Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 16 - 25. januar 2005 Ikki misbrúkt neyðhjálp Myndugleikarnir í Sri Lanka avsanna, at teir hava brúkt neyðhjálpar- pengar til at keypa vápn fyri. Uppreistrarmenninir har norðuri í landinum, Tamilsku Tikararnir, vildu fyri nøkrum døg- um síðani vera við, at stjórnin hevði brúkt næstan 900 milliónir krónur at keypa vápn fyri, og at hetta vóru pengar, sum Sri Lanka fekk frá altjóða samfe- lagnum aftan á flóð- alduna annan jóladag. Men tað avsannar stjórnin í Colombo. Á einum fundi við norska uttanríkisráðharran, Jan Petersen, um vikuskift- ið, segði srilankiski for- sætisráðharrin, Mahinda Rajapakse, at als einki hald er í tíðindunum um vápnakeypið. Vilja troyna semju Fyrrverandi finski for- setin Martti Ahtisaari fer nú at vita, um hann kann fáa semju ímillum indo- nesisku stjórnina og uppreistrar rørsluna GAM í landspartinum Aceh har norðuri á oynni Sumatra. Báðir partar hava játt- að at koma til samráð- ingarborðið, og teir fyrstu fundirnir verða í Helsingfors í næstu viku. Tað er tann serligi ráðgevingarstovnurin Crisis Management Initiative, sum Ahtisaari hevur stovnað, ið stend- ur fyri samráðingunum. Sjálvur sigur fyrrver- andi forsetin við svensku tíðindastovuna TT, at enn er alt ov tíð- liga at siga, hvat fer at koma burtur úr samráð- ingunum. Ache-lansparturin varð sera meint raktur av jarðskjálvtanum og flóð- alduni anan jóladag, men sambært TT hava friðarsamráðingarnar einki við vanlukkuna at gera, tí avtalan um sam- ráðingarnar varð gjørd fyri jól. Kongur væl umtóktur Flóðaldan í Suðurasia hevur havt við sær, at svenska kongshúsið er vorðið so væl umtókt sum sjáldan fyrr. Ein kanning í blað- num Dagens Nyheter vísir, at 80 prosent av svenska fólkinum taka undir við at varðveita kongsvaldið, og sam- bært blaðnum eru tað mong ár, síðani kongs- valdið var so væl umtókt ímillum fólk. Bara 16 prosent siga, at kongs- valdið eigutr at verða avtikið, og tey seinastu fýra prosentini vita ikki. Eygleiðarar í Svøríki eru á einum máli um, at tann góða undirtøkan hjá kongshúsinum kemst av flóðalduni í Suðurasia. Tá møttu kongshjúnini og børn teirra á Arlanda-flog- vøllinum mitt á nátt at taka ímóti líkunum av svium, sum vóru deyðir í flóðalduni, og undir einum minningarhaldi í Stockholm helt Carl Gustaf kongur eina hugvekjandi røðu. Yvir- høvur eru sviar samdir um, at kongur dugdi munandi betur at savna svenska fólkið enn for- sætisráðharrin, Gøran Persson. Keyptu nógvar teldur í fjør Teldusølan vaks 12 pro- sent í fjør samanborið við árið fyri, og kemst vøksturin serliga av, at farteldurnar eru vorðnar bíligari, enn tær hava verið, skrivar Politiken. Eitt søluyvirlit hjá kanningarstovninum Gartner vísir, at Dell er tað best umtókta teldu- merkið. Í fjør seldi fyri- tøkan næstan 31 milli- ónir teldur, og tað var heili 23 prosent fleiri enn í 2003. Næst var Hewlwtt-Paskard ella HP, sum tað vanliga verður nevnt, við 27,5 milliónum nýggjum teldum, og á triðja plássi var IBM, sum seldi 10,4 milliónir teldur í fjør. Eitt annað væl umtokt merki er Fujitsu-Sie- mens, sum seldi góðar sjey milliónir nýggjar teldur í fjør. Verður hugt at allari søluni í heiminum, var parturin hjá Dell 16,4 prosent, hjá HP var hann 14,6, hjá IBM 5,5 og hjá Fujitsu Siemsns 3,8 pro- sent. Tilsamans vórðu 188,9 milliónir nýggjar