Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 16 - 25. januar 2005 Hetta er suðuroyar- ætlanin, sum sam- gongan er samd um Hetta er ein ætlan í 10 pørtum, sum bæði fevnir um ítøkilig átøk, tilgongdir og hugskot um, hvussu oyggin kann fáast aftur á beint Landsstýrið ásannar, at støðan í Suðuroynni, sum í mong ár hevur verið vánalig, nú er vorðin so mikið hættislig, at politisk stig mugu takast til tess at stuðla eini tilgongd, ið hevur við sær støðug arbeiðspláss í oynni. Samgonguflokkarnir heittu hin 12. januar á landsstýrið um at leggja eina ítøkiliga ætlan at skapa grundarlag fyri javnbjóðis kappingarføri og harvið vinnumøguleikum í Suð- uroynni. Atlit eru tikin at hesari áheitan í viðgerð landsstýrisins av málinum. Heildarætlan fyri Suður- oynna inniheldur ymiskar tættir, ið tilsamans kunnu skapa eina tilgongd, ið fremur virksemi og trivna. Skal hetta eydnast til fuln- ar, er neyðugt, at bæði kommunalir myndugleikar og vinna medvirka og fremja átøk. Suðuroyarætlanin fevnir um ítøkilig átøk, tilgongdir og hugskot: 1. Flakavinnan Landsstýrið ásannar, at verandi støða innan flaka- vinnuna í Suðuroynni als ikki er nøktandi. Ein møguleiki er tí, at Suðuroyggin verður ein feskfiskamiðdepil, sum hon var í fyrru helvt av 90’árunum, tá beinleiðis samband var millum Suð- uroynna og Skotland. Ein fortreyt fyri hesum er, at skip, fólk staðnum og aðrir íleggjarnar fáa møguleika at fara undir slíkt virksemi. Tað er avgjørt ein bati, at Fiskavirking nú fer undir fiskaframleiðslu á Polar- frost í Vági í mars mánaði, har brúk verður fyri 35-40 ársverkum. 2. Flutningssamband Landsstýrið ásannar, at Suðuroyggin er sera fjar- skotin, bæði tá tað snýr seg um flutningssambandið innanoyggja og við um- heimin. Hetta ger, at virkir í oynni eru verri fyri enn virkir aðrastaðni í landin- um, serliga tá talan er um útflutning av feskum fiskaúrdráttum. Ein fráferð úr Suðuroynni til skotska meginlandið hvørt fríggjakvøld hevði ivaleyst styrkt um vinnugrundarlagið á staðnum. Landsstýrið fer at kanna, hvussu flutningsmøguleik- arnir innlendis og til meg- inlandið kunnu betrast og virka fyri, at Suðuroyggin verður javnstillað við rest- ina av landinum. Hetta verður gjørt í samstarvi við flutningsfeløgini. 3. Miðnámsskúli og røktarheim Landsstýrið heldur fram- vegis, at tað besta fyri Suðuroynna í síni heild er at byggja miðnáms- og heilsuskúla í Hovi og røkt- arheim í Vági. Taka kommunurnar í Suðuroy undir við hesi ætlan, verður farið undir at fyrireika verkætlanina í vár. Farast kann undir at byggja røktarheim so skjótt kommunalu mynd- ugleikarnir á staðnum taka avgerð um tað, og semja er funnin millum land og kommunur um, hvussu fíggingin verður skipað. 4. Fiskapakkin Landsstýrið er sinnað at tryggja, at føroysk fiska- virki fáa veruligan møgu- leika at bjóða uppá botn- fiskin, sum føroysk fiskifør veiða í føroyskum og í íslendskum sjógvi. Talan verður her um at broyta lógirnar um ávikavist vinnuligan fiskiskap og um uppboðssølu og broytingar í kunngerðum, sum eru heimilaðar í hesum lógum. Broytingarnar hava sum mál at steðga sonevndu proforma-sølunum og at javnstilla allar skipabólkar við atliti at avreiðingum uttanlands. Landsstýrið fer at leggja fram uppskot um broytingar í lógarverkinum um avreiðingar og sølu av fiski í hesi tingsetuni. Fiskapakkin fer ivaleyst at stimbra virkseminum í høvuðsvinnuni. 