Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 16 - 25. januar 2005 5. mars fer Talvsamband Føroya at velja Ársins Telvara og Ársins Stjørnu- skot 2004/2005. TSF hevur innstillað nakrar telvarar til heiðurin, og hereftir gera feløgini av, hvør skal vinna. Í flestu ítróttargreinunum í Føroyum verður atkvøtt um, hvør hevur havt besta avrikið í farna skeiðinum. Og nú hevur TSF so valt at ganga somu leiðir. Felagið fer í ár at velja Ársins Telv- ara 2004/2005 og Àrsins Stjørnuskot 2004/2005, sum fáa handað heiðurs- bræv og stuðul til eina talv- kapping áljóðandi kr. 3.000. Vinnararnir verða kunn- gjørdir í sambandi við 35- ára Jubileumskappingina hjá TSF sum verður tann 5. mars í Vestmanna. Telvarnir sum eru inn- stillaðir til Ársins telvari eru (í bókstavarøð): • Carl E. N. Samulesen • Finnbjørn Vang • Flóvin Tór Næs • Hans Kristian Simonsen • Heini Olsen • John Rødgaard • John Arni Nielsen • Martin Poulsen • Olaf Berg • Rógvi W. Rasmussen Ársins stjørnuskot (í bókstavarøð): • Christoffur Dam • Fríða við Streym • Herborg Hansen • Helgi D. Ziska • Hjalti T. Jógvansson • Høgni E. Nielsen • Jóhan Vørmadal • Jón Gregerssen • Margeir Berg • Rógvi E. Nielsen • Rógvi Dragaberg • Rúni Vørmadal -ave- Ársins telvari veljast H.C. Andersen sjónleikur í Klaksvík Í sambandi við H.C. An- dersen árið, hevur Klaks- víkar býráð, sum er vin- arbýur við føðibýin hjá H. C. Andersen, Odense, saman við Atlantis og skúlunum fingið fatur á sjónleikabólkinum H. C. Andersen Paraden, sum framførir ævintýrleikir eftir H. C. Andersen. H. C. Andersen Para- dan er ungdóms sjónleik- abólkur, sum er víða git- in, og hevur havt fram- førslur í m.a. Kina, Holl- andi, Belgia, Týsklandi og Onglandi, umframt í Danmark. Tey framføra á enskum, týskum og donskum máli. Íklødd serliga prýðilig- ar búnar, sum hoyra ævintýrunum til, hava tey sermerkt seg við gjøgnumførdari skrá og hegnisligari samanseting úr flestu ævintýrunum eftir H. C. Andersen. Tónleikurin gevur eisini framførðsluni góðan ævintýrdám. H.C. Andersen Para- den er sera nógv upptikin av framførslum víða um alt komandi ár, og kunnu tey tí bert koma til Før- oyar í døgunum 3. til 6. februar 2005. Ætlanin er, at tey framføra í skúlun- um í Klaksvík, har skip- að verður fyri serligum H. C. Andersen døgum. Eisini verða tey at síggja í Atlantis, SMS og møguliga í Norðurlanda- húsinum. Við í H. C. Andersen Paraduni eru 15 ung- dómar og høvuðspersón- urin »H. C. Andersen"« - alias Torben Iversen, sum fortelur og er bindi- liðið millum teir ymisku leikirnar. Talan er um eitt tiltak, har øll familjan kann seta sær ein stóran kross í álmanakkan, fyri ikki at gloyma at minnast til eitt ógloymandi kvøld. Framførslur verða: 04.02.05. kl. 09.00 Skúlin við Ósánna (bert fyri skúlan) kl. 10.30 Skúlin á Ziska- trøð (bert fyri skúlan) kl. 16.00 Atlantis (Al- menn sýning: atgongu- merki í Atlantis/Shell- støðin) kl. 20.00 Atlantis (Al- menn sýning: atgongu- merki í Atlantis/Shell- støðin). 