teldur seldar í fjør. Gartner sigur, at tað var serliga prísfallið á farteldunum, sum var orsøkin til, at teldusølan vaks so nógv í fjør. Eitt annað er, at farteldurnar eru eisini vorðnar betri, enn tær vóru fyrr. Í vikuni eru 60 ár liðin, síðani sovjetskir hermenn komu til týsku týningarleguna Auschwitz. Fyri fyrstu ferð skipar ST fyri minningarhaldi til minnis um tey, sum doyðu í leguni MINNINGARHALD Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var tann 27. januar í 1945, at sovjetskir hermenn komu til nazistisku týning- arleguna Auschwitz nær- hendis polska býnum Kra- kow og fríaðu teir fangar- nar, sum enn vóru á lívi í leguni. Í hesum sambandi verður skipað fyri minningarhaldi í Auschwitz, har fleiri av teimum, sum sluppu úr leguni á lívi, verða hjá- stødd. Har verða eisini ríkis- og stjórnarleiðarar úr fleiri londum, teirra millum týski forsetin. Hesaferð verður eisini skipað fyri minningarhaldi í ST, og tað er fyrstu ferð, at tað verður gjørt. Uppskotið um minningarhaldið kom frá USA, Russlandi og ES. Í tí sambandi var ein ser- ligur minningarfundur á ST-høvuðsborgini í gjár, og har luttóku umboð fyri umleið 140 lond. Ísrael hevur fleiri ferðir fýlst á, at ST hevur víst jødatýningini undir seinna heimsbardaga ov lítlan áhuga, men ein trupulleiki hjá ST hevur verið, at fleiri arabisk lond hava verið ímóti tiltøkum, ið skuldi minnast jødatýn- ingina. Men nú er øðrvísi, tí í gjár vóru fleiri arabisk lond umboðað á minn- ingarfundinum. Teirra mill- um vóru eitt nú Marokko, Bangladesj, Oman og Paki- stan. Umleið ein millión fólk, tey flestu jødar, vórðu týnd í Auschwitz í árunum frá 1940 til 1945. Tað svarar til umleið 9.000 um samdøgr- ið. Teira millum vóru eisini nógvir sigoynarar og nógv samkynd. Kavarok og nógvur kuldi í landnyrðings- partinum av USA hevur kravt fleiri mannalív ILLVEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Sambært amerikanska veð- urstovninum hevur land- nyrðingsparturin av landin- um ikki havt so ringt kava- veður seinastu hundrað árini, og løgreglan upplýsti sunnukvøldið, at illveðrið hevði kravt 14 mannalív. Tað hevur eisini verið sera kalt, og sunnudagin frysti 33 stig í Boston. Har mistu 33.000 húsarhald streymin. Í New York er eisini nógvur kavi komin niður, og á tí stóra John F. Kenne- dy-flogvøllinum noyddust tey at avlýsa 60 fráferðir, tí so nógvur kavi var lægstur á lendingarbreytirnar. Amerikonsku veður- menninir søgdu í gjár, at veðrið fer at batna teir næstu dagarnar, men sam- stundis ávaraðu teir um, at seinni í vikuni verður aftur kavarok. Ein jarðskjálvti, sum máldi 6,2 á Richter-stiganum, var á indonesisku oynni Sula- wesi sunnudagin. Sambært myndugleikunum kravdi skjálvtin eitt mannalív, fleiri hús rapaðu, og nógva- staðni fóru vegirnir illa. Fólk gjørdust ræðslu- sligin av skjálvtanum, tí tey stúrdu fyri, at hann fór at elva til eina flóðaldu eins og tann harði skjálvtin annan jóladag. Tí sendu myndugleikarnir løgreglu- bilar til býirnar og bygdir- nar at boða frá, at eingin vandi var fyri flóðaldu hesaferð. Indonesiski jarðfrøði- stovnurin sigur, at miðdep- ilin í skjálvtanum sunnu- dagin var einar 30 kilo- metrar niðri í jørðini. UTTAN ÚR HEIMI Minnast Auschwitz Indonesia skelvir aftur Stórkavi í USA Í sambandi við 60 ára dagin er skipað fyri framsýning á ST-høvuðsborgini í New York Reuters