Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2005 5 Javnaðarflokk urin stuðlar Norðuratlants bólkinum FÓLKATINGSVAL Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Áðrenn evstamark á blaðnum mánadag á middegi var vallisti Javnaðarfloksins fram- vegis ikki til reiðar. Av floksskrivstovuni varð sagt, at smáting fram- vegis skulu fáast upp á pláss, og ongar við- merkingar vórðu gjørd- ar til, hvørjir einstak- lingar vera á listanum og ikki. Skilagott at samstarva Aðrastaðni á síðuni tekur Jørgen Niclassen úr Fólkaflokkinum frá- støðu frá arbeiðinum í Norðuratlantsbólkin- um, sum Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum hevur havt seinastu fýra árini, men løgmaður hevur ikki somu áskoð- an sum kappingarneyt- in úr Fólkaflokkinum. - Eg meti tað var skilagott at samstarva við grønlendingar í Norðuratlantsbólkin- um, tí føroyingar og grønlendingar hava ávís viðurskifti til felags, og tí fer Javnaðarflokkurin at stuðla og luttaka í einum Norðuratlants- bólki, um vit fáa eitt umboð, sigur Jóannes Eidesgaard. Men løgmaður leggur tó dent á, at innihaldið í samstarvinum skal um- definerast og vera øðr- vísi enn tað, vit hava sæð seinastu fýra árini. - Føroyska og grøn- lendska sjálvstýrismál- ið eru ikki parallell, og tí skulu vit ikki tvinna tvær ymiskar sjálv- stýristilgongdir. Hetta hava vit sæð í alt ov stóran mun seinasta valskeiðið, sigur løg- maður, sum tó stuðlar idéini um eitt framhald- andi samstarv í Norð- uratlantsbólkinum. Stillar upp Løgmaður vil eins og hansara floksfelagar ikki siga nakað um list- an sjálvan, men hann váttar, at hann sjálvur stillar upp og fer harvið at hjálpa flokkinum, hóast hann sum løg- maður ikki sjálvur kann gerast fólkatingslimur. - Flokkurin hevur heitt á meg um at stilla upp, og hesum havi eg játtað. Meiri kann eg ikki siga í løtuni, sigur Jóannes Eidesgaard at enda. Fólkaflokkurin fer ikki at vera partur av einum Norðuratlants- bólki, um flokkurin fær umboð á Christ- iansborg 8. februar. - Tjóðskaparliga støðan hjá Føroyum og Grønlandi kann als ikki samanberast, og tí er eingin mein- ing í hesum sam- starvi, sigur Jørgen Niclassen úr Fólka- flokkinum. Vallistin er ikki til reiðar enn FÓLKATINGSVAL Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Um Fólkaflokkurin fær umboð í danska fólkatingið 8. februar, fer fólkatings- limur teirra ikki at luttaka í Norðuratlantsbólkinum, sum umboð Tjóðveldis- floksins hevur gjørt sein- astu fýra árini saman við grønlendskum fólkatings- limum. Seinkað fullveldis- gongd Sambært Jørgeni Niclas- sen, formanni í tingbólki Fólkafloksins, er flokkurin samdur um, at eingin mein- ing er í samstarvinum mill- um føroyskar og grøn- lendskar fólkatingslimir í Norðuratlantsbólkinum, tí tjóðskaparliga støðan land- anna millum ikki kann samanberast. - Grønland er langt aftan fyri okkum í sjálvstýristil- gongdini, og teir eru í nógv størri mun heftir at donsk- um peningi. Við tað at vit hava grundleggjandi øðr- vísi tjóðaskaparligt út- gangsstøði, er púrt einki høpi í samstarvinum mill- um føroyingar og grønlend- ingar á fólkatingi, og um vit skulu samstarva við grøn- lendingar, fer tað bert at seinka og forða okkara egnu sjálvstýristilgongd, sigur Jørgen Niclassen. Hann metir, at samar- beiðið millum grønlend- ingar og føroyingar sein- astu fýra árini hevur bert verið ein forðing fyri før- oysk áhugamál á Christ- iansborg, og tí ynskir flokk- urin at vera óheftur at nøkrum ávísum bólki. Men hava valumboð Fólkaflok- sins ikki longu sagt í hesum valstríði, at flokkurin júst fer niður at stuðla Anders Fogh Rasmussen og vera heftur at borgarliga vongin- um? - Tað er rætt, at vit stuðla eini borgarligari stjórn, um okkara umboð gerst avger- andi, og tað er náttúrligt, tá vit jú eru ein borgarligur flokkur. Men tað merkir ikki stuðulin er treyta-leys- ur, sigur Jørgen Niclassen. Breckmann og Kallsberg Fólkaflokstingmaðurin vónar, at vallisti Fólkaflok- sins kann almannakunn- gerast týsdagin, og enn eru smærri viðurskfti, sum ikki eru komin uppá pláss. - Tað eru framvegis iva- mál, sum vit mugu fáa uppá pláss, og vit hava einstøk nýggj nøvn á listanum. Men tað er eingin ivi um, at Anfinn Kallsberg og Óli Breckmann er frontmenn- inir hjá okkum, sigur Jørg- en Niclassen. Talan tykist sostatt vera um eina styrkisroynd mill- um fyrrverandi løgmann og áður roynda fólkatings- limin. Við seinasta fólka- tingsval var Óli Breckmann sigursharrin á fólkafloks- listanum við umleið 1300 