hósdagur 30. desember 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknadardeild:
Jan Møller | Jonhard rr
Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri: F…
Eirikur Lindenskov — | Áki Bertholdsen,
| Turid Kjølbro
Dånjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Postadr: Postsmoga 76,
Myndamenn: |
ns Kristian Vang | 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720 —
Sp/f Sosialurin e-mail: post Gsosialurin fo
Bustadur: Lýsingar: lysing€ sosialurin í
Argjavegur 26, Argir
rent: Sosialurin
Vandar fyri
framman
Oddagrein
Nú vit standa á gáttini til eitt nýtt túsundár er nógv
at hugleiða um. Mangt broytist í eini old — fyri ikki
at tala um í einum túsundári. Tíbetur er tað soleiðis,
at tað mesta er broytt til tað betra í skjótt farnu
old, men tað er eingin sjålvfylgja, at so hevur verið.
Søgan hevur vist okkum, at ikki altíð gongur tann
ræta vegin. Vit kunnu bert hyggja at tí myrku
midøldini. Vit hava nógv at takka teimum fyri, ið
undan okkum fóru. Tað er ikki sort hugstoytt, tá
man hoyrir fólk tosa sum um, at alt, ið framman-
undan er gjørt, er vánaligt. Tað ættarliðið, ið nú fer
at ráða fyri borgum, hevur havt ein tryggan og
ríkan uppvokstur — takkað verið teimum. ið núver-
andi politikarar standa á herðunum á.
Materielt nýtast vit ikki at óttast, hóast kreppur
kunnu koma og fara í komandi tíðum, tí hjá okkum
er ein kreppa ikki tað sama sum kreppur aðra-
staðni í heiminum. Hjá okkum snýr tað seg um
bilur nummar 2 skal seljast, um húsini til 1 millión
kunnu forrentast, at hava ráð til nýggj klæðir o.s.fr.
Hóast hesi mál eru álvarslig fyri tey, ið merkja
búskaparliga strongd, so snýr hetta seg hóast alt
ikki um hungur og vesaldóm. Vit foroyingar hoyra
til ein lítlan part av heimsins fólkum, ið liggja á
ovastu rók materielt, og er hetta sera tydningar-
mikið at minnast til, áðrenn vit fella fyri freistingini
at taka synd í okkum sjálvum materielt. Fyri at
nýta eitt fremmant orð, so er týdningarmikið, at
seta alt í >perspektiv<.
Spurningurin um vit vilja geva frá okkum materielt
fyri eitt nú fullveldi er ein annar spurningur, ið má
vera upp til hvonn einstakan at avgera. Fullveldi
kemur at kosta okkum materiellan vælstand uppá
stutt sikt — hetta eru sakkunleikin og eisini Hvíta-
bók á einum máli um. Tað er alla æru vert, um fólk
vilja hetta vitandi um, at tað kostar vælferð. Tað er
ikki reiðiligt at billa fólki inn, at hetta ber til uttan at
fara frá ovastu rók niður á næstovastu rók
materielt, har heldur eingin, hóast alt, líður hungur
og vesaldóm. Hetta átti at verið eitt mál, har fólk
eiga at gera upp við seg sjálvan, hvat tey vilja.
Ansast má eftir, at fólk ikki látast vilja taka eitt fall
í vælferðini og livistoðinum vegna Foroya fólk, og
vænta, at tað ikki kemur at raka ein sjálvan.
Tann vandin, ið kann hómast í núverandi gongd
er fyriuttan tað materiella, ið hóast alt er og verður
eitt luksusproblem, at toleransan gerst minni og
minni móti ovugtum meiningum. Vit síggja eina
gongd, har foroyingar verða lagdir undir at tæna
donskum kreftum, fremja landsskaðiligt virksemi,
royna at >fuppa og svindla< Foroya fólk. Foroyar
gerast eitt fátækt land, um føroyingar ikki kunnu
hava eina meining, ið ikki tangerar nationalismu,
uttan at hesi fólk verða løgd undir líkt og ólíkt.
Bara tað, at menn taka sær einarætt uppá at
definera rott foroysk áhugamál og ikki røtt foroysk
áhugamál átti at fingið allar alarmklokkur at ringt.
Ein rættur foroyingur er vónandi ikki ein, ið tekur
sær einarætt at definera, hvat ein rættur foroyingur
er.
Talu-, hugsunar- og trúarfrælsi eigur at vera so
inngrógvið í okkara mentan, at ein eigur at kunna
úttala seg ímóti ekstremum nationalistiskum ten-
densum, uttan at verða lagdur undir landasvik og.
annað ótespiligt. George Orwell segði i framtíðar-
ræðumynd síni 1984, at tann, ið stýrir fortíðini,
stýrir framtíðini, og hann, ið stýrir nútíðini, stýrir
fortíðini. Vónandi kemur søgurættan ongantíð uppá
tal í Foroyum, men tá ið ein hoyrir menn tosa um
landasvik, so koma minni um 50 árini fram aftur.
har ókvæmisorð vóru dagligur kostur, og okkurt
bendir á, at hetta er vorðið gloymt av summum.
