an við, at tað hevur eydnast teimum fyrr at fáa góð úrslit á útivølli í europeiskum høpi. Tá teir á fyrsta sinni lut- tóku í europeiskum høpi í 1992, var um reppi at teir komu víðari, men teir taptu kortini samanlagt 2-1 fyri Avenir Beggen úr Luxem- burg. Eisini í fjør var nær við, at okkurt spurdist burt- ur úr, men eftir at hava tapt 0-1 í Turkalandi fyri Anka- ragücu, taptu teir eisini heimadystin við somu tøl- um. Eydnast tað eisini hesu ferð at skapa eitt gott út- gangsstøði undan heima- dystinum, má hetta metast at vera eitt sera gott úrslit. Til stuttleikar kann nevnast, at serfrøðingarnir hjá don- sku Tipstænastuni so av- gjørt ikki rokna við, at før- oyingarnir kunnu gera nak- rar skreytir í dystinum. Ein- asti møguleiki fyri at spæla upp á dystin er við sonevn- dum »handicap spæli«, har pengarnir bert fáast aftur 1,45 ferð, um AB vinnur við minst trimum málum. Sambært liðskiparanum hjá B36, Jens Kristian Hansen, er tað við vónum um eitt gott úrslit, atB36 í kvøl fer á vøllin í Gladsaxe. B36 hevur áður fingið sera góð úrslit á útivølli, og so er spurningurin, um felagið eisini megnar hetta í ár Eisini svensku mótstøðumenninir hjá GÍ vóru á vøllinum týskvøldið Mynd: Álvur Haraldsen