Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2005 3 Útreiðslurnar skulu tálmast Varaborgarstjórin heldur, at um gongd- in í útreiðslunum hjá Klaksvíkar komm- unu seinastu fýra árini heldur fram, endar heilt galið POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nýggi varaborgarstjórin í Klaksvík, Jákup Mikk- elsen, ger greitt, at tað verður neyðugt at tálma útreiðslurnar hjá Klaks- víkar kommunu, tí annars endar galið. – Tað mundi koma óvart á mong, at undan- farna samgonga tey seinastu fýra árini brúkti umleið 65 mió. meir, enn tað sum var avsett á fíggjarlógini. Sjálvandi var henda meirnýtsla fyri á býráðsfundi so hvørt, men hetta vísir hvussu trupult tað er at halda aftur í góðum tíð- um, tá pengarnir streyma inn í kassan, sigur Jákup Mikkelsen, sum umboð- ar Fólkaflokkin í Klaks- víkar býráði. Hann vísir á, at rakst- rarútreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu vuksu úr 43 milliónum og upp í slakar 74 milli- ónir frá 2001 til 2004. – Um henda gongdin heldur fram tey næstu fýra árini, so verður heilt galið. Vit sum sita í sam- gongu í Klaksvíkar Bý- ráð síggja hetta at tálma rakstrarútreiðslunum sum eina stóra og trupla, men sera týdningarmikla uppgávu, sigur Jákup Mikkelsen – At gjara út er altíð lætt, meðan tað stramma í er altíð trupult og ópopulert – men vit sum eru vald inn at stýra Klaksvíkar Býráð mugu tora at taka avgerðir, eis- ini tær sum eru ópopu- lerar, sigur varaborgar- stjórin. - - - Klaksvík letur 30.000 Klaksvíkar kommuna ætlar sær at stuðla neyð- hjálpararbeiðnum í Fjar- eystri við 30.000 krón- um. Hetta tal eru býráðs- limir komnir fram til, eftir at málið hevur verið viðgjørt í nøkrum nevndum hjá býráðnum. Týskvøldið verður fyrstu reguligi býráðs- fundurin hjá tí nývalda býráðnum, og tá skal játtanin til neyðhjálpina endaliga góðkennast av býráðnum. ek Guðrun Sólja Jacob- sen er klár at stíga innaftur í ljósið á danska tónleikapall- inum. Hon verður við í Stjørna í eitt kvøld fríggjakvøldið, og mánadagin gevur hon nýggja fløgu út TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyska songkvinnan Guðrun Sólja Jacobsen bjóðar seg rættiliga fram á danska tónleikapallinum næstu dagarnar. Fríggjakvøldið verður hon við í fjórða innleiðandi umfarinum í sangkapping- ini Stjørna í eitt kvøld, sum Danmarks Radio skipar fyri, og mánadagin verður nýggja fløgan hjá henni at fáa í sølubúðunum í Dan- mark. Guðrun Sólja fekk sítt gjøgnumbrot í Danmark, tá ið hon vann kappingina Stjørna í eitt kvøld, og síðani hevur hon fingist burtur av við tónleik – bæði í Danmark og í Føroyum. Fyrra fløgan hjá Guðrun Sólju seldi væl í Danmark, og hóast samstarvið við hennara táverandi plátu- felag ikki helt fram, so eru tað onnur, sum hava áhuga, og mánadagin kemur nýggja fløgan, Wake Up. Nýggja sjónvarpslýsing Á nýggju fløguni hjá Guðr- un Sólju Jacobsen er kendir sangir, sum onnur fólk hava skrivað og sungið áður. Til dømis klassikarar sum Imagine og Every Breath You Take. Harafturat hevur Poul Halberg skrivað ein nýggjan sang til Guðrun, eins og føroyska Vøgguvís- an, um longu hevur verið frammi, er við á útgávuni. Á heimasíðuni hjá Guðr- un ber til at hoyra brot av sangunum á nýggju fløg- uni, og har ber eisini til at síggja spildurnýggju sjón- varpslýsingina, sum skal føra nýggja útgávuna hjá Guðrun fram í Danmark. Men áðrenn føroyingar og danir sleppa at keypa sær nýggju fløguna, kann Guðrun upplivast í sang- kappingini Stjørna í eitt kvøld, sum verður send SvF fríggjakvøldið frá klokkan 19.00. Fundarrøðini hjá stýrinum fyri Lista- savn Føroya heldur fram, uttan at tað higartil hevur eydn- ast at seta nýggjan leiðara fyri savnið LISTASAVNIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ósemjan í stýrinum fyri Listasavnið er seiglívað, og eftir tríggjar fundir um setan av nýggjum leiðara hevur tað ikki eydnast at gera eina niðurstøðu. Mánakvøldið skuldi ein nýggj roynd gerast. Tað var millum jóla og nýggjárs, at fyrsti fundurin um at seta nýggjan leiðara fyri Listasavnið varð hildin, og tá vildi eini meiriluti – tríggir av fýra limum – seta Helga Fossádal í starvið. Nevndirnar fyri Myndlista- felagið og Listafelagið høvdu báðar stillað Helga Fossádal inn til starvið, og hesari innstilling tók meiri- lutin í stýrinum undir við. Formaðurin ímóti Formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Gunnar Hoy- dal, er ímóti hesi innstilling, tí hann heldur, at kravið til leiðaran er, at hann skal hava listfrøðisliga útbúgv- ing, og tað hevur Helgi Fossádal ikki, hóast hann hevur verið virkin í føroysk- um listaumhvørvi í nógv ár og áður hevur verið fyribils leiðari fyri Listasavnið. Fyrst legði Gunnar Hoy- dal málið fyri Mentamála- ráðið, sum hann umboðar í stýrinum, men Mentamála- ráðið hevur ikki viljað blandað seg upp í stríðið. Meta um krøvini Síðani hevur verið tosað um at fáa ein løgfrøðing at meta um krøvini í starvs- lýsingini fyri at vita, um tað er avgerandi fyri starvsset- anina, at leiðarin skal verða listfrøðingur. Triði fundurin í fundar- røðini hjá stýrinum fyri Listasavnið var sunnudag- in, men hann endaði ikki við nakrari niðurstøðu, utt- an at nýggjur fundur skuldi verða mánakvøldið. Fólkini í stýrinum fyri Listasavnið eru Gunnar Hoydal, sum er formaður, Heðin Mortensen, sum umboðar Tórshavnar býráð, Astri Luihn umboðar Myndlistafelagið og Malan Marnersdóttir umboðar Listafelagið. Dregur út við listaleiðara Nú er Guðrun til reiðar Hetta er kápan á nýggju fløguni hjá Guðrun Sólju Jacobsen, sum liggur í føroyskum og donsku sølubúðum mánadagin Tað er framvegis ivamál um, hvør skal leiða Listasavn Føroya. Fjórði fundurin um setan av nýggjum leiðara skuldi verða mánakvøldið Mynd: Jens Kristian Vang