Týdningarmikið er at granska keldur (órættaðar),
so at søgan ikki verður gloymd, nú vit skjótt skriva
ár 2000. Sosialurin
Viðmerking:
Gislarnar eigur
Helena 100%
Helena Dam á Neystabø,
landsstyriskvinna i m.ø. al-
mannamålum hevur ein sera
løgnan arbeidshått. Tå mål
verða vidgjørd i tinginum,
plagar hon at senda onkran
floksfelaga upp at siga eitt-
hvørt, henni til verju, og nu
hevur hon so eisini fingið
Jan A. Joensen, formann í
Nordoyar Sjálvstýrisfelag at
leggja navn til verjurødu.
Verjurødan, talan er um, er
grein í bløðunum 29. des-
embur 1999, og snýr hend-
an seg um, at tað eru Páll á
Reynatúgvu og undirritaði,
sum eru atvoldin til, at pen-
sionistarnir hava verið fyri
skerdan lut, nú stundar til
bæði nýggja øld og nýtt tús-
undár. Sama landsstýris-
kvinna nýtti eisini høvi í
Degi og Viku 28. desembur
sama år at fortelja Føroya
fólki, at tað er meirilutin í
Trivnadarnevndini, og ikki
landsstýriskvinnan, sum er
atvoldin til, at pensiónirnar
ikki vórðu útgoldnar fyri
jól.
Helena sigur ósatt
Lat meg siga tað beinanveg-
in. landsstýrismaðurin sigur
beinleiðis ósatt, og hon ger
tað fullt medvitað. Tað er
bert ein persónur her í land-
inum, sum hevur ábyrgdina
av, at pensiónirnar ikki
komu út fyri jól, og tað er
Helena Dam á Neystabo.
Trivnadarnevndin eftir-
lýsti ásetingarlógina longu
í mars 1999, tá lóg um al-
mannapensiónir varð løgd
fram. Ja, tað varð enntá
greitt boðað frá av anstødu-
limunum í nevndini, at tað
var óðamannaverk at sam-
tykkja pensiónslógina uttan
sastundis at samtykkja áset-
ingarlógina. Og ikki kann
sigast annað, enn at tað var
óðamannaverk. Men sum
ikki einaferð. so bedýraði
landsstýriskvinnan, at áset-
ingarlógin var ávegis í ting-
10, og hetta lat meirilutin í
Trivnadarnevndini sær
lynda. Men eisini í hesum
føri vóru lyfti landsstýris-
kvinnunar bert tóm orð, og
ástingarlógin kom íkki í
tingið fyrr enn seinast í nov-
embur. Sum eitt tunt og piða
uppskot. Uppskotið um á-
setingarlógina var so ófull-
fíggjað, sum tað kundi vera.
Ongar grundgevingar, ongi
dømi og ongin var hoyrdur.
Tað bar ein falt ikki til at
lata eyguni aftur og skunda
uppskotid igjøgnum. Og
einasta rætta heyði verið at
sent tað aftur, har tað kom
frá.
Oman á alt hetta, fekk
formaðurin í Trivnaðar-
nevndini tey boð frå lands-
stýriskvinnuni, at pension-
istarnir fóru undir øllum
umstødum at fáa pensiónina
fyri jól. Um ásetingarlógin
var samtykt ella ei. Trivn-
aðarneyndin arbeiddi sostatt
ikki bert undir óhepnum
umstødum við uppskotinum
um ásetingarlóg, hon ar-
beiddi undir skeivum fyri-
treytum.
Um uppskotið um áset-
ingarlóg skal annars stutt
vera sagt, at tað átti at verið
grýtuklárt fyri langari tíð
síðan. Velsetingarlógin er
nevniliga ein fylgilóg til
pensiónslógina, og hevur
pensiónslógin verið ávegis
í skjótt fimm ár. Tá pen-
siónslógin bleiv samtykt í
mai 1999, var tað triðja ferð
hon var í tinginum. Tí er tað
so Oskiljandi, at landsstýr-
iskvinnan ikki hevði upp-
skotið um ásetingarlóg klárt
í vár, og tað er somuleiðis
átaluvert, at hon ikki heyði
tað.
Til Jan A. Joensen
Til Jan A. Joensen havi eg
bert hetta at siga: Tá tú
næstu ferð setir navn undir
grein hjá Helenu, set teg tá
inn í málið fyrst. Lat teg ikki
nýta sum hent amboð í verj-
urødu hennara. Um so var,
at Helena hevdi reint mjøl í
posanum, tá hevdi hon ikki
havt fyri neyðini at framt so
nógv sniðálop á PVeOll á
Reynatúgvu og mín persón.
Slíkt gera landsstýrisfólk
vanliga ikki, og als ikki tå
tey eru ósek.
Annars skal eg upplýsa
fyri Jan A. Joensen, at
hvorki eg ella Páll á Reyn-
atúgvu hava nú undan jólum
framt álop á pensiónslógina,
sum bleiv samtykt í mai.