5. Berghol millum Øravík og Hov Landsstýrið fer undir at gera berghol millum Øra- vík og Hov í ár, og lógar- uppskot um verkætlanina verður løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Hvussu nógv arbeiðspláss talan verður um er m.a. tengt at, um tað verður eitt útlendskt ella eitt føroyskt felag sum vinnur útbjóðingina. Verður tað útlendskt felag, vísa royndirnar frá Vágatunlin- um og Norðoyatunlinum, at uml. 2/3 av arbeiðsmegini er føroysk, um alt verður íroknað. Ein leyslig meting er tí, at verkætlanin beinleiðis skapar 30-40 føroysk arbeiðspláss í miðal um árið í umleið 2,5 ár, um felagið velur at nýta sama leist sum NCC hevur nýtt í Norðoyatunlinum. Avleitt keyp av vørum og tænast- um fer vantandi eisini at skapa nakað av virksemi í Suðuroy. 6. Kommunusamanlegg- ing Landsstýrið stuðlar ætlan- ini at leggja oynna saman í eina kommunu. Hetta vil geva eina sterka umsiting- arliga eind, sum fær tørv á útbúnum fólki av ymiskum slag m.a. løgfrøðingum, búskaparfrøðingum og verkfrøðingum. Sum ein kommuna fer oyggin ikki longur at vera í innanhýsis kapping, men í kapping við restina av landinum og útheimin. 7. Almenn arbeiðspláss Ein annar grundleggjandi trupulleiki, sum Suður- oyggin hevur er, at stóra talið av ungdómi, sum flyt- ur burtur í lestrarørindum, ongantíð fær møguleika at venda aftur til oynna, tí ov fá størv eru, har tey kunnu brúka sína útbúgving. Landsstýrið vil tí virka fyri, at almenn arbeiðspláss eisini koma Suðuroynni til góðar. Hetta, saman við einari sterkari kommunalari fyrisiting í samanløgdu kommununi, fer at skapa grundarlag fyri enn fleiri førleikakervjandi størvum. Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og almanna- og heilsumálum arbeiða við ítøkiligum ætlanum, ið m.a. hava við sær, at nýggj almenn arbeiðspláss verða í Suðuroynni. 8. Samskiftikervi Støðið viðvíkjandi sam- skiftismøguleikum og infrakervi í Suðuroynni er á hædd við aðrar partar av landinum. GSM-fartele- fonkervið er nøktandi, og breiðbandsskipanin verður støðugt ment, so at allar bygdirnar í oynni eru við í ár. Suðuroyggin og Sand- oyggin eru einans knýttar at meginlandinum við radiosambandi. Føroya Tele ætlar nú at leggja kaðal til Suðuroyar. Í dag røkkur digitala sendinetið hjá Televarpinum ikki til Suð-uroyar, men er hetta ein partur av ætlanunum hjá felagnum í ár. 9. Fríhavnsvirksemi í Vági og á Drelnesi Landið hevur gjørt íløgur í nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, og Tvør- oyar Kommuna hevur fingið Drelnes at ráða yvir. Harafturat hevur lands- stýrið partvíst fíggjað djúphavn í Vági. Við hesum hava havnirnar, bæði á Tvøroyri og í Vági, fingið nýggjar vakstr- armøguleikar. Grundarlag skuldi tískil verið fyri at økt um virksemið við eitt nú umskiping av fiskavørum og soleiðis skipa ein tilfeingisdepil. 10. Ráðgeving Landsstýrismaðurin í inn- lendismálum fer, í sam- starvi við kommunurnar, at taka stig til at fáa fólk við serkunnleika at ráðgeva myndugleikum, felagsskapum og/ella einstaklingum í vinnuligum og samfel- agsligum spurningum. Suðuroyarætlanin 2005: Neyðugt at arbeiða saman ØKISMENNING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Kreppan í Suðuroy er hvørki skapt í gjár, ella í síðstu viku ella tað síðsta árið. Hon er eitt úrslit av eini skeivari gongd í nógv ár. