hósdagur 30. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 30. desember 1999
tíðindablaðið
Helena lýgur fyri
almenninginum
Forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað sigur tað vera beinleiðis lygn, tá Helena
Dam á Neystabø sigur, at pensjónslógin hevur verið til ummælis hjá ráðunum
JOHN JOHANNESSEN
Tað passar ikki, at ráðini
hava havt pensjónslógina til
ummælis. Tí haldi eg tað
vera nógv fyri, at Helena
Dam á Neystabø stígur fram
alment í sjónvarpinum og
sigur, at vit hava havt hana
til ummælis. Hetta ger jú
okkum til lygnarar. Einasta
uppskot um pensjónsskip-
an, ið hevur verið hjá okk-
um til ummælis, var tað hjá
Kristiani Magnussen, og tað
var eitt heilt annað uppskot.
Laila Solmunde, for-
kvinna í Ráðnum fyri brek-
að, er alt annað enn nøgd
við handfaringina av nýggju
pensjónsskipanini. Hetta er
galdandi bæði viðvíkjandi
viðgerðini av skipanini og
viðvíkjandi skipanini sjálv-
ari, nú hon er tikin í nýtslu.
Fáa minni burturúr
Helena Dam á Neystabø
hevur fleiri ferðir ført fram,
at pensjónistarnir í síðsta
enda fáa meira burturúr eftir
nýggju skipanini. Men nú
hon er tikin í nýtslu, uppliva
vit beint tað øvugta.
Laila Solmunde vísir á, at
nú viðbóturnar umframt
grundupphæddina eru skatt-
aðar, gjalda pensjónistarnir
nógv meira í skatti enn fyrr,
og tí er avlopið minni eftir
nýggju skipanini.
Eg veit dómi um, at fólk
við hægstu avlamispensjón
hava fingið 3.000 krónur
minni eftir nýggju skipan-
ini, orsakað av, at avlamis-
viðbóturnar eru skattaðar.
Hetta heldur Laila Sol-
munde vera undir alt lág-
mark, tí avlamispensjónist-
ar hava, eins og oll onnur,
rentur og avdrøg, ið skulu
gjaldast. Og tá pensjónin frá
degi til dags verður lækkað
við 3.000 krónum, er tað
sjálvsagt, at tað ikki ber til
at fáa endarnar at røkka
saman.
Nyttar ikki at regulera
Landsstýriskvinnan í al-
manna- og heilsumálum
segði við útvarpið tyskvøld-
ið, at ætlanin er at gera just-
eringar í pensjónsskipanini
soleiðis, at skatturin ikki fer
avstað við so stórum parti
av samlaðu pensjónini.
Men Laila Solmunde
heldur ikki, at tað ber til hjá
pensjónistum at bíða eftir,
at pensjónin verður regu-
lerað.
Minsta kravið átti at
verið, at pensjónsskipanin
var fullkomiliga klár, tá hon
varð tikin í nýtslu. Tað ber
ikki til, at myndugleikarnir
seta eina pensjónsskipan í
verk, sum ikki er fulfíggjað.
Hetta haldi eg vera undir alt
lágmark.
Harafturat heldur Laila
Solmunde, at tað líkist ong-
um, at Almanna- og Heilsu-
málastýrið er stongt millum
jólanna, soleiðis, at fólk, ið
eru 6nøgd við pensjónina,
ongastaðni hava at venda
sær.
- Tey eru nogv, ið hava
kært sína neyð um pensjón-
irnar fyri mær, sum for-
kvinnu í Ráðnum fyri brek-
að. Men eg fáa einki gjørt
við málið. Uppgávan liggur
hjá Almanna- og Heilsu-
málastýrinum, sigur Laila
Solmunde.
Mannminkandi
Ein stórum munur millum
gomlu og nýggju pensjóns
skipanina er, at eftir nýggju
skipanini skalt tú sýkja um
ymisku vidbøturnar fyri at
fáa tær. Eftir gomlu skipan-
ini fekst tú avlamispensjón,
um tú vart avlamin. Men
eftir nýggju skipanini er
hetta ikki nóg mikið.
Laila Solmunde heldur
tað vera ógvuliga mann-
minkandi, at neyðugt alla-
tíðina skal vera at ganga
biddaragongd á Almanna-
stovuna at søkja um tær ym-
isku viðbóturnar. Hon held-
ur, at hetta fer at halda fólk
um, ið hava rætt til viðbót-
urnar burturi frá at fáa tær,
tí tey vilja ikki at ganga
biddaragongd
Uppskotið hjá
Kristiani betur
Forkvinnan í Ráðnum fyri
brekað vísir á, at ráðið á
sinni fekk pensjónslógar-
uppskotið hjá Kristiani
Magnussen til ummælis, og
metir hon, at hetta var eitt
skilagott uppskot, ið var
fleiri ferðir betur enn tann
pensjónslógin, vit hava
fingið í dag.
Knappar
600 krónur
Hjá pensjónisti við avlamisviðbót og van-
ligari pensjónsviðbót er pensjónin er netto-
inntókan fallin knappar 600 krónur, nú
nýggja skipanin er tikin í nýtslu
JOHN JOHANNESSEN
Har tað fyrr stóðu 6.658
krónur niðast á bredda-
num á kontoavritinum hjá
føroyskum pensjónisti við
avlamisviðbót og vanlig-
ari pensjónsviðbót standa
nú, nýggja pensjónskip-
anin er sett í gildi, 6.088
krónur. Talan er sostætt
um eina lækkan av saml-
aða úrslitinum á 570 krón-
ur.
Orsøkin til lækkaða
nettoúrslitið er, at við-
bøturnar, ið fyrr vóru
skattafríar, nú eru skatt-
skyldugar. Á kontoavriti-
num frá tíðini við gomlu
skipanini stendur, at av-
Pensjónslógaruppskotið
ljá Kristiani Magnussen
egði upp til eina greiða
pensjónsskipan, meðan lóg-
in, Helena Dam á Neystabø
er komin við, er ein ógvu-
liga torgreið skipan. ið krev
CL. 7
lamisviðbótin er skattafrí,
meðan hon í dag er løgd
saman við vanligu pen-
sjónsviðbótini, ið er skatt-
skyldug. Hetta sama er
galdandi fyri aðrar við-
bøtur.
Hóast samlaða viðbótin
nú er stórri enn áður, ger
skatturin avlopið minni.
Sambært tí, Helena
Dam á Neystabø, lands-
stýriskvinna, segði við út-
varpið týsdagin, verður
bøtt um hendan trupul-
leika í næstum. Landsstýr-
ískvinnan ætlar sær at
leggja uppskot fyri tingið
um, at viðbótin íkki skal
verða eins hart skattað,
sum grundupphæddin.
ur nógva umsiting
Laila Solmunde vísir í
hesum sambandi á alla um
sitingina, ið stendst av, at
pensjónistar skulu søkja um
Hetta verður aðru ferð, at Føroya Sparikassi fer inn í eina nýggja eld. Síðan vit
byrjaðu virksemi í 1832, hava vit tikið lut í føroyska gerandisdegnum og saman
við kundum okkara upplivað nærum ófatiligar broytingar í samfelagnum.
Ættarlið eftir ættarlid hevur ment Føroyar og hóast stundum baldrutar letur,
hevur Feroya fólk hóra undan og reist seg aftur. Tí er tað við góðum treysti, at
Feroya Sparikassi tekur móti komandi avbjóðingum.
Vit ynskja øllum Føroya fólki eitt gott nýttár og eina eydnuberandi framtíð.
& FØROYA SPARIKASSI