Okkara atfinningar vóru
mótvegis uppskotinum um
ásetingarlóg, og handfaring
landsstýriskvinnunar = av
sama uppskoti.
Jan sigur, at vit í Trivn-
aðarneyndini ikki eru greið
yvir, hvat bleiv samtykt í
mai. Vit vóru ikki fullgreið
yvir tað, fyrr enn ásetingar-
lógin kom. Men eg skal
minna á, at eg var ógvuliga
nógv ímóti teimum bro;
ingum, sum vidførdu at:
bøturnar hjá fyritíðarpen
onistunum blivur koyrd:
ein pott, sum skattavald
síðan kundi sleppa at lep;
úr. Hesum var eg ímóti í vá:
og eri tað framvegis.
Og annars skal eingi 5
valda um, at tað er Helena
Dam á Neystabø, sum ei!
og aleina eigur gislarnar
Jan A. Joensen sipar til
grein síni 29. desemb:
1999.
Jan A. Joensen kemur við
innballaðari hóttan um sam
gonguslit, tí tjóðveldismenn
fara so illa við Helen
Hetta eru kanska eisini orð
formansins. Sjálvsagt er tað
spell, at samgongan, sun
hevur sett sær fullveldismá!
á ovasta bredda, skal far:
vegna slíkt óneyðugt ó
sketni. Men hinvegin ha
eg sera lítlan hug framhald
andi at samstarva við einun
landsstýrismanni undir slík
um umstødum.
"innur Helmsdal, limur i
meirilutanum i Trivnað-
arnevnd løgtingsins
Scientology vid i Windows-pakkanum
I næstum verður Scientology-forrit vanligt á heimateldunum í Fóroyum
EYÐUN KLAKKSTEIN
KEYPMANNAHAVN
Windows er líka vanligt á
teldu, sum margarin uppá
breyð ella kavi á vetri.
So at siga allar heimateld-
urnar í Føroyum brúka Win-
dows sum stýriskipan, og
tað er trupult hjá flestu teld-
ubrúkarum at klára seg utt-
an Windows-pakkan.
Framyvir fer tað at verða
vanligt, at fólk skifta til
nýggja Windows 2000, og
við hesi skipan fylgir eitt
forrit, sum hevur beinleiðis
tilknýtið til umstrídda Sci-
entology-felagsskapin.
Tað er amerikanska fyri-
tøkan Microsoft, sum ger
Windows 2000, og hendan
skipan hevur nærum fingið
einkarætt sum stýriskipan á
heimateldum kring allan
heim.
Men nú hevur Windows
2000 fingið eitt álvarsamt
skot fyri bógvin, og vandi
er fyri, at skipanin verður
boykottað í nógvum lond-
um.
Tað er nevniliga avdúkað,
at Windows 2000 hevur
beinleiðis samband við
felagsskapin Scientology,
sum er sera umstríddur í
fleiri londum.
Halda eyga
við brúkarum
Ein leiðandi limur í Scien-
tology hevur gjøgnum fyri-
tóku sína, Executive Soft-
ware, latið eitt forrit til
Windows 2000, og hetta
forrit er ein partur av Wind-
ows 2000, sum framyvir
verður púra vanligur á
heimateldum.
Forritið, sum byggir á for-
ritið Diskeeper, ruddar í fíl-
um á harddiskinum, og
sambært telduserfrødingi í
Hamburg, er møguleiki fyri,
at forritið kann senda upp-
lýsingar av telduni og út á
internetið. Tí eru týskarar
farnir at spyrja, um Scient-
ology við hesum forriti
kann halda eyga við brúk-
arum av Windows 2000.
I Danmark vil ein annar
serfrødingur vera vid, at
Diskeeper forritid ikki kann
slettast av telduni, ti um tað
verður roynt at tveita for-
ritið út av telduni, so leggur
tað seg aftur á telduna av
sínum eintingum.
Boykotta Windows
I Tysklandi er mótstøðan
móti Scientology serliga
stór. Har hava fólk og
myndugleikar stóra and-
stygd fyri felagskapinum,
sum verður skírdur vanda-
mikil, og nú er væntandi. at
bæði privatfólk, almennir
stovar og alskyns fyritókur
fara at boykotta nýggja
Windows 2000. Eisini kat-
ólska kirkjan verður mett at
fara at frámæla fólki at
brúka Windows 2000. |
Danmark, har danska út-
gávan av Windows verður
tillagað, kenna tey einki til
sambandið millum Wind-
ows 2000 og Scientology.
Tað er danska útgávan av
Windows, sum er vanligast
í Føroyum. - Vit hava sum
grundleggjandi sjónarmið,
at vit leggja líka í, hvønn
trúðarbólk okkara sam-
starvsfelagar hoyra til, var
einasta viðmerkingin hjá
sølustjøranum Søren Ras-
mussen.
Og verdur einki broytt vid
Windows 2000, so verður
tað framyvir púra vanligt,
at teldurnar í føroysku
heimunum fara at brúka for-
rit hjá Scientology-felags-
skapinum.