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, sigur, at sostatt er tað heldur ongin løtt og einføld loysn á teimum trupulleikum, sum eru. Og hann sigur, at skal tað eydnast at venda gongdini, mugu bæði politiska vald- ið, kommunur og vinnulív taka eitt felagstak og sam- starva, – Í Suðuroyarætlanin, sum landsstýrið kunngjørdi um vikuskiftið, eru sostatt viðurskifti nevnd, sum landsstýrið hevur beinleiðis ávirkan á og kann arbeiða víðari við. Men har eru eisini hugskot og tilmæli til kommunur og vinnulív um, hvat landsstýrið heldur, at tey kunnu gera. – À nógvum økjum hevur Landsstýrið ongan mynd- ugleika og tí er tað neyðugt at allir partar samstarva. Hann sigur, at tað, sum umræður er at seta hol á eina menning, sum venda gongdini. – Eitt, sum landsstýrið hevur ítøkiligar ætlanir um, er at leggja fleiri almenn arbeiðspláss í Suðuroy og tað fer landsstýrið at arbeiða víðari við fyri at kanna, hvørjir møguleikar eru. Tættari tilknýti ímillum skip og virki Men tað hevur eisini stóran týdning, at Fiskavirking ætlar at lata flakavirkið í Vági upp aftur í mars við 40 ársverkum, sum kanska svarar til eini 60-70 fólk. – Hóast tað ikki beinleið- is hoyrir undir landsstýrin- um, er tað av so stórum týdningi, at vit halda at tað er rætt at nevna tað í Suður- oyarætlanini í samstarvi við Fiskavirking. Hinvegin hevur lands- stýrið eisini eina hugsan um, hvussu Suðuroyggin eigur at verða skipað fram- eftir. Og í tí sambandi heldur landsstýrið, at tað er rætt at skipa oynna sum ein fesk- fiskamiðdepil burturav. Skal tað eydnast, er neyðugt at skipini í Suður- oynni í størri mun fáast at avreiða í oynni. Sostatt verður tað neyðugt at skipini fáa eitt sterkari tilknýti til virkini fyri at tryggja teimum rávøru. – Men skal Suðuroyggin verða feskfiskamiðdepil, verður neyðugt at fáa bein- leiðis samband ímillum Suðuroy og Skotland. Tað skal gerast í samráð við privatu flutningsfeløgini. Tað arbeiðir landsstýrið við í løtuni og tað er ein spurn- ingur, sum landsstýrið tosar við flutningsfeløgini um. Samstundis verður eisini kannað, hvussu betri flutn- ingssamband kann fáast ímillum Suðuroynna og Havnina. Oyggin í eina kommunu Harafturat heldur lands- stýrið eisini, at øll Suður- oyggin eigur at verða løgd í eina kommunu, tí ein stórkommuna í Suðuroy fer at fáa brúk fyri væl fleiri starvsfólki við útbúgving- um, eitt nú løgfrøðingum, búskaparfrøðingum, verk- frøðingum o.s.fr. Í dag er hetta í stóran mun tænastur, sum kommunurnar í Suð- uroy keypa norðanfjørðs og sostatt fer eisini peningurin av oynni. Men tað er ikki bara í almennari umsting, at tað verður brúk fyri førleika- krevjandi størvum. – Fæst gongd aftur í vinnulívið, fer eisini tað at krevja førleikakrevjandi størv á ymsum økjum. Løgmaður vísir eisini á, at landið hevur fíggjað ein part av djúphavnini í Suð- uroy, eins og Tvøroyrar Kommuna hevur fingið ræðið á Drelnesi, nú nýggj samferðsluhavn er gjørd. Samstundis eru stórar frystigoymslur og annað goymslupláss í Suðuroy. Kortini hevur ikki eydnast at útnytta teir møguleikarn- ar, hóast teir eru til staðar. Tí eigur tað at bera til at fáa gongd á fríhandilsvirk- semi í Suðuroy, eitt nú við tí stóra flota av russarum, sum hvønn dag liggja á Havnarvág. Samanumtikið heldur løgmaður, at tað er er neyð- ugt at sáa treysti niður í oynna og ikki mistreysti. – Tað ringasta, sum kann henda, er, at suðuroyingar fella í fátt og at hugburð- urin verður, at onki ber til í Suðuroy, sigur løgmaður. Tekur langa tíð at fáa Suðuroy aftur á beint Vónandi kann Suðuroyarætlanin hjá landsstýrinum verða starstkotið til at kommunurnar og vinnulív í Suðuror leggja eina ætlan fyri, hvussu oyggin kann mennast aftur, sigur løgmaður