05.02.05. kl. 11.00 SMS (eingin kostnaður) kl. 16.00 Norðurlanda- húsið (lýsur kostnaðin) -ave- Klaksvík: Á býráðsfundinum týs- kvøldið skal Klaksvíkar Býráð taka støðu til eitt tilmæli frá fleiri nevnd- um um at játta íalt 30.000 kr. sum stuðul til tey, sum vórðu rakt av flóðalduni í Asiu. Eftir áheitan frá býráðslimum hevur málið um at lata hjálp til tey, sum eru rakt av flóðalduni í Asiu, ver- ið viðgjørt í nøkrum av nevndum býráðsins, har breið semja er um at stuðla. Samanlagt verður mælt til at játta 30.000 kr Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at bý- ráðið allatíðina hevur havt ætlan um at veita eina upphædd í neyhjálp til vanlukkurakta økið. 30.000 krónur ljóðar kanska ikki av so nógv- um, men hjá teimum, sum hava tørv á tí ger alt jú mun, sigur Steinbjørn og leggur afturat at aft- anfyri uppskotið um at veita hendan stuðul ligg- ur líka so nógv eitt ynski um at hjálpa. Sambært kommunu- stýrisskipan býráðsins er tað býráðið, sum tekur endaliga støðu til játtanir av slíkum slag. Í hesum førinum eru pengarnir savnaðir í smáum upp- hæddum, sum eru fluttar frá ymsum játtanum á fíggjarætlan býráðsins, millum annað frá sosi- ala- og mentanarøkinum umframt øðrum játtan- um. -ave- Klaksvíkar býráð letur neyðhjálp Hóast tað hevur verið óvanliga hált seinastu dagarnar í Klaksvík, fekk politiið bert fýra fráboðanir um smærri óhapp í stóðust av hálkuni. Seinasta vikuskiftið var annars uppá allar mátar stak friðarligt, frætta vit av politistøðini í Klaksvík. -ave- Fýra hálkuóhapp – Vit hava sera góð og engasjeraði starvsfólk her á Landssjúkra- húsinum, sigur Tummas í Garði, sum byrjar í starvinum sum læknastjóri í næstum LÆKNASTJÓRI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Eg havi arbeitt bæði í Danmark, Noregi og her í Føroyum. Út frá tí, eg havi upplivað, tori eg at siga, at vit í Føroyum hava eitt sera gott útgangsstøði til eitt gott heilsuverk. Vit hava á mangar mátar nógv meiri rutinu enn í grannalondum okkara, sigur Tummas í Garði. Hetta við tí góða út- gangsstøðinum hevur hann ikki minst upplivað í hans- ara dagliga arbeiði við narkosuni á Landssjúkra- húsinum. – Ja, tað hevur, satt at siga, verið eitt fornøjilsi at arbeitt saman við teimum, sigur 46 ára gamli Tummas í Garði. Hann er nú settur sum nýggjur læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann tekur við eftir Petur Ellef- sen, sum hevur verið virk- andi læknastjóri í eina tíð. Væl fyri fakliga Og Tummas fer fúsur til verka á Landssjúkrahúsin- um, tí hann veit at har finst ein hópur av sera engasjer- aðum og góðum starvsfólk- um. – Ja, tað er mín avgjørda fatan at starvsfólkini eru sera dugnalig og eru sera væl fyri fakliga. Jú, vit hava eitt sera gott tilfeingi her á Landssjúkrahúsinum. Eingin ivi um tað, sigur Tummas. Eitt er at hava hesa vitan- ina. Spurningurin er so bara, hvussu og um ein fær hildið hesa vitanina viðlíka. – Soleiðis sum fíggjar- støðan er í landinum í dag, er ikki sannlíkt at Lands- sjúkrahúsið fær meiri pen- ing. Tí kann tað koma at ganga út yvir endurútbúgv- ingina av starvsfólkunum. Og tað er neyvan heppið fyri nakran, um hetta støðið fer at lækka í framtíðini, sigur Tummas í stuttum viðtali. Hann dylir tí ikki fyri, at júst hetta við at viðlíka- halda og menna støðið í út- búgvingini verður eitt av hansara hjartamálum sum læknastjóri. Tummas í Garði er ann- ars útbúgvin radiomekanik- ari, hann hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum og á heimaleiðum, men fór síðani at lesa medisin í Keypmannahavn, har hann var liðugur í 1991. Nú er hann so endaður á ovastu rók í trímannaðu leiðsluni á Landssjúkrahús- inum, saman við sjúkrahús- stjóranum Poul Geert Hansen og sjúkrarøktar- stjóranum Marini Vang. Nýggi læknastjórin fer fúsur til verka – Starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum er dugnalig og engasjeraði. Tað er eitt fornøjilsi at arbeiða saman við teimum, sigur Tummas í Garði, sum er nýsettur læknastjóri