atkvøðum, meðan Anfinn Kallsberg fekk um 1500 atkvøður. - Miðflokkurin fer í hesum valdystinum at kasta ljós á skammiligu viðgerð- ina, útlendingar fáa í Føroyum, samstundis sum føroyskt tjóðar- frælsi skal í fokus, sigur Jenis av Rana, formaður Miðflok- sins. Vallisti Mið- floksins verður helst kunngjørdur miku- dagin FÓLKATINGSVAL Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Endaligi vallisti Miðflok- sins fyriliggur ikki enn og verður sambært formann- inum Jenisi av Rana helst kunngjørdur mikudagin, og hann fer at telja millum 10 og 15 valevni. Jenis av Rana greiðir frá, at flokk- urin hevur viðgjørt stødd- ina á listanum til danska fólkatingsvalið 8. februar, og teir hava valt at stilla upp við einum relativt stór- um lista, hóast hin møgu- leikin eisini hevur verið uppi at venda. Men skulu vit so vænta okkum nakra nýggja kanón á listanum hesuferð? - Nei. Talan verður í stór- an um somu nøvnini, sum hava mannað okkara listar seinastu trý valini, sigur Jenis av Rana. Formaður er sjálvsagt realistiskur og væntar ikki nakran fólka- tingssess, men hann er kortini spentur til valdystin. - Eg eri væl vitandi um, at einki annað enn eitt undur kann geva okkum ein fólkatingssess, men vit fara enn einaferð at nýta høvið til at berjast fyri okkara sjónarmiðum, sigur Jenis av Rana. Útlendingar í fokus Men hóast vallistin ikki er tøkur enn, hevur Miðflokk- urin funnið fram til, hvørji mál skulu á dagsskránna í valdystinum hjá lítla flokk- inum við øðrvísi sjónar- miðunum. Umframt tradi- tionella politikk floksins við sterku átrúnaðarligu dimensiónunum fara Jenis av Rana og hansara fólk fram til 8. februar at seta umstrídda útlendingamálið í fokus. - Miðflokkurin fer í hes- um valdystinum at kasta ljós á skammiligu viðgerð- ina, útlendingarnir í Føroy- um hava fingið frá núver- andi samgongu. Sam- stundis fara vit eisini at leggja dent á yvirornaða spurningin um føroyska tjóðarfrælsið, sigur Jenis av Rana. Spurdur um ítøkiligu sjónarmið Miðfloksins við- víkjandi útlendingamálin- um er formaðurin greiður. - Síðani nýggja sam- gongan tók við, eru stórar broytingar farnar fram á útlendingaøkinum, og vit meta støðuna vera skammi- liga. Útlendingar í Føroy- um hava onga trygd fyri degnum í morgin, og hes- um ætla vit at finnast at og steðga, sigur Jenis av Rana. Høvdingin í Miðflokkinum sigur, at vit úr skriftunum í Gamla Testamentið fáa greið boð um, hvussu vit skulu fara við okkara út- lendingum. - Skriftin áleggur okkum orðarætt at taka okkum av teimum fremmandu í okk- ara samfelagi, tí eisini vit vóru einaferð fremmand. Hesa skyldu hevur núver- andi samgonga so dyggi- liga svikið, er náðileysi dómurin hjá Jenisi av Rana. Sum Jenis longu hevur víst á í miðlunum í seinastu viku, umboðar Miðflokkur- in eisini tað sjónarmið, at føroyingar eiga at leggja seg út í donsk viðurskifti og danskan politikk, so leingi vit eru partur av ríkisfe- lagsskapinum. - 90% av okkara lógum stava úr Danmark og eru fyrireikaðar á Christians- borg, og tí eiga føroyingar at krevja at vera partur av tí prosessini eisini, metir Jenis av Rana. 40.000 krónur Triði valdysturin innanfyri eitt ár er nú spakuliga farin í gongd, og spurdur, hvussu fíggjarliga orkan er til enn ein valdyst hjá einum so lítlum flokki, er Jenis bjart- skygdur. - Vit eru ein lítil flokkur og hava tí ikki dýrar vanar. Okkara útreiðslur til val- dystirnar er langt niðanfyri alt tað, størru flokkarnir nýta, og vit megna tí sakt- ans enn ein valdyst, sigur Jenis av Rana. Formaðurin sigur, at flokkurin leggur dent á ikki at fara út um síni fíggjarlig mørk og koma í skuld, og tí verður ikki satsað tað stóra. - Meðan aðrir flokkar nýta milliónir, nýta vit sera lítið. Býráðsvalið í heyst kostaði okkum umleið 40.000 krónur, og vit vænta umleið somu upphædd hesuferð, sigur Jenis av Rana at enda. Miðflokkurin vil berjast fyri útlendingum Fólkaflokkurin vendir Norður- atlantsbólkinum bakið – Um vit skulu samstarva við grønlendingar, fer tað bert at seinka og forða okkara egnu sjálvstýristilgongd, og tí ynskja vit ikki at halda fram við samstarvinum við grønlendingar í nøkrum Norðuratlantsbólki, um vit fáa umboð á fólkating, sigur Jørgen Niclassen - Skriftin áleggur okkum orðarætt at taka okkum av teimum fremmandu í okkara samfelagi, tí eisini vit vóru einaferð fremmand. Hesa skyldu hevur núverandi samgonga so dyggiliga svikið, og útlendingar í Føroyum hava onga trygd fyri degnum í morgin, er náðileysi dómurin hjá Jenisi av Rana